Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-02-25, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. februar 1978síða 4

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 sosialurin kring oyggjarnar Handverkara- verkfallið av Tað er nú aftur loyvt limunum í Havnar Handverkarafelag at arbeida hjå Torshavnar kommunu. Mikudagin avlýsti handverkarafelagið verkfallið móti byråd- num, eftir at býráðs- formaðurin hevði heitt á mannin, sum stríðið stóð um, um at gerast aktivur limur í hand- verkarafelagnum. Hes- um játtaði maðurin. Verkfallið vardi í ein góðan mánaða. Teir umleið 15 handverkar- nir, sum hava verið í verkfalli, hava fingið fulla len í hesum tíðar- sjónum. kr Hentze. Oddver — nýggjur útróðrarbátur Útróðrarflotin veksur steðugt. Um vikuskiftið kom Oddvør hjá P/f við Air í Leirvík til Føroya. Oddvør er bygd ur eik hjå Johs. Kristensen i Hvide Sande. Báturin er góð 49 bruttotons til støddar og 65 føtur langur. Hann hevur eina 230 hesta Gardner maskinu. Á brúnni er Oddvør ut- gjørd við m.a. Loran C og Decca, autopilot, ekko- loddi og 70 fjórðinga radara. Oddver er útgjerd til trol- og línuveiðu. Ætl- anin er at royna við troli til heystar og teir fara fyrsta túrin nú um vikuskiftið. Oddver gekk 9 1/2 míl á vegnum upp og hon royndist væl, hóast teir høvdu sjaskveður í Norð- Oddver er fyrsta skip, byggir til Feroyar. Sáttmálin varð undirskrivaður i mars 1977 og byggikostnaðurin er góðar 2 mill. skeiði úr verkfalls- grunninum hjá hand- verkarafelagnum. Vesturvarði átta ára klassing Vesturvarði, sum fyri stuttum kom heim úr Grenlandi, eftir at hava verið har yviri í 14 mánaðar, fær nú eina átta ára klassing á Tórshavnar Skipa- smiðju. Í fjor fiskaði Vestur- varði tilsamans 850 tons av rækjum. Vesturvarði verður væntandi klárur at fara aftur til Grenlands fryst í mars mánaða. sum Johs. Kristensen Oddver skal avreiða til Frost í Leirvík. Fimm mans vera við, allir úr Leirvík. Skipari er Ólavur Nr. 15 — 25. februar 1978 Postavgreiðslan á Tvøroyri: — fyrireikingar byrjaðar til bygging av almennum umsitingarhúsum Mikudagin í farnu viku høvdu býráðsformaðurin og byarverkfrødingurin á Tvøroyri, postmeistarin og landsstyrismadurin i postmålum, Finnbogi Isaksen, fund i Havn. Finnbogi Isaksen upp- lysir, at fundurin var um ætlada bygging av einum umsitingarhusum å Tvør- oyri. Tad er byrådid, sum å henda hått ætlar at savna alla almenna umsit- ing, so sum posthus, gjaldstovu og strand- ferðsluna, undir eina lon. Postverkið kemur at hava stersta plássið í einum slíkum húsi og tí hevði bý- ráðið á Tveroyri biðið landsstýrið og Postverkið um ein fund fyri at hoyra, um áhugi er fyri hesari bygging. num á Tveroyri Eigur grundstykki Finnbogi Isaksen sigur, at Postverkið eigur eitt grundstykki á Tvøroyri, omanfyri havnarlagið. Hetta stykkið varð keypt frá kommununi fyri nekr- um árum síðani. Men, leggur hann afturat, vísur tað seg, at henda loysnin, at byggja eitt umsitingar- hús, er eins góð og tann, at Postverkið byggir á fyrrnevnda stykki, so vel- ur man hana. Kommunan er eisini áhugað fyri at fáa grundstykkið aftur. Tað ætlaða umsitingar- húsið skal byggjast inn- anfyri havnarlagið, mill- um avgreiðsluna hjá Skipafelagnum og gomlu kommunuskrivstovuna. Mett verður, at har er pDlås S fyri einum bygningi Sjálv avgreiðslan er ov lítil, t.d. tá V4 seðlarnir skulu latast inn uppá 8—900 m?. Post- verkið skal nú umhugsa málið og síðani geva upp, hvussu stórt eki, tað hev- ur brúk fyri. Tað skal eisini kanna, um tað nevn- da byggiplássið er hósk- andi. Henning Houmann hevur starvast í 48 ár á Posthúsi- Skyldu til at bóta um viðurskiftini Finnbogi Isaksen sigur, at posthúsið á Tveroyri er eitt av teimum fáu, sum Postverkið sjálvt rekur. Tær flestu postavgreiðsl- urnar í landinum eru bodnar út til ávís fólk, sum so sjálvi útvega heli og starvsfólk. Umsteðurnar hjá post- húsinum á Tveroyri eru ógvuliga vánaligar. Hølini eru ov trong, vánalig og gomul og hetta seinkar ar- beiðsgongdina. Av tí at Postverkið stendur fyri rakstrinum av posthúsi- num, hevur tað skyldu til at gera nakað fyri at beta um umsteðurnar, sigur Finnbogi Isaksen, lands- stýrismaður. Býráðið á Tveroyri hev- ur nú samráðingar við aðrar stovnar um bygg- ingina av umsitingarhús- inum. Ongin postur hósdag Leiðarin á postavgreiðsl- % Fi £ Thora Holm, sigur, at tey hava alt ov lítið pláss til at arbeida i, serliga i pakki- råminum og vid avgreid- sluborðið. uni á Tvøroyri, Ein annar trupulleiki, sum kanska ikki hevur samband við helisviður- skiftini, er postflutningur- in millum Havnar og Suð- uroynna. Posthúsið á Tveroyri, sum eisini um- fatar Hvalba, Sandvík, Øravik og Famien, fær t.d. ongan post hósdagar. Hann kemur til Vágs hós- kveld og verður koyrdur norður friggjamorgun. Annars kemur postur úr Havn måna- og tyskvøld, mikudag kl. 13, fríggja- morgun og friggjakvold kl. 20. Hetta hevur m.a. vid sær, at blødini, við undantaki av leygardags- blødunum, ikki verda bor- in út, fyrr enn dagin eftir, tey koma út. Danski post- urin er vanliga klárur at bera út týsmorgun. Fimm fólk arbeiða á postavgreiðsluni og tvey bera postin út. Leiðarin heldur ikki, at tey hava brúk fyri meira fólki