Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-03-08, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. mars 1978síða 5

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 18 — 8. mars 1978 sosialurin Fiskasglustjórin: Síða 5 Tað gongur strúkandi við frystum vørum 2.000 tons av frystum flaki skulu avskipast til USA og onnur 2.000 tons til Bretlands, Fraklands“ og Tysklands» — Tað gongur strúkandi at sleppa av við tær fyrstu verurnar á marknaðinum í letuni, sigur Birgir Dani- elsen, fiskaselustjóri. Keyparalondini eru ser- liga USA, Bretland, Frak- land og Týskland. 2.000 tons eru undir avskiping ella fara í næstum til USA, og onnur 2.000 tons skulu avskipast til Ong- land, Frakland og Týsk- land. Frystibátarnir Frost Askot og Ludvig Ander- sen skulu gera triggjar túrar hver í mars og apríl til havnirnar Grimsby, Bremerhaven og Boulog- ne. Tey 2.000 tonsini til Europa skulu avskipast í hesum havnunum. Rasmus Effersee fer til USA við 300 tonsum, og Bakur fer somuleiðis til USA við um 200 tonsum. Frost kemur ein av fyrstu degunum eftir 250 tons- um, og Finnø kemur eisini eftir 1200 tonsum av frystum flaki til USA. Upsi góðan prís Birgir Danielsen sigur, at tað er stórur eftirspurn- ingur eftir frystum upsa- flaki í Týsklandi og Frak- landi í letuni. — Vit kundu selt meira, men vit klára ikki at frys- ta alt tað, teir biðja um, sigur Birgir Danielsen. Hann leggur afturat, at prísurin á frystum upsa- flaki er á góðari leið. Hann er hækkaður nakað sein- astu tveir triggjar mánað- arnar, og meir enn Fiska- selan hevði roknað við. Frystigoymslur til 2.000 tons Í síðstu viku lógu tilsam- ans millum 12 og 1400 tons av frystum verum á goymslu á teimum fer- oysku flakavirkjunum. Birgir Danielsen sigur, at teir meta at virkini til- samans hava frysti- goymslur til eini 2.000 tons, men tað veldst alt um, hvussu nógv av agni liggur á goymslu, og hvussu nógv pláss virkini hava terv fyri til stampa- goymslur. Birgir Danielsen sigur, at tá stóra frystiskipið hevur verið eftir teimum 1200 tonsunum, verður Birgir Danielsen, fiskasølustjøri væntandi lítið og onki á goymslu. Tað er annars ymiskt, hvussu stóra frystigoym- slu virkini hava. Summi hava nóg mikið av plássi, meðan onnur hava lítið av plássi, og summi hava bygt út, uttan at økja frystigoymslurnar tilsvar- andi. Slógvútflutn- ingurin tvífaldast Flakavirkini frysta nakað av slógvi, sum verður selt til Danmarkar sum fóður. Birgir Danielsen sigur, at í fjør útflutti Fiskasøl- an millum 7 og 8.000 tons av frystum slogvi til Dan- markar, og hann roknar vid at hetta verdur tvi- faldad i år, ti virkini hava størri frystiorku. Hann sigur, at vit eru i eini góðari stødu vidvikj- andi slógvinum. Fóður- miðsteðirnar í Danmark hava slógvið á goymslu til heystar, og tí eru teir á- hugaðir fyri at keypa slógv, sum fyllir lítið, hesa tíðina á árinum. Plátufrystarnir, sum fer- oysku flakavirkini hava, pakka slógvið ógvuliga væl. Garnabátarnir hava fingið nógv av upsa seinastu tíðina. Marknaðurin fyri upsa er góður í let- uni. Vit sleppa av við alt tað, vit klára at frysta, og prísurin er hampiligur kring oyggjarnar Saltfiska- trolarnir smáligan fiskiskap Saltfiskatrolarnir hjá Kjølbro hava havt småligan fiskiskap sid- an teir foru eystureftir at royna. I medal hava teir fingið eini 25 tons um vikuna. Trolarnir fóru úr Feroyum fyrst í januar mánaða. Sjúrð- aberg hevur 185 tons inni, Sundaberg 250 og Skálaberg 275 tons. Í síðstu viku royndu trolarnir á russiskum eki, men eru nú farnir í gráa ekið at royna. Teir skifta imillum tað norska, sovjettiska og gráa økid. Kósavirkið 548 tons í síðstu viku Flakavirkið á Kosini i Klaksvík tók í síðstu viku imóti tilsamans 548 tonsum av ráfiski, og tá mátti virkið siga tveir trolarar frá sær, sum tilsamans hevdu um 200 tons. Hetta var ein av teimum bestu vikunum hjá Kósavirkinum. Onkuntið hava teir tik- ið ímóti 560 tonsum av ráfiski eina viku. ICES fundur í Keypmanna- havn Herfyri var fiskivin- nufundur i Keyp- mannahavn. Tað var altjóða fiskivinnu- stovnurin, ICES, sum m.a. viðgjerdi spurn- ingin um fiskiveiðu undir Feroyum. Kjart- an Hoydal, sum er við í bólkinum, ið arbeiðir við fiskastovnunum undir Føroyum, sigur, at teir kunna ikki al- mannakunngera frá- greiðingarnar fyrr enn í mai Frágreiðingin, ið hesin bólkurin hevur gjert, inniheldur upp- lýsingar um, hvat fiskifrødingar | kunnu mæla til verður veitt undir Feroyum av toski, hýsu og upsa komandi ár. Eisini er bólkurin komin fram til (við teimum upplýs- ingum, ið eru til taks nú) hvussu nógv eigur at verða veitt í hesum árinum. Jens Chr. Svabo gjørt yngul- kanningar í Norðsjónum Tær seinastu fýra vik- urnar hevur rannsókn- arskipið Jens Chr. Sva- bo gjørt yngulkanning- ar í Norðsjónum. Talan er um yngulkanningar av fleiri fiskasløgum. Tað eru danir, sum hava heitt á Fiskirann- sóknarstovuna um at lata Svabo gera hesar kanningar. Danska rannsóknarskipið DA- NA, er nú so gamalt, at tað fær ikki loyvi at sigla longur Svabo kemur aftur til Feroya friggjadag- in, men tað er ikki greitt enn, hverjar kanningar hann tá fer undir Fleiri ferðsluóhapp Um vikuskiftið vóru fleiri ferðsluóhapp í Eysturoynni, men í ongum feri hendi fólka- skaði. Fríggjadagin var eitt á kaiini í Runavík, men tað hendi bert minni skaði. Leygardagin rendi ein bilur á eini hús í Lorvík, og ein bilur á Strondum rendi á tveir bilar, sum stóðu park- eraðir Sunnudagin rendi ein bilur á ein ljós- steyra í Getu. Bilurin fekk nakað av skaða Mánadagin rendu tveir bilar saman í Saltang- ará, og hesir bilarnir fóru nakað illa.