leygardagur 11. mars 1978síða 5
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 19 — 11. mars 1978
sosialurin
Tvøråmadur skipar
fyri bussferðum
til Skotlands
Aftur í ár ætlar Mervyn
Dimon av Tveroyri at
skipa fyri bussferðum til
Skotlands. Hetta er triðja
árið, hann ger tílíkar ferð-
ir. Í 1976 var hann ein túr
í Skotlandi, og í fjør gjørdi
hann tríggjar túrar. Aftur
í ár er ætlanin at gera
triggjar túrar, um nóg
stórur áhugi er fyri ferð-
unum, men Mervyn rokn-
ar við, at tað verður áhugi
fyri busstúrunum, tí
Skotland er bæði eitt vak-
urt land, og eitt bíligt land
at ferðast í.
Fyrsti túrurin
16. juli
Fyrsti túrurin verður í juli
mánaða. Farið verður av
Havnini við Smyrli sun-
nukveldið 16. juli, og
komið verður til Scrabster
mánadagin.
Haðani verður farið við-
ari til Inverness, har
PR.
AE
Aviemore
stedgad verdur i tveir dag-
ar. Mikudagin gongur
leiðin til Edinburgh, har
eisini verður steðgað í
tveir dagar. Fríggjadagin
gongur leiðin aftur norð-
ureftir, til Aviemore, har
steðgurin somuleiðis verð-
ur tveir dagar.
Sunnudagin verður far-
ið til Thurso, har gist
verður eina nátt, áðrenn
farið verður aftur við
Smyrli til Feroyar mána-
morgunin.
Hinir túrarnir
onga fasta skrá
Hinir túrarnir vera frá 23.
juli til 1. august og frá 30.
juli til 8. august.
Hesir báðir seinnu túr-
arnir verða eitt sindur eðr-
visi, við tað at tað verður
ikki løgd nekur fest skrá
frammanundan.
— Tað einasta, sum
liggur fast, er at vit búgva
í Avimore alla vikuna, og
ferðafólkini avgera sjálvi,
hverjar útferðir tey
ynskja at gera. Bussurin
verður aftur í Avimore
hvert kveld, so ferðafólk -
ini avgera sjálvi, um tey
hava hug at koma við, ella
um tey hava hug at vera
eftir í Avimore, sigur
Mervyn Dimon.
Hann gjørdi ein tilikan
túr í fjør, og hann eydnað-
ist stak væl.
Aviemore
Aviemore er eitt stórt
feriupláss. Har eru trý
stór nýmótans hotell við
dansihølum, umframt ein
hópur av húsum, sum
ferðafólk kunnu leiga.
Tað verður í tílíkum
húsum ferðalegini koma
at búgva, á tvey-mans-
kemerum. Húsini eru út-
gjerd við ellum nýmótans
hentleikum.
Mervyn sigur, at í Avie-
more er nógv at fara til.
Har er svimjihøll, ishoc-
key-høll, ridibreyt, og ikki
at gloyma Santa Clause
land. Alt hetta liggur
samlað á einum eki inn-
anfyri ein kilometur. Í
Aviemore er eisini megu-
leiki fyri at leiga bátar til
at fara út at fiska við.
Frá Aviemore er bert
ein lítil tími at koyra til
tað kenda Lock Ness
vatnið, og sjey kilometrar
sunnanfyri býin er ein
stórur djóragarður. Hetta
er ein opin djóragarður. Á
ti stóra økinum, har flestu
djórini ganga leys, sleppa
bilarnir at koyra.
2100 krónur
fyri túrin
Tað verður pláss fyri 18
ferðafólkum á hverjari
ferð. Kostnaðurin verður
2100 kr. fyri ferðafólkið.
Um onkur hevur hug at
vera í Skotlandi í tvær
vikur, er prisurin 3.200 kr.
Við í prísinum eru rokn-
aðir ferðaseðlarnir við
Smyrli, uppihald, buss-
túrarnir og morgunmatur.
Mervyn Dimon sigur,
at túrarnir eru væl egnaðir
fyri felagsskapir ella ar-
beiðsfelagar, ti tá ferða-
fólk ikki kenna hvenn
annan áðrenn, gongur
meginparturin av túrinum
til at læra hvenn annan at
kenna, og tey fáa tí ikki
tað burtur úr túrinum,
sum tey áttu.
