mikudagur 1. mars 1978síða 6
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
sosialurin
Nr. 16 — 1. mars 1978
Nevndin til kannan av ídnaðinum i Føroyum:
Nevndin skal koma vid áliti i summar
Í fjør heyst setti landsstýrið eina nevnd,
sum skal kanna og endurskoða ídnaðin í
Føroyum. Nú fyriliggur fyrsta úrslitið av
nevniliga ein fullfiggjað
arbeiðinum,
skráseting av øllum virkjum í landinum
Júst skrásetingin er ein
sera týðandi partur av ar-
beiðinum hjá ídnaðar-
nevndini, tí henda skrá-
seting er sjálvt grundar-
lagið udnir tí víðari ar-
beiðinum.
Í 1974 varð roynd gjørd
at skráseta øll idnadar-
virkir í landinum. Henda
skrásetingin varð tó óg-
vuliga ófullfiggjað, og tí
vórðu teir báðir verkfrød-
ingarnir, Óla Svend
Nolsee og Jákup Magnus-
Uttast frá vinstru: Ola Svend Nolsøe, verkfrødingur, Tórmóður Dahl, idnadarrådgevi
sen, bidnir um at taka sær
av hesum arbeiði. Teir
fóru í gongd við fyrireik-
ingarnar i september í fjør
og leggja nú síðstu hond á
tað innsavnaða tilfarid.
Ætlanin er at goyma allar
upplýsingarnar í einum
kartoteki, sum skal ajour-
forast hvert ár. Vit prenta
her í blaðnum partar av
kanningunum.
Ætlanin er annars, at
nevndin, sum sett er at
kanna og endurskoða ídn-
og Jákup Magnussen, verkfrødingur
TALVA 1 % av
ellum %av % av
Virkir íbúgvum saml. fólki
Økid Fólkatal ialt Menn Kvinnur Søla i Før. seluni í vinnu
Norðoyggjar 5679 61 431 148 116886 137 159 136
Eysturoy 8919 97 830 344 260290 21,5 35,4 27,7
Noråstreymoy 3221 29 146 46 27220 7.7 3,7 4,5
Sudurstreymo 13156 223 1345 134 227644 31,6 31,0 36,0
Vågoy 2724 46 155 37 27432 6,6 3,1 4,5
Sandoy 1576 26 68 33 13047 3,8 1,8 2,4
Suðuroy 5702 54 350 130 61914 13,7 8,4 11,3
536 3323 922 734433
Fólkatal tilsamans 31/12 1976: 41575
adin i Føroyum skal koma
vid einum åliti til lands-
stýrið einaferð i summar.
Í nevndini sita: Arne Ol-
sen, formaður, Trúgvi Jo-
hansen, Tórmóður Dahl,
Olaf Olsen og Guttorm
Djurhuus.
Vit kunnu nú spyrja,
hví landsstýrið hevur sett
eina tílíka nevnd. Svarið
er at finna í teimum við-
merkingum, sum lands-
stýrismaðurin í ídnaðar-
málum, Jákup Linden-
skov gjørdi i fjør heyst til
setan av nevndini. Her
verður m.a. sagt:
Tað eru nú liðin nekur
ár síðani Ídnaðargrunnur-
in og Menningargrunnur-
in byrjaðu at virka. Hesir
grunnar vórðu stovnaðir
við nokk so stuttum mill-
umbili. Árini síðani hava
víst, at teir hava rekt eina
týðandi uppgávu í samfel-
agnum.
Tað hevur tó víst seg,
at hent hevði verið, um ein
endurskoðan fór fram, tí
eyðvitað eru tað tættir,
sum betur kundu sam-
skipast, soleiðis at so
nógv sum møguligt verður
undir einari umsiting.
Her er eisini at hugsa
um tær ymsu heimildir,
landsstýrið hevur bæði
við beinleiðis møguleika at
játta pening og at veð-
halda fyri lánum eftir
galdandi lógum.
