týsdagur 9. juli 2002síða 4
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 128 - 9. juli 2002
Nr. 128 - 9. juli 2002
7
– Tað er ógvuliga
umráðandi fyri meg
at vit fáa eitt gott
samstarv við tey, sum
arbeiða í Fólkakirkj-
uni, nú hon skal yvir-
takast og lagast til
føroysk viðurskifti og
tey skulu ikki stúra
fyri, at nakað verður
kroyst niðuryvir
høvdið á teimum,
sigur Annlis Bjark-
hamar, Landsstýris-
kvinna í kirkjumálum
YVIRTØKAN AV
FÓLKAKIRKJUNI
Áki Bertholdsen
–Eg skilji væl biskupin, at
hann fegin vil vera ein
partur av hesum arbeiðn-
um. Men hann skal ikki
stúra fyri, at vit fara at
kroysta nakað niðuryvir
høvdið á kirkjuni, sum hon
ikki kann góðtaka.
Annlis
Bjarkhamar,
landsstýriskvinna í kirkju-
málum, sigur, at hvørki
biskupur, ella nakar annar,
sum arbeiðir í fólkakirkj-
uni, eigur at stúra fyri at
verða skúgvaður til viks, nú
kirkjan skal yvirtakast og
lagast til føroysk viður-
skifti.
Ongin átala
Tað stendur í samgongu-
skjalinum, at tað skal vera í
neyvum samstarvi við allar
partar í kirkjuni, at hon
verður yvirtikin.
Men kortini hevur fundur
verið við danskar myndug-
leikar fyri tveimum vikum
síðani, uttan at hægsti em-
bætismaður
í
kirkjuni,
biskupur, hevur hoyrt orð
ella eið og ti ber hann ótta
fyri, at kirkjan framvegis
fer at verða skúgvað til viks
í sambandi við yvirtøkuna,
eins og hann sigur at hon
var tað undir seinasta
landsstýrið.
Og hann heldur ikki, at
Mentamálaráðið
hevur
tikið orðini í samgongu-
skjalinum eru tikin fyri fult.
Tað heldur Løgmaður
kanska heldur ikki, tí eftir
fundin, sum nú hevur verið
ímillum føroysk og donsk
embætisfólk um yvirtøkuna
av fólkirkjuni, hevur hann
givið aðalstjóranum í Menta-
málaráðnum greið boð um,
at orðini í samgonguskjalin-
um skulu aktast.
Á forsíðuni á Sosialinum
hósdagin, varð hetta gjørt
til, at hann hevði fingið
eina nøs frá Løgmanni. Tað
er ein miskiljing, tí ein nøs
er ein átala og er eitt álvars-
mál.
Tað var tað ikki talan um
í hesum føri.
Fund við kirkjufólk
Og Annlis
Bjarkhamar
vissar eisini um, at sam-
gonguskjalið skal haldast,
tí tað er sjálvsagt.
Hon sigur, at fyri sær er tað
sjálvsagt, at yvirtøkan verður
framd í neyvum samstarvi
við allar partar í kirkjuni, tí
tað vildi verið burturvið at
kroyst eina skipan niðuryvir
kirkjuna, sum tey, ið varða av
henni, ikki vilja vita av ella
góðtaka.
Hon sigur, fundurin, sum
nú var við donsk embætis-
fólk var mest fyri at gera
støðuna upp at vita, hvussu
langt
samráðingar
eru
komnar og fyri at leggja
nýggjan fund til rættis.
– Næsti fundur er av-
talaður at vera í september.
Og eg haldi, at tað er um-
ráðandi at vit brúka tíðina
til tá at viðgera støðuna her
heima í Føroyum.
– Eg haldi, at tað er
ógvuliga umráðandi, at vit
brúka tíðina ímillum sam-
ráðingarfundirnar til at
arbeiða við málinum her
heima í Føroyum.
Annlis Bjarkhamar sigur,
at tað hevur alla tíðina verið
ætlanin og longu í hesi vik-
uni fer samráðingarnevndin
sostatt at hava fund um ætl-
aðu yvirtøkuna við ymsar
partar, sum vara av kirkj-
uni,
eitt
nú
biskupin,
prestafelagið, dómpróstin
og kanska onnur við.
Hesa vikuna verður fund-
ur við dómpróvstin og fel-
agið fyri kirkjuráðslimir.
Á teimum fundunum fara
vit í fyrsta umfari at tosa
um samráðingarnar higartil
og, hvussu vit best fyrireika
okkum til næsta samráð-
ingarumfar í september.
