leygardagur 4. mars 1978síða 3
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 17 — 4. mars 1978
sosialurin
Síða 3
Flakavirkini fingið 20%
Meira av råvøru í ár
Hetta vísir eitt yvirlit yvir framleiðsluna hjá teimum 17 flakavirkjunum
Tey føroysku flakavirkini hava fingið
munandi meir av råvøru tveir teir fyrstu
mánaðirnar í ár, enn í fjør.
Eitt yvirlit, sum vit hava gjørt yvir upp-
lýsingar frá teimum 17 vanligu flaka-
virkjunum vísir, at í januar og februar
mánaði í ár hava virkini fingið um 20%
meir av råvøru enn somu mánaðir í fjør. Í
ár hava virkini tilsamans tikið ímóti góð-
um 13.000 tonsum móti 10.865 tonsum í
fjør.
Tað er serliga tann góðu upsafiski-
skapurin, sum er orsøk til vøksturin. Á
nærum øllum flakavirkjum hava tey úr
at gera, og á einum virki verður arbeitt
alt samdøgrid, fyri at klára at arbeiða rá-
veruna. Summi virkir hava ongantíð
tikið ímóti so nógvum fiski, sum júst nú,
og summi hava verið noydd at siga bátar
frá sær, sum vanliga avreiða til tey.
Á talvuni síggja vit heildartølini og tøl-
ini fyri tey einstøku virkini
Fuglafjarðar
Ísvirki
Haðani frætta vit, at ó-
vanliga nógv hevur verið
at gera hesa seinastu tid-
ina. Teir hava tikið ímóti
234 tonsum av fiski í ár,
hetta er heldur meira enn
sama tidarskeid í fjør. Ar-
beiði er til eini 30 fólk.
Konufólkini, ið arbeiða á
virkinum, eru mestsum øll
úr Oyndarfirði.
Tveir trolbátar og 5
linubåtar avreiða til virk-
ið, harumframt taka teir
nakað av fiski frá Cuba-
trolarunum. Á goymslu
eru í dag umleið 60 tons av
flaki og eini 40 tons av
saltfiski.
Virkið frystir íkki
slógvið, t:ð fer alt til
Havsbrún. Tað frættist
annars, at teir hava vónir
um at fáa væl meira av
fiski í ár enn í fjør. I fjør
tók virkið ímóti 1800 tons-
um. Í ár skuldi tað rokkið
tey 2500 tonsini, verður
sagt.
Feroyskt -
islendskt
Fiskavirki
Virkið hevur teir báðar
fyrstu mánaðirnar í ár
fingið væl meira av fiski
enn sama tidarskeid i fjør.
Talan er um ein vøkstur
uppá umleið 140 tons. So
nogv arbeidi er å virkinum
i letuni, at teir skjótt fara
at arbeiða í tveimum skift-
um. Tað arbeiða 25 fólk á
flakavirkinum, so talan er
um at tvífalda talið á ar-
beiðsfólki. Arbeitt verður
frá 8 til 16 og frá 16 til
midnátt. Arbeiðsfólkið
kemur úr Vik, Hósvík,
Hvalvík og úr Streym-
nesi.
Nokk er av ráveru at
arbeiða á virkinum í let-
uni. Eini 25 tons koma
uppá land um dagin, tað
mesta er garnafiskur.
Snellubátarnir eru so
smátt byrjaðir at fiska og
eru tað einir 20 í tali, sum
skulu avreiða til virkið í
Vík. Teir frysta annars alt
slógvið, sum verður av-
skipað til Danmarkar.
Flakavirkið
a Tveroyri
Tvøråmenn hava fingið 6-
vanliga nógvan fisk hesar
báðar fyrstu mánaðirnar.
Tveroyrar Flakavirki hev-
ur tikið ímóti tilsamans
855 tonsum í ár ímóti um-
leið 500 tonsum somu tid í
fjør. Arbeitt verður døgn-
ið runt í trimum skiftum.
120 fólk arbeiða á virk-
inum í letuni.
Umframt teir 12 deks-
bátarnar og trolbátarnar
Sirius og Bláfoss, avreiðir
eisini Suðringur til flaka-
virkið. Hetta er ein orsek-
in til framgongdina í
nøgd. Annars hevur virkið
enn ikki tikið ímóti stórari
nøgd av upsa. Teir báðir,
Suðringur og Sirius, eru
úti í letuni og koma helst
inn fyrst í næstu viku.
Meginparturin av veiðuni
er upsi.
