Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-03-08, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. mars 1978síða 8

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 sosialurin Nr. 18 — 8. mars 1978 lesarabrøv Ein viðmerking Eitt lítið uppískoyti til bræv, stílað til mín, í Dagblaðnum nr. 14, tann 22/2 1978. Tað, eg segði um dag- peningaskipanina, er í stuttum hetta, at eg meti ábyrgdakenslu feroyinga soleiðis, at ikki verður henda skipanin kollrend av ti føroysku arbeiðara- fjøldini. Føroyingar eru soleidis skikkadir, at teir heldur vilja hava arbeidi enn sosialar veitingar, men at DAGPENINGASKIP- ANIN kemur, at trygg- leiki eisini verður veittur ti føroyska arbeiðara- stættini er bara gott, og tað er sanniliga uppá tíð- ina. Tað vísur seg so oft- ani, at eru tað batar til ar- beiðs- og fiskimenn eru hesir oftani ringir at fáa framdar, tá verður talað um búskap og annað mangt. Nú vísa tygum á, at vit eiga at vera varnir og ikki ganga ov nógv eftir donskum mynstri; her eru vit sanniliga samdir, men eitt stendur greitt, og her rokni eg eisini við, at vit eru samdir, at teirri før- oysku arbeidarafjøldini må tryggjast somu ur- tøku, sum húsarhaldið krevur. Tað er greitt, at ongin er førur fyri at fremja alt, ið ein fegin vildi havt framt. Ongin flokkur kann fremja flokksskrá sína í eini samgongu, men eyð- kenni og mál eiga ikki at verða slept, tó, sum tyg- um siga, forðar hetta ikki fyri positivum samarbeiði. Viðvíkjandi arbeiðsvið- urskiftunum í Danmark, eri eg ikki førur fyri at tala um, men eitt veit eg, annað lyndi er í foroying- inum, hann vil hava ar- beiði, so sum eg so mang- an havi nevnt, tí veit eg, at DAGPENINGASKIP- ANIN verður ikki koll- rend. Eg kann nevna, at FYLKING á Tveroyri, longu í 1949 setti uppskot um eina fólkatrygd; hetta bleiv framt í 1959. Arbeidarafjøldin hevur altíð verið tolin. Eisini hevur Fylking í sersáttmála sínum við ar- beiðsgevararnar á Tvør- oyri ein form fyri dag- peningaskipan. Tó soleiðis, at í lokal- sáttmálanum var grein, sum segði: >Kemur arbeiðari til skaðis undir arbeiði, og av tí gongur sjúkur, sam- bært læknaváttan, meira enn 14 dagar, verður gold- ið honum len í 14 dagar við 50% gjaldi frá arbeiðs- gevara og 50% frá FYLK- ING.« Hetta framdu arbeiðs- menn í 1949 og ikki hevur henda skipan tikið Fylk- ing ella ARBEIDSGEV- ARAN av fótum. Men, at hetta er og hevur verið gott, er einki at ivast i. Eg verdi noyddur at gera eina viðmerking til oddagreinina í sama Dag- blaði, har stendur soleiðis: „Hvussu nógv almenn starvsfólk og pappirnuss- arar skula hava løn fyri at forvalta henda skatta- og sjúkratryggingarsirkul — hesi skula væl eisini liva av skattapengum hjá ar- beiðsmonnum — legið er, at Dagblaðið, sum um- boðar ein part av sam- gonguni, hevur slíkar tankar; oddagreinin litar væl flokkin, men so vita vit tað. Dagblaðið harmar, at meguliga nekur starvsfólk fáa starv, og Dagblaðið harmast yvir brúkið av skattapengum arbeiðs- mansins. Ja, dagpeningaskipanin kann brúkast til nógv. Nú nevndu tygum, at skattamál vóru eitt av brøgdum samgongunnar. Her eru vit ikki samdir; eftir mínari áskoðan er onki hent á hesum eki- num. Tað eru eingir batar framdir fyri låginntøkuna og slettis ikki fyri arbeiðs- og fiskimannin. Í tí skat- talætta, sum eftir tykkara meting, varð framdur seinasta ár. Men um vælvild og rættferð skal vísast ar- beiðarastættini, má annað skinn takast um bak. Eg segði fyrr í hesi grein, at hver flokkur ikki kann fremja flokksmál í samgongu — men at eyð- kennini eiga ikki at verða slept. Ikki tykkara og heldur ikki okkara. Okkara flokkur hevur havt, og fer framvegis at hava, til aðalmál at fremja ábetur til gagns fyri ar- beiðarastættina og eisini í samgongum royna at fáa so nógv við av aðalmálum okkara. Men tað hevur víst seg og tað gongur al- tíð aftur, at ábetur og vælvild fyri arbeiðara- stættina hevur altíð verið eitt hart hoyggj at draga, men vit fara ongantið at sleppa takinum. Sum eitt uppískoyti kann nevnast, at eg haldi, at DAGPENINGASKIP- ANIN eigur at verða um- sitin av VANLUKKU- TRYGGINGINI. Sverre Midjord mm Við barnavogni í Havnar gøtum Mm gubreytir hava vit á summum steðum. Inni í býnum standa bilar park- eraðir á hálvari gongu- breytini, og koma vit eitt lítið strekki út um mið- býin, so eru allar gongu- breytir lagdar við grúsi. Og tey, ið verða noydd til at koyra ein barnavogn á einari grúsutari gongu- breyt, fara ikki í býin við bernum teirra til stutt- leika og fyri at fáa fríska luft. Nei, orsaka, fríska luft fært tú ikki í Havnini. Eg havi hoyrt okkurt um, at tað er ikki loyvt bilum at standa í tómgongd, men henda lógin er meguliga ikki galdandi fyri bilarnar í Havnini Roynið og leggið til merkis, tá ið bilar standa uttan fyri teir stóru handl- arnar í býnum, og teljið, hvussu nógvir. ið ikki standa i tómgongd. Eg vildi ynskt, at rerið har roykurin kemur út, var í vaksnamannahædd. so høvdu vit merkt, hvussu smábern okkara hava tað, tá ið tey ganga framvið ti- líkum bilum. Eg havi ein illgruna um, at tað eru flest kvinnur, børn og gcmul, sum enn eru til gongu í býnum, vit eru jú tann veikari part- urin í samfelagnum. Hetta er ivaleyst grundin til, at tad altid er ein fyrimunur at koyra í bili í bynum. Eg haldi, at tað átti at verið gjørt soleiðis, at tað ongin fyrimunur var at fara í bili í býin. Eg kundi hugsa mær, at tað eingi parker- ingspláss vóru fyri privat- ar tilar mitt í býnum, og at vit fingu bussar, sum „yrðu regluliga, fleiri ferðir um dagin, úr mið- býnum og út til plássini, sum liggja uttanfyri býin. Tríggir, fýra bussar dálka ikki nær so nógv sum tús- und bilar. Vit høvdu kunna farið í býin uttan at skula renna undan bilum og anda ben- sinroyk niður í okkum... nei, eg má heldur gevast, hetta er alt ov gott til, at tað nakrantid verður veru- leiki. Huldukona Í gjár var eg fyrstu ferð í býnum við mínum nú mánaðar gamla barni — við eðrum orðum við barnavogni. Fyri einum mána síðani var eg enn ein leysur kroppur, tað sama sum árini frammanundan. Hevdi tó ofta hugsað um, hvussu keðiligt tað var í býnum við ellum bilunum. Ofta var leingi at bíða fyri at sleppa tvertur um Fransabrekkuna, ofta vóru bilarnir trekir at steðga, tá ætlanin var at fara eftir teimum hvítu strikunum, og bilosurin var ofta ramur. Slíkt tarn- aði mær og irriteraði meg, tá eg skuldi skunda mær gjøgnum býin. Men ikki verri enn so, at eitt frískt, ungt fólk kláraði seg. Men í gjár!! Knappliga er onki slør fyri eygunum eina letu. Tað er samfelagið, sum er vitleyst og hjartaleyst. Tað stendur so spegils- klárt fyri mær. Onki pláss fyri seinabukkum, onki pláss fyri gongufólki! Spakuliga lirki eg barnavognin upp á eina gongubreyt, hjólini vink- ulrætt inn á jaðaran fyri ikki at órógva barnið. Lít- la letu seinni niður av aftur, tvortur um ein veg, so upp aftur hinumegin. Umaftur og umaftur. Komi íkki úr stað. Eg sá ikki, at jadarin var so høg- ur, legði ov seint merki til ein berklett mitt á veg- num, varnaðist ikki, at jaðarin var burtur undir høgra