Harumframt fara vit at
tryggja, at alt, sum er við-
komandi verður tikið við í
sjálvum samráðingunum.
Hevði tað ikki verið rætt-
ari at vent sær til biskupin
og onnur kirkjufólk undan
samráðingunum, tá ið yvir-
tøkan nú skuldi vera í
neyvum samstarvi við allar
partar?
– Tað gjørdu vit eisini.Vit
høvdu fund við bisp í sam-
bandi við ein samráðingar-
fund, sum varð avtalaður í
mars mánað. Men tann
fundurin varð avlýstur og
síðani er onki nýtt hent sum
gjørdi, at vit hildu, at tað
var neyðugt at hava ein
fund afturat við bisp undan
fundinum nú seinast í juni.
Tveir spurningar
Annlis Bjarkhamar sigur, at
í sambandi við yvirtøkur-
nar, eru tað tveir spurn-
ingar, sum eru ógvuliga
nær samantengdir.
– Í fyrra lagi er tað spurn-
ingurin um sjálva yvirtøk-
una og í øðrum lagi er tað
spurningurin um, hvussu
vit skipa eina føroyska
kirkju, eftir yvirtøkuna.
Hon heldur, at tað er lítið
endamál ið at yvirtaka eina
danska kirkju uttan sam-
stundis at laga hana til før-
oysk viðurskifti, so at tað
verður okkara egna kirkja.
Júst hetta er ein av spurn-
ingurin, sum biskupur er
serliga ivasamur um. Hann
heldur, at tað er óðamanna-
verk at yvirtaka kirkjuna,
uttan at vit frammanundan
hava gjørt okkum fullkomi-
liga greitt, hvussu hon skal
verða skipað, tá ið hon er
blivin føroysk? Gera vit ikki
tað er vandi fyri, at arbeiðið
fer at vera merkt av
handahógvi í vónini um at
ongin klagar, heldur hann?
Hesum er Annlis Bjark-
hamar ikki samd í.
– Enn vita vit ikki,
hvussu treytirnar fyri yvir-
tøkuna vera. Og fyrrenn vit
vita, undir hvørjum treyt-
um, vit yvirtaka kirkjuna,
er heilt einfalt ómøguligt
nágreinliga at gera greitt,
hvussu kirkjan skal skipast
í framtíðini.
Eitt nú vísir biskupur á,
at føroyska kirkjan er undir
donsku grundlógini.
Samstundis er tað drotn-
ingin, sum formliga góð-
kennir ritual, sálmabøkur
o.a. so at tær vera lóg í
kirkjuni.
– Hvussu verður við
hesum, og nógv ørðum
spurningum, hava vit ongan
møguleika at vita nakað
um, fyrrenn treytirnar fyri
sjálvari yvirtøkuni er greið.
Hetta eru tveir av spurn-
ingunum, sum skulu av-
gerast í samráðingunum.
– Tí ber heilt einfalt
heldur ikki til at skipa eina
føroyska kirkju, fyrrenn
yvirtøkan er framd, tí enn
vita vit als onki um, hvat
úrslitið verður, sigur kirkju-
málaráðharrin.
– Men fyri tað er tað
avgjørt rætt at hava kjak í
Føroyum um hesi viður-
skftini longu nú. Og sam-
stundis er tað eisini avger-
andi neyðugt, at vit loyva
samráðingunum at ganga
sína gongd, uttan at grugga
málið óneyðuga illa.
– Og eru ivamál, er tað
sjálvsagt, at tey verða tikin
upp í samstarvi við kirkjuna.
Annlis Bjarkhamar sigur,
at kreftirnar í føroysku
kirkjuni eiga tí heldur at
vera brúktar upp á at við-
gera, hvussu kirkjan skal
skipast, tá ið hon er komin
á føroyskar hendur, tí sjálv
yvirtøkan er bara at flyta
myndugleikan yvir kirkjuni
úr Kirkjumálaráðnum í
Danmark, yvir í Menta-
málaráðið í Føroyum.
– Innihaldið í kirkjuni
verður
fullkomiliga
óbroytt. Tað er ikki fyrrenn
at kirkjan er yvirtikin, at
tað ber til at taka viðgerð-
ina upp um, hvussu tann
føroyska
kirkjan
skal
skipast.
– Vit skulu sjálvandi við-
geraða hetta allatíðini, men
avgerðin kann ikki takast,
fyrrenn Kirkjan er yvir-
tikin.
