leygardagur 11. mars 1978síða 4
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
30. ÅR-NR 1- FEBRUAR 1978
SKEGGIN „-
BLAÐ FOROYINGA UTTAMLENDIS “ PÉ
LOGV 1! VARNATT
Navnið broytt
Blaðið hjá feroyingum
uttanlendis hevur á 30
ári sínum skift navn frá
Oyggjaskeggi til
Skeggin
I nr. 1 fyri 1978 eru
greinar av ymiskum
slag, har er 7. partur
av drunninum, FS,
Føroyskir sosialistar,
boða frá, at teir hava
gjørt eitt svarskriv til
Kommunistiskar úti-
setar. Oddagreinin hjá
islendska dagblaðnum
Þjóðviljanum jólaaftan
1977 er týdd til før-
oyskt og prentað í
Skeggjanum, hon er
um hugsjónarmannin
Jesus. Studentafelagið
hevur havt fund um
feroyska málið og tað,
sum Hanus Andreas-
sen segði tá, kann les-
ast í Skeggjanum.
Annars eru í blað-
num yrkingar og um-
mæli av bókini Fræn-
dareddir, norskar og
íslendskar yrkingar,
sum Karsten Hoydal
týddi
Skeggin er farin
undir eina innsavning
til blaðútgávuna og
upplýst verður, at 30.
januar høvdu 48 fólk
stuðlað við tilsamans
950 kr.
Goymslan full —
sendu fólkið
heim
Snarfrost í Miðvági
hevur fingið væl av
fiski frá garnabátunum
hesa vikuna. Hósdagin
á middegi var frysti-
goymslan hjá virkinum
full, so ein partur av
arbeiðafólkinum mátti
sendast til hús. Men
P HORSDAt
eitt skip skuldi koma
eftir flaki í gjár.
Streymurin er nú so
harður, at garnabátar-
nir hava drigið á dekk-
ið og farnir inn. Ham-
raberg hevur 24.000
pund inni, hann land-
aði annars 122.000
pund týsdagin. Miðv-
ingur landaði eisini
týsdagin, 112.000
pund, og hann hevur
fingið 26.000 pund siå-
ani tá. Venus, sum
landaði 127.000 pund
mánadagin, er komin
inn aftur við 30.000.
Mikudagin var trolbát-
urin Breiðanes, sum
nýliga er keyptur til
Sandavágs, inni við
25.000 pundum og hós-
dagin landaðu tveir
garnabátar, Lækkar-
klettur 110.000 pund
og Reynsatindur
100.000.
Garnabátarnir royna
suðurvestur úr myki“
nesi og tann sterra
helvtin av veiðuni nú er
toskur.
Vendu aftur
Norðis á Eiði hevur
ikki fingið nógvan fisk
hesa vikuna.
Snellubátarnir fóru
út mánadagin, men teir
vendu aftur fyri veður,
Bjørg avreiddi 100
pund, Havaldan 180 og
Tjernunes 700. Riv-
dalsenni landaði 1700
pund mánadagin.
Annars hava bert
tveir garnabátar land-
að á Eiði í vikuni,
Norðseki 5600 pund og
Morgunroðin 10.700 og
14.000 pund. Teir
royna á Norðhavinum
og tað mesta hevði
toskaskræðu.
sosialurin
— Um danska krónan ikki
Umbyggingin av teimum
átta Cubatrolarunum
verður nakað biligari, um
tann danska krónan ikki
fellur.
Umbyggingin verður
gjørd á norskari skipa-
smiðju, og sáttmálin, sum
ljóðaði uppá slakar 30
mill. kr., er gjørdur í
norskum krónum. Herfyri
varð norska krónan niður-
skrivað við 8 prosentum,
meðan virði á donsku
krónini var óbroytt.
Olaf Olsen, stjóri í P/F
Beta, sum eigur Cuba-
trolararnar, sigur, at nið-
urskrivingin svarar til eini
6 prosent, tí norska krón-
an stóð seg betur eftir nið-
urskrivingina.
