leygardagur 11. mars 1978síða 10
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
sosialurin Nr. 19 — 11. mars 1978
BU BU #5
Javnaðarstjórnin í Noregi
knøttin
Lítlar vónir
um sjálvstýri
fyri Skotland
Teir skotar, sum nú í
mong ár hava barst
fyri, at Skotland skal
fáa sjálvstýri innan
bretska ríkisfelags-
skapin, verða helst
vónsviknir, tí í Undir-
húsinum í London tyk-
ist ikki vera stórvegis
áhugi fyri at veita
Skotlandi slíkt sjálv-
stýri, tiansheldur Wal-
es sum eisini hevur
kravt eina frælsari pol-
itiska skipan. Skotsku
nasjonalistarnir eru i
eðini.
— Skotlendingar
verða nú virdir sum
annan klassa borgarar í
bretska samfelagnum,
sigur ein forsprákari
fyri = sjålvstyrisrørsl-
una, Donald Stewart.
Tað ið hent er, er at
mótsteðumenn av
sjálvstýrinum innan
konservativa flokkin
og arbeiðaraflokkin í
felag eru farnir saman
um at skjóta upp, at
eitt prosentmark skal
verða sett fyri ja-at-
kveður undir teirri
fólkaatkveðu, ið ætlað
er skal taka endaliga
avgerðina. Einans
heimabúgvandi fólk í
sjálvum Skotlandi
sleppa at eiga at-
kveðurætt, og sum
viðurskiftini eru nú,
mugu í minsta lagi
40% av ellum teimum,
ið atkvødurætt eiga,
atkvøda ja fyri sjálv-
stýri. Og flest øll ivast
i, at skotar sjålvir
verða nog nógvir til at
fåa meiriluta fyri sjålv-
styrisuppskotinum, ti
mong eru trek at fara å
val ella taka lut i fólka-
atkvødu.
Nobel-
heidursløn til
frelsunarherin?
Uppskot er komið um
at lata næstu Nobel
friðar-heiðurslenina til
alheims Frelsunarherin
(The Salvation Army).
Tað eru fleiri lond, ið
eru komin við hesum
uppskoti, m.a. Noreg,
Frakland og Canada,
har tað eru tingmenn,
ið eru samdir um, at
eingin hevur meiri
uppiborið at fáa heið-
urslenina enn júst
frelsunarherurin, ið
hevur avrikað so stórt
arbeiði gjøgnum tíðina
at hjálpa og stuðla, har
neyðin valdar.
af på
Eydnuhjól
Fleiri húsmeður í einari
filipinskari bygd nær
vid høvudsstadin Ma-
nila eru ógvuliga óðar,
av tí at eitt nýtt slag
av eydnuhjóli er byrjað
har. Hevuðsvinningur-
in er lykilin til eitt ho-
telrúm og ein genta at
fara í song við.
Hetta eydnuhjól er
best dámt av bæði gift-
um og ógiftum monn-
um. Hverja ferð verða
bert 200 lutaseðlar
seldir fyri 1,50 kr. fyri
hvenn. Vinnarin fær
afturat áðurnevnda
vinningi 40 kr. í lum-
mapeningi. Konurnar í
bygdini royna nú at fáa
menninar at lata vera
at keypa lutaseðlar,
men teir nokta, at eitt
tílíkt eydnuhjól er til
har.
Australskur
pólgranskari
bjargaður við
sovjetiskum
helikoptara
Tá tann australski pól-
granskarin Coll Paget
á Station Davis í Ant-
arktis knappliga lá við
magasári og nógvari
pínu, noyddust lags-
breður hansara at
senda út neyðarkall,
sum varð hoyrt av
bæði amerikanskum og
sovjetiskum gransk-
ingarsteðum. Næst
Station Davis var tann
sovjetiska staðin Mor-
nyj — 700 km burtur.
Við Oleg Fjodorov við
róðrið og við læknum
umborð fór ein sovjet-
iskur MI-8 helikoptari
av stað. Hóast tað var
kavaroksódn, komu
teir fram, Paget fekk
eina sproytu móti pínu
og var síðani fluttur til
Mirnyj. Haðani fór
hann við einum amer-
ikonskum flogfari heim
til Australia, og nú
frættist, at hann er
uttan fyri vanda og í
betringi.
