mikudagur 22. februar 1978síða 3
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 14 — 22. februar 1978
sosialurin
Campingpláss
sunnanfyri
kirkjugarðin
— onki eki til tjøld komandi summar
— stongt í Gundadali
Fyrst í hesum mánaðinum fór Justinus
Háskor undir arbeiðið við at gera eitt
campingpláss við Víkavegin sunnan fyri
nýggja kirkjugarðin í Havn. Hann hevur
kortini ikki fingið byggiloyvi og 9. febru-
ar fekk hann bræv frá Peturi Christian-
sen, borgarstjóra, har hesin ger honum
vart vid, at hann grevur í jórð kommun-
unnar uttan loyvi. Borgarstjórin biður
hann gevast við hesum og seta alt aftur í
tann stand, tað var í frammanundan.
Sjálvur sigur Justinus Háskor, at hann
metur seg at hava loyvi til at gera camp-
ingplássið og hann ætlar sær ikki at gev-
ast.
Um góðar tríggjar mánaðir byrjar mill-
umlandasiglingin hjá Smyrli og England
og talið av ferðafólki, sum kemur
hendavegin, verður neyvan minni í ár
enn árini frammanundan. Tað er øllum
kunnugt, at ongin hóskandi tjaldingar-
staður finst í Havn, so spurningurin um
eitt campingpláss krevur eina skjóta
loysn.
SOSIALURIN hevur tosað við Jústinus
Háskor, Petur Christiansen og Gunnar
Hoydal um campingplássmálið hjá ti
fyrstnevnda
Jústinus Háskor sigur, at
hann fekk áhuga fyri at
gera eitt campingpláss í
Havn, tá hann var utt=n-
lands og ferðaðist í 1973. Í
1974 og 1975 var hann í
Sveríki, Danmerk og Nor-
egi, har hann kannaði - m-
isk viðurskifti vidvikj- adi
campingplássum. Síðani
vendi hann sær til Tórs-
Tað hava verið aógv tjøld við hondbóltsvellin um summarið, serliga um ólavsekuna.
havnar býráð við ynski-
num um at sleppa at gera
eitt campingplåss i by-
num.
Å byrådsfundi
Tann 9. september 1976
varð umsóknin frå Justin-
usi vidgjørd å byrådsfundi
og har varð samtykt eftir
=
tilmæli frá byggi- og bý-
arskipanardeildini og
teknisku deild at gera
fyrireikingar til eitt camp-
ingpláss í samráð við
Justinus = Háskor. Til
endamålid varð víst á eina
trød úti í Vika, matr nr.
1071.
Justinus sigur, at hann
eftir fundin fekk eitt bræv
frá borgarstjóranum, har
hann varð biðin um at seta
seg í samband við tekn-
isku deild fyri at tosa um
fyrireikingarnar.
Nei frá
landsstýrinum
Nú hendir tað, at býráðið
tann 19. november 1976
sekir landsstýrið um eina
trød úti við Boðanes til
campingplássið Hesum
noktaði landsstýrið fyri og
friðingarnevndin mælti
eisini frá at leggja camp-
ingplássið á hesa troð.
Tann 16. juli 1977
skrivar Justinus til byråd-
ið og biður tað um at heita
á byggi- og býarskipan-
teknisku
deild um at skunda undir
samráðingarnar til
reikingar av camping-
plåssinum. Hann sigur
eisini í brævinum, at hann
tvær ferðir í mai mánað
1977 hevur vent sær til
byggi- og byarskipanar-
deildina, sum tá hevði lov-
að honum eina avgerð.
»Men enn er onki hent.
Sostatt meti eg meg at
hava mist mína fortjen-
astu hettar árið, íroknað
ardeildina og
fyri-
Men har eru ongar umsteður til slíkt og hver skal t.d. taka ruskið
bi
Tad er her, sunnanfyri vegin, at Justinus Håskor er farin undir at gera eitt camping
plåss
tidina eg havi brukt til
minar fyrireikingar,« sig-
ur hann i brævinum.
3. oktober sendir Justi-
nus Háskor býráðnum so-
ljóðandi bræv:
»Visandi til bræv dag-
fest tann 16. juli 1977, vil
eg minna å, at eg ikki havi
fingid svar enn og taki eg
tad soleidis, at eg kann
byrja at arbeida uppå
campingplåssid å nevnda
øki sunnan fyri nyggja
kirkjugarð, matr. nr.
1071.«
Fridingarnevndin
Tann 18. oktober skrivar
býráðið til Náttúrufriðing-
arnevndina og biður um á-
skoðan hennara um at
gera eitt campingpláss í
Vika. Í brævinum sigur
býráðið, at tað er áhugað
fyri at fáa spurningin um
campingplåss loystan
Justinus sigur. at hetta
bert varð gjørt fyri at
tarna málinum og vísur á,
at avgerðin um at skriva
til friðingarnevndina varð
tikin meira enn ein mánað
frammanundan, tann 13.
september.
