Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-03-01, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. mars 1978síða 2

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 H gm telf. 14720 . 11820 . giro 6282725 Sosialurin box 76, 3800 Tórshavn Utgevari: Føroya Javnaðarflokkur Bladstjøri: Vilhelm Johannesen (åbyrgd) telf. 56411 Blaðmenn: Høgni Djurhuus Jogvan Jespersen Sosialurin Dimmalætting Uppseting: Prent: Tað er ikki loyvt at avfotografera lýsingar, mynd- ir og annað tilfar úr SOSIALINUM uttan loyvi frá blaðnum. Glistrup — út við honum DÓMUR er fallin í Glistrup-máli- num, og eftir hesum dómi kemur hesin advokatur undir stóra sekt, og tað man hann eisini hava uppiborið. Onkur vil halda, at rætturin er farin ov linliga fram. Í NÝGGJARI tíð hevur í Danmark ikki verið so stór gøla, sum júst í hesum máli, og ikki bert almenn- ingurin í Danmark, men eisini víða hvar í útlondum hava teir gjølla um- hugsað, hverjar politiskar avleið- ingar, dómurin vildi koma at fáa. FLOKKUR Glistrups, framburðs- flokkurin, sigur, at í veruleikanum varð flokksformaðurin fríkendur, men hetta man helst vera at gera ov nógv av. Dømdur er hann at skula gjalda stóra bót, og tað verður hann helst førur at greiða onkursvegna. Annað eru tær moralsku avleiðing- arnar av dóminum, sum hava vakt miklan ans víða hvar, sum vituligt er. MOGENS GLISTRUP er limur av fólkatinginum, hevur alment starv, ið veljarar hansara hava sett hann at røkja, og sum hann sjálvur sigur, hann framvegis ætlar sær at rekja, uttan mun til dómin, ið sagdur er. HANN HEVUR longu fríggjað til flokkarnar á danska fólkatinginum um ikki at royna at skumpa hann úr fólkatingssessinum, og hóast teir borgarligu flokkarnir neyvan fara at gera honum ónáðir, so hevur danski javnaðarflokkurin longu greitt sagt frá, at Glistrup ikki skal billa sær inn, at javnaðarflokkurin fer at taka um endarnar og tryggja honum framhaldandi sæti á fólkatingi. HENDA stóða er greið. Eitt danskt orðatak sigur: >De smá tyve hæn- ger man, de store lader man gå.« Glistrup er eitt talandi dømi i so måta. TESS FYRR, tess betur, at ein meiriluti á fólkatingi ger av, at hann er ikki verdur at eiga fólkatingssess, hesin maður eigur ikki at hava loyvi til at kveistra danska demokratiska hugsan til viks. sosialurin Nr. 16 — 1. mars 1978 Rúsdrekkaspurningurin Núverandi skipanin førir við sær sosialar taparar — núgaldandi lóg er ikki rætta loysnin. Tað má vera rætt, at sett verður á stovn einkarsøla og at bryggjaríini fáa loyvi til at bryggja sterkari øl, heldur ein arbeiðs- bólkur í Suðurstreymoyar Javnaðarfelag Týskveldið 14. februar hevði Suðurstreymoyar Javnaðarfelag opið hús. Evnið hetta kveldið vóru rúsdrekkaviðurskift- ini her á landi. Fitt av fólki hevði leitað sær inn á gólvið at luttaka í tjaki- num. Jákup Lindenskov greiddi frá lógaruppskoti- num, ið felt varð við fólka- atkveðuna 1973. Tað stóðst mikil orða- dráttur av hesum við- kvæma evni, sum øll tosa um, men sum einki verður gjørt við. Arbeitt varð í bólkum og kom hetta burturúr: Ølklubbarnir! Hetta er eitt evni, ið torført er at tosa um, ti her er tú anh- aðhvert fyri ella ímóti og so er tað ivamálið, um teir eru lógligir ella ikki. Men eitt var semja um, fyri mong eru teir byrjanin til endan. Mangt familjulív hava teir oytt og verða tað her bernini, ið verða tap- arar. Betur var, um ein kundi farið á eina mat- stovu og keypt sær at eta og rúsdrekka afturvið. Ella, at ein kundi keypt sær eina fløsku av víni heim við at