týsdagur 9. juli 2002síða 3
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 128 - 9. juli 2002
Nr. 128 - 9. juli 2002
5
GESTUR
Jústinus Leivsson
Eidesgaard
Klokkan er hálvgum ellivu
mánamorgun, ein ónevnd
kelda er í telefonini og
sigur, at kendi danski polit-
ikkarin
og
sakførarin
Mogens Glistrup situr í
Vágsbotni og lesir okkara
blað. Tað er ikki fyrsti apríl,
vit eru komin út í juli. Vit
vága og koyra beinleiðis
heim í Vágsbotn í Havn,
har Mogens Glistrup situr.
Hann er 76 ára gamal, slitin
og kanska eitt sindur órak-
aður, men hevur framvegis
kviku eyguni og hugsar seg
ikki eitt sekund um, áðrenn
hann svarar.
- Eg eri her 42. hvørt ár
og næstu ferð er komið at
vitja føroyingar, tá verið eg
118 ár. Fyrstu ferð eg var í
Føroyum var í 1960. Tá
kom eg við ferðamanna-
skipinum Dr. Aleksandrine
á veg til Reykjavíkar á ein
norðurlendskan juristafund.
Tað var ein góð vitjan og nú
eri eg aftur, men í heilt
øðrum ørindum. Eg eigi
eina abbadóttir, hon er 10
ára gomul og seinastu
fimm árini hava vit verið
røsk at ferðast við henni.
Also ikki eg og konan
einsamøl, men eisini dóttir
okkara og so svigarsonurin,
sum er eitt slag av ferða-
fyrireikara fyri okkum. Tað
er hann, sum tekur sær av
øllum tí praktiska og vit
fylgja bara við. Akkurát nú
siti eg her sum avtalað, og
bíði eftir hinum, tey eru og
gera okkurt ørindi í býnum
og vit avtalaðu, at eg skuldi
sita á hesum bonkinum, so
tey kunnu finna meg aftur.
Eg havi vitjað undirhúsiið
og javnaldrarnar har, sigur
Mogens Glistrup eitt sindur
speiðsamur.
Og vit fáa ikki rættuliga
náðir at práta, tí Glistrup er
kendur maður í Føroyum,
og nógv koma og heilsa
uppá hann. "ER DETTTE
IKKE
MOGENS
GLISTRUP; MIN SANN"
sigur ein eldri maður og
stevnir beina leið móti
bonkinum
og
tekur
í
hondina á Glistrup. "DU
SKULLE STIDLE OP TIL
VORES LAGTING, SÅ
VILLE
DER
KOMME
SKIIL Á PÅ FÆRØ-
ERNE:" Fleiri aðrir heilsa
Glistrupi, men móti allarari
vanligari siðvenju, so óttast
teir myndamannin og hava
hug at kráma á linsuni, so
løtan ikki verður gjørd
ódeyðilig.
Kennir tú fólk í Før-
oyum?
- Ikki tað stóra, eg læs
kanska saman við onkrum,
men havi gloymt navnið. Jú
forrestin Halgir Winther
Poulsen byrjaði hjá mær
sum fultrúi, áðrenn hann
gjørdist sakførari. Hittir tú
hann so heilsa endiliga. Eg
havi lært hann upp, sigur
Mogens Glistrup við einum
smíli.
Fylgir tú við í føroyskum
politikki?
-Ja, tað geri eg og tað er
rættuliga einfalt í løtuni.
Her stendur 16-16 í full-
veldisspurninginum
og
skulu føroyingar gera sær
dreymar um fullveldið, so
má ein meiriluti finnast
fyrst. Eg haldi sjálvur, at
ein tillagingartíð til full-
veldi upp á eini 10-15 ár er
nóg mikið. Annars er tað
heilt skeivt, at Føroyar
nakrartíð komu at hoyra til
Danmark. Tveir klutraðu í
tí upp undir endan av nap-
oleonskrígnum. Føroyar,
Ísland og Grønland hoyra
náttúrliga til Noreg og ikki
Danmark, sogur Mogens
Glistrup.
Tú hevur ofta úttala teg
um
samansetingina
av
danska fólkinum, er tú
framvegis
bangin
fyri
danska fólkinum?
