leygardagur 4. mars 1978síða 4
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
Brimborg, nýggi 100-tons trolbáturin hevur fiskað
150 tons eftir trimum vikum
Úr at gera
á Polarfrost
Tey flestu flakavirkini
kring landið hava nógv
at gera í hesum degum.
Øvanliga nógvur upsi er
komin uppá land. Polar-
frost í Vági hevur í
februar tikið ímóti 820
tonsum av fiski ímóti
330 tonsum sama mán-
aða í fjer. Báðar teir
fyrstu mánaðirnar í ár
hevur flakavirkið í Vági
arbeitt umleið 1100 tons
av fiski. Hetta er meira
enn dupult so nógv sum
sama tíðarskeið í fjør.
Jákup Joensen, stjóri,
sigur, at orsekin til
henda stóra vekstur er
m.a., at bátarnir hava
avreitt so nógv av upsa.
Nýggjur bátur avreið-
ur annars til virkið nú.
Tað er Brimborg, sum í
vikuni kom aftur av trið-
ja túrinum við 100 tons-
um av upsa. Brimborg
hevur gjørt triggjar túr-
ar undir Feroyum, síðani
skipið fór til fiskiskap.
Teir hava tilsamans fisk-
að 150 tons hesar túrar-
nar og manningin hevur
fingið fitt burtur úr. Við
prisviðbótini man mann-
ingarparturin vera mill-
um 24.000 og 25.000
krónur.
Í letuni arbeiða umleið
130 fólk á Polarfrost.
Nógv hevur verið at gera
hesa seinastu tíðina, nú
so nógvur upsi er komin
uppá land. Bert ein dag í
vikuni, týsdagin, ar-
beiddu teir á flakavirk-
inum 70 tons av ráveru,
mest upsa. Teir frystu
25 tons av rogni og flaki
og góð 35 tons av slógvi.
Slógvið verður fryst í
blokkum og fer til
minkafóður.
Jákup Joensen sigur
víðari, at tað ofta stend-
ur á at frysta. Upsin er
so skjótur og lættur at
rein- og tilskera, at hann
skjótt fyllir goymslur-
nar.
Fyrst í vikuni vóru
frystigoymslurnar full-
ar, eini 300 til 400 tons
vóru á goymslu. Polar-
frost frystur serliga
nógv slógv, og tað tekur
nógv pláss. Mikudagin
avskipaði virkið 100 tons
av flaki til Fraklands og
Tjekkoslovakia.
Í løtuni avreida fast 7
deksbåtar til Polarfrost
umframt teir triggjar
trolararnar Polarborg I,
Polarborg II og Brim-
borg. Tó tekur virkið
eisini ímóti fiski frá ødr-
um bátum. Mikudagin
var Skarvur á Vági við
umleið 90 tonsum.
Jákup Joensen sigur
annars, at teir hava havt
sera góðar royndir av
virkinum, síðani tað
varð tikið í nýtslu hálv-
an juli í fjør. Hann nevn-
ir annars, at teir hava
umhugsað, at brúka
gamla virkið til egning-
armiðsteð. Fleiri út-
lendskar fyritøkur ar-
beiða í letuni við at
framleiða eina maskinu,
sum kann gera egning-
ina heilt mekaniseraða.
Jákup heldur, at hetta
kann vera loysnin, tá
talan er um línuveiði.
Verður hetta til nakað,
so mugu teir leggja salt-
fiska- og frystigoymsl-
urnar niður á gamla
virkinum. Tá verður so
helst neyðugt at útvega
meguleikar á nýggja
virkinum fyri hesum
goymslum.
sosialurin
VB tikið stig til
Nr. 17 — 4. mars 1978
at byggja hóll
— byggiætlan møguliga gjørd í hesum árinum
Vágs bóltfelag hevur tikið
stig til at fáa bygda eina
ítróttarhell í Vági. Óli
Holm, fyrrv. formaður í
VB sigur í samrødu við
Sosialin, at vágbingar
sakna avgjert eina hell,
fyrst og fremst til hond-
bólt, men eisini til annan
ítrótt, eitt nú badminton.