hava afturvið sunnudagsdegurðanum. Núverandi skipan ferir við sær, at fleiri og fleiri verða sosialir taparar. Hon ferir, í mongum før- um, til svartabørshandil, hetta óhugnaliga fyribrig- di, har ávísir persónar liva feitt á annara manna neyðtrongd. Besta dømi um, at nú- galdandi rúsdrekkalóg als ikki virkar sum hon skal, er, at ungdómur okkara drekkur, ja, kanska verri enn í grannalondum okk- ara. Og tó skalt tú vera 20 ár fyri at kunna bestilla rúsdrekka og ikki er loyvt at skeinkja fyri ungdómi, ið ikki er fyltur 18 ár. Gloymdir verða ofta teir sálarligu trupulleikar, ið ofta eru atvoldin til ovur- nýtslu av rúsdrekka og teir sálarligu og sosialu trupulleikar, sum ovur- nýtsla av rúsdrekka fora við sær. Skúlin má taka evnið »råsdrekka« upp og upp- lýsa næmingarnar, soleið- is at tað uppvaksandi ættarliðið kemur at fáa ein betri = rúsdrekkamentali- tet. Tað verður sagt, at landskassin vinnur hópin av peningi av rúsdrekka, men spurningurin er, um ikki tað kostar landskass- anum meira at taka sær av teimum, ið eru komin illa fyri vegna misnýtslu av rúsdrekka. Niðursteðan av tjaki- num var annars hetta, at tann lóg, ið er galdandi í dag, als ikki er rætta loysnin. At tað rætta má verða, at vit her á landi hava einkarsølu og at bryggjariini her skulu kunna bryggja øl, max 5%. So er bara eftir at gera nytt lógaruppskot og senda til fólkaatkveðu, men eitt uppskot, ið er greiðari skrivað enn tað seinasta. Tað er jú einki dulsmál, at fleiri, ið at- kvøddu nei, gjørdu tað, ti tey skiltu ikki ordingina i uppskotinum. dagbókin Føstu- gudstænastur mikukveldið kl. 20. Havnar kirkja: Elsa Funding; Glyvrar: Eivind Vilhelm; Fuglafjørdur: Petur M. Rasmussen; Se- latrað: Ámund Berthel- sen; Skáli: Henry Andrea- sen; Strendur: Niels Juel Arge; Hvalba: Johan Weihe og Karen Marie Larsen, stud. theol.; Vág- ur: Jákup Magnussen. Hóskveldið kl. 20: Rituvík: Eivind Vilhelm: Klaksvík: Henning Bø- gesvang; Sumba: Martin R. Jacobsen. Missiónshúsið við Landavegin Barnaringur í kveld kl. 18.30 og missiónsmeti hóskveldið kl. 20. Frelsunarherurin, Tórshavn Ungdómsmeti í kveld kl 20.30 Heimaforbundið hóskveldið. kl. 20. Oskar Jónsson úr Íslandi luttek- ur a metunum Filadelfia Systurmissión í kvold kl. 20. Sion, Vági Evangeliskt meti í kveld kl. 20. Heidninga- missiónin Fundur v/ Kaju Lam- hauge í Sandavági í kvold, Servági hóskvoldið og í Miðvági fríggjakveldið, oll kvøldini kl. 20. Uppistova Ungmannadeildin (14 år og eldri) hevur Yatsi- kapping í kvold kl. 21. KFUM Ungmannadeildin hevur fund friggjakvøldiød kl. 20, framhaldssøgan, fråsøgn um Alheims dreingjadag- in, bobb-kapping og and- akt. Barnabókasavnið Høgni Joensen vitjar tey 5—10 ára gomlu í dag kl. Pensionistafelagið Vanligur fundur hós- kveldið kl. 19.30 á Hotel Hafnia. Frímerkjasavnarar Anders Ljungberg, Vár- vådersvågen 4C, S-222 27 Lund, Sverige vil gjarna koma í samband við fri- merkjasavnarar í Føroy- um. Hann er júst byrjaður at savna føroysk frímerki og er fyrst og fremst á- hugaður fyri stemplaðum merkjum. Afturfyri kann hann lata svensk frímerki. Áhugað kunna skriva til hann á svenskum, norsk- um, enskum ella donsk- um. A—D—D———UuUU Telefonbókin 1978 Tær prentsmiðjur, ið hava áhuga fyri at bjóða uppá telefonbókina fyri 1978, biðjast siga telefonverkskriv- stovuni í Havn frá innan 15. mars. Telefonverkið Undirhaldskvøld í SMS Í kvøld klokkan 20 verður konsert í Sølumidstødini við føroyska bólki- num ad Libitum. Sonne Smith er fråsøgumadur og hevur prosaframførslu.