týsdagur 9. juli 2002síða 2
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 128 - 9. juli 2002
Nr. 128 - 9. juli 2002
3
himmal og jørð. Alt frá
sjampo til blomsturfræ.
– Tað er framvegis nóg
mikið at gera. Men tað
gongur longri og er tyngri,
men dagarnir ganga sína
gongd. Eg plagi at gera
onkur smávegis arbeiði fyri
fólk, um tað skal til, for-
telur Bjarni – enn eitt
sindur ótryggur á málinum.
At tosa við tíðindafólk er
helst ikki nakað, ið hevur
ligið fremst í hansara dags-
skrá.
Eg hyggi meg um í
handlinum. Tað tú leitar
eftir í øðrum handlum, men
ikki finnur har, er stórur
møguleiki fyri, at tú kanst
finna inni hjá Bjarna.
Jólapappír, jólapynt, urta-
pottagoymarar,
nipsting,
sjampo, hosur... Ja, enntá
eitt lítið hjarta, sum plagdi
at hanga á barnavognum tá
eg var lítil við áskriftini
”Rør mig ikke!” hongur á
einum knóra.
Glaður fyri blikksmíð
Bjarni er útlærdur blikk-
smiður.
– Eg havi altíð verið
serliga glaður fyri blikk-
smíð. Blikksmíð er tað eg
kalli fyri veruligt hondverk.
Og hetta er farið í søguna
nú. Tá eg lærdi gjørdu vit
mjólkarspannir, mjólkar-
dunkar,
grýtur,
breyð-
skuffur, liturmál, os.fr. Alt
hetta verður ikki gjørt á
sama hátt longur, greiðir
Bjarni hugagóður frá.
Tá farið varð undir skips-
arbeiðið,
gjørdi
Bjarni
roykrør,
grýtur,
ketlar,
takrennur og nógv annað.
Eisini varð hetta sett upp,
um tørvur var á tí. Og
heldur Bjarni, at hetta var
eitt áhugavert arbeiði, ein
røtt lívsambitión.
– Ein kann róliga siga, at
mítt arbeiði hevur verið
mín hobby. Eg veit ikki,
hvussu leingi eg fari at
halda fram. Tað stendur
ikki í mínari makt. Ein veit
ikki, hvussu leingi ein
livir..., sigur Bjarni, av-
gjørt, men róliga.
Spurt verður um nógv
fólk hyggur inn á gólvið hjá
honum. Bjarni svarar, at tað
er ikki nógv, men nakað.
– Eg selji alt møguligt.
Gávulutir, urtapottar, fræ at
sáa, summarplantur, træ-
runnar. Fólk keypa eisini
rørdeilir frá mær. Og tað
fari eg at selja, til tað
einaferð verður uppi.
Bjarni sigur, at lítið av
nýggjari vøru kemur inn.
Ikki nakað, ið er vert at
nevna.
– Eg havi altíð havt
ábyrgdina av handlinum og
virkseminum
sjálvur.
Bankin og eg hava átt tað,
sum er at eiga.
Prátið gongur eitt sindur
trekari, og nú er tíðin
komin at takka fyri seg.
Tann serligi roykurin av
handlinum,
óruddið,
Bjarni,
jólapyntið
og
blómurnar standa innan-
fyri, tá hurðin verður latin
aftur.
Bjarni Hansen hevur
skjótt búð í Runavík í
hálva øld. Hann kom
inn á Skálafjørðin í
1953, og hevur hann
búð har líka síðani.
Bjarni er útbúgvin
blikksmiður, og hevur
hann starvast innan
hetta yrkið alt sítt lív
SAMRØÐA
Ingrid Bjarnastein
Nakað heilt serligt er við at
koma inn í handilin hjá
Bjarna Hansen í Saltang-
ará. Handilin liggur mið-
skeiðis í býnum, so sentralt
sum tað nú einaferð ber til.
Tá tú kemur innar, upp-
dagar tú beinanvegin, at
hetta er ikki sum allir aðrir
handlar. Har er lítið og
trongt. Allastaðni runt í
handlinum standa lutir og
onnur smáting, og tú byrjar
at ivast í, hvat hetta er fyri
ein handil, og lítið nyttar at
fara útum at hyggja eftir
skeltinum, tí onki skelti er.
Óruddiligt er eisini, men
hóast alt, so er handilin
sjarmerandi – á sín egna,
heilt serstaka hátt. Í krók-
inum situr ein eldri maður,
og býður okkum vælkomin.
Bjarni er 74 ára gamal,
men sær yngri út. Ikki
serliga høgur. Hann er
gráur um vangarnar, og
eisini er farið at fækkast við
hári. Men hann er blíður og
fryntligur á at líta. Tær
grønu smekkibuksurnar og
keppurin, sum liggur við
síðuna av kassaapparatin-
um siga, at her situr ein
býarmynd í Runavík.
Í byrjanini er Bjarni ikki
nakað serliga prátingar-
samur. Stillur og lítillátin í
medferð. Heldur ikki, at
hann dugir at fortelja nak-
að, sum hevur áhuga fyri
onnur. Men tá prátið veru-
liga er komið á glið,
stendur ikki á við at
fortelja.
– Eg flutti til Runavíkar á
heysti í 1953 úr Hósvík, og
havi verið her síðani tá,
sigur Bjarni.
– Eg læt handilin upp á
nýttárinum í ’54, og var tað
mest skipsarbeiði eg tókst
við tá. Her vóru nógv skip,
og her var ongin blikk-
smiðja tá.
Ja, nú fall fimmoyrað.
Hetta er ein blikksmiðja,
sum eisini selur gávulutir.
Helst tann einasta av sínum
slag í øllum Føroyum, ja,
kanska enntá øllum konga-
ríkinum.
Nógv at gera
Bjarni fortelur víðari, at
nógv var at gera. Seinni fór
hann eisini undir at selja
lutir til rørsmíð, og so við
og við vaks handilin, og í
dag selur hann alt millum
Bjarni Hansen, blikksmiður:
Mítt arbeiði er mítt hobby
Bjarni Hansen eigur mest merkisverda handilin
í Eysturoynni, ja, kanska enntá í øllum
Føroyum
Mynd: Jens Kr. Vang
C
M
Y
K
3
2
SMYRIL LINE
Tel 34 59 00
team85
4 fólk í bili
w
w
n
w
.s
r
my
i
l-li
e
.f
o
w
w
n
w
.s
r
my
i
l-li
e
.f
o
summarið 2002
e-mail: booking@smyril-line.fo
Bilpakkar
Danmark
Noreg
úr 815,-
úr 815,-
úr 505,-
úr 505,-
Hetland
Ísland
Skotland
úr 400,-
úr 400,-
úr 768,-
úr 768,-
úr 1.370,-
úr 1.370,-
Tórshavn -
Hanstholm
ella hinvegin
Ferðist bíliga ...
fyri hvønn
Tórshavn -
Bergen
ella hinvegin
fyri hvønn
Tórshavn -
Lerwick
ella hinvegin
fyri hvønn
Tórshavn -
Seyðisfjørður
ella hinvegin
fyri hvønn
Fráf. Tórsh.: 30/8, 6/9, 11/9
Fráf. Hansth.: 17/8, 24/8, 31/8, 7/9
Fráf. Tórsh.: 7/8, 14/8, 21/8, 28/8
Fráf. Seyðisfj.: 22/8, 29/8, 5/9
Tórshavn -
Hetland -
Skotland
ella hinvegin
fyri hvønn
Bilpakkar