Ongin endalig avgerð
Men Annlis Bjarkhamar
tískil, at tað hevur týdning,
at vit longu nú fara undir at
viðgerða spurningin um,
hvussu Kirkjan skal skip-
ast, eftir at hon er yvirtikin.
– Tað tykist sum um
onkur hevur fingið tað
fatan, at uppskotið, sum ein
nevnd gjørdi um yvirtøk-
una, er grundarlagið undir
samráðingunum
við
donsku myndugleikarnar
og at kirkjan skal skipast
eftir uppskotinum, tá ið hon
er yvirtikin.
– Hetta er ein misskiling,
sigur Annlis Bjarkhamar.
– Hetta uppskotið er ikki
annað enn eitt útgangs-
støðið sum lýsir støðuna og
skuldi skapa eitt grundarlag
fyri samráðingunum.
– Men tað er ongin sum
sigur yvirhøvur, at hetta
verður tað endaliga úrslitið
og er tað onkur, sum hevur
hug at hongja seg ov fast í
orðingarnar í sjálvum upp-
skotinum, er skjótt at
kjakið fer inn á skeivt spor
og tað vildi verið óheppið.
– Kjakið skal líta fram-
eftir og ikki aftureftir til eitt
uppskot, sum ikki er annað,
enn júst eitt uppskot og ikki
ein endalig avgerð av nøkr-
um sum helst slagi.
– Men uppskotið gevur
okkum nakað at arbeiða út
frá. Uppskotið hevur verið
til hoyringar ymsastaðni og
nakrar afturmeldingar eru
komnar. Útfrá uppskotinum
og teimum afturmeldingum,
sum eru komnar, eiga vit at
finna eina gongda leið.
– Men tað skal vera í
neyvum
samstarvi
við
kirkjuna.
Onki kroyst niðuryvir
høvdið
Eitt, sum Biskupur stúrir
fyri, er, at eftir uppskotin-
um fer bispaembætið at
verða munandi skert og
endaligi
myndugleikin
verður ístaðin lagdur til
eina
kirkjustjórn,
har
meirilutin eru leikfólk.
Samstundis skal kirkjan
fíggjast við kirkjuskatti. Tí
heldur hann, at fólkakirkjan
í veruleikanum verður av-
tikin soleiðis sum vit kenna
hana í dag og at hon í roynd
og veru verður til eina
fríkirkju?
– Tað kann ikki sigast
nóg ofta, at kirkjan verður
yvirtikin óbroytt og tí eigur
ongin at stúra fyri sjálvari
yvirtøkuni. Og tað er ikki
fyrrenn aftaná, at vit skulu
viðgerða, hvussu kirkjan
skal skipast og sum sagt er
uppskotið ikki ein endalig
avgerð og tí skal ongin
heldur hongja seg ov nógv í
smálutir í tí.
– Tað, sum telur fyri meg,
er, at øll tey, sum eru partur
í fólkakirkjuni, skulu vera
við til at forma tað før-
oysku kirkjuna. Tað er tað
endaliga úrslitið sum telur
og eg fari at leggja sera
stóran dent á, at allir partar
í kirkjuni eru við í tí til-
gongdini, sum tað verður at
skipa eina føroyska kirkju.
– Ongin eigur at vera
bangin fyri, at fáa nakað
sum helst kroystan niður
yvir høvdið. Eg havi als
ongan áhuga í at broyta
grundleggjandi viðurskifti í
kirkjuni, vil kirkjan tað ikki
sjálv. Kirkjan skal hava
loyvi at liva sítt egna lív og
í sínum egna mátti, har vit
ikki leggja bindingar á
hana, ella stýra henni. Tað
er av størsta týdningi.
– Men samstundis mugu
vit heldur ikki gloyma, at
talan um eina fólksins
kirkju, tað er líka týdning-
armikið.
– Latum okkum minnast
til at lata hugsjónina um
eina føroyska fólkakirkuni
verða okkara stavnhald í
øllum arbeiðinum í sam-
bandi við yvirtøkuni, og í
kjakinum um, hvussu vit
best skipa eina føroyska
fólkakirkju.
– Bara soleiðis fáa vit ein
veruligan møguleika at
skapa nakað sum er gott og
sum vit kennast við, sigur
Annlis Bjarkhamar, Lands-
stýriskvinna í kirkjumálum.