Justinus sigur víðari, at
hann tann 18. januar í ár
fekk bræv frå Færøernes
overfredningsvæsen, har
tað góðkennir, at matr.
nr. 1071 verdur brukt til
campingplåss.
Åheitanir
frå býráðslimum
Fyri at kunna hava ein
møguleika fyri at opna
campingplássið í summar
sekti Justinus um byggi-
loyvi 1. februar. Sam-
stundis bad hann byrådid
um at leggja vatn og klo-
akk til økid. Hann sigur,
at hann eisini hevur biðið
SEV um at leggja streym
til trødna, matr. nr. 1071
Justinus sigur vidari, at
hann fekk at vita frå
Gunnari Hoydal, at hann
Petur Christiansen, borgarstjóri:
ikki fekk byggiloyvi. Nú
vildi Justinus ikki bíða
longur og fór tí undir ar-
beiðið. Hann hevur javnað
eitt 400 m' stórt eki til
parkeringarpláss og eitt
hús til W.C., baðirúm og
kok. Justinus Háskor sig-
ur, at hann m.a. fór undir
arbeiðið, ti triggir býráðs-
limir mæltu honum til
hetta.
Vælegnað eki
Matr. nr. 1071 er 13.000
14.000 m“ til støddar
Justinus metur. at har er
pláss fyri uml. 200 tjeld-
um. Í fyrsta umfari ætlar
hann at byggja eitt hús,
3X8 m til støddar. Í hes-
um húsi verður W.C.,
tvær brusur, vask og køk-
ur. Justinus Håskor sig-
ur, at fyrsta byggistigid
kosta
kr. Seinni er
kemur at 380.000
ætlanin at
byggja 20 smáttur á øki-
num. Campingplåssid skal
Byggiloyvið verður givið
um 1—2 mánaðir
Petur Christiansen, borg-
arstjóri, sigur í samrødu
vid SOSTALIN, at Justin-
us Håskor er lopin framan
í hesum málinum. Býráðið
hevur samtykt, at Justin-
us Háskor skal fáa nevnda
eki við Vikavegin
Petur Christiansen
leggur afturat, at málið
hevur havt eina vanliga
gongd í býráðnum, og tað
verður loyst. Men hann
viðgongur, at tað hevur
gingið nakað seint.
Nú er málið sent lands-
stýrinum til góðkenningar
og væntandi fara
tveir mánaðir at
nn DVYgSUOYVIÓN
A
verit.
Tað er
Justinus
leiga
meiningin, at
Håskor skal
trødna frå byråd-
num, men prisur er ikki å-
settur enn. Hinvegin skal
oyráðið rinda ein part av
byggibuningini, 140.000
kr
Bræv frå
Ítróttarráðnum
Býráðið hevur fingið eitt
Gunnar Hoydal, býararkitektur:
skriv fra Pórshavnar
tróttarráð. har mótmælt
verður, at okið í Gunda
dali, við hondbóltsvellin.
verður brúkt til tjalding-
arstað
Petur Christiansen sig-
ur, at hetta brævið helst
verður tikið til eftirtektar
Sostatt verður komandi
summar onki eki til ferða-
fólk at seta tjeld síni á.
Borgarstjórin sigur, at
býráðið ikki hevur gjørt
nakra beinleiðis ætlan
hesum viðvíkjandi, men
tað noyðist at gera okk-
urt.
Sáttmálin skal gerast fyrst
Gunnar Hoydal, byggi- og
býarskipanardeildin, sig-
ur, at Justinus Háskor má
gera ein sáttmála við
kommununa, áðrenn hann
fer at gera campingpláss-
ið. Tað er tí, hann ikki enn
hevur fingið byggiloyvi.
Hesin sáttmálin skal ger-
ast við figgjarnevndina
hjá býráðnum.
Gunnar Hoydal sigur, at
tað hevur verið torfort at
finna nakað hóskandi oki
til campingplássið. Troðin
úti í Vika er tað frægasta,
sum er tekt í letuni. Vans-
arnir við ekinum eru m.a.
at tað liggur við síðuna av
kirkjugarðinum og at har
er rættiliga ábært. Okið
úti við Boðanes hevði
egnað seg betur, men tað
fekst sum fyrr nevnt ikki.
Tað hava annars verið
frammi uppskot um at
leggja campingplássið
uppi á Ternuryggi ella úti
í Havnardali, men hetta er
ov langt frá miðbýnum og
havnini og tí óhent fyri
tey ferðafólk, sum ikki
hava bil við sær higar.