Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-02-22, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. februar 1978síða 5

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 14 — 22. februar 1978 Tann biligasta og besta loysnin sosialurin er at samskipa renovationina Umboð frå 28 kommunum vóru á fundinum, sum kommunu- felagið skipaði fyri í Havn leygardagin um renovatiónsspurn- — Ein samskipan er tann rætta loysnin á renovati- ónsspurninginum. At samskipa at kalla alt land- ið er tann biligasta og besta loysnin. Tað loysir seg at koyra alt ruskið til eina felags brennistød. Hetta segði Trygvi Guttesen, verkfreðingur, í frágreiðing síni á fundi- num, sum Feroya Komm- unufelag skipaði fyri í Havn leygardagin, um re- novatiónsspurningin hjá teimum føroysku komm- ununum. Trygvi Guttesen, Heini Olsen, verkfreðingur og Jógvan Mørkøre komm- unuskrivari á Eiði hava gjert eitt umfatandi kann- * ingararbeiði av renovati- ónsspurninginum, og á fundinum greiddi Trygvi frá ti úrsliti, sum teir eru komnir til. Hann segði m.a. at sjálvt um hitin frá eini brennistoð ikki verður nýttur, so loysir tað seg kortini hjá føroysku kom- mununum at ganga sam- an um eina felags brenni- stød, tí tað verður nógv dýrari at byggja eina brennistø = í hverjari oyggj. Umboð frá 28 kommunum Tilsamans 36 umboð frá 28 kommunum vóru við á fundinum. Endamálið við fundinum var at orientera kommunurnar um málið. Vilhelm Johannesen, formaður í kommunufel- agnum, segði, at tað er á- trokandi hjá teimum flestu kommununum at fáa renovatiónsspurningin loystan. — Um vit ikki finna fram til eina felags loysn, er vandi fyri at renovati- ónsekini hver í sínum lagi fara at loysa renovatións- spurningin, segði Vilhelm Johannesen. Hann upplýsti, at kom- munufelagið um stutta tid fer at heita á kommunur- nar, um at geva felagnum eitt ár afturat til at gera eitt uppskot um eina fel- ags brennisteð. Kommunufelagið hevur sett eina nevnd til at ar- beiða við spurninginum. Afturat hesum skal setast ein arbeiðsbólkur við tveimum verkfreðingum, einum búskaparfreðingi og einum juristi. Um felagið fær heimild frá kommununum til at arbeiða víðari við renova- Brennisteðin hjá Tórshavnar kommunu í Havnardali undir við, at kommunufel- agið heldur fram við ar- beiðinum. Millum hesar vóru eisini fleiri storri kommunur, og býráðsformaðurin í Havn, Petur Christiansen, segði, at sjálvt um hann ikki á fundinum kundi geva nakað lyfti, so roknaði kann bert halda fram eini tvey til fýra ár afturat tiónsspurninginum, skulu hesar nevndirnar gera eitt fullfiggjað uppskot, sum kann svara uppá teir tekn- isku og figgjarligu spurn- ingarnar og geva eina til- ráðing um, hvussu rakst- urin og stýringin av eini felags brennisteð kann skipast. Og í eðrum lagi at kanna meguleikarnar fyri at fleiri steðir kunnu byggjast, um kommunur- nar ikki kunnu semjast um eina felags stød. Vilhelm Johannesen metti, at ein felags brenni- stød kann vera klár til at taka ímóti ruskinum um eini tvey ár. Ongin gekk ímóti Ongin av luttakarunum á fundinum gekk ímóti ynskjunum hjá komm- unufelagnum. Umboð fyri fleiri kommunur boðaðu longu á fundinum frá, at teirra kommunur taka hann kortini við, at Havn- in fer uppí hetta arbeiði. Jákup Sune Jacobsen, formaður i teknisku nevndini hjá Tórshavnar Býráð, segði, at brenni- steðin hjá Havnar Kom- munu bert fer at kunna halda fram í Havnardali eini tvey til fýra ár aftur- at, og at tað er umráðandi hjá kommununi at fáa at vita, hvar ein nýggj bren- nistød kann byggjast. Hann segði, at býráðið er hugað fyri eini loysn í samarbeiði við aðrar. Tann nevndin, sum hevur kannað spurningin, varð upprunaliga sett av Tórshavnar Býráð, men seinni kom kommunutfel- agið uppí hetta arbeiðið. Trygvi Guttesen segði í frágreiðing síni, at tekn- ikarnir í dag vita so nógv um spurningin, at teir eru forir fyri at geva Tórs- havnar Býráð eina tilráð- ing. 10— 12 milliónir Um ein felags loysn verð- ur funnin á renovatións- spurninginum, hevur nevndin í útrokningum sínum mett, at ein felags brennisteð meguliga fer at kosta millum 10 