Ja. tað er so befríandi at
sita her í Vágsbotni og
síggja, at her eru tað
føroyingar sum búgva. Tit
koma at ráða í Føroyum
næstu mongu árini. Í Dan-
mark er tað soleiðis, at
heldur verandi gongd fram,
so eru muhamedanararnir í
meiriluta, áðrenn hendan
øldin er hálvrunnin og tá
kunnu teir seta egnar lógir í
verk og stýra øllum, sigur
Mogens Glæistrup.
Er tú ein nøgdur fyrrver-
andi politikkari?
Eg veit ikki hvussu fyrr-
verandi eg eri. Eg var
sakførari, og lógirnar sum
politikkararnir
smíðaðu,
vóru burtur úr vón og viti.
Eg mátti gera okkurt við
hetta og gjørdist polit-
ikkari. Nú eri eg pensi-
oneraður og fegnist um, at
tann politikkur, sum eg
kom fram við, verður
førdur í dag í odd og egg.
So kann tað vera líka mikið
hvør fær heiðurin, bara vit
flyta okkum á rættari leið,
og tað er júst tað sum
hendir nú, sigur Mogens
Glistrup.
Uttan at koma inn á hvat
hann meinar við hesum,
sipar Mogens Glistrup til
nýggja
politikkin
hjá
stjórnini, sum ger tað
truplari hjá útlendingum at
flyta til Danmark.
Glistrup kom til Føroyar
við Norrønu og skal vitja
kring landið í nakrar dagar.
Hann fer avstað aftur
fríggjadagin til Hansholm.
-Jeg skal se på fuuugle,
sigur hann við einum smíli
á reinum bornholmsmáli og
fer at tosa við viðhaldsfólk
í Føroyum og tey eru slett
ikki so fá.
Glistrup: Vitji Føroyar 42. hvørt ár
Ingi Mohr heilsar her upp á Mogens Glistrum. Glistrup er kendur í Føroyum og tað løtuna Sosialirin tosaði við hann vórðu vit ofta avbrotnir av føroyskum
beundrarum, sum heilsaðu upp á Glistrup.
Mynd Jens Kr. Vang
Glistrup er kvikkur í
replikkini og undirritaði
skuldi skunda sær, skuldi
hann fáa nakað niður á
blokkin frá hesum orðatítta
manni.
Mynd. Jens Kr. Vang
Tíggju sjúkradag-
bøkur ella journalir
vórðu seinasta viku-
skiftið stolnar á
Læknamiðstøðini í
Vági. Jenis av Rana,
kommunulækni, fann
tær aftur á trappuni
uttanfyri viðtaluhøli
síni í Havn. Ansingin
av dagbøkunum í
Vági hevur ikki verið
nóg góð, tí tjóvurin
slapp alt ov lætt
framat
TJÓVARÍ
Stefan í Skorini
Ansingin av sjúkradagbók-
um á Læknamiðstøðini í
Vági hevur ikki verið nóg
góð. Seinasta vikuskiftið,tá
jóansøkan var í Vági vórðu
tíggju tilvildarligar dag-
bøkur stolnar av miðstøð-
ini. Tær vórðu tó funnar
aftur uttanfyri viðtaluhølini
hjá Jenisi av Rana við
Tinghúsvegin í Havn.
Ein sera løgin tilburður,
har tjóvurin hevur stolið
dagbøkurnar
á
Lækna-
miðstøðini og síðani borið
tær aftur til ein lækna, sum
kundi beina tær aftur á
rætta stað.
Slapp lætt framat
Løgreglan í Suðuroy upp-
lýsir, at sjúkradagbøkurnar
eru stolnar einaferð leygar-
dagin ella leygarkvøldið, tá
læknin á miðstøðini hevði
úr at gera. Viðkomandi
hevur tikið tíggju tilvildar-
ligar dagbøkur úr skápin-
um, men einki bendir á, at
tjóvurin hevur leitað eftir
ávísum dagbókum.
Løgreglan metir hetta
málið at vera sera álvar-
samt, tí sjúkradagbøkur
innihalda privatar og sera
viðkvæmar og persónligar
upplýsingar, sum fólk ikki
ynskja, at nakar annar
óviðkomandi persónur fær
innlit í. Tí eigur eftirlitið av
slíkum skjølum at vera sera
strangt.
Tað hevur tað ikki verið í
hesum
førinum,
metir
løgreglan. Tjóvurin hevur
ikki brotið inn, men er
sloppin ótarnaður framat, tí
hvørki skápið ella hurðin
hava verið læst.
