mikudagur 1. mars 1978síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
DMI.
Nr. 16
Mikudagin
1. mars 1978
51. årgangur
Leysasøla 3,00 kr.
frælsi
javnaður
brødralag
Hotellbyggingin
í Vágum steðgað?
Á nevndarfundi leygar-
dagin hjá Vága hand-
verksmeistarafelag varð
samtykt at steðga hotell-
byggingini hjá Flogfelag-
num, um danska byggifel-
agið Atcon ikki fær fel-
agsskap sín í lag.
Tað var Atcon, sum
bygdi nýggju mótteku-
høllina við flogvøllin og
felagið hevði tá fyribils-
limaskap til 4. november
1977, tá felagið var liðugt
við sín part av arbeiði-
num.
Vil ikki geva
upplýsningar
Nú er Atcon aftur komið
til Vágarnar, hesaferð fyri
at byggja hotellið hjá
Flogfelagnum. Winther
Lauritsen, formaður í
Vága handverksmeistara-
felag, sigur, at byggifel-
agið ikki hevur sekt um
nýggjan limaskap í meist-
arafelagnum og tað vil
heldur = ikki upplýsa,
hverjir undirentreprenør-
ar eru við í hotellbygg-
Hotel Hafnia
ynskir at keypa
Avhaldshúsið
Lesið á síðu 4
ingini, hóast meistarafel-
agið hevur kravt hetta.
Winther Lauritsen legg-
ur afturat, at tá mottøku-
hellin varð bygd, vóru
somu trupulleikar við
byggifelagnum Atcon og
tá varð neyðugt at steðga
arbeiðinum, áðrenn felag-
ið fekk skil á viðurskiftum
sínum.
— Um felagið ikki fær
ordnað limaskap sín heilt
skjótt, so verður tað aftur
steðgað hesaferð, sigur
Winther Lauritsen. Hann
vil eisini gera vart við
tann vandan, sum liggur í
ti, at útlendskir, serliga
danskir, handverkarar og
arbeiðsmenn koma higar
at arbeiða, uttan at boða
nekrum frá ella melda seg
í viðkomandi fakfelag her.
14 SJÚKRASYSTRAR — fríggjadagin fingu 14 sjúkrasystranæmingar prógv. Tær eru:
Anna Sofia Thomassen, Malan Fgholm, Heidi Kretzschmer, Margit Larsen, Anna Maria
Simonsen, Elisabeth Jacobsen, Sonny Ellendersen, Eyðna Jacobsen, Maibritt Bærentsen,
Sigrun Jacobsen, Annemi Joensen, Vera Miiller, Bjørg Høgnesen og Helena D. Niclasen
Avreiða til
nýtt virki um
hálvtannað ár
Partapeningur verður nú teknaður til
nytt flakavirki i Sørvågi. Sambært kann-
ingum kemur virkið at kosta 18 — 20 mill.
kr.
|
Lesið á síðu 5
Terminalbygn-
ingurin verður
tikin í brúk
í morgin
Nýggi terminalbygn-
ingurin við flogvellin í
Vágum verður tikin í
brúk í morgin. Tað
verður kortini ikki nak-
að håtidarhald í sam-
band við dagin.
Í nýggja terminal-
bygninginum verða
munandi betri umstød-
ur hjá ferðafólkunum
enn í gamla bygningi-
num.
Í nýggja bygningi-
num er serlig mótteku-
hell við toilettum og
telefon, bidihøll, cafe-
teria og avgreiðsluhelir
við serligum innrættn-
ingum til trygdarkann
ingar.
Allir spurningar í
samband við trygdar-
kanningarnar eru tó
ikki greiddir enn, og
tað verður ikki farið
undir hesar kanningar
fyribils.
VEÐRIÐ
Eystan ella landsynn-
ingur, megi 2 til 4.
Skýggjað, okkurt ælið,
annars gott sýni. Hitin
millum 3 og 5 stig.
Skótahúsini
á Kambsdali
við Fuglafjør&
skulu útbyggjast
fyri yvir 100.000
krónur. Alt arbeið-
ið verður gjørt
við sjálvbodnari
arbeiðsmegi
Lesið á baksíðuni