— So leingi, sum tann
danska krónan ikki fellur,
hava vit spart nakað,
sigur Olaf Olsen.
Tað sama er annars
galdandi fyri sáttmálan,
sum Skipafelagið hevur
gjørt við somu norsku
skipasmiðjuna um bygg-
ing av tveimum farma-
Nr. 19 — 11. mars 1978
skipum. Hesin sáttmálin
er eisini gjørdur í norskum
krónum.
Fimti kemur
til páskar
Higartil eru fýra Cuba-
trolarar farnir til fiski-
skap, eftir at teir eru um-
bygdir. Tann fimti trolar-
in kemur til páskar, og
kring oyggjarnar Umbyggingin av
Cubatrolarunum
verður biligari
verður niðurskrivað
hann fer til fiskiskap eftir
páskir.
Olaf Olsen sigur, at
væntandi fara teir sjey til
fiskiskap, meðan tann ått-
andi, Gorpur, fer aftur í
Norðsjógvin sum roynd-
arskip í samband við olju-
idnadin, eftir at hann er
umbygdur. Hann er út-
bygdur eitt sindur vid
royndartólum.
Teir fýra bátarnir, sum
Cubatrolarnir við bryggju í Havn, eftir at teir vóru komnir av Cuba
eru komnir, hava roynst
væl, og hava fiskað væl,
sigur Olaf Olsen.
Tann besti av teimum,
Trastur, hevur verið
triggjar túrar í tidarskeid-
inum frá 2. februar til 6.
mars. Hann hevur fiskað
umleið 235 tons og avreitt
fyri 650.000 krónur. Meg-
inparturin av veiðuni hev-
ur verið upsi. Teir hava
verið 6 og 7 mans við.
Krevja 100.000 kr.
frá býráðnum
Sakarmálið, sum Komm-
unala starvsmannafelagið
hevur lagt móti Tórshavn-
ar býráð, kemur fyri í
Feroya rætti 20. í hs.
Ráðhúsið — teir hava nógv at stríðast við aftanfyri
hesar veggirnar
Kommunala starvsman-
nafelagið hevur stevnt bý-
ráðnum eftir slekum
100.000 kr., sum vórðu
tiknar av lenini hjá teim-
um uml. 80 limunum í
Kommunala starvsman-
nafelagnum, sum legdu
arbeiðið frá sær í 10 dagar
summarið 1976.
Sáttmálaloysi
í eitt heilt ár
Sáttmálin millum Komm-
unala starvsmannafelagið
og Tórshavnar býráð fór
úr gildi 1. oktober 1975.
Marius Weihe, formaður
Kommunala starvsman-
nafelagsins, sigur, at tað
gekk striltið at fáa ein
nýggjan sáttmála og fyri
at skunda undir málið og
leggja trýst á býráðið,
legdu allir limir felagsins,
uml. 80 í tali, arbeiðið frá
sær í 10 dagar. Hetta var í
juni 1976 og í september
sama ár, tá fyrrnevndu 80
starvsfólkini hjá Tórs-
havnar kommunu fingu
løn, vóru teir 10 dagarnir
tiknir av månadarlønini,
tilsamans var talan um
slakar 100.000 kr. Felagið
rindaði so limum sínum
tað, sum hver hevði mist,
og stevndi síðani býráð-
num eftir pengunum.
Marius Weihe sigur, at
teir 10 dagarnir ikki kun-
nu kallast fyri verkfall,
eftir sum ongin sáttmáli
var. Ti var her talan um
arbeiðssteðg. Hann heldur
ikki, tað er rætt at geva
Kommunala starvsman-
nafelagnum skuldina fyri,
at so long tid gekk, áðrenn
nýggjur sáttmáli kundi
fáast í lag.
Ikki fyrr enn 1. oktober
1976 kom nýggjur sátt-
máli í gildi.