Mælt verður til, at
landsstýrið setur eina
nevnd (starvsnevnd) til at
koma við áliti um evt. um-
skipan, nýskipan og ann-
ars gjølligari umhugsan
um, hvussu vit eiga at
leggja til rættis fyri ver-
andi og komandi ídnaði í
Føroyum, bæði av gald-
andi lógum og heimildum
og uppskotum um nýggj-
ar vegir at ganga, her-
uppii at fáa frá hondini
skráseting av føroyskum
ídnaði. Skotið verður upp,
at hovuðsekini, sum
nevndin skal viðgera,
verða hesi:
1. Skráseting.
2. Yvirlit yvir idnadar-
útbyggingina — tilmæli
um ábetur og eisini vísa á
TALVA 2
Á umleið 87% av virkjunum arbeiða 1 til 5 fólk
Á umleið 10% av virkjunum arbeiða 10 til 50 fólk
A umleið 3% av virkjunum arbeiða yvir 50 fólk
gongdari leiðir, har me-
guligir skeivleikar eru í
útbyggingini.
3. Viðgera ta skipan,
sum idnadurin arbeiðir
undir í dag og gera tilmæli
um meguligar ábetur.
4. Viðgerð av figgjar-
viðurskiftunum hjá idn-
aðinum — gera tilmæli
um meguligar ábetur og
samskipan av fíggjanini
og serliga leggja dent á
eina metan um tervandi
stuðul til útbygging.
Kanningin skal fevna
um viðurskiftini hjá idn-
aði, sum fellur uttanfyri
vanlig fiskavirkir og
skipabyggifiggjan.
Í einum parti av skráset-
ingararbéiðinum hava Óla
Svend Nolsøe og Jákup
Magnussen gjørt upp
samlada umsetningin hjå
øllum virkjum i landinum.
Somuleidis eru teir komnir
fram til, hvussu arbeiðs-
fólkið er býtt millum tey
ymsu plåssini i Føroyum.
Skrásett eru umleið 650
virkir innan ídnað, hand-
verk og tænastufyritøkur
við einari samlaðari selu
upp á umleið 800 mill.
krónur.
Á hesum virkjum ar-
beiða tilsamans 4250 fólk,
harav eru 3300 mannfólk
og 950 kvinnur.
Av teimum umleið 650
virkjunum eru eini 100
Kósavirkið — eitt tað stersta virki í landinum
sjálvsteðugir, ið arbeiða
innan handverk viðhvert
og aðrar tíðir rógva út, eru
til skips o.s.fr.
Av teimum 800 mill.
krónunum eru umleið 250
mill. kr. frá 17 vanligum
flakavirkjum við tilsam-
ans 1200 arbeiðsfólkum.
Av hesum eru 600 mann-
fólk og 600 konufólk. Við
Øðrum orðum hevdu
flakavirkini í 1976 umleið
33% av samlaðu seluni og
28% av arbeiðsfólkinum.
(18% av mannfólkunum
og 63% av konufólku-
num).
Talva 1 visur talið á
virkjum, arbeiðsfólkum
og umsetningin hjá virkj-
unum. Tá vit t.d. her
síggja, at umleið 100 virk-
ir í Eysturoynni hevdu ein
sterri umsetning í 1976
enn gott 200 virkir í Suð-
urstreymdy, kemst tað
av, at í Eysturoy eru
nógvar størri fyritøkur.
Har eru t.d. 6 flakavirkir,
2 sildamjølsvirkir og síð-
ani Skála Skipasmiðja.
Á talvu 2 síggja vit,
hvussu nógv arbeiðsfólk
virkini hava. Umleið 87%
av virkjunum í Feroyum
hava frá 1—10 fólk í
arbeiði, 10% liggja mill-
um 10—50 fólk, og 3% av
virkjunum í landinum
hava meira enn 50 fólk í
arbeiði.