leygardagur 6. juli 2002síða 15
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 127 - 6. juli 2002
Nr. 127 - 6. juli 2002
29
Aðalstjóri til Løgmálaráðið
Av tí at løgmaður hevur gjørt av at seta á stovn Løgmálaráð, verður við hesum
søkt eftir aðalstjóra.
Starvið
Aðalstjórin er ovasti ráðgevi hjá avvarðandi landsstýrismanni og hevur
ábyrgdina av dagligu leiðsluni, menningini og rakstrinum av Løgmálaráðnum.
Aðalstjórin fær høvuðsábyrgdina av at skipa Løgmálaráðið og skal standa fyri
at skipa arbeiðið viðvíkjandi yvirtøkuni av løgregluni og rættarskipanini.
Arbeiðsøkið fevnir í høvuðsheitum um:
• Lógamál
• Dómsmál
• Grundlógararbeiði
• Kommunumál
• Løgreglu og ákæruvald
• Sivilrættarmál
• Skráseting og nøvn
• Útlendingamál
Almenn førleikakrøv
Umsøkjari skal hava útbúgving sum løgfrøðingur ella aðra samsvarandi
útbúgving frá lærdum háskúla. Viðkomandi skal hava leiðsluroyndir frá
almenna ella privata arbeiðsmarknaðinum. Umráðandi er, at tann, ið settur
verður, hevur evni til at seta í verk fyriskipanir, hevur nútíðar leiðslueginleikar,
góð greiningarevni, innlit í politisk viðurskifti og vitan um tær treytir, ið eru
galdandi í eini politiskari fyrisiting. Dentur verður lagdur á persónligar
eginleikar so sum evni til at eggja og menna leiðarar og starvsfólk, góð
samstarvsevni, vilja til at royna nýggj virkisøki og áhuga fyri avbjóðingum.
Setanarviðurskifti
Starvið er tænastumannastarv og er í løtuni flokkað í 39. lønarflokki umframt
eina viðbót uppá kr. 3.984,75 um mánaðin. Starvsheitið er aðalstjóri.
Setanarøkið fevnir um Løgmálaráðið,Løgmansskrivstovuna og hini málaráðini.
Tænastustaðurin í løtuni er Løgmálaráðið.
Nærri upplýsingar
Nærri upplýsingar viðvíkjandi starvinum fáast við at venda sær til Marjuna
Hanusardóttur, løgmansstjóra, tlf. 35 10 10 ella 21 10 23.
Umsókn
Umsókn við upplýsingum um útbúgving, royndir og møgulig viðmæli, skulu
stílast løgmanni, og sendast Løgmansskrivstovuni, att. Marjun Hanusardóttir,
løgmansstjóri, Tinganes, Postsmoga 64, 110 Tórshavn, í seinasta lagi 19. juli
2002.
LØGMANSSKRIVSTOVAN
Toll- og
Skattstova
Føroya
Fyribilsskattur/
arbeiðsmarknaðareftirlønargjald
Persónar, sum røkka skattahámarkið sambært § 54, stk. 2
í skattalógini, hava higartil fingið írestandi skatt í
endaligu álíkningini.
Orsøkin til hetta er, at gjaldið til arbeiðsmarknaðar-
eftirlønargrunnin, sum er 0,5%, skal heintast inn saman
við fyribilsskattinum, sum ikki kann vera meiri enn 50%
av tí einstøku útgoldnu A-inntøkuni sambært § 64 í
skattalógini.
Fyri at hesir persónar kunnu gjalda arbeiðsmarknaðar-
eftirlønargjaldið saman við fyribilsskattinum og harvið
sleppa undan einum írestandi skatti, sum svarar til
omanfyrinevnda gjald + eykagjald upp á 6%, hevur Toll-
og Skattstova Føroya, Stýrið, tikið avgerð um at loyva, at
50,5% verður eftirhildið av tí einstøku útgoldnu
A-inntøkuni.
