Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-02-22, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. februar 1978síða 8

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 sosialurin Útstykkingarspurningurin í Suðurstreymoy Í seincstuni hevur nógv verið tosað og skrivað um meira útstykking um kommunumark millum Tórshavnar kommunu og Tórshavnar uttanb. kom- munu. — Talið 250 grund- stykkir er nevnt, sum tervur er á í hesum sam- bandi. Um ein lítur seg íkring, so er almikið av eki at byggja á sunnan Hóris- getu. Havnin sær út at vera trunkað saman, og í stoðum full av bygning- um. Eisini vit á Argjum og í Hoyvík vinna væl inn á hesa samantrunking av húsum. Men hóast soleiðis sýnist, liggja stór økir tok bæði í Havnini og uttan- fyri, fyri ikki at gloyma vestanfyri. So spurningurin er als ikki um trot uppá ekir, enntá almen økir, sum litl- an og ongan landsøko- nomiskan tydning synast at hava. Ut frå hesum sjónar- midi skuldi verid laga- manni at bygt vilt. Men tiverri, soleidis er stødan ikki í Suður- streymoy í letuni. Virkis- ekið er ikki búgvið at taka í móti meira fólki útyvir tann normala vekstur inn- anífrá. Um loyvi til meiri út- stykking kortini hevði verið givið, áðrenn fyri- treytir fyri virksemi vóru tryggar kundi illa verið statt, áðrenn nakar grun- aði — arbeiðsloysi fyri ekið kundi verið ein fylg- ja. og tí eigur at farast varliga fram. Fyri meirilutan í Tórs- havnar uttanbiggjar bygdarådi eru tvær høv- udsgrundir, ein kommunal og ein landspolitisk, fyri at syta meirútstykking í løtuni, útyvir tann nor- mala vekstur, sum til- hoyrir kommununi: 1. Ov stór figgjarlig byrða fyri kommununa. 2. Suðurstreymoy er ikki búgvin á virkisøki- num. Ov stór fíggjarlig byrða Ein og hver útstykking kommunal ella privat, kostar eini kommunu al- mikið av peningi, og er hetta sjálvandi neyðugt fyri teir borgarar, sum búgva í kommununi og mangla grundstykkir, men tá talan er um út- stykking í stórum stigum fyri fólk uttan fyri komm- ununa, må varliga farast fram við tí dýrt vunna skattareningi hjá borgar- unum, sum búgva í kom- mununi, og sum ynskja ábetur her og har framdar fyrst fyri teirra goldna kommunuskatt. Hetta hava vit sannað í Tórshavnar uttanb. kom- munu har 170 grund- stykkir nærum ell eru á- bygd hesi seinastu 4 árini. Fylgirnar av hesum stóra vøkstri hava ført komm- ununa út i stórar figgjar- ligar ílegur við bygging av tveimum nýmótans skúl- um, vatnbrunni, útbygg- ing av vatnleiðing og klo- akkum, útbyggjan av gotuljósum, vidkan av verandi lendingum, byggjan av bátahavn, stovnsetan av dagrøktar- skipan, størri skrivstovu- haldi og annars størri um- siting å øllum ti komm- unala økinum. Markið fyri okkara figgjarligu beriorku er nátt í løtuni av hesum óg- vuliga knappligu útbygg- ingum. Og fyri at forða at skattaprosentið skal fara nógv heil stig upp, verður neyðugt fyribils bert at loyva útstykkingum fyri teimum borgarum, sum hava eitt náttúrligt til- knýti til kommununa. Og hetta meta vit eisini at vera eina av uppgáv- unum, sum fólkið hevur valt okkum til at umsita. Fyri at gera hesa ætlan til veruleika hevur bygda- ráðið keypt uml. 100.000 m* av byggilendi í Havn- ardali á Argjum, frá Jarðaráðnum. — Vegar- beiði á hesum eki er byrjað. Meirilutin í bygdaráð- num hevur eisini skotið upp at samráðast við Jarðaráðið um keyp av byggilendi í Hoyvíkshag- anum og um yvirtøku av teirra reinsiverki vid til- hoyrandi kloakk, soleidis, at okkara borgarar eisini kunnu byggja i Hoyvik. Meirilutin er av teirri å- skoðan, at bygdaráðið eigur at útstykkja í staðin fyri Foroya Jarðaráð, sum eftir okkara tykki hevur heilt aðrar óloystar upp- gávur innan landbúnaðin at rekja. Suðurstreymoy ikki virkisbúgvin Landspolitikkarar