Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-03-01, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. mars 1978síða 4

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 Ulpur til postboðini Tað bleiv íkki til bláar uniformar á hesum sinni. Feroya Postfelag hevur gjørt avtalu við landsstýrið um m.a. búnar. Semja er um, at postboðini fáa ulpur, regnklæði v.m. í staðin fyri sum fyrr uniform- ar. Annars hevði Post- felagið aðalfund sein- asta sunnudag, har tveir nevndarlimir gingu út. Tað vóru Mortan Rasmussen og Christian Petersen. Í teirra stað komu Ella Reinert og Elisabeth Beck. Upplýst verður, at postfólk nú arbeiða undir egnum sáttmála við egnum lenarramm- um. Fyrr varð hildið seg til lønarrammurnar hjá Starvsmannafelag- num. 1. juni i fjør varð såttmåli undirskrivad- ur millum Postfelagið og Landsstýrið og skuldi hesin ganga út 31. januar í ár. Hesin er tó longdur fyribils, meðan menn endur- skoða sáttmálan. Nýggi skúlin í Leirvík Ætlanin er í næstum at bjóða út jerð- og klo- akkarbeiði uppá nýgg- ja skúlan í Leirvík. Gongst væl við hesum arbeiði verður helst farið undir at stoypa longu í summar. Í nýggja skúlanum sku- lu vera triggjar skúla- stovur umframt bóka- savn og svimjihyl. Ein spurningur, sum leingi hevur ligið á láni í Leirvík, er vatn- spurningurin. Tað hev- ur stóran týdning fyri bygdina, at vatnspurn- ingurin verður loystur so skjótt sum gjørligt, ti verður einki gjort við hetta mál skjótt, so verður vatntrot á flakavirkinum, og tað steðgar tí helst innan summarið kemur, frættist úr Leirvík. Steðan er tann, at bygdin hevur ongan vatnbrunn, vatnið verður leitt beinleiðis frá keldunum til brúk- aran. Tosað verður í letuni um at gera vatn- spurningin til eitt kom- munalt mál, og fyrr enn hetta verður veru- leiki, kemur helst eing- in loysn í hesum spurn- Annars er væl av fiski komið upp á land í Leirvík í ár. Bert í januar mánaði tók fla- kavirkið ímóti 286 tonsum. Negdin hetta sama tidarskeid í fjør var nakað væl minni. Í fjør tók virkið ímóti 1900 tonsum av fiski og árið fyri gott 2200 tonsum. Í fjer var virk- ið tó stongt í einar tríggjar mánaðir, ti ein útbygging varð gjørd. Tað frættist annars úr Leirvík, at nógvur fiskur er komin uppá land í februar mánaði. Arbeiði er til eini 35—40 konufólk á fla- kavirkinum. Teir kunnu frysta umleið 7 tons av flaki um dagin. Tá talan verður um at byggja út aftur, so er tað fyrst og fremst frystiorkan, ið skal økjast. Ur Leirvik frættist víðari, at fólkatalið i bygdini er nakað vaks- andi. Nógv hús verða bygd, og nógv grund- stykkir hava verið av- løgd hesa seinastu :íið- ina. Sagt verður, at hevdu fleiri smiðir ver- ið í bygdini, varð helst bygt enn meira. Tað er nevniliga stórt trot á fólki innan byggifakið har í bygdini. Úti aftur Bæði royndarskipini hjá fiskirannsóknar- stovuni eru nú úti aftur og leita eftir svart- kjafti. Polarfisk fór út aftur friggjakvøldid og hevdi eitt hål leygar- dagin og eitt sunnu- dagin. Hann hevdi um- leið 20 tons í hverjum hálinum. Leivur Øss- urson fór út aftur leyg- ardagin, men einki er" frætt frá honum. Bæði skipini royna suðuri á landsynningshorninum á Munkagrunninum. Pihl & Søn fekk leingjanina Byggifelagid E. Pihl & Sen hevur fingið ar- beiðið við at leingja flogvellin í Vágum. Ar- beiðið umfatar jørd-, veg- og kápularbeiði i sambandi vid teir 150 metrarnar, vøllurin skal leingjast. Pihl & Søn hevdi lægsta til- boðið uppá arbeiðið, 19,3 mill. kr. Næsta