leygardagur 25. februar 1978síða 9
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 15 — 25. februar 1978 sosialurin
Síða 9
spurnarkassin
Sigvald Kristiansen,
lækni
Marjun Sigurðsdóttir,
sosialráðgevi
Jógvan Páll Lassen,
sakferari
Eyðun Joensen
sálarfreðingur
Flus í hárbotninum
Eg eri ein 28 ára gamal
maður, sum havi trupul-
leikar við hárinum. Stersti
trupulleikin er, at tað íður
við flusi í hárbotninum —
ein veruligur trupulleiki!
Eg havi roynt ymisk
vaskievni, so sum selenol,
aktiv, soraderm v.m.,
men tað hjálpir bert í
stytri tidarskeid. Haraft-
urat eri eg noyddur at
vaska hárið minst tvær
ferðir um vikuna, tí tað
feittar so nógv, og av hes-
um vísir tað seg, at hár-
avfallið økist munandi.
era.
Læknin svarar:
Flus í hárbotninum er
ógvuliga vanligt fyri-
brigdi. Tað er eitt slag av
eksemi í hárbotninum,
sum ger, at húðin flusnar
og skel koma út í hárið.
Hetta kann standa í sam-
band við húðsjúkurnar
psoriasis og pityriasis.
Við psoriasis legst flusið
sum skón i hárbotninum,
men við pityriasis er flusið
meira tunt og lætt sum
kliggj og sæst væl á klæð-
unum, tá kambur fer
gjøgnum hárið. Hetta er
tað mest vanliga, og helst
tað, sum spurt verður um.
Hetta slag av flusi er
meira ella minni kroniskt,
tí ringt at fáa bilbugt við.
Uppgávan má tí vera, at
halda hesum niðri so væl
sum gjerligt. Ráðini eru
nógv, ell tey nevndu
mugu sigast at vera góð.
Eg kann bert leggja aftur-
at, at tað er ikki gott at
vaska hárið ov ofta. Eina
ferð um vikuna má vera
nóg mikið, og vaskievni
sum selenol má helst ikki
brúkast oftari enn 14.
hvenn dag, ti tað kann
elva til meira hármiss. Eg
vildi rátt til at halda á-
fram við ti og aðru hverja
viku vaska hárið við egg-
jashampoo. Hinar dagar-
nar massera hárbotnin væl
hvenn morgun við resor-
cin hárspritti, sum fæst á
apotekinum.
Hármótin skiftir eins og
alt annað, og nú á dogum
hava eisini vaksnir menn
ofta langt hár. Uttan at
blanda meg í hármótan,
kann eg kortini nevna, at
hárbotnurin er lættari at
koma til og hárið betri at
rekja, tá tað er stuttklipt.
Hetta kundi verið roynt
eina tíð.
Sigvald Kristiansen
Ein dreymur av kunnleika, tóna og fragd.
Prísir frá
Hoydalsvegur 8
kr. 2.985, —
TÓRSHAMAR
tlf. 11200
Hvar eru
sosialrådgevararnir
at hitta?
Av ti at eg ofta fåi brøv,
verði ringd upp ella steðg-
að á vegnum av fólki, sum
hava fyri neyðini upplýs-
ingar, sum tey vita, at so-
sialráðgevarar eru nærm-
astir at geva teimum. Og
ti tað líka ofta visir seg, at
tey ikki vita, hvar tey
skulu venda sær, skal eg
nýta hevið til í hesum
teigi at greiða frá hverjir
sosialráðgevararnir eru í
Feroyum og hvar.
