mikudagur 8. mars 1978síða 2
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
sosialurin
Nr. 18 — 8. mars 1978
telf. 14720 . 11820 . giro 6282725
box 76, 3800 Tórshavn
Feroya Javnaðarflokkur
Vilhelm Johannesen (ábyrgd) telf. 56411
Hegni Djurhuus
Jógvan Jespersen
Sosialurin
Dimmalætting
Útgevari:
Blaðstjóri:
Blaðmenn:
Uppseting:
Prent
Tað er ikki loyvt at avfotografera lýsingar, mynd-
ir og annað tilfar úr SOSTIALINUM uttan loyvi
frá blaðnum.
Cirkus?
FYRI TVEIMUM vikum síðani sam-
tykti Tórshavnar Býráð roknskapin
fyri figgjarårid 76/77 við ti fyrivarni,
at um óreiðiligar útgjaldingar ella
falsan administrativt eru farnar
fram, sum revisiónin ikki er kunnug
við, verða tiknar til eftirtektar.
HETTA FØRDI sjálvandi til, at á-
byrgdarmenninir innan umsitingina,
býráðsskrivarin og roknskaparleið-
arin, gjørdu vart við seg. Teir krav-
du, at latið varð fútanum upp í
hendi at kanna ákærurnar, og at teir
vórðu loystir úr størvum sínum,
meðan hesar kanningar fóru fram.
EFTIR AT hetta var býráðnum kunn-
ugt, varð kallað inn til eyka býráðs-
fund, har býráðið gjørdi eina ein-
mælta samtykt, har sagt verður, at
áðurnevndu leiðarar innan umsit-
ingina ikki skuldu taka hetta sum
nakra ábreiðslu ella sum nakra
skuldseting. Fyri hesari samtykt at-
kvøddu eisini teir býráðslimir, sum
vóru pápar at tí fyrru samtyktini.
NÚ ERU FÓLK fullkomiliga í villa-
reiði. Ein dag verður sagt, at óreiði-
ligar útgjaldingar møguliga eru
farnar fram, og at talan møguliga er
um falsan administrativt. Dagin eft-
ir verður sagt av somu monnum, at
ábyrgdarmenninir innan umsiting-
ina ikki eiga at taka hetta sum nakra
skuldseting móti teimum.
EIN MÁ SPYRJA, um óreiðiligar út-
gjaldingar veruliga kunnu fara fram,
uttan at býráðsskrivarin ella rokn-
skaparleiðarin eru vitandi um hetta.
Ein má eisini spyrja, um falsan kann
fara fram administrativt, uttan at
leiðarin av umsitingini er vitandi um
tað?
TAÐ ER HEILT tápuligt at troytta
lesaran við fleiri slíkum spurning-
um. Í hesum sambandi er helst
meira relevant at koma við einum
einasta heilt stuttum spurningi:
Hevur høvudsstadurin eitt byråd
ella er talan um eitt cirkus?
Yvir og farin —
hevur ongantið verið
Í hverjari Dimmalætting
eru brev at síggja, hvar
ymisk fólk, tó ongantíð —
eg undirstriki ongantíð —
hava lagt sítt kristna
navn til hesi somu brev,
sum øll sermerkja seg i at
dålka og spilla leidsluna i
javnadarflokkinum ut.
Serliga verður lagt eftir
løgmanni og våpnini, id
Johan Samuelsen
brukt verda, eru ikki altid
tey tespiligastu. Greitt
verður ferð eftir ferð frá
um broyttu kósina hjá
flokkinum, um at javnað-
arflokkurin rekur tjóð-
veldispolitikk, er ramur
yvirtokuflokkur = o.s.fr.,
uttan eina einastu ferð at
vísa á, hvat meint verður
við! Og so hitt mest ó-
dámliga í ellum hesum
politiska leiki sambands-
manna er, hvussu langt
javnaðarflokkurin er farin
av kósini, sum stovnari og
leiðari floksins í mong ár,
P. M. Dam sáli, setti út í
kortið á sinni.
Hvat er so í øllum hes-
um skuldsetingunum,
sum verða slongdar út í
tóman heim av ymsum
huldumonnum í Dimmu.
