Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-03-01, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. mars 1978síða 5

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 16 — 1. mars 1978 sosialurin Síða 5 Sørvågur: ; Tekna partapening til flakavirki — nýggja virkið kemur at kosta 18 —20 mill. kr. 12. februar í ár boðaði Vága útróðrarfelag serv- ingum til fundar um stovnan av nýggjum flakavirki. Orsekin til hetta stigið var, at flaka- virkið hjá P/f N. Niclasen var komið í figgjarligar tverleikar. Virkið helt uppat við at«taka móti fiski og skyldaði útróðrar- bátum 360.000 kr. Á fundinum varð vald ein fimm-manna nevnd at ar- beiða við málinum fyri stovnan av nýggjum flakavirki og annars at finna eina fyribilsloysn fyri framhaldandi virk- semi. Í nevndina komu Dánjal Tavsen, Suni Jac- Nýggja partafelagið kann keypa flakavirkið hjá P/f N. Niclasen fyri 2,8 mill. kr. obsen, Edmund Simon- sen, John Mouritsen og Pauli Jacobsen. Tíðarhóskandi virki Tað, sum síðani er hent í málinum, er, at útróðrar- bátarnir hava fingið pen- ingin útgoldnan og at virkið nú er farið í gongd aftur eftir at hava ligið stilt í eina viku. Fimm-mannanevndin hevur kortini gjørt kann- ingar viðvíkjandi stovnan av nýggjum flakavirki. Hetta er gjørt út frá teirri meting, at núverandi virki er ov lítið og hartil ótíðar- Eigarafelagið av grund- stykkjum til sethús hevur limafund í auluni í Tórshavnar Kommunu- skúla friggjadagin 3. mars 1978 kl. 19.00. Til umreðu: GRUNDSTYKKJASPURNINGURIN Í SUÐURSTREYM Til fundin eru bodnir (frá kl. 20.00): Feroya jarða- ráð, Tórshavnar byråd, Tórshavnar uttanbiggjar kommuna, Velbastaðar- og Kirkjubear komm- una, Umboð fyri landsstýrið. Við at útfylla niðanfyristandandi lepa og senda hann til felagið fáa tygum tilsend tekningarskjøl Eigarafelagið av grundstykkjum til sethús Tróndargeta 39 — 3800 Tórshavn hóskandi. Eisini eru egn- ingar- og goymsluum- stødurnar sera vánaligar og útbyggingarmeguleik- arnir smáir. Nevndin held- ur tað vera neyðugt at byggja nýtt tíðarhóskandi flakavirki, um Servágur ikki skal gerast eftirbátur í heimaútróðrinum. 18—20 mill. kr. Undir kanningunum, id gjørdar eru saman vid Hanusi Hansen frå Lands- byggifelagnum, er komið. fram, at nýggja virkið fer at kosta 18—20 mill. kr. Sagt verður, at neyðugt er við 2 mill. í eginpeningi. Av hesari upphæddini játtar legtingið væntandi 25%. Restina av egin- peninginum, ið svarar til 1,5 mill. kr., skulu fáast til vegar frá einstakling- um. Nevndin væntar at fáa góða undirtøku frá øll- um servingum, bæði frá teimum, sum búgva í bygdini og eisini frá serv- ingum, ið nú eru búsettir aðrastaðir. Teir vísa á, at um 300 hús tekna hvert sítt partabræv uppá 5000 kr. er peningurin fingin til vegar. Fyri at kunna stovnseta partafelagið skjótast me- guligt, er nú farið undir at tekna neyðuga partapen- ingin. Um tekningin gongur væl, verður kallað saman til stovnandi aðal- fundar ein av frystu deg- unum. Fimm útróðrar- menn hava gjert ein stovningarsáttmála og bundið seg til at tekna partabrøv fyri tilsamans 25.000 kr. Eftir fyribils metingum skal virkið so verða klárt at taka í nýtslu á heysti 1979. Mótarbeiða ikki Nevndin leggur dent á, at kanningararbeiðið við nýggja flakavirkinum ikki á nakran hátt skal uppfat- ast sum ein roynd at mót- arbeiða virkinum hjá N. Niclasen. Tverturimóti hava teir boðið N. Niclasen við til samarbeiði, men hava enn onki svar fingið. Her er talan um ráverubýti ella, at nýggja virkið kann keypa tær maskinur og tól, sum eru nýtiligar, frá flakavirkinum hjá P/f Niclasen. 