Viktor Jara
uppkallaður
Sovjetiska Donau-reið-
ariið hevur samtykt, at
eitt av teirra sterstu
skipum skal fáa navn
eftir tí gitna chilenska
komponistinum og
sangaranum Viktor
Jara, sum í september
1973 varð myrdur av
fascistunum.
hevur framvegis álit
46% av ellum norðmonn-
um eru framvegis væl
nøgdir við javnaðarstjórn
Odvar Nordlis, vísur ein
veljarakanning, sum
gjørd er av »Norges mar-
kedsdata.« Og stjórn
Nordlis er høgt í metum
sammett við undanfarin
stýrir í landinum seinastu
árini.
Odvar Nordli er persón-
liga væl dámdur maður,
hann hevur rikið ein fast-
an og positivan politikk
bæði í innlendis og útlend-
is viðurskiftum. Ti er
heldur eingin orsek at hal-
da, at stjórnarskifti fer
fram í Noreg í bræði, men
at núverandi javnaðar-
stjórnin verður sitandi
valskeiðið út. Av tí at bú-
skaparliga steðan í dag í
landinum er viknað nak-
að, hevur stjórnin framt
tiltøk at fáa ríkinum meiri
pening, fremst við skatt-
um og tollgjøldum, men
hetta eru tiltøk, ið flestu
norðmenn skilja eru neyð-
Borgin hjá Franco
brendi niður í grund
Deyði spanski einaræðis-
harrin Francesco Franco,
generalur, átti í býnum
Coruna eina summarborg,
men hon brendi niður í
grund um dagarnar, tá ið
egiligur eldur knappliga í-
kom. Legreglan sigur, at
eldurin meguliga er ásett-
Borgin var framvegis
ogn hjá Franco-familjuni.
Hon varð keypt stutt
aftaná borgarakriggið fyri
pening, ið varð savnaður
saman um alt landið at
veita Franco sum gávu.
ug at fremja. Noreg er eitt
vælferðarsamfelag burtur
av, og tað liggur fremst
hjá javnaðarstjórnini at
fáa búskapin uppá fulla
hædd aftur skjótast gjer-
ligt. Tað fer óivað eisini at
eydnast.
Odvar Nordli, forsætisráðharri í Noregi, er vældámdur
maður, vísa veljarakanningar
Egyptaland ikki búgvið
til kriggj í fleiri ár
Egyptaland noyðist í
Lesnaður
til alla
hvussu er at hava 7 ár at
búgva seg út til eitt nýtt
kriggj móti Ísrael, sigur
israelski uttanríkisráð-
harrin Moshe Dayan, nú
steðgur fyri álvara tykist
vera komin í eina semju
millum bæði londini.
Hetta segði Dayan, tá
bretski uttanrikisråd-
harrin David Owen nyliga
var å almennari vitjan i
Ísrael. Owen segði i sam-
reðu við Dayan, at tað var
av stórum týdningi at fáa
Jordan við í friðarsamráð-
ingunum í Miðeystri. Tað
er ísraelska búsetingin í
teimum hertiknu ekjunum
móti Jordan, sum mest
Lýsingar
Lýsingar til mikudags-
blaðið mugu vera blað-
num í hendi í seinasta
lagi kl. 10 týsdag. og
til leygardagsblaðið í
seinasta lagi hósdag kl.
soSialurin
Tlf. 11820—14720
hevur verið til hindurs fyri
semju við grannarnar.
Sendimaðurin hjá Ísrael
í Washington, Chaim
Herzog, sigur, at samráð-
ingarnar við Egyptaland
læstu seg fastar, tí at
egyptiski forsetin Anvar
al-Sadat so líðandi skilti,
at hann ongan stuðul fekk
í arabaraheiminum í frið-
arroyndum sínum.
Eisini beiggja dámar
best angan av CLEO
Heilsela: J. VEYHE
Tórshavn, telf. 11591