Tveroyrar Flakavirki
hevur ætlan um at byggja
út í ár fyri einar 10 til 12
mill. krónur. Henda út-
bygging umfatar ráfiska-
FLAKAVIRKIR — tons
Kósavirkið
Bacalao
Snarfrost
Polarfrost
Lynfrost
Flakavirkið á Tveroyri
Nykur
Frost
Norðis
Handils- og Frystivirkið
Flakavirkið í Skopun
Vestmanna Flakavirki
Fer.-Ísl. Fiskavirki
Frostvirkið
Fuglafjarðar Ísvirki
Dávavirkið
N. Niclasen
goymslu og 'saltfiska-
goymslu, plátufrystarar
og goymslu til slógv.
Av Tvøroyri frættist
annars, at frystigoymsl-
urnar eru å tremur. Teir
hava gott og væl 200 tons
av frystum flaki og eini
100 tons av saltfiski å
goymslu. Harumframt eru
eini 50 tons av slógvi.
Virkið selur annars stóran
part av slógvinum til Pol-
arfrost í Vági.
Snarfrost
Miðvingar hava úr at gera
í hesum degum. Flaka-
virkið har í bygdini hevur
ongantið fingið so nógvan
fisk sum nú. Hesar báðar
frystu mánaðirnar eru
gott 1100 tons komin
uppá land ímóti gott 700
tonsum somu tíð í fjør.
Meginparturin av fiski-
num er upsi.
Farna vikan hevur verið
ein tann besta hjá virki-
num nakrantið. Heili 450
tons komu uppá land. Ar-
beiði er til eini 120—130
fólk og sum er, eru frysti-
goymslurnar fullar. Teir
gera einki við slógvið, tað
fer alt til Getu. Vanliga
avreiða 5 garnabátar í
Miðvági umframt 3 línu-
bátar og 2 trolarar. Talið á
garnabátum var annars
størri í fjør. Tá avreiddu 7
garnabåtar til Snarfrost.
S , . .
Kósavirkið
Kósavirkið hevur higartil í
ár tikið ímóti gott 2100
tonsum. Hetta eru umleið
200 tons fleiri enn somu
tid í fjør. Sagt verður úr
Klaksvík, at tað hevur
sum heild viðrað betur í
ár, og fleiri bátar avreiða
eisini til virkið nú. Í letuni
arbeiða 220 fólk á Kósini.
Handils- og
Frystivirkið
Handils- og Frystivirkið í
Fuglafirði hevur úr at gera
í hesum degum. Teir fáa
ikki tikið ímóti ellum fisk-
inum og fleiri av bátu-
num, sum vanliga avreiða
til virkið, hava avreitt til
onnur flakavirkir. Skarv-
ur hevur í vikuni avreitt
til Polarfrost í Vági og
Vónin hevur avreitt í Ru-
navík.
Petur Knudsen, for-
maður, sigur, at tað er
tann nógvi upsin, sum
ger, at so nógv er at ar-
beiða hvenn dag
Tils. Tils.
jan/feb jan/feb
jan77 feb 77 jan 78 feb 78 77 78
701 1254 641 1540 1955 2181
500 790 420 1290 1290 1710
41 707 273 890 748 1163
170 330 280 820 500 1100
344 710 440 630 1054 1070
111 414 387 468 525 855
252 537 324 451 789 775
136 277 285 380 413 665
480 170 400 250 650 650
130 150 175 350 280 525
103 188 265 255 291 520
137 368 70 417 505 495
58 176 120 250 234 370
70 300 80 220 370 300
77 120 70 170 197 240
115 422 85 115 537 200
48 479 104 65 527 169
3473 7392 4427 8561 10864 12988
+27,5% +15,8% +19,5%
Umframt fimm útróðr-
arbátar, avreiða teir trigg-
ir cubatrolararnir, Skarv-
ur, Skrápur og Trastur og
Vónin til Frystivirkið.
Virkið hevur higartil í
ár tikið ímóti 525 tonsum
av fiski. Sama tidarskeid í
fjør komu 280 tons uppá
land har. Munurin er ser-
liga í februar. Virkið tók
ímóti 150 tonsum í fjer og
350 tonsum í ár. Orsekin
er tann nógvi upsin.
Annars hava útróðrar-
bátarnir havt småligan
fiskiskap. Teir flestu
royna við línu enn, men
nakrir hava verið úti við
snellu. Teir hava lítið og
einki fingið.
Handils- og frystivirkið
er annars í ferð við at
byggja út. Virkið hevur í
løtuni tvær flakalinjur. og
Framhald á siðu 6