leygardagur 11. mars 1978síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
sosialurin
Nr. 19 — 11. mars 1978
Latið okkum fara undir regluligar
sjónvarpssendingar við fostum senditíðum
og undir eftirliti skjótast gjørligt
Sjónvarpsfelagið varð
stovnað í 1967. Í enda-
málsgreinini í lóg felags-
ins stendur:
a. at útvega loyvi til
royndarsjónvarp.
b. at leggja fasta ætlan
fyri royndarsjónvarpi,
bæði figgjarliga, tekniskt
og fyri sendingum.
c. at fáa i lag eitt før-
oyskt sjónvarp, sum kann
rekka alt landið.
Felagið hevur sekt
landsstýrið um loyvi at
skipa fyri lokalum roynd-
arsjónvarpssendingum í
Havn. Seinast hetta varð
gjert var á heysti 1975, tá
felagið hevði fingið nýggja
nevnd. Hóast felagið hev-
ur rykt landsstýrið eftir
svari, er enn einki frætt
haðani.
Í hesi 11 árini, ið liðin
eru, síðani felagið varð
stovnað, hevur tann tekn-
iski framburðurin innan
hetta ekið verið alstórur.
Tað, sum tá var næstan
tekniskt óhugsandi, er í
dag vorðin sjálvsagdur
veruleiki. Sum eina fylgju
av hesum tekniska fram-
burði, hava vit ta seinastu
tidina sæð, hvussu video-
kassettu sjónvarpstól
streyma inn í landið.
Stovnar, felog og einstak-
lingar í stórum tali ogna
sær hesi tól, sum eru óg-
vuliga dýr at keypa. Eitt
slíkt anlegg kostar umleið
25.000 kr. og herafturat
skal so gjaldast fyri kas-
settubond.
Tað sigur seg sjálvt, at
tað verða bert tey, sum
frægast eru fyri figgjar-
liga, ið hava ráð at keypa
hesi tól. Tað má haldast at
vera Orimiligt, at tey, ið
ikki hava ráð at keypa
hesi tól, skulu vera við
sviðið soð og einki síggja.
Tað kann heldur ikki vera
rætt, at fólk, sum fegin
vilja síggja sjónvarp,
skulu noyðast at fara út í
felog ella klubbar av ym-
iskum slagi, ístaðin fyri at
kunna siggja tað heima
hjá sær sjálvum. Kanska
kundi tað eisini hjálpt til,
at tey ungu sótu eitt sind-
ur meira heima um kveld-
arnar enn tey gera. Eisini
er at hava í huga, at tey
mongu eldri og brekaðu,
sum sjáldan koma út um
eina gátt. Hjá
hevði sjónvarpið
hent at havt.
teimum
verið
Sum teimum flestu
kunnugt, hevur radio-
teknikkari í Havn sent
sjónvarp í litum eina tíð.
Hóast hesar sendingar
hava verið rættiliga til-
vildarligar, bæði hvat við-
víkir senditið og tilfari, so
havi eg skilt, at tær kort-
ini hava verið rættiliga
væl umtóktar, og tað kom
ti illa við, tá sendingarnar
brádliga vórðu steðgaðar
av legregluni. Tað má
kortini ásannast, at hett-
ar, at privatmaður uttan
eftirlit av nekrum slag,
sendir sjónvarp gjøgnum
luftina, er ikki tann rætti
mátin at loysa hetta mál
uppá.
Tá tað frættist, at send-
ingarnar vóru steðgaðar
av legregluni, gjørdi
nevndin í felagnum av at
lýsa til almennan fund til
viðgerðar av sjónvarps-
málinum. Fundurin varð
so hildin 12. januar 1978,
og var nógv fólk á fundi-
num. Eftir áheitan frá
nevndini, skrivaði megin-
parturin av fundarfólki-
num undir eina áheitan til
Tórshavnar Býráð, um
yvirfyri landsstýrinum at
viðmæla, at felagnum
verður loyvt at skipa fyri
regluligum royndarsjón-
varpssendingum í Havn
sum allarskjótast. Áheit-
anin varð síðani handað
býráðsformanninum.
