mikudagur 8. mars 1978síða 3
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 18 — 8. mars 1978
sosialurin
Síða 3
Æti — nýggjur veidimøguleiki
—royndirnar halda fram í summar
Síðst í farna ári varð stovnað eitt parts-
reidari, P/r Plankton, sum skal reka
fiskiskap eftir plankton
(æti), upsa,
kongafiski, jákupsskel og sðrum skelja-
fiski. Felagið hevur gjørt sáttmála við
Johs. Kristensen
Hvide Sande um
bygging av einum 110 ft. langum stál-
skipi. Skipið skal m.a. fiska æti tríggjar
mánaðir av árinum og mett verður, at
tað hesa tíðina kann fáa eini 300 tons av
reyðæti. Ætið verður blokk- og single-
fryst umborð og tað verður annars
pakkað og vidgjørt á sama hátt sum
rækjur
— Nú er stødan tann, at
allir teir veiðihættir, sum
vit vanliga hava brúkt,
eru vorðnir avmarkaðir.
Ti er neyðugt at troyta
aðrar ella allar møguleikar
i fiskiveiðu og eftir mini
meting skuldi tað verið av
stersta áhuga hjá tí al-
menna at stuðla hesum
tiltakinum, sigur Hans
Jacob Dam, skipari, um
ætlanina at fiska æti og
krill.
Vesturvarði
Tá John Dam í 1969 lat
byggja Vesturvarða hevði
hann fingið tað hugskot at
royna eftir rækjum eftir at
laksatíðin var liðug. Hann
varð ti noyddur at seta
trolspæl í båtin og av ti
sama misti hann 10% av
studninginum, tí lógin
var, at garna- og línuskip
fingu 25% í studningi,
men trolarar einans 15%.
Men, sigur Hans Jacob
Dam, tá ein tid var farin,
fekk John heiðurstekin frá
landsstýrinum fyri at
E
hava funnið
veiduhættir.
— Ongin trúði tå, í
1969, at rækjufiskiskap-
urin kundi blíva ein len-
andi vinna. Men nú kenna
vit úrslitið. Sjálvur meini
eg, tað er beinleiðis neyð-
ugt at fara undir royndar-
fiskiskap eftir æti.
nýggjar
Til fiskaaling
og mannafødi
Knút Nolsee ein av stovn-
arunum av P/r Plankton,
sigur, at russar og japan-
arar í fleiri ár hava gjert
royndir við at fiska æti og
krill (ein skeljafiskur, sum
hoyrir til sama stovn sum
rækjurnar, men er mun-
andi minni enn rækja). Í
Reyðæti (Calanus finmarchicus),
í miðjuni tann náttúrliga steddin
an, m.a., at úrslitini hava
verið sera góð. Æti er ein
proteinrik fødi og bæði
ristað og sum suppa
smakkar tað sera væl.
Smakkurin er sterkur,
nakað sum av rækjum.
Royna aftur
í summar
Knút Nolsee greiðir víðari
frá, at teir hava heitt á
stovnar, eitt nú Feroya
grunnin og landsstýrið,
um peningaliga hjálp til
bátskeyp og útgerð, so-
leiðis at líknandi royndir,
sum tær, norðmenn hava
Hans Jacob Dam (h.m.) og Knút Nolsøe — slóðbrótarar i fiskivinnuni
Reingerð
Sekt verður eftir fólki at gera reint í Forn-
minnissavninum frá 1. apríl.
Føroya Fornminnissavn
v/Landavegin
Venji ngartíðir
hjá HB
Månadag kl. 15.30 dreingir i Ítróttar-
høllini. Kl. 191
Gundadali.
ksnir og unglingar i
Mikudag kl. 18 dreingir i Gunda-
dali. Kl. 20 va. snir og unglingar í
Gundadali.
Hósdag kl. 18 dreingir í Gunda-
dali. Kl. 19 vaksnir og unglingar í
Gundadali.
Nýggir limir verða teknaðir.
H.B.
løtuni eru fimm japansk
skip, harav eitt royndar-
skip, og fleiri russisk skip
á krillveiðu við Antarktis.