Síða 5
kring oyggjarnar
Kanna norð-
havssild
Í næstu viku fer Jens
Chr. Svabo á Sandoy-
arbankan at kanna
gýtingina hjá norð-
havssildini. Henda
kanningin verður gjerd
á hverjum ári, men í ár
er ætlanin, at hon skal
verða nágreiniligari
enn hini árini.
Kanningin kemur at
vara í hálvaaðru viku
Studningur
til bókaútgávu
Rithevundafelag Fer-
oya minnir á, at studn-
ingurin, sum norreni
ráðharrastovnurin hev-
ur játtað til bøkur, sum
verða týddar úr hinum
norðurlendsku málu-
num til føroyskt, verð-
ur byttur út i døgunum
27. og 28. april i år.
Seinasta freist at
senda umsókn inn, er
20. mars. Umsóknin
skal sendast til: Sekre-
tariatet for nordisk
kulturelt samarbejde,
Snargade 10, DK-1205,
København K.
Umsóknarbleð fåast
frå landsstyrinum.
Tvær vikur —
900 tons
av råfiski
Kósavirkið hevur hesa
vikuna fingið uml. 250
tons av ráfiski. Hetta
er minni enn vikuna
frammanundan, tá 630
tons av fiski vórðu av-
reidd til virkið. Men
tað hava ikki verið lík-
indi hjá útróðrarbátu-
num síðani mánadagin.
Tá hevdu teir úr 3100
upp í 6800 pund, til-
samans eini 30 tons.
Tveir trolbátar landaðu
eisini mánadagin, Riv-
kollur hevði 18.000
pund og Norðhav
54.000.
Týsdagin vóru tveir
garnabátar í Klaksvík,
Dragasund við 10.100
pundum og Peollur
11.500. Gerðhamar var
eisini inni henda dagin,
hann hevði 75.000
pund. Nevið Reyða
hevði 5.800 pund og
snellubátarnir lógu úr
600 í 1100 pund. Miku-
dagin var ein útróðrar-
bátur úti, tað var
Havnartindur, hann
fekk 6.400 pund.
Klakkur og Kvikk,
sum royna undir Før-
oyum við linu.
eisini landað í vikuni,
Klakkur 80.000 og
Kvikk 115.000 pund.
Elsa F var í Klaksvík
eftir 150
av slogvi
hava
hosdagin
tonsum
Rúmdin og
uppruni hennara
Hetta er heitið á 12. og
seinasta fyrilestrinum í
náttúruvísindaligu
fyrilestrareðini á Fróð-
skaparsetrinum.
I fyrilestrinum verð-
ur fyrst givið eitt yvir-
lit yvir, hvussu rúmdin
eftir vanligari uppfatan
er bygd upp: av stjern-
um, stjørnuhopum 0.ø
Sidani verdur spurn-
ingurin um uppruna
hennara vidgjørdur og
serligur dentur lagdur
á eina teori, har rúmdin
er hugsað vorðin til fyri
einum 10—20 milliard-
um árum síðani vid ein-
um risabresti.
Fyrilesturin er við
ljósmyndum, og tað er
Bogi Hansen, sum
heldur hann komandi
mánakveld 13. mars
kl. 20 í fyrilestrasali-
num á Debesartreð.
Hann er almennur eins
og hinir fyrilestrarnir í
reðini og krevur ikki
serligan forkunnleika.
Skræddu trolið
Brimborg kom á Vág
mánamorgunin við
sløkum 20 tonsum.
Hon hevði roynt í tveir
dagar, tá trolið
skrædnaði. Brimborg
skuldi út aftur hós-
kveldið.
Polarborg I hevur
eisini landað í vikuni,
slek 80 tons. Polarborg
I skal nú á beding fyri
at umvæla skaðan, hon
fekk, tá hon sigldi á
land í Vágsfirði fyrst í
vikuni. Polarborg II er
undir Feroyum, hon
kemur helst inn fyrst í
næstu viku.
Grælingur hevur
landað 243 kassar til
Polarfrost.
Suðringur
100 tons av upsa
Týsdagin landaði Suðr-
ingur 107 tons á Tver-
oyri. Hann roynir und-
ir Feroyum og so at
siga øll veiðan var
upsi. Suðringur er farin
nýggjan túr.
Utróðrarbátarnir á
Tveroyri hava ikki ver-
ið úti í vikuni og um-
framt Suðring hava
bert tvær landingar
verið, Sirius 105.000
pund og Bláfossur
70.000
Flakavirkið á Tver-
oyri avskipaði 80 tons
av flaki til USA við
Frost mánadagin