og 12 milliónir kr. Trygvi Guttesen segði, at tað hevur litlan týdn- ing, hvar ein tílík brenni- stød verður bygd, ti út- reiðslurnar av koyringini til brennisteðina eru óg- vuliga lítlar í mun til tær samlaðu útreiðslurnar til renovationina. Kanningar hava vist, at um ein brennistød verður bygd, sum dekkar 90 pro- sent av landinum, so er koyringin til brennistød- ina bert eitt prosent av út- reiðslunum. Heintingin av posunum er 55% og brenningin 44%. Hetta vísa kanningar eisini í ødr- um londum, segði Trygvi Guttesen. Fyri Tórshavnar Kom- munu, sum hevur brenni- stød úti i Havnardali, er koyringin til brennistød- ina eisini bert eitt prosent av samlaðu útreiðslunum. Heintingin av posunum er 47% og brenningin 52%. Å fundinum var ivi um hesar utrokningarnar fara at halda, men Trygvi Gut- tesen segåi, at nevndin helt hetta eisini vera nakað lágt sett, og at hon ti hevði gjørt fleiri útrokn- ingar, uttan tó at koma til nakað annað úrslit. Hann legði afturat, at sjálvt um koyringin verður nekur prosent hægri, so hevur tað kortini ongan týdning. Hiti fyri 5—6 milliónir Ein tilik brennistød tekur bert ruskposarnar. Um hitin frå ovninum verður bruktur t.d. til fjarhita, so svarar hetta til eitt virði uppá 2 til 2,5 milliónir krónur. Um øll tann spill- olja, sum í dag verður koyrd í havið, eisini verð- ur brend í ovninum, verð- ur hitaframleiðslan einar 5 til 6 milliónir, segði Tryg- vi Guttesen. Hann segði víðari, at sjálvt um hitin frá eini ti- líkari = brennisteð íikki verður nýttur, so loysir tað seg kortini hjá komm- ununum at ganga saman í eina felagsloysn. Útoyggjarnar Renovatiónsspurningurin hjá útoyggjunum varð eisini viðgjerdur á fundi- num. Her varð vist á, at ein meguleiki er at seta kontainarar upp á teimum smærru oyggjunum til ruskposarnar. Nevnt varð eisini, at sjálvt um fleiri brennisteðir verða bygd- ar, so er hesin spurningur ikki harvið loystur, tí trupulleikin hjá teimum smáu oyggjunum er júst at fáa ruskið inn til reno- vatiónsekini. Síða 5 | kring oyggjarnar Minni útflutningur í januar Útflutningurin av fer- oyskum fiskaverum var munandi minni í januar mánaða í ár enn i sama mánaða í fjør. Í ár hava vit útflutt fyri tilsamans 27,7 mil- lionir av saltfiski, frystum verum og sildaverum, meðan hetta talið fyri januar í fjør var 43,2 milliónir. Hetta svarar til eina afturgongd uppå 36%. I nøgd hava vit ut- flutt góð 1200 tons minni í januar í ár enn sama mánaða í fjør, og hetta svarar til eina afturgongd uppá næst- an 30%. Í januar mánaða í ár hava vit serliga útflutt minni saltfisk. Vit hava selt vóð 1300 tons fyri 14,7 mill., meðan vit í fjør seldu 2.950 tons fyri 29,6 mill. Fylking aðalfund Mikukveldið hevði ar- beiðsmannafelagið Fylking á Tveroyri að- alfund. Formaðurin Thomas Pauli Magn- ussen stillaði ikki upp aftur til formansvalið. Til nýggjan formann varð Jonhard Jensen valdur. Egon Thomsen var eisini skotin upp sum formansvalevni. Nýggja nevndin sær soleiðis út: Jonhard Jensen, for- maður, Petur Seren- sen, næstformaður, Dánjal Bertholdsen, kassameistari, hann er nývaldur fyri Teddy Michelsen, Dánjal av Rana, skrivari og Egon Thomsen. Fylking hevur um 400 limir í Froðbiar sókn. Vága Javnaðar- felag aðalfund Næstsidsta leygardag hevdi Våga Javnadar- felag adalfund. Nyggj nevnd varå vald. Eyðfinn Jacobsen varð afturvaldur til formann. Næstformað- ur er Sigfridur Olsen, kassameistari Hans Jørgensen. og hinir nevndarlimirnir eru Jens Erik Magnussen, Leif Nolsee, Johannes Joensen og Gardar Jo- ensen. Leif Nolse og Jóhan- nes Joensen vóru ný- valdir. Til tiltaksmenn vórðu valdir Samson Gaardlykke og Frits Jacobsen. Vága Javnaðarfelag ætlar at halda fram at arbeiða sum higartil, og regluliga at skipa fyri limafundum og al- mennum fundum. Hálkan Tað hevur verið hált á vegum og getum hesa seinastu tíðina og hevur hetta verið orsekin til mong ferðsluóhapp, bæði álvarslig og minni ålv- arslig. Í Vági koyrdi ein bilur á portrið til ekið, har minnisvarðin fyri sjólætnar stendur. Hetta hendi seinasta mikukveld og hósdagin var portrið gjert aftur — fyribils.