Eisini norðmenn hava
gjert royndir við at taka
reyðæti úr sjónum. Teir
hava brúkt glúpar til
hetta, men P/r Plankton
ætlar at brúka pumpu.
Hesin háttur er lítið
royndur enn og tað er ser-
liga ein effektivur máti at
skilja ætið burtur úr, sum
má finnast.
Spurdur, hvat ætið
verður brúkt til, sigur
Knút Nolsøe, at so hvert
sum tað verður truplari at
fáa nóg mikið av fiski og
ovfiskingin vindur uppá
seg, eru fleiri lond farin
yvir til fiskaaling. Fiskur,
sum verður aldur, krevur
eisini fødi og tað er hetta,
ætið fyrst og frer » t má og
skal brúkast til.
Men, leggur = Knút
Nolsøe afturat, tað hava
eisini verið gjørdar roynd-
ir við at brúka æti til
mannafødi. Um hetta
skrivar enski visindamað-
urin Alistair Hardy. pro-
: við Oxford håskul-
essari
gjørt, kundu gerast her
millum oyggjarnar. Teir
fingu studning og i fjør
heyst varð gjørd ein lítil
roynd eftir æti vid vanlig-
um ekkoloddi og netglupi.
Tad eydnadist væl at
finna ætid og sila tad ur
sjonum og i juni—juli
verður hildið fram við
royndunum, men tá verð-
ur roynt við pumpu.
Royndirnar verða
gjørdar á teimum føroys-
ku fjøråunum, men annars
finnast æti og krill um øll
høv, frá suðurpólinum til
norðpólin. Serliga, har
sum heitir og kaldir
streymar metast, eru
negdirnar stórar.
Tað er júst hetta, at
fiskast kann á altjóða eki,
har ongar kvotur eru gald-
andi, sum er ein av teim-
um stóru fyrimununum
við hesi veiðuni, sigur
Knút Nolsee.
Marknaður
í Týsklandi
Um spurningin, hvar
sleppast kann av við æti,
sigur Knút Nolsee, at
hann i fjør heyst vitjaði
tyskar silaalarar. Tveir
teirra søgdu seg longu i
vår vilja keypa 2—300
tons av æti, vidgjørt sum
silafóður. Sagt verður, at
2 kg av æti fara til 1 kg
av sili. Knut Nolsøe sigur
vidari, at hann eisini vitj-
adi eina verksmidju, sum
framleiðir sílafóður. Her
var stórur áhugi fyri at
keypa æti sum ráevni til
framleiðsluna.
Norðmenn hava hesi
seinastu árini selt millum
50 og 200 tons av reyðæti
um árið til fiskaalarar í
teimum skandinavisku
londunum. Men ein partur
av veiðuni er farin til
mannafødi.
Samband vid adrar
Knut Nolsee sigur at
enda, at tað er av stórum
SS
týdningi, at tað almenna
setur seg í samband við
tær tjóðir, sum longu nú
fiska hesi smáu djørini.
Hann nevnir serliga Japan
og Russland, sum hava
funnið fram til eina sonar-
skipan (astic), ið virkar
sum ein undirvatnsradari
Hesi tól verður neyðugt at
útvega til skipið hjá P/r
Plankton umframt pumpi-
útgerð og tól til at skilja
ætið burtur úr sjónum
Knút Nolsee sigur, at
teir í hesum degum hava
sent umsóknir um studn-
ing til landsstýrið og um
lán til Realin og Fiskari-
bankan. Um fígging fæst
til skipsbyggingina, sigur
sáttmálin við skipasmiðj-
una, at byggingin kann
byrja í august há. og
skipið latast á hesyti
1979. Tað kemur at kosta
uml. 10 mill. kr.
Hans Jacob Dam umborð á Vesturvarða. Umframt
hann og Knút Nolsee eru tveir synir hansara, Jóan
Hendrik og Viggo Dam, stovnarar av P/r Plankton.
Ætlanin er, at Hans Jacob skal fera skipið hjá felag-
num, sum skal hava eina manning uppá 7—10