leygardagur 4. mars 1978síða 2
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2
á sm telf. 14720 . 11820 . giro 6282725
Sosialurin box 76, 3800 Tórshavn
Utgevari: Føroya Javnaðarflokkur
Blaðstjóri: Vilhelm Johannesen (ábyrgd) telf. 56411
Høgni Djurhuus
Jogvan Jespersen
Sosialurin
Dimmalætting
Blaðmenn
Uppseting:
Prent:
Tað er ikki loyvt at avfotografera lýsingar, mynd-
ir og annað tilfar úr SOSIALINUM uttan loyvi
frá blaðnum.
Áhugavert
Í BLAÐNUM í dag hava vit úrslitið
av eini kanning, sum sýnir, hvussu
stóra nøgd av ráfiski tey føroysku
flakavirkini hava tikið ímóti tveir
teir fyrstu mánaðarnar í ár, sam-
mett við somu mánaðir í fjør.
KANNINGIN fevnir um tey 17 van-
ligu flakavirkini. Úrslitið er, at hesi
virkir i januar og februar hava tikið
ímóti 12.988 tonsum av ráfiski, móti
10.865 somu tveir mánaðirnar 1977.
Hetta er ein vøkstur uppá umleið 20
prosent.
EIN AV orsøkunum til vøksturin er,
at vit hesar báðar mánaðirnar hava
veitt væl stórri nøgd av upsa, enn
vit veiddu somu mánaðirnar i fjør.
Hetta tykir okkum sera áhugavert.
Talan er um eitt fiskaslag, sum vit
sjálvir ikki hava veitt so nógv av
undanfarin ár, meðan aðrar tjóðir
hava veitt rættuliga nógv av hesum
fiski.
ÚRSLITIÐ bendir á, at vit stigvíst
gerast betri førir fyri at troyta
heimaleiðirnar við góðum úrsliti, og
hetta var eisini ætlanin, tá vit valdu
at reka ein samráðingarpolitikk, ið
hevur til endamáls at gera býtis-
handil við aðrar tjóðir.
FYRI EIN part meta vit tíðina, vit nú
eru í, sum eina tillagingartíð, har vit
búgva okkum út til at veiða størri
part av samlaðu veiðini í okkara
egna sjógvi. Hetta var alternativið
til eina fullkomiliga umlegging frá
einum degi til annan.
UM SOMU TÍÐ, sum vit kunnu sláa
fast, at veiðan í heimasjógvi er
vaksin við 20 prosentum, so kunnu
vit eisini sláa fast, at veiðan á fjar-
leiðum ikki er minkað tilsvarandi.
Allur langfaraflotin er framvegis í
vinnu alt árið og úrslitini sigast at
vera góð.
SAMANUMTIKIÐ má haldast, at
ein skilagóður fiskivinnu- og sam-
ráðingarpolitikkur er rikin — ein
politikkur, ið lagt varð til brots við
undir seinasta landsstýri, og sum er
førdur víðari av sitandi landsstyri,
og í báðum førum undir leiðslu av
Javnaðarflokkinum.
sosialurin
Gudstænastur
Havnar kirkja: Hans J.
Joensen, altargongd;
Vesturkirkjan: Kjartan
Mørkøre, altargongd;
Kirkjubøur: Høgni Poul-
sen; Nólsoy: Eivind Vil-
helm, altargongd: Hoós-
vík: Petur Petersen;
Glyvrar: Johs. Follend kl.
11, altargongd; Hellurnar:
Torkil Beder kl. 12; Eldu-
vík: Torkil Beder kl. 19,
altargongd; Funningur:
Petur M. Rasmussen;
Skáli: Niels Pauli Dani-
elsen kl. 12; Klaksvík: Fa-
bricius (prestur við Sjó-
manskirkjuna í London);
Svínoy: S. J. Joensen,
Nr. 17 — 4. mars 1978
altargongd; Leiti: Martin
R. Jacobsen kl. 12; Hov:
Martin R. Jacobsen, føs-
tuguðstænasta kl. 20.
Talvan gongur til frama
fyri »Folkekirkens Nød-
hjælp« i øllum kirkjum.
Adventista-
samkoman
Bibliustudium i morgun
kl. 10 og gudstænasta kl.
11 v/ C.D. Andreasen å
Adventistaskúlanum við
Hoyvikstjørn. Sunnu-
dagsskúli kl. 11 og biði-
møti månakvøldid kl. 19.
KFUM
Dreingjafundur månadag-
in kl. 17 vid hesi skrå:
Bíbliuorðið, Jesus ríður
inn í Jerusalem. Fram-
haldssøgan, Teir flýggja
til Finnlands. Frágreiðing
um ytri missión og filmur.
Fuglafjørdur
Missiónsvikan i Thabor
byrjar mánakveldið kl.
20.
Mikladals sóknar
fráhaldsfelag
Bingo í Uppistovu í kveld
kl. 20.
Handverks-
lærlingar
Skrivstovutidin hjá Hand-
verkslærlingafelagnum er
tyskvøld frå kl. 19 til 21 i
húsinum hjá Havnar
handverkarafelag í Trónd-
argetu 16 og í helum
Klaksvíkar handverkara-
felags í Feroya banka.
Froðbiar sóknar
róðrarfelag
Arsaðalfundurin verður í
neystinum í kveld kl. 19.
Evangeliska
røddin
hoyrist hvørt månakvøld
kl. 9 frá Monte Carlo (við
siduna av Luxemburg) å
millumbylgju 205 metrum
(1466 kHz). Sendingin
varir eitt korter.
Orð krossins
ið er kristilig sending á
íslendskum máli, hoyrist
hvønn leygarmorgun kl.
10. Sent verdur å stutt-
bylgju 31 metrum. Send-
ingin varir eitt korter.
Tey byggja land
ið seta avlopspeningin í
Okkara banka
Fyri pening á
bankabók er rentan
9% p.a. bundin uppsparing
9% p.a. við 12 mánaða uppsøgn
6% p.a. við 6 mánaða uppsegn
5% p.a. við 3 mánaða uppsøgn
4% p.a. við vanligum treytum
Uppsparing í
Okkara banka
gevur betri møguleikar fyri lánveiting.
Bankin hevur nú — umframt høvudsskrivstovuna i Gong-
ini og deildina i Hornabø —
20 deildir og avgreiðslur
kring alt landið, og eru tygum vælkomin inn á gólvið —
vit eru altíð til reiðar við upplýsingum og vegleiðingum.
SJOVINNUBANK::