leygardagur 11. mars 1978síða 9
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 19 — 11. mars 1978
sosialurin
Gamla bátasmiðjan, sum ikki longur verður brúkt, stendur beint uttan fyri kaiina
vita teir ikki. Sjálvandi
vita teir, á hverji positión,
teir hava fingið fiskin,
men fyrr var tað so, at
hver steinur hevði navn.
Men hetta hava teir yngru
onga skuld í, at teir ikki
vita. Eingin hevur sagt
teimum tað. Sum sagt, so
eru ýtini tey somu, nøvn-
ini eru ikki skift, men teir
kenna ikki navnið á teim-
um.
Bátasmiðjan
á Tvøroyri
— Í letuni er bert tann
eina bátasmiðjan her á
Tveroyri. Hava annars
nógvir bátasmiðir verið
her á staðnum?
— Gamli Hanus, teir
kallaðu, hann smíðaði
bátar, hann kom úr Nóls-
Teir leggja dekk í bátin hjá Niels Merk. Henda bátin bygdu teir har á verkstaðnum
fyri níggju árum síðani
oy og Georg á Brúgv
smíðaði bæði róðrarbátar
og motorbátar, men ann-
ars minnist eg ikki til
annað enn her i båtasmidj-
uni og i ti gamla verk-
staðnum uttanfyri kaiina.
— Kristian er tíðinda-
fróður maður og greiðir
okkum frá onkrum, sum
hann minnist aftur til.
— Fyri einum seksti ár-
um síðani var aktivitetur
á Tveroyri. Tá bygdu vit
millum annað ein motor-
bát. Hesin æt Skortur.
Hann sigldi í fastari rutu
til Havnar, eins og Smyril
ger í dag. Hann varð
gjørdur i verkstaðnum. Tá
var eg ikki byrjaður at ar-
beiða har, men eg gekk
har. Hann sigldi fyri
Smyril — tann Smyril,
sum tit sigla við nú. Hann
sigldi fast millum Suður-
oynna og Havnina við
posti. Báturin var 16 tons
stórur og hevði ein 16
hesta stóran motor og var
hvert sprekið í honum eik,
uttan dekkið, sum var úr
furu. Hetta var í 1918 —
19. Hesin báturin sigldi
við posti í eini seks ár.
Eisini vórðu tveir aðrir
eins stórur bátar bygdir
inni í sama skúrinum. Teir
vóru drignir út, áðrenn
stýrihúsið varð sett á teir.
Skipabátar
Í árunum 1921—22 var
nógv arbeiði við at gera
skipabátar. Av sluppum
máttu vera til samans
einar fimti og hesar høvdu
allar sín ritubát. Hetta
var bátur, sum varð nýtt-
ur til at útvega sær agn
við, men hesin báturin var
so mikið lítil, at hann ikki
kundi verða nýttur sum
bjargingarbátur. Hann
kundi ikki bera alt fólkið.
Eg haldi, tað var í 1921, at
lóg varð gjerd um, at
skipini skuldu hava bjarg-
ingarbát. Hesir skuldu
vera einar 23—24 føtur til
longdar, og taka einar 23
mans. Knípið var við
plåssinum umborð á
sluppunum, so stavnurin
skuldi helst fara so lágt
niå . framman, at hann
skk undir bummin.
Plássið aftureftir, sum
eisini var knipid við, gjer-
di, at neyðugt varð at
skera burtur úr fiskakass-
anum fyri aftara endanum
á bátinum. So var tað ar-
beiðið gjert, at skipið
hevði fingið bjargingarbát
og var farið út á havið, so
skuldi báturin setast út
fyri at fáa sær agn. Tó
vóru teir so stórir, at teir
vóru ringir at fáast við. So
Síða 9
var eitt at gera og var tað
ein minni bátur til tað ar-
beiðið. Hann skuldi eisini
hava pláss og einki annað
pláss var uttan uppi í hin-
um bátinum. Hetta vóru
teir sokallaðu tommarnir,
sum tá vóru bygdir
Hetta gav sjálvandi
stórt arbeiði til verkstaðið
og vóru ofta triggir bátar
bygdir í senn. Tá arbeiddu
upp í átta mans har
— Tit hava ikki bert
bygt bátar har á verkstað-
num?
— Nei, tað kom so ein
tid aftur, tá seint í tjúg-
unum, tá teir fóru at seta
motorar í skipini. Skipini
vópru uppi á beding har
inni — fingu skrúvu i-
setta. Ruff bleiv gjert og
stýrihús og varð hetta alt
gjørt á verkstaðnum
Hetta vóru mest skipini
hjá Mortensen og tey á
Hvitanesi, sum vit høvdu
við at gera, endar Kristian
Debes prátið við Sosialin
Teir standa við lokið verk... frá vinstru Andrias Olsen, Johan Olsen, Kristian Debes
og Niclas Olsen
Triðja ættarliðið
í bátasmiðjuni
Vit hittu eisini Johan Ol-
sen, sum nú stendur fyri
bátasmiðjuni. Johan er
sonur Niclas Olsen og
abbasonur Andrias Olsen,
sum allir hava arbeitt sum
bátasmiðir.
— Hevur bátasmiðjan
nógv at gera?
— Ja, heilt nógv —
bæði nýbygningar og um-
vælingar. Fyri tað mesta
eru tað bátar her á pláss-
inum. Til tíðir hava vit so
nógv niðurfyri av arbeiði,
at vit noyðast at siga åvis
arbeiði frá okkum. Í letuni
hava vit ein bát inni, sum
vit skulu leggja dekk í.
Henda bátin bygdu vit
fyri niggju árum síðani.
Tað er Niels Merk í Sand-
vík, sum eigur båtin.
Annars hava vit júst nú
gjørt ein nybygning til ein
mann å Tvøroyri.
— Kunnu vit ikki siga,
at tad at vera båtabyggj-
ari hjá tykkum er gingið i
— Jú, tað kann sigast.
Abbi min, Andrias Olsen
var båtabyggjari. Tad
hevur verið fyrst í hesi
eldini, hann fór í læru hjá
bátabyggjaranum Dánjal
Mortensen og seinri fóru
pápi og hann í Líðina og
bygdu hetta verkstaðið.
— Tú ert útlærdður
timburmaður og nú báta-
byggjari?
— Eg havi altid havt
áhuga fyri bátasmíði og
havi fylgt við arbeiðinum
hjá teimum her á verk-
staðnum. Eisini var eg
tvey ár í Grenlandi sum
timburmaður
— Er tað betur at vera
bátabyggjari á Tvøroyri
enn timburmaður í Gren-
landi?
— Her er ein heima,
men eg vil ikki siga, at úr-
tøkan er betri her. Men
mær hevur altið dámað
hetta arbeiðið væl, end“
Johan Olsen
LE AA ——A—a4a1Þ1R A —— —AHAW—m— I SSD