mikudagur 8. mars 1978síða 4
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
sosialurin
Nr. 18 — 8. mars 1978
kring oyggjarnar
Omanlop
í Eysturoyar-
bergholinum
Sunnunáttina var om-
anlop í Eysturoyar-
bergholinum. So mikið
av gróti kom niður, at
annar koyribanin varð
sperraður. Politiið í
Runavík fekk fráboðan
um hendingina, og
menn frá landsverk-
freðinginum fóru bein-
an vegin undir at rudda
upp sunnunáttina.
Kondibingo
Fyri fyrstu ferð í Fer-
oyum verður sokallað
kondibingo komandi
sunnudag, á Grækaris-
messu.
Munurin á kondibin-
go og vanligum bingo
er tann, at fyrrnevnda
verður spælt uttandura
og telini verða ikki rópt
upp, men eru skrivað á
talvur, sum hanga á 15
ymiskum stødum á eini
ávísari kondileið. Fólk
avgera sjálvi, um tey
spáka ella renna til
talvurnar við teimum
drignu telunum.
Tað eru skótalið
KFUM's i Havn og á
Argjum, sum skipa
fyri kondibingoinum
sunnudagin og bingo-
plátur á 10 kr. fáast til
keyps frá kl. 16 í
KFUM-húsinum við
Hoydalsvegin.
Frammanundan og
aftaná verður hevi at
keypa kaffi, te, vaflur
o.a. í KFUM.
Heitt verður á fólk
um at hava blýant við
og ell eru vælkomin til
kondibingo og harvið
fáa hevi til at fáa hópin
av frískari luft, motión
og spenningi, sigur
KFUM í einum tíð-
indabrævi.
Gríma
til Danmarkar
Føroysk feløg í Dan-
mørk hava bodid leik-
bólkinum Grímu til
Danmarkar at sýna
Kvæðið um kópakon-
una. Leikferðin verður
i mai og fyribils er av-
gjørt, at sýningar
verða í Árhus og í Fól-
kateatrinum í Keyp-
mannahavn. Dansk-
Færøsk Kulturfond
studlar ferdini figgjar-
liga.
Grima er annars i
ferð við at venja nýggj-
an leik. Hesin er
svenskur og rópast
»Beiggin, Blóman,
Diddan og Dukkan.«
Fyrstaframførslan
verður i Havn um mán-
aðarskiftið komandi.
Seinastu sýningar-
nar her á landi av
Kvæðinum um kópa-
konuna verða í Havn
friggjadagin kl. 20 og
sunnudagin kl. 18.
Hetta verða 44. og 45.
sýning. Leikurin er
sýndur á 8 stødum
kring landið og mett
verður, at uml. 7000
fólk hava sæð hann.
Koyrdi á
og rýmdi
Um tvey-tidina sunnu-
náttina varð ein bilur,
sum stóð parkeraður
niðast í Bøgøtu i Havn,
åkoyrdur. Bilurin fekk
nakað av skaða.
Bilferarin, sum
koyrdi á, rýmdi av
staðnum. Politiið rokn-
ar við, at bilurin, sum
koyrdi á, er komin om-
an gjøgnum Grím
Kambansgetu, og at
hann hevur havt nakað
av ferð. Politiið er ikki
liðugt at kanna málið
enn.
Talið á skúla-
stovum tvífaldað
—partur av nýggja skúlanum tikin í nýtslu í vár
Tað líður so mikið væl við
byggingini av nýggja
skúlanum í Vági, at ein
partur av honum verður
tikin í nýtslu nú í apríl ella
mai.
Í tí partinum, sum
verður liðugur fyrst, vera
sjey stovur og harafturat
tann bygningurin, sum
bindur nýggja skúlan við
tann verandi. Seinast
nevndi bygningur verður
allur eitt stórt rúm, 140 —
150 m*, har til ber at hava
morgunsang, termins-
royndir og foreldrafundir.
Samstundis verður har út-
sela, soleiðis at í hvussu er
uttanbiggjar børn kunnu
hava meguleika til at eta
matpakka sín.
Serhøli
Í einari av teimum stov-
unum, sum verða lidnar,
nú í fyrsta umfari, verður
hondarbeiðsstova og i ti
næsta verða tvær serstov-
ur av teimum í alt sjey
stovunum. Tað verður
biologi- og sangstova.
