Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-03-11, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 11. mars 1978síða 1

allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 19 Leygardagin 11. mars 1978 51. árgangur Leysasøla 3,00 kr. frælsi javnadur brødralag Kommunala starvsmannafelagid stevnt byrådnum eftir 100.000 kr. Kommunala starvsman- nafelagi3 hevur stevnt Tórshavnar býráð eftir sløkum 100.000 kr., sum býráðið í september 1976 tók av lenini hjá teimum uml. 80 limum felagsins, sum legdu arbeiðið frá sær í 10 dagar á sumri 1976. Hetta varð gjert fyri at skunda undir ein nýggjan sáttmála í staðin fyri tann, sum fór úr gildi 1. oktober 1975. Málið kemur fyri í Fer- oya rætti 20. mars. Lesið á síðu 4 GRÆKARISMESSA Eins og undanfarnu ár skipar skótalið Sig- mund Brestissonar fyri Grækarismessuhaldi í Havn, og verður tað hesaferð á sjálvari Grækarismessu, sun- nudagin 12. mars. Farið verður í skrúð- gongu úr Vágsbotni kl. 15.00 út í Grind, niðan Begetu, Tróndargetu, eystur í N. Finsens- getu haðani skrúð- gongan endar á Vagl- inum. Á Vaglinum spælir Havnar Hornor- kestur lagið til Tjald- urssangin, síðani syng- ur Havnarkórið undan og eftir reðuna, ið Jona Henriksen, KFUK- skrivari, flytur, og endar Havnar Hornor- kestur við Tjóðlagnum og fráfaringarmarsi. Skótafelegini meta í heilum teirra kl. 14.30, og ganga hver sær í skrúðgongu Vágsbotn. oman í Tá fyrsti innstalleringurin å Tvøroyri gekk burtur Grani æt hann, fyrsti innstalleringurin á Tvøroyri. Hann varð fyri einari gonguteigagongu í midbynum við tí endamåli at smíðaður í 1925, men gekk burtur við fimm monnum uttanfyri fjørdin í 1930. Kristian Debes, båtabyggjari å Tvøroyri, hevur greitt okkum frå hesi hending og ymsum gðrum. Hann starvast á Báta- smiðjuni, sum Andrias Olsen, sonur hansara Niclas og nú abbasonurin Johan hava rikið. Á myndini sæst Bátasmiðjan og seinasti nýbygningurin Lesið á síðu 8 og 9 8. mars 1978 Altjóða kvinnudagurin varð mikudagin hildin í ymiskum lond- um, nakað harðliga ymsastaðni, visti Útvarpið at siga frá. Í Havn legði politiið eina løtu uppí, tå Kvinnufylkingin skipaði tarna bilferðsluni. Hetta varð gjørt á tann hátt, at kvinnur við barnavognum og súkklum — og menn gingu tvørtur um vegin í ein stívan hálvan tíma, frá kl. fimm, júst tá ferðslan er hin mesta. Kvinnurnar siga, at tær við hesum tiltaki vildu vísa á trupul- leikarnar hjá gongufólki, børnum, gomlum, foreldrum við barnavognum og hjá fólki í koyristólum at ferðast í býnum. Ein kanning vísir, at uml. 800 bilar koyra um Vaglið tann hálva tíman 16.45—17.15. Í sambandi við mótmælið hevur Kvinnufylkingin sett fram nøkur krøv: færri privatar bilar — »kollektiva« feråslu — gongubreytir fram vid øllum vegum — lægri jadarar vid sliskum — onga parkering á ella við gongubreytir — kavarudding á og fram við gongubreytunum — ávaringaskelti — gonguteigar — stik fram við vandamiklum gøruhornum — at nýtt verður skil, í hvussu er, tá almennir bygningar verða bygdir, so bæði sjúk og brekað kunna nýta teir — trygga og góða barnaansing — spælipláss Tað er uppgávan hjá tí almenna at loysa hesar spurningar. Men teir verða tó lítið virdir, tá onki verður gjørt fyri at loysa teir. Ti gera vit slík tiltøk, sigur Kvinnufylkingin.