Yvirtøkan av kirkjuni:
Bispur onki at stúra fyri
Annlis Bjarkhamar og bispur eru ósamd um yvirtøkuna av kirkjuni, men nú skulu fundir vera,
sum kanska fara at rudda ymisk ivamál av vegnum. Eg havi als ongan áhuga í at broyta grund-
leggjandi viðurskifti í kirkjuni, vil kirkjan tað ikki sjálv, sigur landsstýriskvinnan í kirkjumálum
26 ára gamla Malena
Poulsen úr Klaksvík
er virkisleiðari á Pure
Water í Klaksvík. Tað,
sum fyrr var kent
sum Roykivirkið.
Malena heldur starvið
vera sera spennandi
og læruríkt.
- Mær hevur altíð
dámt fiskaarbeiði
væl, sigur Malena
SAMRØÐA
Solby A. Eliasen
Klaksvík:
Malena stendur og baksast
við eina etikett maskinu, tá
Sosialurin kemur á gátt.
Hon hyggur upp og sigur:
" Eg komi beinanvegin,
má líka gera hetta fyrst. Tú
hevur ikki ringa tíð, ha?
Eg risti við høvdinum og
standi bert og eygleiði
hana, meðan hon ger seg
lidna.
Vit fara inn á skrivstov-
una og sessast við eitt borð.
- Hetta er fyrstu ferð, eg
seti meg niður í dag, sigur
Malena og suffar gleðiliga.
- Hetta starvið er sera
ábyrgdarfult og krevjandi.
Stutt sagt, so havi eg
ábyrgdina av øllum, sum
hevur við framleiðsluna at
gera. Eg skal syrgja fyri, at
framleiðslan gongur so væl
sum yvirhøvur gjørligt alla-
tíðina. Harumframt havi eg
eisini ábyrgdina av at úr-
tøkan er góð.
Ein annar partur av starv-
inum hjá Malenu umfatar
setan av størvum. Tað vil
siga, at hon avger hvør fær
starv ella ikki. Tað heldur
hon vera eina sera stóra, og
til tíðir ikki serliga stutt-
liga, ábyrgd.
- Tí tá ein hevur ábyrgd
av at seta fólk í starv, so er
ábyrgdina eisini tín, tá tað
kemur til tað mótsatta.
Malena hevur útbúgving
frá fiskivinnuskúlanum í
Vestmanna. Hon var liðug í
fjør. Og arbeiddi fyrst á
Sammut, sum fyri tað
mesta fæst við saltfisk.
Síðani fór hon til Northern
Fish Cold Storage, har hon
arbeiddi, inntil hon søkti
starvið sum virkisleiðari á
Pure Water.
Hon hevur eisini starvast
á Pure Water í stytri tíðar-
skeið, í eitt nú summarfrí-
tíðum.
Tað eru ikki nógvar
kvinnur, sum eru virkis-
leiðarar í landinum. Og
Malena sigur, at hon veit
ikki um nakra aðra. Hon
sigur eisini, at øll, sum hon
gekk í flokki saman við á
fiskivinnuskúlanum, sum
ikki eru farin í víðari lesn-
að, hava fingið góð størv.
- Eg rokni við, at stjórin
tók ein tjans, tá hann valdi
at seta meg í starvið, tí eg
eri so ung og eg ikki havi
nakrar royndir framman-
undan. Men tað var kanska
eisini júst tí, hann valdi at
seta meg, sigur Malena og
leggur skemtandi aftur at,
at vanliga hugsar ein um
menn í aldrinum 50 ár og
upp eftir, tá tað kemur til
virkisleiðarar.
Kvinna – ikki ein
trupulleiki
Sum virkisleiðari er Mal-
ena so at siga næst eftir
stjóran, Eyðbjørn Poulsen.
Eftir Malenu koma so ar-
beiðsformenninir, sum á
Pure Water eru fýra í tali.
Tríggir
menn
og
ein
kvinna.
Malena heldur ikki, at tað
tykist at vera ein trupul-
leiki, at hon er ein kvinna,
sum hevur mannfólk ar-
beiðandi undir sær.
- Tá eg byrjaði fyrst í
apríl, so presenteraði stjór-
in meg fyri øllum starvs-
fólkunum her. Og øll hava
tikið so væl í móti mær.
Eisini havi eg fingið nógva
hjálp frá arbeiðsformonn-
unum, sum hava sett meg
inn í, hvussu tingini virka
her á virkinum. Eisini var
hin virkisleiðarin her sam-
an við mær tann fyrsta
mánaðin. Og hóast tað var
deiligt, so var tað enn meiri
deiligt, tá hann var farin, tí
so longi hann var her, so
gekk eg so at siga bara aft-
an á honum. Tí starvsfólk-
ið, sum kendu hann og vóru
von við hann, spurdu sjálv-
sagt bara hann, tá okkurt
var at spyrjað um.
