Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-02-22, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. februar 1978síða 7

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 14 — 22. februar 1978 sosialurin Síða 7 itróttur vil siga um tað eydnast Neistanum at vinna báðar dystirnar verður tað mål- munurin, sum í letuni er 15 mál til Kyndil, ið av- gerð hver verður meistari. Sostatt kunnu Neista- kvinnurnar sjálvar av- gerða um tær verða meist- arar í ár, meðan Kyndils- kvinnurnar bert mugu bíða í spenningi eftir úr- slitunum frá teimum báð- um dystunum. manshondbóltur Eisini ein dystur í fyrstu deild fyri menn varð leikt- ur seinasta vikuskiftið og var hann millum VÍF og Stjørnuna. Hesin dysturin var sera áhugaverdur at hyggja at, sjálvt um spæl- ið tó í letum var alt ov hart. Serstakliga stuttligt var at síggja tær vekru frispælingarnar inn á strikuna sum Stjernu- leikararnir Niels J. og Jóhannis Ziska hevdu. Hetta ber prógv um at vit meguliga næsta kapping- arár hava eitt lið úr Klaks- víkini, sum kann gera seg galdandi í kappingini um meistaraheitið. Ikki ti at ein ikki hevur lagt til merkis hetta Stjørnu-lidid sum í ár hevur tapt flestar av teimum dystunum, ið teir hava tapt við bert 2—3 málum og so varð eisini hesaferð. VÍF vann dystin við 27 málum móti 24 aftaná at Stjørnan var á odda 15 —14 aftaná fyrra hálvleik. Summarkappingin Tilmeldingin til summar- kappingina er lokin og er undirtøkan ikki stór, tað kann nevnast at bert trý lið, nevniliga Kyndil, Neistin og VÍF hava meldað til í fyrstu deild fyri menn, so ikki kann sigast annað enn at fer- oysku felegini hava góð- tikið at betur er at kapp- ast verður um feroya- meistaraheitini um vetur- in. Oftani var dysturin millum Kyndil og Neistan harður Urslit Annars vóru úrslitini í teimum ymsu deildunum hesi: Friggjakveldið vóru 2 dystir spældir í Klaksvík millum Stjørnuna og Neistan, og vóru úrslitini hesi: Stjørnan — Neistin B smågentur 3—6. Stjørnan — Neistin B dreingir 16—19. Leygardagin i Havn: 1. deild menn: VIF—Stjørnan 27—24 (14—15) 1. deild kvinnur: Neistin— Kyndil 8—6 (2—3) 2. deild kvinnur MB — Neistin 6—17 (2—6) Kyndil—Stjørnan 3—6 (1—5). 2. deild menn EB—VÍF 28—20 (11—7) Unglingar menn Neistin A—Kyndil 10—16 (4—7) Kvinnuunglingar VB—Sóljan 6—20 (2—12) Sunnudagin vóru úrslit- ini hesi: 2. deild menn: Neistin B—Kyndil A 30— 12. Neistin A— Kyndil B 18 — 19. Liðleiðari Neistans, Ingunn Larsen, fær handað steyp frá formanninum í hondbóltsdeild ÍSF's, Sofus Rubek- sen Kvinnuunglingar Neistin—VB 5—2 VIF—EB 16—3 Unglingar menn Neistin B—Kyndil 13—15 Dreingir KÍF — Neistin 15—15 Ein dystur átti at vera millum 1. deildarliðini hjá Kyndli og St.IF, men hes- in var av ongum, ti St.IF gav avboð. vig Danmark vann 4—3 å Svøriki Danmark vann bad- mintonlandsdystin moti Svøriki i Randers vid 4—3. Svend Pri og Morten Frost vunnu hvønn sin single-dyst, Pia Nielsen og Inge Borgstrøm vunnu double-dystin fyri kvinnur, og Steen Skougaard og Lena Køppen vunnu dystin i mixed-double. Nú var Danmark å odda vid 4—0, men so skifti eydnan og sviar vunnu 3 teir seinastu dystir- nar, so endaliga stødan gjørdist 4—3 til Dan- mark. Andretti sigradi Amerikanarin Mario Andretti vann fyrstu formil 1 kappkoyring- ina um heimsmeistara- heitið 1978. Hetta Grand-Prix varð koyrt í Argentina. Andretti, ið koyrir fyri Lotus, sigraði framman fyri heimsmeistaranum 1977, Niki Lauda úr Eysturriki, sum i år koyrir fyri Brabham. Fraklendingurin Pat- Så rick Depallier i Tyrrel varð nr. trý, meðan heimsmeistarin 1976, bretin James Hunt varð nr. fýra. Hann koyrir fyri McLaren. Hin Lotus-koyrarin, sviin Ronnie Petterson varð nr. fimm. Manchester United keypt Gerry Francis Manchester United nýtir nógvan pening í løtuni. Liðstjórin Dave Sexton er vorðin samd- ur við leiðsluna hjá Queens Park Rangers um keyp av landsliðs- leikaranum Gerry Francis fyri 445.000 pund. Hetta er nýtt met innan enskan fót- bólt. Gamla metið varð sett, tá Liverpool í fjer mátti gjalda Celtic 444.000 pund fyri Ken- ny Dalglish. Sjálvt um tað ikki gongst United heilt væl í ensku kappingini, trýtur teimum íkki pening. Seinastu viku keyptu teir skotska landslidsleikaran Joe Jordan frå Leeds og kostadi hann 350.000 pund. Sunnumorgunin um seks-tíðina fór hesin bilurin út av vegnum beint norðanfyri munnan á hvalbiarbergholinum. Bilurin, sum er úr Vági, var á veg sudureftir. Try ung fólk vóru í bilinur men ongin teirra fekk skaða. Hinvegin fór bilurin rættiliga | Hóast óhappið hendi tíðliga sunnumorgunin varð ta? meldað til politiið fyrr enn mánakveldið! Ingunn er sloppin leys og skorar SER-—-— DVE