leygardagur 25. februar 1978síða 5
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 15 — 25. februar 1978
Í seinastuni hava blaðút-
gevarar í Feroyum fingið
skriv frá >Det kongelige
Bibliotek« í Keypmanna-
havn, har teir verða bidnir
um at lata skráseta seg
við serligum donskum
ISSN-tali (t.e. Internatio-
nal Standard Serial Num-
ber). Kgl. bókasavnið
gjørdi i 1975 ein såttmåla
vid altjóðastovnin IC i
Paris um nytslu av ISSN.
Hetta vard gjørt, eftir at
UNESCO i 1972 hevði
sent áheitan hesum við-
víkjandi til øll sjålvstødug
lond, ma. Danmark.
Sáttmálin kom í gildi 1.
januar 1976.
Uttanum heima-
stýrislógina
Sáttmálin, sum Kgl.
bókasavnið her hevur
gjørt, er eisini galdandi
fyri Feroyar og Grenland.
Men sambært heimastýr-
islógini hava føroyingar
tikið vid øllum målsøkj-
um, sum viðkoma bóka-
sevnum og bókasavnsar-
beiði. Sverri Egholm,
landsbókaverður, sigur
við SOSIALIN, at Kgl.
bókasavnið ikki so mikið
sum sendi fyrispurning
hendanvegin, áðrenn sátt-
málin við IC varð undir-
skrivaður í 1975. Hetta er
tí eitt brot á heimastýris-
lógina, ti ongin danskur
stovnur ella myndugleiki
hevur heimild til at gera
bindandi altjóðaavtalur
fyri Feroyar um bóka-
savnsmál, uttan at spyrja
viðkomandi foroyskan
myndugleika fyrst.
Sent
landsstýrinum
Sverri Egholm hevur
skrivað til føroysku blød-
ini og tidarritini og gjørt
vart við, at tað ikki er
neyðugt at fylgja boðu-
num um at skráseta seg
við ISSN-tali. Sverri Eg-
holm sigur víðari, at hann
hevur sent landsstýrinum
málið til ummælis. Hann
sigur, at málið ikki hevur
so stóran praktiskan
týdning, men tað er prin-
sipielt skeivt, at Kgl.
bókasavnið hevur latið
sáttmálan galda fyri Før-
oyar eisini.
Ødrvisi við bókum
Í 1967 kom bretin F. G.
Foster við uppskotinum
um at merkja bekur við
einum ISBN-tali (t.e. In-
ternational Standard
Book Number). Fleiri lond
hava nú tikið upp hesa
skipan, m.a. eisini Dan-
sosialurin
Kgl. bókasavnið virdi
ikki heimastýrislógina
— heuði ikki heimild til at lata altjóða sáttmála
um ISBN-merking av blødum galda fyri Føroyar
S Demos 197
»Fisk, Fiskeri, Fiskerigrænse
redigeret af Komiteen for bevar
fiskebestanden i Nordatlanten.
Tilrettelægning: Anne Rohweder
Omslag: Olafur H. Torfason
Tryk: Special-Trykkeriet, Viborg A/
ISBN 87 87337 36 3
Denne bog er redigeret af
»Komitéen for bevarelse af
fiskebestanden i Nordatlanten
m blev stiftet i oktober I
ndere, islændin
Demi um eitt ISBN-tal: fyrsta brotið, 87, er nummarið
á landinum, har bókin er givin út. Sostatt hevur
Danmark nr. 87. Næsta brotið, 87337, er nummarið hjá
forlagnum, í hesum ferinum hjá Demos. 36 er nummarið
á bókarheitinum (Fisk, Fiskeri, Fiskerigrænser) og tað
seinasta, 3, er eitt ansingarnummar (kontrollnummar).
