Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-03-01, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. mars 1978síða 3

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 16 — 1. mars 1978 sosialurin Ur Vági til Indiu at opna sjúkrahús — kommunulæknin í Vági, Ratnakant B. Patil, fer aftur til heimland sítt síðst í hesum mánaðinum Ratnakant B. Patil, lækni, hevur sagt starvið frá sær og fer hann, saman við konu og bern- um, aftur til Indiu, eftir at hava verið kommunu- lækni í Vági í stivliga sjey ár. Vit hava spurt hann eitt sindur um, hvussu honum hevur dámað í Vági og um hverjar ætl- anir hansara eru, nú hann síðst í hesum mánaðinum fer aftur til Indiu. — Tað var kanska heilt av tilvild, at eg nakrantið kom hendanvegin — og í hvussu so er, var tað ong- antíð ætlanin at vera her so leingi, sigur Patil og heldur fram: — Eftir at hava lisið til lækna i Indiu og sidani arbeitt i Bombay i try år, for eg til London at ar- beida og halda fram vid serútbúgving mini í barna- og kvinnusjúkum. Tá vit hevdu verið har í umleið eitt ár, hevdu vit hug at fara til Ameriku eitt stutt skeið. Eg bað um upplýsingar hesum viðvíkjandi og harimillum kom eg fram á eina lýsing í einum læknablaði, har sekt var eftir kommunu- lækna til Vágs. Hvat Før- oyar var, visti eg einki um og líka lítið, hvat Vágur var. Á ein ella annan hátt Læknafrúan | Vági, mal fekk eg hug til at kanna hesi viðurskifti eitt sindur nærri og fekk eg rættiliga nágreiniligar upplýsingar um Feroyar. Kona mín og eg tosaðu aftur og fram um hetta og varð síðani avgjert, at eg skuldi sekja um starvið. Starvið fekk eg og síðani varð gjørt greitt til Feroyaferðina. Tað var í november 1970, at kona mín og eg komu til Feroya, men dótturin, sum tá bert var 8 mánaða gomul, var eftir hjá vin- fólki í Keypmannahavn. Tað var avgjert ikki ætl- anin at vera í Feroyum meir enn nakrar mánaðar, men tað sóu vit, beint sum vit vóru komin til Vágs, at hetta var nakað heilt ann- að og betur enn vit høvdu droymt um og tá vit hevdu verið her í einar fýra mánaðar, tóku vit dóttrina heim. Komu skjótt eftir málinum Patil lækni og kona hans- ara komu skjótt eftir fer- oyska málinum. — Hvussu var fyrstu tíðina at virka sum lækni og ikki duga málið? — Sjálvandi var tað ikki altid líka lætt, men eg hevði ein góðan skrivara, sum dugdi nakað av ensk- um. Hevdi eg nógv um at vera ta tíðina — so hevði skrivari min uppaftur meira at gera. Skuldi eg hava breyð ella okkurt annað til húsið, so var eg noyddur at ringja eftir skrivaranum og biðja hana hjálpa mær við ti. Eg skal viðganga, at eg kendi meg eitt sindur hjálparleysan ta fyrstu tíðina. Ringast var fýra, fimm fyrstu mánaðarnar, men tað gekk framá við hjálp frá ymiskum, t.d. Robert Mc. Birnie, sum kom her fyri at læra meg málið. Eg skrivaði niður nevnini á ymiskum lutum og kom so við og við eftir at tosa so dánt. So legið tað ljóðar, so kemur tað meir enn so fyri at orð, eg hoyri her á foroyskum, eru at finna í indverska mál- inum, bert í eðrum týdn- ingi. Orð, sum pabba og mamma eru eisini at finna í indverskum. Týdningur- in er ødrvisi, pabba merkir abbi og mamma merkir omma. Læknaviðurskiftini Um hvussu viðurskiftini í Vági eru at virka undir sum lækni sigur Patil: — Okkum hevur dámað sera væl her, fólk eru fitt ot lett at koma í samband vid, men tað skal ikki dyljast, at her er nakað strævið. Nú kom eg her á plássið sum fremmandur og ikki havt nakað til at taka uttan um arbeiðið Men um feroyingur sat í starvinum, var helst tor- fort hjá honum at hava nekur fritíðaráhugamál, so mikið nógv er at gera. Í mínum læknadomi eru 2.800 fólk og røkkur