4000 tons um árið Talan er um at byggja virkið á nýggja kaiøkinum við síðuna av einum is- virki, sum væntandi verð- ur liðugt seinast í mai- mánað. Bygningurin verður 70 m langur og 30 m breiður í einari hædd. Virkið er projekterað at taka imóti 4000 tonsum av ráfiski árliga. Upplýst verður annars úr Servági, at tilgongdin av útróðrarbátum hevur verið stór seinastu tíðina. Hetta seinasta árið eru komnir einir 7 bátar mill- um 10 og 100 tons til bygdina og umsóknir um triggjar bátar afturat eru sendar landsstýrinum. Rekur sjálvur virkið Niclas Niclasen, stjóri, sigur, at hann hevur leig- að flakavirkið frá P/f N. Niclasen og stendur nú sjálvur fyri rakstrinum. Men virkið er framvegis til selu fyri 2,8 mill. kr. Niclas Niclasen sigur, at um kommunan ella nýgg- ja partafelagið, bygdin, ikki keypir virkið, so keypir hann tað sjálvur. Hann heldur ikki, tað er meguligt at hava tvey flakavirki i bygdini. Ver- andi virki fær ikki meira enn 2000 tons av ráfiski um árið og tað hava verið trupulleikar við at útvega fólk til at arbeiða hesa ráevnisnegd. Annars kann virkið arbeiða 300 — 3500 tons um árið. Revaliderings- nevndin seinasta fundin í dag Revalideringsnevndin, sum landsstýrið setti í fjør, hevur sín seinasta fund í dag. Teir fýra bólkarnir, sum vórðu settir at arbeiða við re- valideringsspurningum í Feroyum, eru allir lidnir við arbeiðið. Nú er so eftir at seta sam- an eitt álit, sum seinni verður latið landsstýri- num. Teir fýra bólkarnir undir Revaliderings- nevndini hava arbeitt við hesum spurning- um: 1) Tervurin á re- validering, 2) megu- leikarnir fyri at seta brekað í arbeiði aftur, 3) samstarvið millum teir vardu verkstaðir- nar og 4) meguleikin fyri eini framtíðarskip- an. Tvey nýggj størv á flogvøllinum Fólkatingið hevur sam- tykt at ganga á meti umsóknini frá Kjeld Olesen, ferðslumála- ráðharra, um eina eykajáttan uppá 165.000 kr. til tvey nýggj størv á flogvelli- num í Vágunum. Í sambandi við tað ekta trygdareftirlitið er kring oyggjarnar neyðugt við tveimum starvsmonnum aftur- at, segði ráðharrin, tá hann legði umsóknina fyri tingið. Talan er her um størv, sum ikki krevja nakra serútbúgving. Frammanundan eru triggir arbeiåsmenn og ein mekanikari å flog- vøllinum og teir hava umframt kavarudding, sløkki- og bjargingar- arbeiði trygdareftirlitið undir hond. Teir, sum fáa tey nýggju sterv- ini, skula hjálpa hinum við hesum arbeiðum og eðrum fyrifallandi. Líkningarráðið víðkað? Á umboðsmannafundi- num hjá Kommunufel- agnum, sum var í Havn leygardagin, varð álagt starvs- nevndini at virka fyri, at Líkningarráðið, um neyðugt, verður viðkað soleiðis, at tað kann veita kommununum sterri hjálp í skatta- spurningum. Kommunufelagið hevur annars heimild til at seta ein skatta- serfreðing. Henda heimildin fekst frá landsstýrinum í 1973 og tá varð lýst eftir fólki til starvið, men felagið setti kortini ongan. Fyrsti skrokkurin farin á sjógu Fyrsti skrokkurin av teimum trimum frysti- skipunum, sum Skála Skipasmiðja skal byggja til reiðariið Co- penhagen Reefers í Keypmannahavn, fór á sjógv leygardagin. Meginparturin av ma- skinunum eru settar í skrokkin. Skipið metrar verður 67 langt og 12 metrar breitt. Tað verður = merkt 499 bruttotons, og kann lasta um 1000 tons sum opin Shelter-dekkari og um 1350 tons sum aft- urlatin Shelter-dekk- ari. Tað fyrsta skipið skal latast eigarunum í mai mánaða. Skála Skipasmiðja fór longu mánadagin undir næsta skipið. Fleiri sektiónir til hetta skipið eru longu gjerd- ar. Tann næsti báturin skal latast Copenhagen Reefers seinni í ár, meðan tann triði bátur- in skal latast næsta ár. Umframt hesi trý skipini hevur Skála Skipasmiðja eisini gjert sáttmála við P/F Kenn á Glyvrum um bygging av einum líkn- andi frystiskipi. Hetta skipið skal verða liðugt á miðjum komandi ári.