okkara tosa alt meira um bygd- armenning herundir um decentralisering av al- mennu unisitingini. Tann almenna umsitingin ynsk- ist gjørd meira rational. Ætlan liggur fyri um bygging av óproduktivum almennum stovnum fyri 40—50 mill. krónur í Tórs- havn, umframt aðra ópro- duktiva bygging, sum bert gevur letuvinning í byggitidini. Produktiv virkir verða bygd aðrastaðni runt um í landi okkara. Av hesum % THORSHAVN (TÓRSHAYN) omanfyri Nr. 14 — 22. februar 1978 settu punktum skilst, at vit í Suðurstreymoy alt meira verða eftirbátur á virkisøkinum og kann henda á landsumsitingar- økinum við, um eingi stig verða tikin at fyribyrgja. Tað verður sagt av virkismonnum, at vit í Suðurstreymoy í letuni mangla arbeiðsfólk, hetta orsakað av óvanliga nógv- um ópruduktivum al- mennum arbeiðum. Av hesum áum flyta fleiri og fleiri fólk hertil, sum alsamt krevja sterri og sterri útstykkingar. Hesar útstykkingar krev- ja uppaftur fleiri og fleiri arbeiðsfólk o.s.fr., men tá tað almenna óproduktiva virksemi verður minni, minkar eisini arbeiði uppá útstykkingarnar og verð- ur óivað einki arbeiði til nógv fólk, um ikki virkis tá eru bygd her á økinum. Av tí, at 1/3 av Feroya fólki býr í Suðurstreymoy skilst, at hesin útvikl- ingur kann verða lands- skaðiligur. Eisini av hesum grund- um vil meirilutin í Tórs- havnar uttanb. bygdaráði í letuni ikki loyva meira útstykking fyri fólki, sum ikki hava eitt náttúrligt tilknýti til kommununa, og av hesum grundum vilja vit gera alt, sum er meguligt í góðum samar- beiði við Tórshavnar kom- munu og Kirkjubøar kom- munu, fyri at fremja virk- semi og framburð á virkis- økinum her. Fyritreytirnar fyri virkismenning Eftir okkara áskoðan eru fyritreytirnar fyri menn- ing og trivnaði á virkis- økinum í Suðurstreymoy hesar. 1. Byggja ringveg av Hvitanesi omanfyri Hoy- vik, omanfyri Markna- gilsvegin og Gråastein, út á Velbastaðvegin moti Argjum og omanfyri húsabyggingina har til havnina á Argjum. 2. Í tilknýti til ringveg- in at fáa til vega hópin av almennari jørð, sum verð- ur leigað út til virkir. 3. Útbyggja Tórshayn- ar havn við brimverju- garði frá Argjaskeri ella syðri við kós móti mola- num í Havn. Hervið fæst ein felags- havn. Innanfyri hesa felags- havn verður meguleiki at byggja fiskarihavn, con- tainarahavn o.s.fr. 4. Okkara ætlada båta- havn å Argjum, sum vit eru byrjadir uppå, må full- forast skjótast gjorligt fyri at hjálpa um trong- steðuna fyri alla Suður- streymoy, til omanfyri nevnda útbygging verður planløgd og framd. Henda bátahavn kemur tá at liggja sum ein náttúrligur partur í eini sterri eind. 5. Grótið til hesar út- byggingar kundi verið sprongt fram við sjónum frá Argjaboða móti Glyv- ursnesi og kundi tað fram- komna uppland komið til nyttu fyri virkir. Eisini kundi eitt oljudepot ligið har úti. 6. Kommunurnar mega kýta seg á ellum ekjum at føra ein virkisfremjandi politikk i neyvum samar- beidi vid okkara virkis- monnum, landsstýri og logting. Hesi framløgdu mál mega loysast skjótt, um trivnaður skal verða fram- haldandi í Suðurstreym- oy, har sum sagt 1/3 og skjótt meir av Feroya fólki býr. Um ein midvis útbygg- ingarætlan beinanvegin verður fastlogd millum bý- og bygdaráðini og løgting kann tað eydnast at fremja hesi stórmál, áðrenn sjóvarfallið er runnið. Tað eru óivað eisini aðr- ar loysnir, sum kundu hjálpt Suðurstreymoy á virkisøkinum, enn tær her er nomið við. Vónandi koma fleiri hugskot alment fram so vit fáa ta bestu loysnina upp á henda alstóra spurning. Tá hesi mál eru loyst, ella trygd er fingin fyri at so verður, hevði grundstykkjaspurningur- in eisini kunna verið loyst- ur. Bygdaráðslimirnir á Argjum Kristian Arge, Jens Petur Johansen Erland Jacobsen Carl Erik Mortensen