Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-03-04, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. mars 1978síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 sosialurin Í Nr. 17 — 4. mars 1978 Sjónvarpið — eitt luksus Tørvur og eftirspurningur Okkum er tervur á mati, vatni, erotikki, kærleika og vinskapi, á arbeiði, friði og hvíld, á vitsku og skynsemi og á orku og reiðskapi. Frá fyrndini av eru vit von við at krevja meir enn okkum tervar. Eftirspurn- ingurin hevur verið alin fram eftir meira skart og skreyt, ognir í yvirflóð, makt og harradømi. I dag hvílir allur okkara búskapur á eftirspurning- inum. Vit skulu hava hug at keypa. Eftirspurning- urin eftir verum má ikki tagna, helst skal hann harðna. Onkuntið kemur tó fyri, at hann verður ov harður, og neyðugt verður at doyva hann við stats- ligum tiltøkum, t.d. við lánisýting og tolli. Men kortini er syåkennid fyri okkara búskaparmynstur ein accelererandi eftir- spurningur. Av tí at eftirspurning- urin ikki er viðfedd evni, - má hann alast fram í okk- um. Serliga verður re- klaman nýtt til tess. Tað ber tó ikki til at kalla eftir- spurning eftirspurning. Oftast má reklaman orð- ast og myndast so, at vit kenna, at okkum veruliga tørvar veruna. Hópin av demum kundu verið drigin fram, men vanligasta sniðið á slíkum reklamum er ein vekur kvinna, sum vísir síni eyðkennir fram saman við einum luti, ið roynt verður at skapa eftir- spurning eftir, t.d. bil- dekk, prutl, sauna, tubbak og klæði. Mann- fólki tørvar instinktivt maka (kvinnuna), men ikki bildekk. Eftirspurn- ingur hansara eftir bil- dekkum til bilin, ein eftir- spurning, sum hann fram- manundan hevur, verður vavdur saman við hansara náttúrligu erotisku kensl- um. Hetta er dagligur kostur í dag. Sjonvarpstørvurin Eingin tervur er á sjón- varpi! Eingin dráttur í okkum, eingi instinkt, krevja sjónvarp. Vit kunnu saktans vera tað fyri uttan. Vit eru eins andsfrisk og livandi uttan sjónvarp. Gjegnum seinastu 15— 20 árini er so við og við birtur ein eftirspurningur eftir sjónvarpi. Seinastu fimm árini hevur dúgliga verið lagt afturat av teim- um, sum vænta sær pen- ingaligan vinning burtur úr sølu, verksteðum og við at selja arbeiðsmegi sína. Lítið dugir bert við eft- irspurninginum. Ítróttar- felogini, sjónvarpsfelagið og einstaklingar t.d. Árni C. Joensen og Hilmar Kass, hava gjørt sítt til at fáa okkum at kenna, at okkum veruliga tervar sjónvarp. Vit kunnu ikki vera sjónvarpið fyriuttan. Eitt argument er, at vit vera eftirbátur uttan sjón- varp. Sovorðin argu- mentatión miðjar móti eymum staði i kenslulivi okkara, og sekir at ands- evnum okkara. Roynt verður at gera eftirspurn- ingin til ein neyðsynjar- terv í okkum. Vit skulu — Eingin tervur er á sjónvarpi. Eingin dráttur í okkum, eingi instinkt, krevja sjónvarp. Vit kunnu saktans vera tað fyri uttan. Vit eru eins andsfrísk og livandi uttan sjónvarp, skrivar Martin Fjallstein m.a. í panelgreinini. hava eina kenslu av, at vit verða afturúrsilgdir, fáa vit okkum ikki sjónvarp til at menna okkara vitsku og skynsemi. Í ítróttarfólkinum er skaptur ein tervur á at sita og analysera teknikk og ítróttarkynstur í sjón- varpi. Ítróttarfólkið kann ikki vera sjónvarpið fyri- uttan, skulu tey sjálv mennast og ganga framá í ítróttinum. Fjeldin má fáast við. Ti má