Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-07-06, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 6. juli 2002síða 16

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 127 - 6. juli 2002 Nr. 127 - 6. juli 2002 31 Starvið Vegna farloyvi er eitt áhugavert og fjøllbroytt starv sum undirvísingarleiðari leyst at søkja í Vinnu- og Miðnámsskúladeildini. Setanartíðin er frá 1. august 2002 til 1. juli 2003. Høvuðsuppgávurnar hjá undirvísingarleiðaranum verða m.a. at: • Leggja til rættis og menna útbúgvingarnar serliga innan tað tøkniliga økið • Ráðgeva og vegleiða í spurningum innan økið, tilevna uppskot til lógir, kunngerðir, reglur o.a. • Málsviðgerð • Samskipa virksemið við tilknýti til økið við aðrar deildir, stovnar og áhugafelagsskapir • Fremja samstarv við vinnulívið o.o., ið varða av økinum Undirvísingarleiðarin skal tryggja, at nevndu upp- gávur verða loystar á einum høgum fakligum stigi, og at mannagongdir eru í samsvari við nútímans krøv. Førleikakrøv Vit vænta okkum m.a. at umsøkjararnir hava • Viðkomandi hægri útbúgving • Góð samstarvsevni og hug at arbeiða í bólkum • Førleika at menna samstarvið við vinnulívið og áhugafelagsskapir • Áhuga fyri avbjóðingum og vilja til at royna nýggj- ar leiðir Vit bjóða Starvið er spennandi við skiftandi uppgávum og við nógvum samskifti inn- og úteftir. Arbeiðið er á einum høgum fakligum stigi,og møgu- leikarnir fyri bæði persónligari og fakligari menning eru góðir. Tú kemur at arbeiða í einum spennandi umhvørvi tætt saman við politisku myndugleikunum og stovn- um innan undirvísing og mentan. Setanar- og lønartreytir Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjar- málaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Viðmerkjast skal,at setanarøkið fevnir um aðalstýrini, Løgmansskrivstovuna og deildir tess. Umsókn Umsókn við prógvum, c.v. o.ø skulu sendast til: Mentamálaráðið Postrúm 3279 110 Tórshavn Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 10. juli 2002. Um tú ynskir fleiri upplýsingar, kanst tú ringja til Eyðgunn Samuelsen, deildarstjóra, á tlf. 355050. Avloysari fyri Undirvísingarleiðara (Teknisku skúlarnar) Mentamálaráðið Vinnu- og Miðnámsskúladeildin Mentamálaráðið hevur sum høvuðsuppgávu at fyrisita undirvísingarmál, mentamál og gransking. Harafturat eru uppgávur viðvíkjandi kirkju, loftmiðlum, ítrótti og øðrum frítíðarvirksemi. Økið hjá Vinnu- og Miðnámsskúladeildini fatar um studentaskúlarnar, HF-skeiðini, handilsskúlarnar, teknisku skúlarnar, Fiskivinnu- skúlan, sjómansskúlarnar, Maskinmeistaraskúlan og lærlingaútbúgvingar. Sørvágs kommuna søkir eftir leiðara til dagrøktina í Sørvágs Kommunu at byrja 15. august. Arbeiðstíðin er 30 tímar um vikuna. Krav: Námsfrøðiliga útbúgving. Skrivlig umsókn verður at senda Sørvágs Komm- unu innan 28. juli. Nærri fast at vita á tlf. 213122 ella 332004. Sørvágs kommuna Landsfundurin ‘02 verður í Havn 6. og 7. september. Føroya Javnaðarflokkur Grundstykki Byggibúgvið grundstykki í Havn ynskist til keyps/í býti við grundstykki í Hoyvík. Tlf 21 00 25 ella t-post: joan@knudsen.dk Heimarøktin og Serforsorgin søkir eftir avloysara fyri økisleiðara til Eldrarøktina í Sandoynni Søkt verður eftir økisleiðara til Eldrarøktina í Sandoynni,til fyribils setan frá 1.september 2002 til 31. august 2003. Fram til ársskiftið er Eldrarøktin í Sandoynni ein royndarverkætlan, ið samskipar Heimarøkt, Sambýlisrøkt og Røktarheimsrøkt. Søkt verður eftir sjúkrasystir við hollum roynd- um, ið hevur hug og hegni at leiða og at átaka sær nýggjar avbjóðingar í skipanini. Heimarøktin er ein stovnur í støðugari broyting,og tí krevst,at umsøkjarin er fúsur at ganga nýggjar leiðir innan eldrarøkt. Økisleiðarin hevur ábyrgd av: • at leiða og fordeila arbeiðið við atliti til tørvin í økinum og fíggjarkarmin hjá Heimarøktini • at standa fyri fakligu og starvsfólka- menningini • at menna og samskipa Heimarøktina • at viðvirka til støðugt økt samstarv millum ymisku starvsfólkabólkarnar, eldrasambýlini, røktarheimið og heimarøktina í økinum. • at