Tá hann so var farin, so
kendi eg tað fyri fyrstu
ferð, at tað var eg, sum var
virkisleiðari og tá stóð við
allari ábyrgdini. Tað kend-
ist eitt sindur ræðandi, men
avbera gott og spennandi
samstundis.
- Men eg veit sjálvandi
ikki, hvat starvsfólkið tosar
um, men eg kenni meg væl
her, so eg dugi ikki at
ímynda mær, at nakar
nevniverdur trupulleiki er.
Hvønn dag eftir loknan
framleiðsludag, skal Ma-
lena føra dagroknskap og
úrtøku inn á telduna.
Malena hevur ikki nakað
fast stað at standa á niðri á
virkinum, tað letur seg ikki
gera hjá henni at vera bund-
in til eitt stað, tí tað er so
nógv ymiskt, sum hon skal
taka sær av. Men hon er
ikki bangin fyri at taka eina
hond í, um hon sær, at tað
leikar hart á onkunstaðni
eina løtu.
- Tað haldi eg er avger-
andi fyri sambandi millum
starvsfólkini og virkisleið-
aran. At ein tekur eina hond
við, tá tað treingir til.
Arbeiðsdagurin hjá Ma-
lenu er langur. Hon byrjar
um hálvgum átta tíðina á
morgni, og um tað verður
arbeitt til klokkan fýra
seinnapartin á virkinum, so
er hon sum oftast ikki liðug
fyrr enn klokkan líður væl í
móti hálvgum seks.
- Mær nýtist ikki at koyra
alt inn á telduna á kvøldi,
áðrenn eg fari til hús. Eg
kann eisini gera tað um
morgunin, men eg vil verða
komin inn í øll tingini,
áðrenn eg fari at loyva mær
at slakka av upp á dagfør-
ingina, um ein kann siga
tað so. Eg haldi, tað er gott
at vera ajour allatíðina, so
tað er eitt av teimum ting-
unum, sum eg raðfesti høgt.
Malena sigur, at starvið er
sera krevjandi, og til tíðir
eisini eitt sindur stressandi.
- Serliga kann eg verða
móð í høvdinum onkran
dag, tí tað er so nógv at
hugsa um allatíðina. Tað er
ikki bara stuttligt, kann eg
siga tær. Avgerðir skulu
takast hvønn dag, og tað
skal helst vera tær røttu
avgerðinar. Eisini ringir
telefonin allatíðina, greiðir
Malena frá.
Hon hevur ikki meiri enn
sagt tað, so ringir telefonin
fyri fyrstu ferð, síðani vit
settust at práta.
Malena tekur hana, og
beinanvegin skilst á lagn-
um, at tað er fiskur til kom-
andi viku, tað snýr seg um.
Eftir eini lítlari løtu er tað
avgreitt, og vit byrja aftur at
práta. Men vit verða av-
brotnar tríggjar ferðir aftur
at av telefonini. Malena or-
sakar, men tekur telefonina,
tí arbeiðið má koma í
fremstu røð.
Laksamarknaðurin
mettaður
Á Pure Water arbeiða tey
fyri tað mesta laks, upsa,
hýsu og tosk. Malena hevur
eisini ein part av ábyrgdini
fyri at keypa rávøruna inn.
Beint nú arbeiða tey við
upsa.
- Tað er ongin laksur fyri
tíðina. Heldur ikki nakar
prísur á liðugtvøruni, sigur
Malena. Spurd um, hvør
orsøkin man vera til tað,
sigur hon, at hon heldur, at
tað helst er tí at laksa-
marknaðurin er mettaður,
heldur enn ILA sjúkan,
sum ger tað.
Pure Water keypir ofta
fisk inn saman við P/F
Kósin Seafood. Og tá tey
keypa laks, keypa tey frá
Faroe Salmon. Tað er stjór-
in, sum tekur sær av
innkeypinum.
Nú eru vit lidnar at práta,
og Malena má skunda sær
aftur til arbeiðis. Steðgurin,
sum hon hevur havt, meðan
vit hava prátað, er helst
tann einasti, hon fær henda
fríggjadagin, tí nógv er at
gera á virkinum.
26 ára gamla Malena
Poulsen úr Klaksvík er
virkisleiðari á Pure Water í
Klaksvík
Kvinnuligur virkisleiðari
C
M
Y
K
7
6