eftirspurningurin eftir sjónvarpi latast í klæði, sum aftur ein annar partur av fólkinum kennist við og frammanundan er dispon- eraður fyri at hava terv á: kristindómin. Eftirspurn- ingurin eftir sjónvarpi verður flættaður saman við tørvinum á, at gleði- boðskapurin verður borin so greiður og væl, sum til ber. Sjónvarpið meta menn, t.d. Andreas Joen- sen, Hilmar Kass og Árni C. Joensen, at vera ófert medium at bera henda gleðiboðskapin og tí er okkum tervur á tí! Við at flætta tørv okk- ara uppí tjakið um sjón- varp, eru vit í dag komin so væl áleiðis, at sjón- varpið er vorðið ein inn- biltur tervur hjá okkum, sum má nektast eins og matur, klæði, erotikkur, kærleiki og vinskapur. Ti kann D. P. Daniel- sen, landsstýrismaður so uttan himpr tala um sjón- [7777 AA AAA AAA AAA AAA Framhald frå sidu 3 ætlanin er at fåa eina aftr- at. Harumframt skal virk- ið økja um frystikapaci- tetin. Tvey nyggj frysti- skåp eru biløgd. Sum er fer alt slógvið til Havsbrún. og hetta er eitt stórt handicap fyri virkið, sigur Petur Knudsen. Utbyggingin er ætlað at verða liðug í summar. Í letuni verður bygd ein reinskeringshell, so pláss verður fyri 36 fólkum við borðini, í dag eru bert 14 reinskeringsborð á virki- num. Virkið verður helst lagt stilt í ein mánaða í summar, meðan útbygg- ingin verður gjerd liðug. Utbyggingin kemur at kosta umleið 2,5 mill. krónur Handils- og frystivirkið hevur í letuni umleið 70 tons av saltfiski á goyms- lu og umleið 150 tons av flaki. Arbeiði er í dag til mill- um 35 og 40 fólk á virki- num. Norðis Nordis á Eiði hevur tveir teir fyrstu mánaðirnar í ár tikið ímóti 650 tonsum av ráfiski, og hetta er nakað tað sama sum í fjør. Fyrsta partin av árinum er nógv hegætt, og tá roynist ikki so væl hjá virkinum á Eiði. Rættulig gongd kemur ikki á fyrr enn nakað seinni. Á Norð- is siga teir annars, at eitt av teimum trimum skipu- num, sum avreiða til teir, Thomas Nygaard, hevur ikki verið í vinnu í ár, og um hann eisini hevði verið til fiskiskap, hevði virkið helst fingið eini 150 tons meir av ráfiski. Umframt tey trý skip- ini, Morgunroðin, Vað- horn og Thomas Nygaard, avreiða eisini sjey deks- bátar og nakrir opnir bát- ar til Norðis. Tað starvast eini 70—80 fólk á virki- num. Frost Frost í Leirvik hevur í ár tikið ímóti tilsamans 665 tonsum móti 413 tonsum teir tveir fyrstu mánaðir- nar í fjer. A Frost meta teir, at orsøkin til vøksturin er, at tað hevur viðrað væl í ár, og at tað hevur verið nógv at fáa. Í løtuni avreiða 5 bátar, sum royna við línu, og tveir bátar, sum royna við gørnum til virkið, um- framt teir opnu bátarnar. Ein trupul spurningur hjá útróðrarbátunum í Leirvík er egningin. Bert tríggir bátar hava egning- arskúrar, meðan hinir egna í saltfiskakjallara- num hjá Frost. Eitt uppskot um eina egningarmiðsteð er sent landsstýrinum, og leirvík- ingar vóna, at farið kann verða undir hetta arbeiðið móti sumri. Framhald á síðu 10 varpsmálið í fyrstu panel- greinini. Hann hevur skattað tervin hjá okkum og metir, at vit eru so trá eftir sjónvarpinum nú, at „tað nyttar ikki at bera seg undan í sjónvarps- spurninginum.