leygardagur 25. februar 1978síða 2
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2
H ám telf. 14720 . 11820 . giro 6282725
Sosialurin box 76. 3800 Tórshavn
Utgevari: Feroya Javnaðarflokkur
Blaðstjóri: Vilhelm Johannesen (ábyrgd) telf. 56411
Hegni Djurhuus
Jógvan Jespersen
Sosialurin
Dimmalætting
Blaðmenn:
Uppseting:
Prent:
Tað er ikki loyvt at avfotografera lýsingar, mynd-
ir og annað tilfar år SOSIALINUM uttan loyvi
frá blaðnum.
Utflutningurin
Í SÍÐSTU viku bar útvarpið tey tíð-
indi, at útflutningurin í januar í ár
bæði í nøgd og virði var munandi
minni enn í januar í fjør.
SAGT VARÐ, at útflutningsnegdin í
januar i år var 28,6 prosent lægri enn
í januar 1977 og at útflutningsvirðið
var heili 35,9 prosent lægri enn fyri
sama mánaða í fjør.
SLÍK TÍÐINDI ljóða ikki væl, og
kundu bent á, at niðurgangstíðir við
minkandi framleiðslu og fallandi út-
flutningsprísum eru væntandi. Men
so er kortini ikki. Tann stóri munur-
in í útflutningstølunum hevur kort-
ini heilt nåttårliga orsøk.
ORSØKIN er fyri størsta partin tann
óvanliga góði fiskiskapurin hjá salt-
fiskalínubátunum á Flemish Kap.
Tað ljóðar heilt logi, at óvanliga
góður fiskiskapur skal vera orsøkin
til, at útflutningurin er vorðin minni,
bæði í nøgd og virði.
LÍNUBÁTARNIR, sum eru á salt-
fiskaveiðu á Flemish Kap hava van-
liga gjørt tveir hampuliga góðar túr-
ar í part á hvørjum ári. Tó hevur
seinni túrurin vart so tætt upp undir
ársskiftið, at veiðan ikki hevur verið
seld ella útflutt fyrr enn í januar árið
eftir. Hetta var eisini stødan í 1976.
MEN Í 1977 var hetta ødrvisi. Tá var
fiskiskapurin so góður, at bátarnir
longu vóru aftur av seinna túrinum
seinast i oktober, við tí úrsliti, at øll
veiðan varð avskipað og seld í no-
vember. Og eftir hvat vit frætta frá
somu skipum nú, so er veiðan fram-
vegis so góð, at útlit er til, at í
minsta lagi somu nøgdir verða út-
fluttar í ár av hesi fiskileið.
TALAN ER sostatt um, at hesin
parturin av útflutninginum er nakað
forskotin tann rætta vegin, t.v.s. at
henda veiðan nú verður avskipað og
seld tveir mánaðar fyrr enn vant.
sosialurin
Nr. 15 — 25. februar 1978
Til Dánial Midjord, Froðba,
á sjeytifimmára degnum
Sunnudagin tann 26.2.
verður Dánial Midjord,
ein vælkendur Tverámað-
ur, 75 ár.
Dánial er sonur Poul í
Treðini, sum var ættaður
úr Hovi. Móðirin var
Julia, ættað av Skála. Tey
vóru bæði dugnafólk av
góðum bergi runnin. Dán-
ial, sum varð einasti son-
ur, hevði gott í at bregða.
Hann var væl umtóktur
av ellum, ein góð bygdar-
mynd. Ein álitismaður og
trúgvur í sínum yrki.
Hann kom at uppliva
tann vekstur, sum Froð-
biar sókn hevur havt til
hon í dag er vorðin býur.
Tó sín hega aldur er
Dánial enn lættur og fim-
ur sum hann var ein ung-
lingur. Væl at merkja var
Dánial eitt reystmenni,
dirvismikil sum fáur. Tí
var boð eftir Dániali, tá ið
ástóð, ein seyður hevði
runnið seg fastan, var
komin at standa í óferi
sum vit kalla tað. Tá var
tað Dánial, sum fór í lín-
una og altíð bar væl til hjá
honum. Skuldi skip rigg-
ast til, tá stóð slupptíðin í
hæddini, tá var tað
hvønndagsmynd at síggja
Dánial uppi á gassinum.
Ella hann hekk uppi í
toppstongini í bátsmans-
stóli. Ti tað, sum hann
gjørdi, var valaverk og tí
høvdu menn altíð álit á
honum. Tí tað, sum har
svíkja og tað visti Dánial,
sum tann samvitskufulli
maður, hann er.
Nógvar eru nátabyrðar-
nar, ið Dánial hevur borið
til húsar. Dánial veiddi
saman við eðrum monnum
í berginum og hann var
altið maðurin í línuni. Al-
tíð bleiv væl burturúr hjá
honum.
Arbeiðsmaður var hann
av teim bestu, tó sín hoga
aldur er hann altid fúsur
til verka. Sást tú skip
verða lossað, var Dánial
altíð við spælið, ti har
mátti álitismaður standa.