A fundi 9. februar 1978
samtykti býráðið ein-
mælt at stuðla og taka
undir við sjónvarpsfelags-
ins áheitan á Feroya
Landsstýri, og mælti bý-
ráðið til, at loyvt verður
sjónvarpsfelagnum, ella
kommununi í samarbeiði
við sjónvarpsfelagið, und-
ir eftirliti at skipa fyri
lokalum regluligum sjón-
varpssendingum í Havn
sum allar skjótast.
Tá tosað ella skrivað
verður um sjónvarp í Fer-
oyum, verða ofta met-
ingar settar fram, um
hverjar fyrimunir, ella
hinvegin, hverjar vansar
sjónvarpið kann bera í
sær. Tað verður ofta fert
fram, at sjónvarpið kann
skaða feroyska mentan og
føroyskt mentunarliv. Eg
trúgvi kortini ikki, at
nakar veruliga tryr uppå,
at tað, at vit senda sjón-
varp einar 10 tímar um
vikuna veruliga skal
J. Karter Højgaard,
form. i Sjónvarpsfelagnum
]
— Eg trúgvi ikki, at nakar veruliga tryr uppá, at
tað, at vit senda sjónvarp einar 10 tímar um vikuna
veruliga skal kunna skaða mentunarlívið her á
landi. Persónliga trúgvi eg í hvussu so er einki uppá
tað, skrivar J. Karter Hejgaard m.a. í panelgreinini
kunna skaða mentunarliv-
ið her á landi. Persónliga
trúgvi eg í hvussu so er
einki uppá tað.
Í Dimmalætting 18.
februar í ár hevði Tórmóð-
ur Dahl drúgva grein um
sjónvarp. Eg skal íkki
gera stórvegis viðmerk-
ingar til tað, hann skriv-
aði, tí greinin var jú, úr
enda í annan, tann reina
ræðslupropaganda ímóti
sjónvarpi í Feroyum.
Tað má átalast, at hesin
maður, ið er verkfreðingur
og situr í almennum starvi
sum idnadarrådgevari, i
blødunum alment slongir
ut óprógvaðar påstandir
um, at sjónvarpið kann
vera heilsuni at stórum
skaða, eitt nú at tað kann
skaða eyguni. Serlækni í
eygnasjúkum, sum eg
havi fyrilagt spurningin,
upplýsir, at hetta er tað
reina mesn. Einki prógv
er fyri, at so er. Tað skuldi
ikki undra meg, um tað
vóru mong, ið gjørdust
eitt sindur kløkk, tá hann
í greinini skrivar, at radio-
aktivar geislingar frá lit-
sjónvarpstólum liggja um
ásetta vandamark, og í
flestu forum væl yvir tað
mark, ið heimskendi
svenski radiologurin og
professarin Siverts metir
eigur at vera hægsta
mark. Eg kenni ikki hend-
an svenska radiolog og
professara og veit heldur
ikki, hvat hann hevur
skrivað um hetta evnið,
men eg havi kannað, hvat
Sundhedsstyrelsen, Sta-
tens institut for strálehygi-
ejne í Danmark sigur um
røntgengeislingar frá lit-
sjónvarpstólum, og har
verður greitt soleiðis frá:
»Farvefjernsynsmod-
tagere arbejder med en
højspænding på ca. 25 kV
og der produceres således
en del røntgenstråling i
billedrøret. I moderne
farvefjernsynsapparater
er der ingen andre kom-
ponenter, der kan genere
røntgenstråling, idet de er
fuldtransistoriserede. Den
i billedrøret dannede rønt-
genstråling bliver stand-
set i rørets glasvæg, så-
ledes at man ikke kan
konstatere skadelige rønt-
genstråling fra fjernsyns-
modtagere. Den modtag-
ne dosis er selv for en
flittig fjernsynsseer altså
fuldstændig forsvindende
i forhold til den naturlige
baggrundsstráling.<
Tað er væl ongin, sum
trýr uppá, at hesin stovn-
ur er heftur av sjónvarps-
idnadinum.
Tað verður eisini í
greinini gjørt nógv burtur
úr, hvussu kostnaðarmik-
ið sjónvarpstól eru og tí
ágóða handilsmenninir fáa
av seluni, men tað verður
onki sagt um, hvussu mik-
ið av ti peningi, ið eitt
sjónvarpstói kostar, fer í
landskassan. Skalt tú
keypa eitt sjónvarpstól,
mást tú rinda 30% í tolli,
13% í umsetningsgjaldi
og omanå verða so lagdar
kr. 300,00 fyri hvert sjón-
varpstólið, t.v.s. at ca.
