Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-02-25, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. februar 1978síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 15 — 25. februar 1978 Arbeiðseftirlitið: sosialurin Síða 3 Steingja tey arbeiðspláss har tryggleikin er settur til viks Høvudsuppgåvan hjá Arbeiðseftirlitinum er tryggleikin á arbeiðsplássunum Føroyska Arbeiðseftirlitið hevur í eina tíð arbeitt við at skráseta øll arbeiðs- pláss í landinum. Hetta arbeiðið er við at vera liðugt. Næsta stigið verður so at fara út á arbeiðsplássini og kanna viður- skiftini har. Vit hava verið úti í Tinganesi og tosað við Eli Davidsen, sum hevur starvast á eftirlitinum í nakrar mánaðir Arbeiðseftirlitið hevur virkað í Feroyum í nógv ár. Uppgávurnar, sum eftirlitið hevur átikið sær, hava mest verið eftirsýn av elevatorum og ketlum. Veruligt eftirlit á arbeiðs- plássunum við t.d. trygg- leikanum har, hevur ikki verið talan um í sterri stíl. Men við lógini um arbeið- aravernd, sum kom í gildi tann 1. januar 1975, hevur Arbeiðseftirlitið sett sær sum mál at rekja tær upp- gávur, sum eitt tílíkt eft- irlit í nútíðar samfelag- num eigur at taka sær av. Høvudsuppgåvan hjá Ar- beidseftirlitinum er tí tann: at hava eftirlit við tryggleikanum á ellum ar- beiðsplássum í landinum. Skráseta øll arbeiðspláss Eli Davidsen, ið er ma- skinmeistari, varð settur í starvið á Arbeiðseftirlit- inum í oktober mánaða í fjor. Frammanundan ar- beiddi hann á Nordisk Ka- bel- og Trádfabrik í Dan- mark. Eli Davidsen hevur síðani verið á skeiði á danska arbeiðseftirliti- num. Nú arbeiðir hann við at skráseta øll arbeiðs- pláss í Føroyum. Hann greiðir frá, at teir hava funnið ein hóskandi skrásetingarform. Skriv eru send út til øll tey gott 500 arbeiðsplássini í land- inum, har biðið verður um upplýsingar um virkini. Hesar upplýsingar skulu m.a. innihalda tal av ar- beiðsfólki og slag av am- boðum og maskinum, ið verður brúkt á arbeiðs- plássinum. Eli sigur, at skráseting- ararbeiðið er nærum lið- ugt. Teir hava tó bert fingið svar aftur frá um- leið einum tridingi av teimum 500 virkjunum. Hann vónar, at restin fer at koma skjótt, ti tað fer at skunda undir arbeiðið hjá eftirlitinum. Út á arbeiðs- plássini Næsta stig verður so at fara út á arbeiðsplássini og kanna viðurskiftini har. Tað verður neyðugt at tosa við bæði arbeiðs- gevarar og arbeiðsfólk. Somuleiðis skal Arbeiðs- eftirlitið kanna eftir, um Arbeitt verður uppá ein nýggjan bygning. Tryggleikin er í vanda, verða hjálmar ikki nýttir SISS ROS. Vit hava fleiri plastídnaðir í Feroyum. Avgjert neyð- ugt at tryggleikin verður mettur hegt undir tílíkari framleiðslu. Heilsuskadi kann standast av ymsum evnum amboð og maskinur eru í fult góðum standi. — Meta vit, at trygg- leikin er heilt settur til viks á einum arbeiðs- plássi, fara vit at steingja tað alt fyri eitt, sigur Eli Davidsen. Hann visur tó á, at arbeiðsgevarar hava loyvi at skjóta dómin hjá Arbeiðseftirlitinum inn fyri hægri rætt, men í tí- líkum feri, har tryggleikin er settur heilt til viks, munar tað lítið at skjóta nakran dóm inn fyri rætt- in. Nógv vandamikil arbeiðspláss Vit kunnu nú spyrja. hvussu veruliga stendur til á teimum føroysku ar- beiðsplássunum. Til hetta svarar Eli, at tað enn er ov tiðliga at siga nakað kon- kret, men tað er ein sann- roynd, at tað er altíð okk- urt at finnast at, og tað eru hesi brek, sum Ar- beiðseftirlitið fer at kanna. Sjálvur hevur Eli verið á ymsum plássum fyri at vita, hvussu til stendur við tryggleika- num. Herfyri var hann á Eiði. — Har var sum heild litið at finnast at, sigur hann, eftir at hava verið har á staðnum í eina viku. At tað eru fleiri arbeiðs- pláss her í landinum, sum hótta tryggleikan hjá ti einstaka arbeiðsfólkinum, er lítið at ivast í. Talan kann vera um maskinur, sum eru ov illa avskerm- aðar, um gang, um rein- leika, luftini inni á einum arbeiðsplássi og um um- hvervið yvirhovur. — Jú vist liggur her nógv á láni, sum eftirlitið eigur at fara í gongd við, sigur Eli Davidsen. Tryggleikin í vanda Skulu vit taka dømi um arbeiðspláss, har trygg- leikin hjá tí einstaka er í stórum vanda. kunnu vit nevna snikkaravirkini. Hesi virkir brúka hópin av ymsum maskinum, og tær eru ofta ov illa avskerm- aðar. Fleiri dømi eru um, at arbeiðsfólk eru komin til skaða á tilikum virkj- um. Hetta er ti eitt av teimum arbeiðsplássum, har eftirlitið fer at kanna tryggleikan. Tað, sum kanska hevur allarmest týdning á flestu innandura arbeiðsplássum er »ventilationin« ella luft- útsúgvingin. Í teimum førum har henda luftút- súgving er í ólagi ella als eingin tilik er, er vandin fyri álvarligum skaðum serliga stórur. Hetta eru tað túsundtals domi um frá okkara grannalondum. Tilik arbeiðspláss eru t.d. skipasmidjur, har sveisað verður innandura. Nevn- Eilif Lindberg ast kann eisini eitt virki, sum framleiðir plast. Av hesi framleiðslu eins og av Framhald á síðu 5 Arbeitt verður uppá at leggja vatnleiðing. Her vórðu rerini trykkprøvadi. Heppið at eingin stóð nærhendis, ti rerini sprongdust