hjólinum osfr. Í heilum okkurt áfatt. Barnið verður kastað aft- ur og fram, er ótrygt og grætur. Eg veni meg, royni at fara enn varislig- ari fram. Men nú ótolnast bilarnir, tí teir mugu bíða, meðan eg fjasi við at fáa vognin uppá. Eg geri hvat eg kann fyri ikki at irritera bilarnar og samstundis fara væl við barninum. Longri niðri noyðist eg út á vegin, tí har slepst ikki eftir gongubreytini millum parkeraðar bilar og húsini. Har var gott at ganga. Nei, so kortanei um eg fari upp á aftur hasi gongubreyta-fjøllini. Hyggjandi beint fram spankuleri eg við vogni- num fremstum eftir veg- num. Men skjótt fari eg at ivast. Bilarnir hyggja so irriteraðir eftir mær, onk- ur floytar, og ein letur, sum um hann ætlar at koyra beint á vognin. Nei, hatta tori eg kortini ikki at taka ábyrgdina av — og so eg upp á aftur gongubreytina. Knappliga kemur ein lastbilar goysandi diesel- royk beint á okkum. „Barnið — tað verður eitr- að,< hugsi eg. Og so leggi eg til merkis, at bilosurin liggur tjúkkur allastaðni.. Skal eg virkuliga lata barnið standa úti í hesum roykinum, meðan eg sjálv fari inn at keypa? Men eg má keypa, og eg má hava barnið við í vogni. Men hví skal tað júst vera vit, mammur við barnavognsbernum, og okkara líkar, sum ikki skulu kunna brúka okkara felags bý at spáka í ella at fara til handils í? Fyri mær er orsekin tann, at tað eru menn, sum ráða, og at menn ikki enn hava fingið eyguni upp fyri, at teirra slagorð: nógv, stórt, dýrt og raskt eru avoldað og drepandi fyri menniskjuni! Anna KK Daginstitutiónir Vit liva í einum samfelagi stýrt av gomlum monn- um. Hesir somu menn hava funnið tað fyri gott at gera tað so torført sum møguligt hjá konufólki at fara til arbeiðis. T.d. er tað mest sum ómeguligt at fáa bernini forsvarligt passað. Í Havn eru bíði- listarnir til vøggustovur og barnagarðar so langir, at tú ofta mást bíða í 3—4 ár at fáa barn títt inn. Kommunala dagpleygan er illa tilrættislogd og hevur eisini bíðitíð upp á meira enn eitt hálvt ár. Frítíðarheim til bern í skúlaaldri finnast als ikki. Privat pleyga og gentu í húspláss eru dýrar loysn- ir, og harafturat hevur tú onga trygd fyri, at barn títt hevur tað gott hjá hesum ofta ókenda fólki. Eftir er standard loysnin í Feroyum: ommurnar. Tær, sum eitt heilt lív hava verið bundnar av egnum børnum, skulu nú, tey eru floygd, aftur heft- ast av ommubernum. Hetta halda teir gomlu menninir vera sera rimi- ligt og natúrligt, tí soleið- is hevur tað altíð verið í Føroyum. Men tidirnar eru broyttar. Fyri tad fyrsta noydast flestu kvinnur at arbeida av figgjarligum grundum, hóast lønarvidurskifti og skattalóg eru so vorðin, at úrtekan ofta er ógvuliga lítil Og tann útviklingin, sum skilti heim og ar- beiðsstað, hevur gjørt, at heimið ikki longur er tað besta stað á jorð — hverki hjá børnum ella vaksnum. Eisini er umráðandi at fleiri kvinnur koma sær upp í har politiskar og aðrar avgerðir verða tikn- nar. Ti er upplagt at krevja daginstitutiónir. Og tað so nógvar og góðar, at hver kvinna, sum noyðist ella vil til arbeiðis, kann fara, uttan at bernini skulu líða undir tí. Tvert- urímóti áttu øll børn — eisini hjå heimagangandi mammum/påpum — at hava rætt til vegleiding og stuðul av fólki, sum er lært innan barnauppaling. At hetta er ein uppgáva hjá tí almenna, er sólar- klárt. Bernini eru tey, sum skulu mynda kom- andi samfelag og tí tað mest umráðandi stað at leggja ílogur samfelags- ins. Jóngerð P.S. Hví man tað vera eitt kvinnumál at fáa fleiri daginstitutiónir?