Argir, 3. juli 2002
Toll- og Skattstova Føroya, Stýrið
Toll- og Skattstova
Føroya er stovnur undir
Fíggjarmálastýrinum.
Uppgávur stovnsins eru
m.a. at fyrisita
• skattalógina
• tolllógina
• mvg-lógina
• kolvetnisskattalógina
• avgjaldslógirnar,
eins og alla
skuldarinnkrevjing hjá
landinum.
Planlegging og
menning fer fram í
Stýrinum á Argjum.
Tær seks økis-
skrivstovurnar røkja
raksturin.
www.tollskatt.fo
tollskatt@tollskatt.fo
FØROYA HANDILSSKÚLI
Marknagilsvegur 77, Postrum 177, 110 Tórshavn, Tel 317177, Fax 313374
team 85 • 35800
Deildarstjóri á Føroya
Handilsskúla á Kambsdali
Føroya Handilsskúli lýsir eftir deildarstjóra á Kambsdali at seta 1. august
2002 ella eftir avtalu.
Deildarstjórin á Føroya Handilsskúla á Kambsdali verður settur í starv av
stýri skúlans. Í sambandi við bygnaðarbroytingar á skúlanum fer verandi
deildarstjóri á Kambsdali í annað starv á skúlanum.
Deildarstjórin hevur ábyrgdina av námsfrøðiligu og umsitingarligu leiðsluni
av deildini. Deildarstjórin umboðar stjóran bæði innan- og uttanhýsis. Hetta
krevur, at deildarstjórin í tøttum samstarvi við stjóran og onnur leiðandi fólk
á skúlanum skal:
• Menna álitisfult samarbeiði við teir pedagogisku og umsitingarligu
medarbeiðarnar og næmingarnar.
• Koma við íblástri og kveikja námsfrøðiliga og umsitingarliga arbeiðið á
skúlanum.
• Hava áhuga í og vilja at halda fram við námsfrøðiligu og tøkniligu
menningini, ið fer fram á skúlanum.
• Verða við í verkætlanum, sum hava til endamáls at menna Føroya
Handilsskúla
Á skúlanum eru hesar útbúgvingar:
- FHS-støðisárið
- Hægri Handilsskúli
- Merkonomskeið
- Stakgreinskeið
Á dagskúlanum eru 3 FHS- og 4 HH-flokkar, tilsamans um 160 næmingar.
Á kvøldskúlanum eru um 25 næmingar.
Egnaði umsøkjarin hevur:
•
leiðsluroyndir,
•
vinnulívsroyndir
•
góðan teldukunnleika
•
viðkomandi útbúgving so sum cand.merc., HD, cand.mag. ella
samsvarandi útbúgving, ið gevur undirvísingarførleika á handilsskúla
ella
•
viðkomandi útbúgving, ið gevur undirvísingarførleika á handilsskúla.
Talan er um eitt spennandi og sjálvstøðugt starv við møguleikum at menna
seg.
Starvið verður lønt í 34. lønarflokki við eini árligari viðbót á 12.855,00 kr.
ella eftir avtalu millum Lærarafelag Handilsskúlans og Fíggjarmálastýrið.
Undirvísingarskyldan er 7 undirvísingartímar um vikuna.
Umsókn, CV og avrit av próvskjølum skulu verða Føroya Handilsskúla í
hendi í seinasta lagi 26 juli. Umsóknin skal stílast til stýri skúlans.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Føroya Handilsskúla
Tel 317177.
Loppumarknaður
Kyndil skipar fyri loppumarknaði í miðbýnum
leygardagin 6. juli. Tikið verður ímóti lutum (ikki
klæðir) hósdagin 4. juli frá kl. 17 til kl. 19 í Kyndils-
hølunum í Gundadalshøllini.
Tit eru vælkomin at ringja á tel. 312234 Erla ella tel.