Tað er soleiðis, at eitt stórt land fær eitt lágt numm-
ar. Somuleiðis eitt stórt forlag.
mark. Men danska ISBN
merkingin er ikki galdandi
fyri Feroyar og Sverri Eg-
holm sigur, at enn er ikki
tikin støda til, um Føroyar
skulu uppi hesa skipan,
sum hevur hevuðsskriv-
stovu í Berlin.
Endamálið við ISBN
merkingini er tað, at ein
datamaskina skal kunna
finna fram til eina bók,
bert hon fær ISBN-talið
at vita. Hetta er
hent, eitt nú tá
skulu bíleggjast.
sera
bekur
Framhald frá síðu 3
sveisingini
vandamikil
standast
luftevni, ið
skaða heilsuna hjá ar-
beiðsfólkunum.
Eli Davidsen sigur við-
ari, at teir fara at ansa væl
Her verður borað av
grimd. Hesin hevur fyri
oyrini, so gangurin ikki
skaðar heilsuna
eftir arbeiðsplássum, har
sproytilakering fer fram.
Allastaðni har arbeitt
verður við sonevndum
upploysingarevnum, lúrir
vandin fyri heilsuskaða.
Truckkoyring innan-
dura kemur eisini undir
áðurnevndu arbeiðspláss,
ið eru ein vandi fyri trygg-
leikan.
Heilsunevndin hevur tó
sett forboð at koyra inn-
andura á fiskavirkjum við
truckum við forbrennings-
motorum.
Hagtøl yvir
vanlukkur
Ein av arbeiðsuppgávu-
num hjá Arbeiðseftirliti-
num verður eisini at fora
hagtel yvir allar tær van-
lukkur, ið henda á arbeiðs-
plássunum kring landið.
Tilik hagtel hava stóran
týdning fyri at vita, hvar
vanlukkurnar henda, og
hvussu tær henda. — Í
letuni fáa vit ongar upp-
lýsingar um hetta, sigur
Eli Davidsen. Men nú
ætlar Arbeiðseftirlitið at
fáa í lag eitt samarbeiði
við legreglu og sjúkrahús,
so henda uppgávan í
framtidini kann verða
loyst til fulnar.
Tryggleiksumboð
á hvørjum
arbeiðsplássi
Uppgávurnar hjá Arbeiðs-
eftirlitinum eru sum sæst
av hesum nógvar og fjel-
broyttar. Nógv er at triva
í. Ætlanin er eisini eina-
ferð at skipa so fyri, at øll
arbeiðspláss við fleiri enn
10 arbeiðarum skulu hava
eitt tryggleiksumboð.
— Tá tað verður veru-
leiki, er rokkið langt, sig-
ur Eli Davidsen.
Stjórin á Arbeiðseftir-
litinum, Niclas Magnus-
sen er í hesum døgum í
Fraklandi, har hann metir
ein nýggjan bát fyri Met-
ingarstovnin. Niclas er
eisini stjóri á Metingar-
stovninum, sum húsast í
somu hølum sum Arbeiðs-
eftirlitið. Báðir stovnarnir
hava skrivstovu í kjallara-
andann ari
Snikkaravirkini kunnu
vera vandamikil arbeiðs-
pláss. Eisini her fer Ar-
beiðseftirlitið at kanna
tryggleikan
helunum úti í Tinganesi.
Á arbeiðseftirlitinum ar-
beiða harumframt Helmar
Christiansen og Eilif
Lindberg.
Handverks-
lærlingafelagið
út ímóti
200 limum
Føroya Handverkslær-
lingafelag hevur nú út
við 200 limir.
Um vikuskiftið var
skipað fyri einum lær-
lingafundi í Klaksvík,
og tá komu 31 nýggir
limir uppí felagið. Tað
verður mett, at tilsam-
ans eru einir 50 lær-
lingar í Klaksvík.
A fundinum í Klaks-
vik varð m.a. spurn-
ingurin um lærlingar-
nir annaðhvert eiga at
skipa seg í eitt lands-
felag ella tað skulu
vera fleiri lokal feløg,
umreddur. Semja var á
fundinum um, at best
er at hava eitt lands-
felag við fleiri deildum.