Læknin, sum kom til
arbeiðis sunnumorgunin,
varnaðist, at dagbøkur vóru
horvnar, og hon boðaði
løgregluni frá beinanvegin.
Læknamiðstøðin í Vági
er soleiðis innrættað, at
sjúklingar
skulu
ganga
ígjøgnum skrivstovuna, har
sjúkradagbøkurnar liggja,
fyri at sleppa inn í við-
taluhølið. Tí kann tað hugs-
ast, at meðan læknin hevur
havt ein sjúkling inni, hev-
ur onkur verið inni í skriv-
stovuni og tikið dagbøk-
urnar.
Fekk dagbók í
dansinum
Ein kvinna í Vági boðaði
sunnumorgunin frá, at ein
ungur maður hevði verið á
gátt við hennara sjúkradag-
bók.
Hann
hevði
fingið
sjúkradagbókina í hondina
í jóansøkudansinum í VB-
høllini. Hann hevði fingið
hana frá einum ókendum
manni, og hann hevði
goymt dagbókina, tí hann
visti, at hon ikki hoyrdi
heima í dansinum. Tá hann
var á fótum aftur sunnu-
morgunin, fór hann til
kvinnuna, sum átti sjúkra-
dagbókina.
Tá tjóvurin er komin
Havnar, hevur hann eftir
øllum at døma angra gerð-
ina. Tí tá Jenis av Rana,
kommunulækni, kemur til
arbeiðis
mánamorgunin,
finnur hann hinar níggju
dagbøkurnar á trappuni.
Løgreglan heldur ikki, at
gerningsmaðurin
hevur
havt í hyggju at nýta upp-
lýsingar úr dagbókunum til
nakað serstakt endamál.
Løgreglan er ikki farin
undir at kanna málið meira
nágreiniliga enn, men hetta
verður
gjørt
skjótast
gjørligt.
Landslæknin, sum hevur
allar landsins læknar undir
sær, verður eisini kunnaður
um málið.
TJÓVARÍ
Stefan í Skorini
– Hetta er sera snópisligt
hjá okkum, sigur Anne
Birgitte Dahl-Hansen,
sum er lækni í Vági og
dagliga
arbeiðir
á
L æ k n a m i ð s t ø ð i n i .
Framyvir fara tey at
hava dagbøkurnar undir
lási.
– Vit fara at biðja
Vágs kommunu um at
útvega
okkum
arkivskáp, so at vit
kunnu
læsa
sjúkra-
dagbøkurnar inni, tí slíkt
má ikki henda aftur,
sigur kommunulæknin
Anne Birgitte Dahl-
Hansen, sum er sera
kedd um hendingina.
Hon greiðir frá, at tey
ikki hava havt sjúkra-
dagbøkur
innilæstar
fyrr, tí eingir trupul-
leikar hava verið av
hesum. Nú fara tey tó at
broyta nakrar manna-
gongdir í hesum sam-
bandi.
– Frá nú av fara vit
altíð at hava hurðina inn
í skrivstovuna læsta, so
at óviðkomandi ikki
sleppa framat. Hetta er
sera óhøgligt hjá okk-
um, sum arbeiða her,
men soleiðis má tað
vera, inntil vit fáa nýggj
skap at goyma dagbøk-
urnar í, sigur læknin.
Hon sigur, at tá hon
kom til arbeiðis sunnu-
morgunin, stóðu tómar
brennivínsfløskur og øl-
fløskur í bíðirúminum.
Tí er lætt at hugsa sær, at
okkurt óregluligt er farið
fram dagin fyri.
Læknin, sum var á
vakt tann dagin, er farin
av landinum í summ-
arfrí, og henni fingu vit
ikki hendur á.
Sjúkradagbøkur:
Læsast inni
framyvir
Sjúkradagbøkur stolnar í Vági:
Ansingin var ov vánalig
Jenis av Rana,
kommunu-
lækni, fann
sjúkradag-
bøkurnar aftur
næstseinasta
mánamorgun,
tá hann kom til
arbeiðis. Tíggju
sjúkradagbøkur
vórðu seinasta
vikuskiftið
stolnar úr
einum ólæstum
skápi í Lækna-
miðstøðini í
Vági
Mynd: Jens Kr. Vang
Ein syndarlig ferðslu-
vanlukka kravdi eitt
mannalív í Klaksvík
leygarnáttina. Ein 21
ára gamal maður
doyði av løstunum,
sum hann fekk. Tveir
aðrir menn vóru í
bilinum, men teir eru
slopnir hampuliga
væl frá hendingini
FERÐSLUVANLUKKA
Stefan í Skorini
Løgreglan í Klaksvík held-
ur, at ov nógv ferð helst var
orsøkin
til
ræðuligu
ferðsluvanlukkuna leygar-
náttina, sum endaði við, at
ein ungur maður lá eftirá.