hetta ur Sumba til Hovs. Munur å — Nú hava tygum roynt at verið lækni i Indiu og somuleiðis í Vági. Er nak- ar munur á ti? — Ja, her munur á. Eisini, tey sosialu eru skipað. stórur hvussu viðurskiftini Í Indiu eru ongar sosialar skipanir, sum tryggja fólki ávís rættindi, tá sjúka berst á. Alt er á privatum hondum — eisini læknar og aðrir heilsustovnar Tað er munandi betri i Føroyum, har tað ikki er neyðugt at hyggja eftir pengapung- inum, áðrenn tú fert til lækra. — Heldur hetta fólki frá at fara til lækna? — Ja, tað er einki at ivast i, men í nógvum før- um noydast vit sjålvir at spæla javnadarmenn. Um ein maður, sum hevur nógmikið av pen- ingi kemur til min, taki eg meg vællentan fyri ar- beiðið. Hinvegin, um ein, sum ikki hevur pengar, kemur, so kann eg ikki taka tað sama frá honum — kanska hevur hann als einki at gjalda við. So- leiðis er neyðugt at gera í einum landi, har sosialu skipanirnar ikki eru eins góðar, sum t.d. her í Fer- oyum. — Er lættari at vera lækni í Feroyum enn í Indiu? — Tå tå i Føroyum verður settur sum lækni, kemur tú til eitt vælút- bygt læknaheli. Øll am- boð, sum neyðug eru, eru til staðar. Soleiðis er ikki í Indiu. Har skalt tú sjálv- ur útvega tær tey neyð- ugu amboðini, neyðugt heli, og annars alt tað sum skal til. Skal gera klinikk í Indiu Tá tygum nú fara úr Føroyum og aftur til Indiu at virka sum lækni, hvat — Tá tú í Feroyum verður settur sum lækni, kemur tú til eitt vælútbygt læknaheli. Oll amboð, sum neyðug eru, eru til staðar. Soleiðis er ikki í Indiu, har skalt tú sjálvur útvega alt, sum skal til hava tygum so í umbúna? — Eg havi sum sagt verid i Føroyum i sjey år sum kommunulækni, og havi ikki virkað sum skurðlækni. Hesum havi eg fyrr arbeitt við og ætli eisini at halda fram við tí, tá eg komi heimaftur. Eg skal hava eina klinikk, har pláss verður fyri umleið 19 sjúklingum og har fari eg serliga at virka sum lækni fyri børn og kvinnur. Or- sekin til, at vit nú fara, er, at hetta er besta årstidin i Indiu. Eisini eru bernini vorðin so mikið gomul — onnur av gentunum gong- ur í skúla — so vit halda best vera at fara hiðani nú. — Fara tit nú aftur til Indiu haðani tit komu? — Jú, til sama statin, men ikki sama býin. By- urin eitur Bangalore, í Suðurindiu, og búgva uml. 3 miljónir fólk har. Sum vit tosaðu um fyrr, so eru viðurskiftini í Indiu ikki tey somu, tá ein skal byrja at virka sum lækni. Tað fyrsta, sum eg má gera, er af høli og fáa mær eitt útvega amboð Nekur av sertólunum eigi eg tó frammanundan og tey taki eg við mær. — Hvussu dámar tykk- um nú at fara heimaftur? — Okkum dámar sjálv- andi væl at koma heim- aftur, men vit koma at missa nógv. Okkum hevur dámað sera væl her í Vági, og vit koma at sakna øll tey, sum vit hava verið saman við. Serliga ringt er tað hjá báðum gentunum. Eldra gentan hevur gingið í skúla í trý ár og er rætti- liga fallin til her. Hon dugir tó indverskt mål, men hin yngra, sum er trý ára gomul, dugir bert foroyskt. At ferðast mill- um Feroyar og Indiu er bæði dýrt og eitt sindur trupult. Ferðaseðilin fyri ein aftur og fram kostar einar 11.000 krónur, men einki er at ivast i, at vit koma aftur hendanvegin at ferdast um eini fimm år. Verforeldrini hjå mær voru her i Føroyum og vitjadu okkum å sumri 1975 og dåmdu teimum somuleiðis ógvuliga væl, sigur Patil lækni í viðtali við Sosialin Tann eldra dótturin Paval saman við tveimum vinkonum í Vági, Maurin og Juttu. Hóast Paval einans er sjey-ára gomul, gongur hon í triðja flokki, tí í Indiu fara bernini í skúla fimm ára gomul, so foreldrini hildu tað vera rættast, at Paval eisini byrjaði skúlagongdina í tí aldrinum