Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-03-08, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. mars 1978síða 6

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Havnar fimleikafelag hev- ur hetta fimleikaárið skip- að fyri tveimum væleydn- aðum kappingum, men ikki færri enn fýra ella fimm stórar framsýningar eru eftir á skránni í ár. Tær fyrstu verða nú frigg- jakveldið og leygarkvøld- ið. tá yvir 200 fimleikarar fara at royna seg í vanlig- um fimleiki, rytmikki, jazz- og reiðskapsfimleiki. Leiðslan í Havnar fim- leikafelag upplýsir, at í ár verður sýndur fimleikur, sum sjáldan áður hevur verið at síggja her. Hóast syningarnar nú bert um- fata barnafimleik, so kann áskoðarin gleða seg til at síggja góð úrslit í fleiri na Clemensen, 11 ár sosialurin greinum. Har verða frægir fimleikarar, Sólrun Olsen, Maria Smith, Una Knud- sen og aðrir. Hóast ung, so hevur tað eydnast teimum við áhaldandi venjingum at koma á eitt høgt stig. Framsýningarnar verða í hell felagsins Handan á friggjakvøldid kl. 19 og leygardagin kl. 15. Tey eldru í apríl Tey eldru liðini skulu hava framsýning í endanum av apríl mánað, ella tann 27. Tiggju lið koma at luttaka í hesi sterstu framsýning felagsins, sum verður í Ítróttarhellini á Hálsi. Sagt verður, at framsýn- ingin meguliga verður uppaftur tikin 30. apríl í hell felagsins. Tey eldru vísa sama slag av fimleiki sum tey yngru, men her verður hevi at síggja frægastu fimleikarar í Føroyum í letuni, eitt nú Elsu Mariu Bærentsen, Jónu Clemensen og Sjúrða Johannesen. Eftir er so at nevna eina framsýning. Havnar fim- leikafelag hevur í umbúna at skipa fyri serstakari sýning í Ítróttarhellini fyri Pensionistafelagnum, ellisheiminum og teimum eldru í KFUK. Henda framsýning verður 23. apríl og verður her hevi Sélrun Olsen, 10 ár Nr. 18 — 8. mars 1978 Maria Smith, 11 år hjå teimum eldru at minn- ast aftur å gamlar, kimi- ligar ungdómsdagar. Betri umstødur Tad hevur ikki verid gjørt so nógv fyri at skapa um- talu um fimleikin í Havn- ini. Orsøkin til hetta man helst vera tann, at Fim- leikafelagid ikki hevdi so góðar umsteður til venj- ingar, áðrenn felagshøllin varð bygd fyri tveimum árum. Síðani tá hevur tað verið meguligt at gera fimleikinum umsteður, sum tað semir seg hesi vekru ítróttargrein. Venjingarnar vóru fyrr í Kommunuskúlanum, men tá vóru tær tarnaðar av, at skúlarnir eisini skuldu brúka hellina. Hetta eru nú vorðin sega, og tað er bert at fegnast um, nú framsýningarnar standa fyri durum. Í einum tíðindabrævi Maria Smith, 11 ár itrottur frå Havnar fimleikafelag verdur sagt, at tey flestu hava stórar og skjótar hugsanir um øll fyribrigdi. — Alt skal vera stór- sligið, eisini í ítróttini. Men kann føroyskur fim- leikur fylgja við í hesi kappdubbing? Jú, víst kann hann eisini gera nakrar rembingar, ið fáum hevur eydnast at sæð. Og tað gleða vit okkum til.