Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-03-11, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 11. mars 1978síða 2

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

telf. 14720 . 11820 . giro 6282725 box 76. 3800 Tórshavn Foroya Javnaðarflokkur Vilhelm Johannesen (ábyrgd) telf. 5 6411 Høgni Djurhuus Jogvan Jespersen Uppseting: Sosialurin Prent: Dimmalætting Tað er ikki loyvt at avfotografera lýsingar, mynd- ir og annað tilfar úr SOSTALINUM uttan loyvi frá blaðnum. Norðurlandaráðið NÆRUM hvgnn útgávudag hevur Dimmalætting lesarabrøv, har sagt verður, at Javnaðarflokkurin undir verandi leiðsluni hevur svíkt tann politikk, sum fyrrverandi leiðari floksins P. M. Dam, sáli, stóð fyri. Í SAMBAND við at spurningurin um sjålvstøduga føroyska umboðan í Norðurlanda ráðnum nú er reistur av tjóðveldismanninum Erlendi Pat- ursyni, hevur Dimmalætting eisini tugt hesa somu tuggu. TAÐ AT VIT ikki hava mótmælt tí, at Erlendur Patursson hevur reist hetta mál, verður nýtt sum eitt slag av prógvi fyri, at vit hava svíkt hug- sjónirnar hjá P. M. Dam, sála, og tann upprunaliga javnaðarpolitikk- in. SAGT VERÐUR, at Javnaðarflokk- urin í hesum hevur latið seg drigið av Tjóðveldisflokkinum, at Javnað- arflokkurin í hesum hevur slakað og givið eftir fyri vitleysum loysingar- krøvum, ja, flokkurin er farin langt burtur av ti leið, sum løgd varð. VIT KUNNU minna Dimmalætting á, at tað eru nógv år liðin síðan spurningurin um sjålvstøduga før- oyska umboðan í Norðurlanda ráð- num á fyrsta sinni varð reistur í ráð- num. Og maðurin, sum á fyrsta sinni reisti henda spurning var ong- in annar enn fyrrverandi leiðari Javnaðarfloksins P. M. Dam, sáli. TAÐ, SUM P. M. Dam fekk burturúr tá, var tann umboðan, ið vit nú hava, og sum vit hava havt í fleiri ár. Men av P. M. Dam og Javnaðar- flokkinum var hetta bert mett sum ein fyribils loysn ella ein fyribils skipan. Tað var ongantíð ætlanin, at hetta skuldi vera nøkur varandi loysn. UM VIT mótmæltu, nå Erlendur Patursson reisir spurningin, so vildi hetta verið tað sama sum at svíkt hugsiónirnar hjá P. M. Dam, sála. Vit mótmæla ikki, men fegnast um, at aðrir taka undir við eini hugsjón, sum Javnaðarflokkurin hevur lagt til brots fyri A —————— BT EMDT Nordoya Javnadarfelag Lysti Klaksvikar ársaðalfundurin verður á sjómansheimi sunnu- dagin 12. mars kl. 15.30. Fundarskrá sambært lógini. Metið fjølment. dagbókin Gudstænastur Havnar kirkja: Høgni Poulsen; Vesturkirkjan: P. E. Fabricius; Hestur: Kjartan Mørkøre; Sela- trað: Niels Pauli Daniel- sen; Nes: Johs. Follend; Fuglafjørdur: Torkil Be- der, altargongd; Eiði: Petur M. Rasmussen; Klaksvík: Jákup Magnus- sen, offurgudstænasta; Tvøroyri: Johan Weihe; Øravik: Martin R. Jacob- sen; Vågur: Elsa Fund- ing, talvan gongur fyri Folkekirkens Nødhjælp. Evangeliuhúsið, Trondargøtu Evangeliskur fundur sun- nukveldið kl. 20, har Enok Carlsson, trúboðari úr Svøriki, talar og syng- ur. KFUM, Tórshavn Fundur í kveld kl. 20, Tofta streingjakór luttek- ur. Sunnukveldið kl. 20.30 er fundur v/ Stran- da streingjakóri og mána- kveldið kl. 19.30 verður ungdómsgudstænasta í Vesturkirkjuni, har Kjart- an Merkere talar. Aftaná samkoma í KFUM. Dreingjafundur mána- dagin kl. 17: bibliuorðið, úr Jesus pinslusøgu, framhaldssøgan, Alv- heygg vitjar, filmur og prát um Alheims dreing- jadagin. Berga Uppbyggingarmeti í dag og sunnudagin kl. 15 og evangeliskt meti kl. 20 í kveld og sunnukveldið kl. 19. Evangeliska røddin hoyrist hvørt månakvøld kl. 9 frå Monte Carlo (vid siduna av Luxembourg) å millumbylgju 205 metrum (1466 kHz). Sendingin varir eitt korter. Handverks- lærlingar Skrivstovutidin hjå Hand- NEVNDIN Orð krossins ið er kristilig sending á is- lendskum máli, hoyrist hvenn leygarmorgun kl. 10. Sent verður á stutt- bylgju 31 metrum. Send- ingin varir eitt korter. Føroyskt-islendskt fiskavirki Aðalfundurin verður á virkinum í kveld kl. 19.30. um. ístaðin fyri Djevulin vóru kjøtstykkir.« Ísrael. um. i åskodanum innivist. kemur út leygardagin 11.3. NAKAÐ AV INNIHALDINUM: Hald lagt á ognir Solsjenitsyns í Schweiz Schweiz er ikki so neutralt, sum vit hava hildið. Reyði Herurin er farin at gera um seg í Schweiz. Hvussu leingi verður føroyski rikmannapeningurin i Schweiz tryggur? Pornohøvdingurin Larry Flynt í USA frelstur Hann heldur áfram við blaðútgávu, men nú fyri HARRAN Jákup og Esau, Begin og Sadat — hittast í Jerusalem Tað verður Ísrael, sum kemur at avgera heimspolitikkin hereftir. Hverki Sýria, Russland, USA ella Egyptaland eru ment at trælabinda Hvat vildi so Sadat, er hann álítandi? Rúsdrekkanýtslan veksur! Tað verður gjørt meira av rúsdrekkanýtslu av ungdómi, sum verður roknaður sum kristin, enn samkomuleiðarar vita um ella geva sær far Ein sjón og profeti um endatíðina Danskir læknar samskipa seg móti fosturtýning. VAKTARIN fer undir NÝTT tiltak! Hereftir verður bókalisti í hverjum blaði. Til at byrja við verða tær ikki so nógvar, men harafturímóti góðar. Her kanst tú meta hetjum fyri HARRAN, sum t.d. Smith Wiggels- worth, Chris Panos og eðrum. Nr. 19 — 11. mars 1978 Hjartaliga takki eg øllum, sum mintust meg á seks- ti-áradegnum. Charles Smith Suðurstreymoyar javnaðarfelag Aðalfundurin, ið lýstur var at verða týsdagin 14. mars, verður ístaðin hóskveldið 16. mars kl. 19.30 á Hotel Føroyum. Aftaná verður kjak: Var núverandi samgonga okkara politikki at gagni. Við á fundinum verða tingmenn, landsstýrismaður og løgmaður. NEVNDIN JESUS, kemur Hann niður aftur á jorðina sum kongur áðrenn ár 2000? Fylg við í hesi greinarød, sum byrjar nú og heldur áfram í komandi blød- Hann sigur: >Vit vilja ikki longur skriva um kvinnur, sum um tær bert BLAÐIÐ sum hevur eina politiska áskoðan, men sum kortini gevur ødrum | —