1/3 av tí, sum tú skalt
rinda fyri eitt sjónvarpstól
fer í landskassan.
Tað verður eisini í
greinini sagt, at Hilmar
Kass, løgtingsmadur í
orðaskiftinum á tingi um
løgmansrøduna, skal hava
gjørt seg til talsmann fyri,
at hesum privata sjón-
varpsfelagi verður givið
loyvi at halda fram við
sendingum sínum. Hetta
kann Hilmar Kass sjálv-
andi ikki hava sagt, tí
Hilmar Kass er útmerkað
væl greiður yvir, at sjón-
varpsfelagið ongan sum
helst lut hevur átt í teim-
um sjónvarpssendingum,
sum higartil eru farnar
fram í Havn.
Eg vil fegin siga tað so
greitt, at tað ikki er til at
misskilja, at sjónvarpsfel-
agið ikki fer undir at skipa
fyri sjónvarpssendingum
uttan so, at felagið frá
myndugleikunum hevur
fingið loyvi til tess. Held-
ur ikki fer felagið at senda
tilfar, sum ikki er fingið til
vega á fult út lógligan
hátt.
Tosað hevur verið
rættiliga nógv um, at for-
oyingar kanska um nøkur
ár kunnu síggja sjónvarp
frá einum telesatelitti,
sum ætlanir hava verið
frammi um, at norðurlond
í felag skulu skjóta út í
rúmdina. Eftir hvat frætt
er, hevur henda ætlan
eftir ollum at døma fingið
mønustingin á fundi i
Norðurlandaráðnum fyri
stuttum. Fyri okkum for-
oyingar er tað helst eingin
missur í, at hesar ætlanir
ikki verða fordar út í lívið.
Ókeypis hevði tað helst
ikki verið at sæð sjónvarp
um henda telesatelitt, og
vit føroyingar høvdu so i
hvørt fall ikki havt nakran
sum helst møguleika, at
havt eftirlit við teimum
sendingum, ið haðani
komu.
Í panelgrein síni her í
blaðnum næstseinasta
leygardag, ásannar Dånj-
al Pauli Danielsen, lands-
stýrismaður, at tað nyttar
ikki at bera seg undan í
sjónvarpsmálinum. Hann
kundi hugsa sær eina
fyribils skipan, ikki bert
fyri Havnina, men helst
fyri meginpartin, sum ikki
allar Feroyar.
Eg eri samdur við
landsstýrismannin í hes-
um sjónarmiði. Men eg vil
kortini heita á landsstýrið
um at fylgja áheitan Tórs-
havnar Byråds, um at
sjónvarpsfelagnum ella
kommununi í samarbeiði
við sjónvarpsfelagið, und-
ir eftirliti, sum eina byrj-
an, verður loyvt at skipa
fyri lokalum regluligum
sjónvarpssendingum i
Havn.
Eg eri fullvisur i, at fel-
agið er ført fyri at skipa
fyri sjónvarpssendingum í
litum, sum kunnu siggjast
um alla Havnina. Tann
tekniski spurningurin er
loystur, og krevur bert
smáar ílegur, umleið kr.
25.000 til keyp av sendar-
um, antennum v.m.
Tað er greitt, at vit bert
í ógvuliga lítlan mun, av
figgjarligum grundum,
eru førir fyri at gera før-
oysk sjónvarpsprogramm-
ir. At gera serlig føroysk
sjónvarpsprogrammir
krevur stórar peningaligar
ílogur, sum eg ikki trúgvi,
at føroyingar vilja offra.
Heldur ikki, um vit ein
dag fáa alment sjónvarp
her å landi. Tad er einki at
ivast i, at vit kunnu fåa
alt tad tilfar av upplys-
andi og undirhaldandi
slagi, ið vit ynskja frá
Danmarks Radio, og eisini
frá hinum norðanlondun-
um til ein yvirkomiligan
pris. Eg vil ti einaferð enn
heita á landsstýrið um at
geva tað neyðuga loyvið,
so vit sum skjótast kunnu
fara undir fyrireikingar-
nar.
J. Karter Højgaard