< Av tí at torfert er at nøkta tervin hjá ollum fólkinum bein- anvegin, er hann fúsur til at lata tey, sum hava víst seg tráast, fáa sjónvarp fyrst. Tann sami skapti terv- urin verður ikki sjónvarp- ið, men tervurin á meira peningi. Vit menniskju gerast fátækari og fátæk- ari menniskju, sum terva meir og meir pening til tess at fáa vald á øllum teimum framleiddu lutu- num. So hvert negdin av framleiddum lutum ekist, økist maktsfera teirra, sum trælabinda okkum. Í einum og hverjum nýggj- um luti liggur potentielt bæði vónbrot og eyðræn- ing. So tráur er sjónvarps- tervurin vorðin í sinni okkara, at ell upplýsing, sum vísir á, hvussu óálit- andi, misvísandi, fátæks- ligt, óneyðugt, heilsu- skaðiligt og kostnaðar- mikið sjónvarpið er, rínur ikki við. Vanliga lata vit okkum ávirka av upplýsingum, tá ið vit spyrja eftir eini veru. Men í sjónvarps- spurninginum fær nega- tivur kritikkur onga veru- liga undirtøku. Hópur av atfinningum eru bornar fram í blødunum tey tvey seinastu árini. Hóast alt tað misálit, ið verður víst sjónvarpinum við teimum atfinningunum, verður kortini dagliga birt upp undir tervin á sjónvarpi her á landi. Einki er at ivast í, at eitt og annað kann berast væl fram í sjónvarpi, ja kann veruliga vera eitt upplivilsi, eitt fjálgandi bros at síggja. Men hjá okkum er eingin tervur á sjónvarpi. Blød og útvarp okkara kunnu saman við hugflogi okkara munandi betri loysa úr lagdi tilfar, ið mennir vit og skynsemi okkara, víðkar sjónarring- in og kann taka tøkini við okkum at leggja knerrin longur fram, at hann hev- ur longri stevni. Maður er mans gaman Idnaðarsamfelagið hevur givið okkum nógvan pen- ing um hendi. Tað er vorð- in dogma, at við búskap- arligu menningini fær ein- staklingurin fleiri valme- guleikar. Men vit hava bert ikki lagt til merkis, at tá ið hetta reyða teppið verður rullað út framman fyri okkum hálvan metur i senn, verður tað rullað saman aftan fyri okkum ein metur í senn. Vit verða noydd við ella móti okkara vilja, at fylgja við inn í ta framtíð, sum handilin og teknikkurin skapar til okkara. (E. J. Mishan 1972). Vandi er fyri, at tá ið vit stíga hálvan metur fram og fáa sjónvarp í hvert heim, koma vit samtidis at missa undir teppið aft- an fyri okkum nógv av tí, vit enn kenna ogn i, tað sum undir einum kann kallast >maður er mans gaman:< at hittast, at stokka inn á gólvið, at vitja, fjølmentir áskoðar- ar, fundir, blød og útvarp o.s.fr. Sjonvarpid eitt luksus Okkum er ikki tørvur å sjónvarpi. Siónvarp er eitt luksur vit loyva okkum eins og flest allar heimsins tjóðir. Í kjalarverrinum á luksustilveruni lúra vand- ar, sum kunnu máa grundarlagið burtur und- an tilveruni. Fremmanda- gering og harradømi vera flúrar, sum vit skulu vara okkum fyri á leiðini. Tá ið vit kunnu unna okkum hetta luksus áttu- vit eisini at havt hevi at valt, um tað skal vera hetta ella eitt annað, sum okkum tykist, at størri lívskvalitetur er í. Hví endiliga sjónvarp, hví ikki heldur veita blað- ungu, ógiftu kvinnum okkara hollari stuðul und- ir graviditeti og at foða bern teirra undir tryggari framtiðarvánum — ein- asta luksiøsa tilboð til teirra er medisinsk hjálp at kasta burtur! Og hví ikki geva barnleysum hjúnum betri atstoður at taka føroysk børn til sín. Hvi sjónvarp, hví ikki heldur fyrimyndarliga kollektiva ferðslu bæði i bygd og millum bygda. Ilvi sjonvarp, hvi ikki heldur lata danska ar- beiðsmannin hava sín heima hjá sær sjálvum, og vit sjálvir gjalda okkara samfelag og taka við ti. skattapening M. Fjallstein