tilboðið hevði byggifel- agið Kanjon í Klaks- vík, 20,3 mill. og Au- gust Jørgensen & Tro- elsen bjóðaðu 24,2 mill. kr. Teir 150 metrarnir skula vera klårir at as- faltera i august kom- andi år og eftir ætlan- ini skuldi arbeiðið byrja í dag, 1. mars. sosialurin Nr. 16 — 1. mars 1978 kring oyggjarnar Hotel Hafnia ynskir at keypa Avhaldshúsið Trongligt í núverandi hølunum — vaska øll pløgg aðrastaðni í býnum Fleiri av teimum føroysku hotellunum hava longu fingið nakað av bilegging- um til komandi summar. Stersta hotellið í landi- num, Hotel Hafnia í Havn, hevur sum er 115 seingjarpláss. Vit frætta hiðani, at nakað longu er bílagt til summarið. Tað eru serliga bólkar úr gran- nalondum okkara, ið vitja hotellið. Nógvir av hesum bólkum koma aftur hvert ár, og búgva á hotellinum í ein heilan mánaða, verð- ur upplýst. M. C. Restorff, ið er ein av stjórunum á Hotel Hafnia, sigur, at teir X mw Avhaldshúsið, sum Hotel Hafnia ynskir at keypa longu hava fingið nógvar fyrispurningar serliga úr Danmark og Sveríki. Hann sigur víðari, at teir hava havt nakað av trup- ulleikum at dragast við, tá talan hevur verið um at bíleggja verilsir. Fleiri amerikanskir bólkar, sum ætla sær henda vegin, bíleggja pláss í góðari tíð. Nógvir av hesum bólkum koma tó ikki til Føroya, og tað sum er óheppið er, at teir ikki siga seingjarplássini frá sær. — Hetta er sera 6- heppið fyri okkum, tí tá standa verilsini, ið onkur annar kundi fingið, ofta tóm. Ein av orsøkunum Er nakað á vási, sum tú vilt hava í blødini, so ring — vit eru til reiðar. Telefon okkara er 11820. til, at amerikanarar í síðs- tu letu gera av ikki at koma hendan vegin eru tær vánaligu umsteðurnar við ferðingini, sigur M. C. Restorff. Nú hevur Hotel Hafnia gjørt av at krevja deposi- tum frå bólkum. Hetta er peningur, ið skal gjaldast ein mánaða áðrenn við- komandi kemur á hotellið. Tá fær hann so peningin afturgoldnan. M. C. Restorff sigur annars, at hotelkapacitet- urin í Føroyum er ivaleysa stórur um veturin. Dag- liga eru fleiri seingjarplåss tek. Men nú nærkast summarinum, vera bí- leggingarnar fleiri og fleiri. Mesta tilgongdin er í tíðarskeiðinum frá 1. juni til 15. august. M. C. Restorff heldur, at tað hevði verið ein góð loysn, um t.d. Skúlaheim- ið við Marknagilsvegin kundi verið brúkt sum hotel um summarið. So- muleiðis er við Venjingar- skúlanum og Studenta- skúlanum. — Her átti ein samskipan at verið gjørd, soleiðis at vit kunnu út- nytta henda kapacitet um summarið. Avhaldshúsið Hotel Hafnia hevur leingi havt ætlanir at byggja út, soleiðis at hotellið betri kann taka ímóti gestum. Nevnast kann td., at einki vaskari er á hotelli- num. ØI plogg verða vaskað aðrastaðni í bý- num. Upprunaliga vónaði Hotel Hafnia at kunna Hotel Hafnia ger seg út til at taka ímóti summargestum keypa Apoteksognina aft- ur, tá Apotekið flutti, men logtingið samtykti at nýta hesa ognina til floksheli. Nú er so spurningurin, hvussu verður við Av- haldshúsunum. M. C. Restorff sigur, at teir hava fingið upplýst frá løgtingsformanninum, at allir floksformenninir á tingi einmælt hava við- mælt, at Hotel Hafnia skal fáa loyvi at keypa Avhaldsognina. Nú verður bidad eftir, at málið skal koma fyri í landsstýrinum og verða avgreitt har. Fær Hotel Hafnia loyvi at keypa Av- haldshúsini, er ætlanin at nýta húsini til m.a. vask- ari, upplýsir M. C. Res- torff. Fær Hotel Hafnia Avhaldshúsið, er ætlanin at binda hesi húsini saman við eini gongd