leygardagur 25. februar 1978síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
sosialurin
Nr. 15 — 25. februar 1978
Royndarfiskiskapur eftir svartkjafti:
Kann vei
idna og matna nú
Bæði royndarskipini, sum
gera fiskiroyndir eftir
svartkjafti fyri Fiskirann-
sóknarstovuna, Leivur
Qssurson og Polarfisk, eru
inni í letuni. Tey hava
verið úti síðani miðjan
februar og landa nú veið-
una í Fuglafirði. Veiðan
hjá skipunum vág umleið
Få
+
5
o
er
LY = é
MÆLTTTTTERR
120 tons tilsamans. Skip-
ini fara út aftur, tá veðrið
er betur aftur.
Skipini byrjaðu roynd-
arfiskiskap um 1. februar.
Tey komu inn aftur nakað
inn í februar orsaka av
ringum veðri. Tá hevði
Polarfisk fingið 20 tons,
meðan Leiur Øssurson
einki hevði fingið.
Nú skipini hava verið
úti aftur, hava tey roynt
serliga á tveimum økjum
og fingið nakað av svart-
kjafti. Hesi ekini eru suð-
uri á landsynningshorni-
num á Munkagrunninum
og á Rygginum. Hjalti í
Jákupsstovu, fiskifreð-
ingur, hevur verið við
Leivi Øssursyni megin-
partin av tíðini. Hann sig-
ur, at har hevur staðið
nakað av svartkjafti alla
tíðina, men tað hevur ikki
verið so tætt. Tá tað
hevur viðrað, hava skipini
havt um eitt hál um dag-
in.
Svartkjafturin ferðast
annars framvegis suður-
eftir móti gytingarøkju-
num vestan fyri Bretland.
Um miðjan mars verður
hann staddur á Porcupine
Bank vestur úr Íslandi.
Hetta er syðsti parturin
av sjálvum gýtingareki-
num. Seinni ferðast hann
so norðureftir aftur.
Hjalti í Jákupsstovu
sigur, at royndirnar, sum
Fiskirannsóknarstovan
hevur gjørt við báðum
bátunum, hava givið eitt
Oast til
gott úrslit. Hóast negdin
ikki hevur verið so stór, so
hava vit fingið nógv nýtt
at vita um henda fiska-
stovn.
M.a. sæst av royndu-
num, at tað serliga eru
tvey áhugaverd eki kring
Feroyar, har svartkjaftur-
in kann fiskast til idna
longu i januar—februar.
Hesi eki eru norður og
eystur úr Fugloyarbank-
anum og landsynnings-
horninum á Munkagrunn-
inum. Royndirnar
eisini, at svartkjafturin
heilt vist kann fiskast til
matna, um meguleiki
verður at selja hann. Fisk-
urin er í sera góðum
standi, hann er feitur og
stórur, nú hann ferðast
framvið Feroyum.
Eisini hálendingar fiska
svartkjaft sunnanfyri nú.
Teir hava fingið væl burt-
ur úr. Tey trý hálendsku
skipini hava roynt á somu
leið sum tey føroysku.
Skipini veiða øll svart-
visa
kjaft til matna. Ein dagin
fingu tey åvikavist 20, 30
og 40 tons hvørt. Hålend-
ingar hava ongantid fyrr
roynt eftir svartkjafti.
Hetta er nakað heilt nýtt
fyri teir, og teir veiða sum
sagt bert svartkjaftin til
matna.
Hjalti í Jákupsstovu
greiðir frá, at hálendingar
frysta svartkjaftin í 20 kg.
eskjum og landa hann í
Hálandi. Hóast hálend-
ingar ikki hava roynt eftir
hesum fiskaslag fyrr, so
gongur sera væl hjá teim-
um at fáa nakað burtur úr.
Orsøkin er tann, at skipini
fyrst og fremst hava eina
nógv sterri maskinorku
enn tey føroysku royndar-
skipini, harnæst hava
skipini tey allar nýggjastu
flótitrol, sum eru sera væl
egnaði til svartkjafta-
veiðu. Hartil kann sigast,
at teir eru vanir at brúka
hesi trol, teir hava veitt
bæði sild og makrel við
teimum.
Hesi nýggju trolini,
sum koma frá Engalvirkj-
unum í Týsklandi, eru lett
at arbeiða við. Tey hava
eisini = eina meskavidd
uppá 1,80 í fornetinum,
sum ger, at tey kunnu sila
nógv meira sjógv.
Hjalti vísur á, at ein
dagin fekk Leivur Øssur-
son 5 tons í einum háli, og
hálendska skipið, sum
togaði beint aftaná, fekk
heili 20 tons.
Feroyingar keypa eisini
Hjalti í Jákupsstovu
trol frá týsku virkjunum,
men vit hava enn ikki
fingið tey allarnýggjastu
trolini. Her hava hálend-
ingar tann avgjerda fyri-
munin, at lætt og skjótt er
at fáa fatur á teimum
nýggju trolunum úr gran-
nalandinum.
Tað er einki dulsmál, at
fleiri og fleiri lond í dag
seta hópin av peningi í at
fáa eina veru til matna
burtur úr svartkjaftinum.
Tað eru lond sum Háland,
Týskland, Bretland, Skot-
land, Sovjetsamveldið,
Frakland og Noregi. Eis-
ini føroyingar gera kann-
ingar við svartkjafti til
matna.
V. U. Hammershaimb
nýggjar motorar
Umvælingin fer væntandi at taka einar seks vikur
Rækjuskipið V. U. Ham-
mershaimb hevur hesa
seinastu tíðina havt trup-
ulleikar við motorinum,
og nú hevur reiðariið av-
gjørt, at teir skulu skift-
ast.
V. U. Hammershaimb
fór hósdagin av Servági til
Hirtshals har veiðan, 240
tons av rækjum, skal
leggjast upp. Siðan fara
teir á skipasmiðju í Frede-
rikshavn, har umvælingin
skal gerast.
V. U. Hammershaimb
hevur triggjar motorar,
sum hvør er uppå 1160
hestar. Allir triggir mo-
torarnir skulu skiftast, og
teir nýggju motorarnir
verða av somu stødd. Um-
vælingin kemur at kosta
um fýra milliónir krónur,
og fer væntandi at taka
Ina l ku
erlnar seks vikur
240 tons
Síðan sidst í november
1
1ånada og til nú teir fóru
at sigla heim, hevur V. U.
Hammershaimb fiskað
240 tons av rækjum. Jo-
han á Plógv, sum hevur
verið við sum skipari síð-
an fyrst í januar mánaða,
sigur, at teir hava roynt á
Fyllabankanum, men at
fiskiskapurin ikki var
nakað serligur. Í meðal
fingu teir millum trý og
fýra tons um samdegrið.
Hini rækjuskipini royn-
du nakað norðari, út fyri
Holsteinsborg, men teirra
fiskiskapur = var eisini
vánaligur. Tey hava
eisini ligið millum trý og
fýra tons um samdøgrid.
Annars hava ísviður-
skiftini verið av teimum
frægastu í Grenlandi í ár.