Maðurin, sum doyði, er 21
ára gamli Høgni á Steig úr
Klaksvík.
Tríggir mans í einum bili
koyra eftir vegnum, sum
nevnist undir Fossum í
Klaksvík. Móti endanum
sneiðir vegurin omaneftir
til vinstru, og ætlanin hjá
føraranum er at venda
niðaneftir aftur til høgru.
Bilurin rennir tó á eitt
skelti,
ið
stendur
við
vegjaðaran. Førarin missir
tamarhaldið á bilinum, sum
fer bóltandi eftir vegnum.
Alt bendir á, at bilurin er
farin runt. Hann steðgar
einar 40 metrar frá stað-
num, har skeltið stóð.
21 ára gamli maðurin
verður slongdur úr bilinum
og fær somikið álvarsaman
skaða av óhappinum, at
hann doyr á sjúkrahúsinum
í Havn nakrar tímar seinni.
Løgreglan í Klaksvík vil
ikki upplýsa um talan var
um rúsdrekkakoyring, men
at hon framvegis kannar
málið. Heldur ikki ber til at
fáa upplýst enn, hvør
koyrdi bilin.
Hinir báðir menninir,
sum eru 22 og 21 ára gaml-
ir, fingu ikki so álvarsamar
løstir. Annar teirra varð
eisini slongdur út, meðan
hin var sitandi í bilinum.
Annar er longu útskrivaður
av sjúkrahúsinum, meðan
hin framvegis er innlagdur.
LØGREGLUTÍÐINDI
Stefan í Skorini
Tveir 14 ára gamlir
dreingir framdu eina røð
av innbrotum og her-
verki í Havn sunnu-
náttina. Endin var, at teir
hóttu ein vaksnan mann
við knívi, áðrenn løg-
reglan handtók dreing-
irnar, sum hóast sín
unga aldur eru kenning-
ar hjá løgregluni
Teir báðir dreingirnir
løgdu fyri úti á verk-
staðnum Vónini úti í
Álakeri. Har brutu teir
eitt portur upp og fóru
síðani inn ígjøgnum eitt
vindeyga. Har tóku teir
felliknívar, sodavatn og
smápengar.
Síðani fóru teir um-
borð á skipið Thomas
Nygaard, sum lá á
skipasmiðjuni.
Har
brutu teir inn í skápið
við heilivági og tóku
upp í ein beriposa av
ymsum heilivági.
Hildið var fram yvir í-
móti
Skálatrøð. Við
Skeiva pakkhús lógu
bátarnir
Fortuna
og
Sævarenni. Dreingirnir
fóru umborð og blástu
ein bjargingarbát upp,
men skóru eisini hol á
bátin. Harumframt tend-
raðu teir eitt neyðbluss.
Ein maður, sum hoyrir
gangin frá dreingjunum,
kemur framvið og roynir
at steðga teimum. Hann
verður tó álopin við
felliknívi, men fær vart
seg við at taka í armin á
tí eina.
Hann verður so noydd-
ur at fara avstað aftur og
senda
boð
eftir
løgregluni. Annar drong-
urin kastar eisini ein
felliknív eftir manninum.
Løgreglan tók dreing-
irnar við á støðina, har
barnaverndin var við í
avhoyringunum. Báðir
eru bara 14 ára gamlir
og kunnu tí ikki ákærast.
Báðir dreingirnir vóru
ávirkaðir av rúsdrekka
ella øðrum evnum, og
teir hava báðir verið í
hóslag við løgregluna
fyrr, upplýsir kriminal-
deildin á politistøðini.
14 ára gamlir hóttu
mann við knívi
Ferðsluvanlukka
kravdi eitt mannalív
að var her, at
førarin misti
tamarhaldið á
bilinum, sum
fór bóltandi
eftir vegnum.
Ein 21 ára
gamal maður
doyði í
ferðsluvanlukk
uni
C
M
Y
K
5
4