Áðrenn eg fari at ramsa
upp sosialráðgevararnar,
skal eg gera vart við, at
sosialráðgevarar ikki hava
lóggávuvald, men arbeiða
undir teimum fortreytum,
sum lógirnar áseta. Men
vit kunnu upplýsa um tey
rættindi, sum eru fyri-
skipað við lógum og sátt-
málum. Eisini er neyðugt
at nevna, at vit bert hava
tað at taka av, sum sam-
felagið býður. »Ressourc-
irnar« eru ikki størri fyri
tann borgaran, sum er í
eini steðu, har vandi er
fyri, at hann og hansara
húski fer um koll, í hvussu
so er ikki, um tað t.d. er í-
búð, talan er um, heldur
tverturímóti. Viðtala við
sosialráðgevara er ókeyp-
is, men skal vera avtalað
gjøgnum tfl. framman-
undan, fyri at sleppa und-
— eg havi
lisid tad
i
sjålvandi!!
an bíðitið, um so er, at
sosialrådgevarin er bundin
av eðrum máli. Sosialráð-
gevarar eru lentir av ti al-
menna og fáa í løtuni løn á
hædd við handverkarar.
Eisini skal sigast, at eing-
in sosialráðgevari hevur
beinleiðis hjálparfólk, utt-
an sosialráðgevarin hjá
andsveikaforsorgini, sum
hevur ein heimavegleiðara
við umsorganarútbúgving
og ein skrivara. Hjá hin-
um sosialráðgevarunum
fer stórur partur av ar-
beiðsorkuni til vanligt
skrivstovuarbeiði, sum
sjálvandi hevði verið bet-
ur rekt av fólki við skriv-
stovuútbúgving. Hetta er
orsøkin til, at vit sjáldan
koma inn í myndina, fyrr
enn skaðin er hendur. Av
tíðarneyð og av tí, at vit
eru ovbyrjað av skriv-
stovuarbeiði, koma vit,
sum er, ikki út fyri at gera
veruligt upplýsingarar-
beiði og fyribyrgjandi ar-
beiði.
Almannastovan, J.
Broncksgøtu 27, 3800
Tórshavn, tlf. 15477.
Turið Dahl. Hennara
arbeiðseki er alt landið,
undantikið Suðuroyggin.
Tó er Vágs kommuna í
hennara eki.
Solveig Bærentsen, Al-
mannastovan Suðuroyar
deildin, 3880 Tvøroyri, tlf.
71620. Hon hevur sam-
bært avtalu allar hinar
bygdirnar i Suðuroynni
sum sitt arbeiðseki um-
framt Suðuroyar sjúkra-
hús.
Tórshavnar býráð, So-
siala deildin, V. U. Ham-
mersheimbsgetu, 3800
Tórshavn, tlf. 15160.
Emmely Mikkelsen er
einasti setti sosialráðgev -
ari i Tórshavnar komm-
unu, og hon hevur 20 tim-
ar (1/2 arbeiðstið) um vik-
una á býráðnum og er hon
vanliga at hitta har hvenn
fyrrapart.
Poul Johannes Johan-
sen er eisini sosialráðgev -
ari og hann er settur leið-
ari á sosialu deild Tórs-
havnar býráðs. Hansara
arbeiðseki er fyrst og
fremst av umsitingarlig-
um slag. Viðmerkjast
skal, at Tórshavnar kom-
muna, eins og Klaksvíkar
og Tveroyrar kommunur,
hava sosialar nevndir,
sum umsita part av for-
sorgarlógini, umframt
barnaverndarmál. Barna-
verndarnevndir eru i
hverjari kommunu.
Landssjúkrahúsið, 3800
Tórshavn, tlf. 13540.
Emmely Mikkelsen ar-
beiðir hvenn seinrapart á
Landssjúkrahúsinum sum
heild. (Lokal 152).
Landssjúkrahúsið, psyk.
deild.
Marjun
(lokal 341).
Andsveikaforsorgin,
Tinghúsvegi 18, 4. hædd,
3800 Tórshavn, tlf. 14822.
Tommy Petersen
Kriminalforsorgin,
Skansastova, Kirkjuvegi
3800 Tórshavn, tlf. 1380
Karin Joensen
Sigurðsdóttir.
Marjun Sigurðs-