Óli Holm sigur, at ein holl
kann skapa møguleikar
fyri manshondbólti aftur.
VB—TB í Havn
Tað gjørdist torførari hjá
eðrum enn havnarfólki og
klaksvíkingum at luttaka
i hondbóltskappingini,
eftir at henda varð logd til
vetrarhálvárið. Tá t.d.
vágbingar skulu spæla
móti liðum av Tvøroyri
ella úr Hvalba mugu báðir
partar til Havnar, í ítrótt-
arhellina har. Óli Holm
heldur, at hondbóltskapp-
ingin framvegis skuldi
verið um summarið. VB
hevur trý lið í kappingini í
vetur.
Eija grundstykki
Tankin um at byggja eina
hell í Vági kom fram fyrst
VB-húsið varð liðugt fyri einum ári síðani. Tað kostaði 750.000 kr. Skotið verður upp,
at hellin skal byggjast norðanfyri, t.e. millum vegin og húsið
í 70unum, men málið er
enn á fyrireikingarstigi-
num. Óli Holm sigur, at
málið er lagt fyri býráðið
og hann hevur varhugan
av, at tað hevur eina posi-
tiva steðu til málið, men
har er onki endaliga greitt
enn. Oli Holm sigur víð-
ari, at VB figgjarliga ikki
er ført fyri at reka eina
slíka hell, so tað verður
helst kommunan, sum má
standa fyri rakstrinum.
VB eigur eitt grundstykki
norðanfyri VB-húsið og
talan er um at byggja
høllina uppí húsið við ein-
um millumbygningi. Høll-
in skal hava fulla stødd,
20 X 40 metrar.
Valdu hallarnevnd
Á aðalfundinum hjá VB
seinasta leygardag varð
avgjert at skipa eina trý-
mannahallarnevnd, sum
saman við mentanarnevnd
býráðsins skal arbeiða
víðari við málinum. Aðal-
stjórnin hjá VB skal út-
nevna tann eina nevndar-
limin, men hinir báðir
vórðu valdir á aðalfundi-
num. Teir eru Oli Holm og
Petur Vilhelm.
Vágs bóltfelag hevur nú
uml. 130 limir.
TTK KA M———
2 mill. nýggir 10 kr. seðlar
24. februar kom út ein
nýggjur føroyskur 10 kró-
nuseðil. Seðilin er prent-
aður í 2 mill. eintøkum (20
mill. kr.) og higartil eru
millum 20 og 30.000
komnir í umferð. Gomlu
seðlarnir verða nú so
hvert tiknir úr umferð av
bankunum, sum síðani
senda teir gataðar til Rík-
isumboðið. Haðani verða
teir sendir til Danmarkar
Lýsingar
Lýsingar til mikudags-
blaðið mugu vera blað-
num í hendi í seinasta
lagi kl. 10 týsdag. og
til leygardagsblaðið í
seinasta lagi hósdag kl.
18.
Tlf. 11820—14720
og brendir i ovnunum hjå
»Danmarks National-
bank.«
500 krónuseðlar
Tad er ikki skylda at lata
gomlu sedlarnar inn og
upplýst verður á Rikisum-
boðnum, at 11.400 (57.000
kr.) eintøk av 5 krónuseðl-
unum, sum vórðu skiftir
út við mynt fyrst í trýss-
unum, eru ikki innkomin.
Somuleidis eru 500.000 kr.
av seðlunum, sum vórðu
prentaðir í Onglandi, und-
.ir krignum, í 1940, fram-
Nýggi sedilin líkist ti gamla, men hann er 3 mm smalri
vegis úti millum fólk.
Annars verður upplýst,
at bæði 50 krónuseðilin og
100 krónuseðilin skulu
gerast av nýggjum. Tað er
eisini ætlanin at prenta
ein føroyskan 500 krónu-
seðil. Hetta verður kortini
ikki gjort í hesum árinum.
UR