Jú, øll sum hava fylgt eitt
sindur við í føroyskum po-
litikki hesi seinastu árini,
kenna veruleikan, sum
hann er. Nevniliga fyri
góðum trimum árum sið-
ani, tá samráðingar fóru
fram um myndan. av
nýggjum landsstýri, tá
tók javnaðarflokkurin
uppá seg, sum stersti
flokkur, arbeiðið at finna
fram til nýggjar samgon-
gumeguleikar, eg sigi
nýggjar, av ti einfaldu or-
søk, at sambandsflokkur-
in aftaná valósigurin tå,
bart út segði frå, at teir
høvdu ikki hug at halda å-
fram i landsstýrissam-
arbeiðinum við javnaðar-
flokkin aftaná ósigurin
sum teimum hevði verið
fyri. Hetta var greið tala,
og ikki eitt ilt orð um hesa
stødu. Men um javnaðar-
flokkurin bert tók hesa
stødu til eftirtektar, og
slepti ellum sínum roynd-
um at fáa skapt eina
nýggja landsstýrissam-
gongu, so feli eg meg
sannferdan um, at so
hevði flokkurin sanniliga
svikið nærum allar sínar
veljarar, tí flokkurin fekk
meira enn 5000 álitisat-
kvoður ymsa staðni frá í
landinum, bert fyri frivill-
iga at fara út í eina turr-
gelda andsteðu, uttan
nakra sum helst ávirkan,
væl vitandi at so nógv
leikaði á bæði á sjógvi og
landi fyri framman, og
harafturat at lata eitt
sjálvstýrislandsstýri nr. 2
fáa enn ein møguleika at
søpla annars gott skaptar
dagbókin
Føstu-
gudstænastur
i kvøld kl. 20:
Vestmanna: Johs. Fol-
lend; Fuglafjørdur: P. E.
Fabricius, talvan gongur
til frama fyri donsku sjó-
mansmissiónina; Geta:
Henning Begesvang; Ská-
li: Salomon Joensen;
Oyndarfjerður: Hegni
Poulsen; Strendur: Berg-
ur Jacobsen; Norðskáli:
Niels Pauli Danielsen;
Leiti: Kjartan Mørkøre kl.
19; Vágur: Kjartan Mørk-
øre kl. 20.
Hóskveldið kl. 20:
Lorvik: Torkil Beder;
Nes: P. E. Fabricius,
talvan gongur til frama
fyri donsku sjómansmissi-
ónina; Tveroyri: Kjartan
Mørkøre; Famien: Johan
Weihe.
KFUM
Ungmannadeildin hevur
fund friggjakveldið kl. 20.
Sandvík
Meti v/Kaju Lamhauge,
trúboðara, í skúlanum í
kveld kl. 20.
Vágur
Møti v/ Kaju Lamhauge í
missiónshúsinum hós-
kveldið kl. 20. Greitt
verður frá Sudanmissión-
ini og myndir vístar. (Inn-
savning til missiónina).
Barnabókasavnið
Í dag kl. 16 vitjar Stein-
bjørn B. Jacobsen tey 5 —
10 ára gomlu.
meguleikar undir fyrra
javnaðar-sambandslands-
stýrinum burtur. Hesin
møguleikin var til staðar
og hverjar fylgjur tað
kundi fáa fyri Feroya fólk
er ikki ringt at hugsa sær
— vit hevdu havt eitt
frammanundan, tað var
meiri enn nógmikið!
Nýggjar leiðir máttu
roynast, og úrslitið kenna
vit ell. Vit javnaðarmenn
meta at tað hevur verið
sera umráðandi fyri landið
sum heild, at javnaðar-
menn hava havt leiðsluna
í landsins stýri hesi sein-
astu 3 árini, hvar so nógv
hevur staðið uppá spæl,
hvat tryggjan av okkara
vinnumøguleikum i
fremmandum sjogvi vid-
víkur o.a. av stórum
tydningi fyri livid hjå ti
einstaka her å landi.
Er so onki um hetta vid
yvirtøkutosinum hjå javn-
aðarflokkinum? Stutt og
greitt, vit hava verið við
at yvirtikið postverkið
fult og heilt, og hetta hev-
ur skapt inntøkumøgu-
leikar hjá landskassanum,
eitt andlit úteftir, um-
framt at skapt nógv nýggj
arbeiðspláss á frímerkja-
deildini, eisini hjá brekað-
um fólki, her í býnum,
sum annars hevdu fáar
meguleikar frammanund-
an. Er hetta ikki í sam-
svar við politikk javnað-
arfloksins? Jú!