317022 Katrin, um tit hava størri ting, sum skulu
avheintast.
Kyndil
Starvslesandi
í Brússel
(Stagiaire)
Søkt verður eftir lesandi til Sendistovu Føroya í
Evropasamveldinum. Starvstíðin er sett til at
verða frá 1. september 2002 til 1. februar 2003
ella fyri lestrarhálvárið.
Uppgávur
Tann, ið settur verður, verður partur av dagligu
arbeiðsgongdini á sendistovuni í samskiftinum
við Evropasamveldið við serligum atliti at
samskifti viðvíkjandi handli og fiskivinnu.
Førleikakrøv
Tann, ið settur verður, eigur at vera lesandi føroy-
ingur við hægri háskúla, sum í minsta lagi hevur
útbúgving á bachelor stigi.
Umsøkjarar eiga at hava góð samstarvsevni, vera
áhitnir, miðvísir, kunna arbeiða sjálvstøðugt og
vera til reiðar at royna nýggjar avbjóðingar. Um-
søkjarar eiga harumframt at vera stinnir í før-
oyskum og enskum máli.
Starvsstaðið
Starvsstaðið er Sendistova Føroya í Evropa-
samveldinum, Brússel, sum er ein samrunnin
partur av Løgmansskrivstovuni - uttanríksdeild-
ini.
Setanartreytir
Starvið verður skipað eftir teim reglum, ið eru
galdandi fyri starvslesandi á staðnum. Starvið er
ólønt, men viðbót verður latin eftir nøktandi
uppihald. Møguleiki er at søkja um ferðastuðul
frá Stuðulsstovninum. Stuðul verður veittur til
bústaðarútreiðslur.
Nærri upplýsingar eru at fáa við at venda sær til
Herluf Sigvaldsson, deildarstjóra, tlf. +298 35 10
10.
Umsóknir
Umsóknir við prógvum, c.v. og møguligum við-
mælum verða at senda
Løgmansskrivstovuni
Tinganes
FO-100 Tórshavn
Telefax +298 35 10 15
E-mail: info@tinganes.fo
og skulu verða á Løgmansskrivstovuni í seinasta
lagi mikudagin 17. juli 2002.
LØGMANSSKRIVSTOVAN
Søkt verður eftir
vaskifólki
til Stranda skúla at byrja 15. august 2002.
Umsóknir verða at senda til
Sjóvar kommunu
490 Strendur
innan 25. juli 2002.
Handilslærlingur
Søkt verður eftir lærlingi til handil okkara at byrja
skjótast tilber, tó kunnu vit bíða eftir tær, um tú
verður liðugur í handilsskúlanum nú.
Arbeiðið umfatar alt vanligt handilsarbeiði so
sum kundaavgreiðslu, útkoyring og bílegging av
vørum og goymsluhald v.m.
Tað er eitt krav, at tú hevur koyrikort og HH ella
FHS.Lærutíðin er 2 ár við HH og 3 ár við FHS.Part-
ur av lærutíðini gongur fyri seg í skúla í Danmark.
Vit vænta at tú ert fryntlig/ur, hevur góð sam-
starvsevnir,dugir væl at umgangast fólk og ikki er
bangin fyri at arbeiða sjálvstøðugt og taka eina
ábyrgd.
Um tú ert tann rætti, kunnu vit bjóða tær spenn-
andi lærutíð við nógvum spennandi avbjóðing-
um, sum tú kann hava stóra gleði av seinni í lív-
inum.
Eru spurningar hesum viðvíkjandi kunnu tit
ringja til okkum á tlf. 311071.
Umsóknir við viðmælum verða at senda til okkum
í seinasta lagi 22.07.02.
Stiðjagøta 2 - Postboks 378
FO-110 Tórshavn
Telefon +298 31 10 71
Telefax +298 31 04 60
e-mail: demich@demich.fo
C
M
Y
K
29
28