Nógvar eru hendingar-
nar, man kundi drigið
fram, sum hann hevur
verið við til. Tildømis
einaferð, hann var í berg-
inum og myrkur kom á
teir. Tá kom ótti á teir
ungu, hann hevði við sær.
Dánial uggaði teir við, at
nú skuldu teir fáa sær at
eta. Hann segði við teir,
at um stutta stund kom
mánin fram og tá skuldu
teir fara til gongu. Sum
sagt, so gjert og væl bar
til, teir komu til húsa í
ellum góðum.
Í Klubbanum var Dáni-
al kontroll í 19 ár. Hann
hevði mong onnur álitis-
størv, trúfastur og álít-
andi var hann altíð.
Dánial er giftur við Ellu
Midjord, okkara millum
nevnd Ella hjá Ólavur.
Hon er ein megnarkvinna,
tey tað gott og liva væl
Hugnaligt er at koma á tal
fáar finnast. Hon hevur
verið Dániali ein góður
stuðul í lívinum. Nú tey viðtey og væl duga tey at
eru blivin eldri, eru tey greiða frá ollum frá farnari
flutt til dótturina Brindis, tid.
ið er gift við Erling Thom- Tillukku.
sen í Froðba. Har hava M.Á.T.
Nú íðka teir ítrótt,
á velli í hell,
enn bróta um strendurnar
boðabrot hvøll.
Men myndir, ið fóru
heilt aðrar vóru,
tað vóru teir fáu,
ið byrðarnar bóru.
Menn gingu um upsir,
um stíggjar og rók,
í linuni så tú,
tá loftið hann tók.
Har sást tú teir
bestu og fimastu menn,
enn eiga vit myndir av farnari tíð,
sum nú er farin seguna i.
Her siglandi menn búðu oyggjunum á,
teir litu á rigning og mastratræ,
tá seglini fyltust um skúmandi báru,
hver gjørdi tað verkið i stand tað árið.
Tá álitismenn og trúgvir í verki,
teir kluvu frá gafli á gassi í stong
teir stagini spentu
og legdu um spong.
Har sást tú fimleik og menn í virki,
teir handalag hevdu og sálarstyrki.
Nú gránað er hárið, men myndirnar standa,
tá mangan á odda, tú kleyv teg úr vanda.
bleiv gjert, mátti ikki vitbjørt og dugnalig sum M.Á.T.
- húsinum hjá > Havnar
1 Ebenezer | Kollafjarðar handverkarafelag í Trónd-
dagbókin Møtirødin endar um viku- arbeiðsmanna- argetu 16 og í helum
skiftið. er nc 3 2 felag Klaksvíkar handverkara-
og sunnudagin kl. 15 og f iF ka.
19. Eykaaðalfundur verður i elags í Foroya banka
kveld kl. 20, dagsskrá:
Gudstænastur ið ; '
reidinskapurin og ymiskt. i Ó
Havnar Kirkja: Hans J. Glyvrar Argja bóltfelag
Joensen; Vesturkirkjan: Aðalfundurin er í dag kl.
Hegni Poulsen; Kaldbak:
Eivind Vilhlem, altar-
gongd; Hvalvík: Petur M.
Rasmussen, altargongd;
Nes: Jóhs. Follend; Geta:
N. P. Danielsen kl. 12,
altargongd; Strendur: N.
P. Danielsen kl. 19; Vág-
ur: Martin R. Jacobsen kl.
12; Hov: Martin R. Jac-
obsen, føstugudstænasta
kl. 20; Tvøroyri: Elsa
Funding, altargongd.
Í Suðuroyar sunnara
prestagjaldi gongur talv-
an til frama fyri >„út-
breiðsluna av guds ordi.«
KFUM
David Johannesen, prest-
ur, tosar um tdópin sunnu-
kveldið kl. 20.30.
Dreingjafundur mána-
dagin kl. 17 við hesi skrá:
Bíbliuorðið, hin kánane-
iska konan; prestur vitjar;
framhaldssegan: meira
um ADD; filmur
Kongshavnar kvinnufelag
skipar fyri almennum
dunnuspæli í kvold kl. 20 í
skúlanum á Glyvrum.
Evangeliska
røddin
hoyrist hvørt månakvøld
kl. 9 frå Monte Carlo (vid
siduna av Luxembourg) å
millumbylgju 205 metrum
(1466 kHz). Sendingin
varir eitt korter.
Orð krossins
ið er kristilig sending á ís-
lendskum máli, hoyrist
hvenn leygarmorgun kl.
10. Sent verður á stutt-
bylgju 31 metrum. Send-
ingin varir eitt korter.
Oyndarfjarðar
ítróttarfelag
Aðalfundur verður sunnu-
dagin kl. 15.
Handverks- 15.
lærlingar
Skrivstovutíðin hjá Hand-
verkslærlingafelagnum er
týskveld frá kl. 19 til 21 í
Vágs bóltfelag
Aðalfundurin er i VB-
husinum i dag kl. 16.
Kr
Suðurstreymoyar
Javnaðarfelag
Fundurin mikukveldið 1. mars er fyribils út-
settur. Aðalfundurin verður týsdagin 14.
mars. Nærri verður lýst seinni.
NEVNDIN
Haldið