Harumframt hava vit
undir fyrra landsstýrinum
verið við til at yvirtikið
umsitingina av almanna-
málum.
Statssjúkrahúsumsit-
ingin er eftir donskum
kravi samanløgd við um-
sitingina av landssjúkra-
húsinum og er hetta mett
sum eitt framstig av fólki
sum starvast á hesum økj-
um. Fyri at gera eina sam-
anbering, føroyingar
halda, at best er at vit
sjålvir eru vid at verja
fiskimark okkara, ut frå ti
sjónarmiði, at har ein ikki
er sjálvur er ein ikki meiri
enn hálvur, og man lagið
ikki vera hitt sama, tá
talan er um almannaum-
siting, sjúkrahúsumsiting
o.s.fr. Gjaldingin av hes-
um málum er hin sama
millum ríkið og landskass-
an sum áður.
Um íkki árini eru so
mong, so minnist ein,
hvussu høgt bylgjurnar
gingu í føroyskum poli-
tikki seinast í 50-unum og
fyrst í 60-unum, tá javn-
aðarflokkurin við P. M.
Dam, sála á odda legði til
brots fyri at gjøgnumføra
sosialu trygdarskipanina,
fáa 60-millióna grunnin til
vega, framskunda endur-
nýggjanina av fiskiskipa-
við-
merkingar
flotanum, umframt nógv
nógv onnur stórmál sum
ofta og týtt fingu ógvu-
liga harða mótsteðu frá
afturheldsflokkunum å
tingi. Ikki fyrrenn javn-
aðarvalsigurin i 1958 leyp
hvøkk å hinar flokkarnar,
tå raknadu teir vid, og
kundu við neyð og. deyð
dragast eitt sindur longur
fram á vegin! Alt hetta er
sega í dag, men nú skal alt
hetta strið og strev P. M.
Dams sála lyftast upp um
skýggini, fyri í sama and-
ardrátti at tað skal eydn-
ast hesum somu huldu-
monnum Dimmalættingar
at lasta eftirmann hansara
uppá nógvar løgnar fyri
ikki at siga beistagtigar
mátar, bara við ti eina fyri
eyga, at fáa veikar sálir at
leypa yvirum, har garður-
in er lægstur, yvir í sam-
bandsleypin. Veruligt pol-
itiskt tjak við aðrar flokk-
ar, og tá serliga javnaðar-
flokkin, er ikki at hoyra
frá sambandsflokkinum í
dag, teir koma ikki longur
í teirra olmussu andstødu
enn til at tjakast um
skrokkar, gamlar rokni-
maskinur í Tinganesi
o.s.fr. »Rid tær ikki so
niðarlaga,< hvat tit so
allir eita Pellefsen, Chr.
Chr., lítla d, ein yvir og
farin javnaðarmaður
o.s.fr. Og í framtidini
ganga vit javnaðarmenn
út frá, um ikki fult navn
stendur undir, at ell henda
skriving Dimmalættingar
um yvir og farnar javnað-
armenn, er at rokna sum
bílig — ov bílig — sam-
bandspropaganda »i man-
gel af bedre havende«!!
Og eitt afturat. Dam
sáli er ovgóður at mis-
brúka soleiðis í politiska
leikinum í dag, sum liður í
bíligari sambandspropa-
gandu. Tví vorðið tykk-
um!
Henda samgonga hevur
roynst Feroyum betri enn
mangur maður hevði torað
at vænta, tað veit hvert
mansbarn í landinum, og
tað er ikki minst javnað-
armonnum á tingi og í
landsstýri fyri at takka at
so frægt er komið burtur-
úr, sum tað er í hesum
landsstýrisskeiði, nevni-
liga tí at kósin hevur verið
hin sama sum hon altíð
hevur verið hjá javnaðar-
flokkinum, líka frá tí Dam
sáli legði til brots av
fyrstan tíð og til dagin í
dag.
Hetta var ongin verju-
roða, hana greiða tit sjálv-
ir, bert eitt herðaklapp frá
einum vanligum javnaðar-
veljara.
Haldið
gomlu!
áfram hinir
Johan Samuelsen