viðvirka til samstarv við teir stovnar, skip- anir og fólk, ið hava týdning fyri heima- røktina í økinum • visitatión, revisitatión og eftirliti við tænast- uni við atliti til tænastustøðið, góðskuna og fíggjarligu støðuna í økinum • starvsvenjing hjá lesandi og næmingum • at stýra og hava eftirlit við fíggjarstøðuna í økinum • at lønir verða førdar yvir lønarskipanina. Førleikakrøv: Søkt verður eftir sjúkrasystir sum: • hevur hug og hegni at leiða og fyrisita • hevur útbúgving og/ella royndir innan leiðslu og fyrisiting • hevur royndir og kunnleika innan primeru heilsutænastuna • sær møguleikar ístaðin fyri forðingar, og evnar at gjøgnumføra broytingar • evnar at samstarva bæði við brúkara, avvarðandi, starvsfólk og leiðslu • hevur kunnleika til teldu. Setanar - og lønartreytir: Starvið verður at seta frá 01.09.2002. ella eftir nærri avtalu. Lønar og setanarviðurskifti sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Sjúkrasystrafelag Føroya Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Jákup Foldbo, stjóra, tlf. 304020 ella Idu Sørensen, økisleiðar, tlf. 361749. Umsókn Skrivlig umsókn saman við upplýsingum um útbúgving, fakligar royndir o.a. skal sendast til: Heimarøktina og Serforsorgina, Eirargarður 2. 2. hædd, FO-100 Tórshavn. Umsóknarfreist: 22.07.2002 Farloyvisstarv Søkt verður eftir eftirlitsfólki til svimjihylin í Stranda skúla fyri skúlaárið 2002/2003. Umsóknir verða at senda til Sjóvar kommunu innan 1. august 2002. Sjóvar kommuna 490 Strendur veitst tú ikki tað? P/F Frants Restorff Vit sóknast eftir fólki til fast starv í handilin at byrja beinanvegin Arbeiðstíðirnar eru hesar: kl. 06.00–13.00, kl. 13.00–19.00 kl. 19.00–23.30. Allar dagar í vikuni. Løn eftir S og K Pf. Frants Restorff Tórsgøta 13 · Tlf. 311060 Postsmoga 41 · 110 Tórshavn Skipaeftirlitsfólk Skipaeftirlitið søkir hervið eftir einum skipaeftir- litsfólki til setan 1. oktober ella skjótast til ber. Skipaeftirlitið er skipað sum deild í Fiskimála- ráðnum. Starvið inniber m.a. hesar uppgávur: • at hava um hendi tekniska málsviðgerð innan nautiska- og skipsbyggitekniska eftirlitsøkið við serligum atliti til fiskiskip og ferðamannaskip • at hava umsjón við teimum løggildaðu klassafel- øgunum o. ø. feløgum ella persónum, sum hava myndugleika ella eru góðkendir til at gera tekn- iskar kanningar v.m. • at hava eftirlit við skipaútgerð • at hava eftirlit við arbeiðsumhvørvinum umborð á skipum, undir hesum samstarv við vinnuna og aðrar myndugleikar Førleikakrøv: • Til starvið krevst viðkomandi útbúgving sum t.d.: • skipsverkfrøðingur • verkfrøðingur sum er serkønur innan sjóvinnu • maskinmeistari við víðkaðum maskinmeistara- prógvi og sjóvinnubrævi sum skipsmaskinstjóri • góð evni at samskifta á føroyskum, norður- lendskum og enskum máli • góðan førleika at arbeiða sjálvstøðugt • góð samstarvsevni Tað er somuleiðis krav, at umsøkjarin hevur minst 5 ára starvsroyndir. Fyrimunur er, um umsøkjari hevur kunnleika til góðskustýring (kvalitetsstýring). Í starvinum er møguleiki at fáa eftirútbúgving inn- an viðkomandi arbeiðsøki og verður sett sum eitt krav, um hetta ikki er lokið. Setanartreytir: Starvið verður lønt sambært avtalu millum Fíggj- armálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Setanarøkið fevnir um Fiskimálaráðið og stovnar undir tí, um- framt hini aðalstýrini og Løgmansskrivstovuna. Tænastustaðurin í løtuni er Skipaeftirlitið í Mið- vági. Tann,ið settur verður,má tí kunna tola broytingar í starvinum, og at økið verður umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur í Fiskimálaráðnum. Umsóknir: Umsóknir saman við avriti av prógvum og møgu- ligum viðmælum skulu vera Skipaeftirlitinum í hendi í seinasta lagi 1. august 2002, kl. 15.30. Umsóknir skulu sendast til: Skipaeftirlitið Postsmoga 112 110 Tórshavn Fyrispurningar viðvíkjandi starvinum fáast við at ringja til Skipaeftirlitið á tlf.355600 og tosa við Óla Hans Hammer Olsen, deildarstjóra. Fiskimálaráðið Skipaeftirlitið Internet Sosialur www.sosialurin.fo in C M Y K 31 30