Lærlingafelagið ætl-
ar at halda fram við ti-
líkum fundum, fyri at
fáa fleiri lærlingar uppi
felagið. Í næstum er
ætlanin at skipa fyri
fundum á Skálafjerði-
num og í Suðuroynni.
Tríggjar
kommunur
afturat í
Kommunu-
felagið
Í dag fer Kommunufel-
agið at hava umboðs-
ráðsfund í Havn
A fundinum skulu
m.a. tríggjar nýggjar
kommunur upptakast í
felagið. Tað eru Skála-
víkar, Húsavíkar og
Sands kommunur. Við
hesum trimum eru til-
samans 33 kommunur
limir í Kommunufelag-
num. Tilsamans eru 50
kommunur í Feroyum.
Á umboðsráðsfundi-
num metir eitt umboð
fyri hverja kommunu.
Hetta ráð er hægsti
myndugleiki í Komm-
unufelagnum, og tað
skal hava fund minst
eina ferð um árið.
Á skránni fyri fundin
í dag er eisini m.a. frá-
greiðing frá farna ári-
num og góðkenning av
roknskapinum.
Royndi
at bróta inn
í Zanzibar
Ein maður varð tikin í
Havn hósnáttina, tá
hann royndi at bróta
inn í Zanzibar.
Fólk hevdu sæð
tveir mans royna at
bróta inn í Zanzibar, og
tey boðaðu politinum
frá. Tá politiið kom á
staðið. var annar mað-
urin sloppin til rýming-
ar.
Síða 5
kring oyggjarnar
Garnabátarnir
í Miðvági
275 tons
Garnabátarnir í Mið-
vági hava hesa vikuna
avreitt góð 550.000
pund til Snarfrost.
Mánadagin avreiddi
Reynsatindur 122.000
pund, og Venus
133.000 pund. Miku-
kveldið avreiddi Ham-
raberg 159.000 pund og
hóskveldið kom Miðv-
ingur við 135.000
pundum.
Garnabátarnir royna
suður vestur úr Myki-
nesi, og um 10% av
veiðuni er toskur, með-
an restin er upsi.
Heldarstindur, sum
roynir við troli undir
Feroyum, hevði um
100.000 pund inni hós-
dagin. Hann hevur
boðað frá landing má-
nadagin.
Dupult so nógvir
seðlar
Tann 1. juli verður lóg-
in um føroyska happa-
dráttin broytt, soleiðis
at seðlarnir verða
12.000 til hvenn drátt.
Hetta eru dupult so
nógvir seðlar sum nú
eru.
Eyka jarðar-
ferðarhjálp
Ein nýskipan er sett í
verk viðvíkjandi jarð-
arferðarhjálpini hjá
foroysku sjukrakøssu-
num
Nú hevur fólk rætt
til endurgjald av ser
ligum útreiðslum, sum
standast av, at við-
komandi doyr uttan
fyri Feroyar. Hetta
endurgjald rópast eyka
jarðarferðarhjálp og
kann verða upp til
tvær ferðir vanliga
jarðarferðarhjálpin.
Slík hjálp er pristals-
javnað og vanlig jarð-
arferðarhjálp er í letuni
1.700 kr. Sostatt kann
eykahjálpin verða upp
til 3.400 kr. og heildar-
hjálpin ti 5.100 kr.
Skipanin er bert
galdandi fyri fólk við
bústaði í Foroyum. Al-
mennir stovnar og
landsstýrið gjalda ikki
fyri jarðarferðir í Før-
oyum fyri foroyingar.
sum hava fastan bú-
stað uttanlands
Tað eru sum fyrr
nevnt sjukrakassarnir,
sum gjalda eyka jarð-
arferðarhjálpina. Her-
eftir skuldi ti ikki verið
neyðugt at venda sær
til aðrar stovnar við-
víkjandi jarðarferðar-
hjálp. verður upplýst