Seinra helvtin av skúla-
num verður liðug um gott
eitt ár — helst tá skúla-
árið 1979—80 byrjar.
Harafturat verður tá
eisini svimjihylurin liðug-
ur. Hann verður 25 metur
langur og eitt sindur
smalri enn vanligur hylur.
Hetta metur Jákup Olsen,
skúlastjóri, ikki hava so
stóran týdning, tí, sum
hann sigur, tað týdning-
armesta er, at longdin á
hylinum er í lagi. Um
hann er ein bana smalri
ger bert tað, at hann
verður tað biligari at reka.
At reka ein tilikan hyl við
hita og eðrum er undir
ollum umstødum kostnað-
Modell av skúlanum, Í er tann parturin, sum verður liðugur í vár. Í og 2 eru skúla-
stovur og 3 er svimjihellín. Hesir partarnir verða lidnir á sumri 1979.
armikið hjá býráðnum.
Hylurin verður lokaður. Í
nýggja skúlanum verða 12
skúlastovur. Í gamla skúl-
anum vóru 14 stovur, men
eru nú nakrar av teimum
umbygdar til lærara-
stovu, til evning o.a. So,
tá nýggi skúlin er liðugur,
vera 22 skúlastovur til-
saman.
375 børn
Í løtuni ganga 375 børn í
Vágs skúla. Hesi koma
umframt úr Vági, úr
Porkeri, Hovi, Lopra,
Sumba og av Økrum. Í
Porkeri eru børnini til 14
åra aldur, tå tey koma i
skúla í Vági og somuleiðis
í Sumba. Í Lopra og á
Økrum og Hovi koma
bernini úr fimta flokki til
Vágs. Hesum verður eing-
in broyting á, tá nýggi
skúlin verður tikin í nýts-
lu.
Myndugleikarnir
hava verið
lagaligir
Tað, sum nú verður bygt
afturat verandi skúlanum
í Vági, er væl sterri enn
gamli skúlin. Uppá fyri-
spurning, hví tikið verður
so riviliga til, sigur Jákup
Olsen, at hann heldur ikki
at bygt er ov stórt. Tó
leggur hann afturat, at
myndugleikarnir hava
verið lagaligir, og ikki
skorið nakað burtur av
teimum ynskjum, sum
verið hava. Vit hava bygt
á ellum tí eki, sum vit
hava, so ein framhaldandi
skúlabygging í Vági verð-
ur ikki her.
— Hvat vóru tykkara
serligu ynski?
0 SES
$
Skúlain i Vági — longu tå hann varð bygdur í 1951 var hann ov til
— Vit ynsktu fyrst og
fremst at vidka vid vanlig-
um skulastovum, men eitt
annað av okkara stóru
ynskjum var svimjihylur-
in, sum hevur verið á
tekning og vágbingar
hava havt eyga fyri lika
sidani 1951, tå hesin gamli
skúlin varð bygdur. Vit
fluttu ut i henda skulan 8.
april i -51 og visti tað seg
longu tå, at skulin var i
minna lagi. Tað hevur
helst ikki verið uppruna-
liga ætlanin, at neyðugt
skuldi vera at grava út í
kjallaranum fyri skúla-
stovum longu tá beinan-
vegin, men tað vísti seg at
verða neyðugt. Um hetta
sama mundið gjørdu vest-
menningar ein lítlan svim-
jihyl og var tað eisini
ætlanin her.
— Síðani tá hava nógv-
ar tekningar verið á borði-
num, men ikki fyrr enn nú
er hetta eydnast, sigur
Jákup Olsen.
Skúlastovur
ymsa staðni
— Viðvíkjandi vanligum
skúlastovum hava vit
heldur ikki verið væl fyri.
Vit hava nýtt serstovur-á
skúlanum til vanliga und-
irvísing t.d. bókasavnið,
smidstovuna, skulakøkin
0.a. Somuleidis hava vit
havt fast tvær skulastov-
ur i kommunukontórinum
og eisini eina og tvær
skúlastovur í húsinum hjá
arbeiðsmannafelagnum.
Tað skilst, at tað må vera
trongligt at húsast, tá vit
hava 14 skúlastovur, 23
lærarar og 21 skúlaflokk-
ar, endar Jákup Olsen.