Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-07-09, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. juli 2002síða 5

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 128 - 9. juli 2002 Nr. 128 - 9. juli 2002 9 - Nú skilji eg ógvuliga væl, hví pápi altíð tosaði um Føroyar og um vinarliga fólkið, sum her býr, sigur David McDine, sum vitjaði á Toftum og á Nesi leygardagin. Eftir at hava verið í Føroyum bert í ein dag, kundi hann siga : "I love Faroe Island and the people". Sosialurin fylgdi David McDine, tá ið hann vitjaði aftur á slóðina á Toftum og Nesi BRETSK VITJAN Vilmund Jacobsen Í Sosialinum fyrr í summar hevði ein bretskur her- mannasonur, David Mc Dine, eina eftirlýsing eftir eini føroyskari familju á Toftum, sum hevði verið so góð við pápan, tá ið hann var í Føroyum sum her- maður í 1942 og 1943. Maðurin sendi Sosialinum mynd av familjuni, manni, konu og børnum og eina mynd av pápa sínum, Josef, saman við nøkrum ungum gentum, sum hugsandi vóru døtur í húsinum. So skjótt, myndin var prentað í blaðnum, kundi Sosialurin boða David McDine frá, hvør familjan var. Fólk, sum eru ættað úr húsunum, settu seg í sam- band við blaðið, og í eini handavending vóru øll nøvnini komin uppá pláss. Umrøddu hjúnini vóru Magnus Fr. Mikkelsen og Anna Elisabeth Mikkelsen, fødd Thorkildshøj. Somu- leiðis kundi blaðið ítøkiliga siga bretanum, hvørjar genturnar vóru á myndini, bæði á familjumyndini og saman við pápanum í túninum. Beinleiðis orsøkin til, at David ynskti at vita, hvørji hesi fólkini vóru, var, at hann skuldi koma til Før- oya á eina stutta vitjan og ynskti at hitta familjuna, sum er ættað úr hesum hús- unum á Toftum. Fríggjadagin komu Da- vid McDine og vinmaður hansara, Roger Leighton, til Føroya, og stutt eftir døgurða leygardagin bar leiðin inn á Toftir saman við fólkum, sum eru ættað úr húsunum í Toftatúni. Ovfarin McDine Saman við formanninum fyri fornminnisfelagið og bygdasavnið í Nes komm- unu, Jógvani I. Olsen og konuni, Hildibjørg, tók Sosialurin ímóti Davidi, tá ið hann kom inn á Toftir. Tað er ikki at taka munn- in ov fullan, tá ið sagt verður, at tað var ein ógvuliga ovfarin McDine, sum saman við mongum øðrum úr familjuni hjá Magnusi og Onnu Elisa- beth á Toftum hendan góð- veðursdag stóð niðanfyri húsini, har pápi hansara sum hermaður fyri seksti árum síðan átti mangt eitt fótasporið og hevði sitið so nógvar góðar løtur saman við familjuni, Mikkelsen. Áðrenn farið var niðan í túnið, skuldu myndir takast undir húsunum, og her skipaði David sjálvur fyri, hvussu øll mannamúgvan skuldi standa. Saman við teimum trimum døtrunum hjá Magnusi og Onnu Elisabeth, sum vóru við í ferðini heim úr Havn, Herthu, Simonu og Pou- linu, stóð hann fremstur í røðini við rúgvuni av eftirkomarum, giftum og børnum teirra við síðuna av og aftanfyri. Lagið var gott, og tað tóktist, sum David, ið er ein sera fryntligur og dámligur maður, hevði kent hesi fólkini í fleiri ár. Tá ið myndir vóru tiknar niðanfyri húsini, varð farið niðan í túnið, men fitt løta gekk, áðrenn farið varð innar. Uppi í túninum skjeyt Jógvan Olsen upp at taka somu mynd av Davidi og teimum trimum døtrunum hjá Magnusi og Onnu Elisabett, sum vóru á gomlu myndini, ið David sendi upp til Sosialin fyri fráferðina úr Bretlandi. Tann myndin varð tikin á júst sama staði fyri seksti árum síðan. Nú vóru "gent- urnar", sum tá vóru í ung- dómsárum, bara vorðnar seksti ár eldri og David, sum tá var ein lítil smá- drongur, ið bíðaði eftir pápanum í Bretlandi, er vorðin 64 ára gamalur. Í túninum helt David fyri, at hevði hann verið her- maður í Føroyum undir seina kríggi, ivaðist hann ikki í, at hann hevði verið giftur føroyskari konu - so vøkur, sum føroysku konu- fólkini eru! Úr túninum varð farið inn í hugnaligu húsini, og tá steig David fyri fyrstu ferð innar, har pápin átti so mangar góðar løtur í stríðs- árunum. Her greiddu tær tríggjar, Hertha, Simona og Poulina, honum frá, hvussu húsini sóu út innan, tá ið tær vuksu upp. Sjálvur hevði David gomlu myndamappuna hjá pápa sínum við sær, og her vóru nógvar myndir, sum pápin hevði tikið í Før- oyum. Sjálvur hevði Josef skrivað undir myndirnar, hvaðani tær vóru. "I love Faroe Island" Inni í stovuni í Toftatúni fingu vit orð á David McDine. Hann segði seg vera ógvuliga takksaman fyri, at Sosialurin hevði hjálpt honum so væl og so skjótt at finna fram til vinfólkini hjá pápanum í Føroyum. - Eg eri púrasta ovfarin, tí tað er so langt síðan, at pápi mín var í Føroyum. Tá ið eg sendi myndirnar upp til Sosialin, væntaði eg, at kanska eini tvey fólk í Føroyum vistu um pápa mín, sum var her í 1942 og 1943. Men nú síggi eg, at her er ein heilur hópur av fólki, sum veit um vinar- bondini, sum knýtt vórðu í sínari tíð. Spurdur, hvussu ferðin til Føroya kom í lag, sigur David: - Pápi tosaði altíð um Føroyar og vísti okkum myndir, hann sjálvur hevði tikið í Føroyum. Hann var so hugtikin av landinum og tí vinsæla fólki, her býr. Nú skilji eg væl pápa mín, hví hann hevði so stóran tokka til hetta landið og fólkið - ja, eg skilji hann so ógvu- liga væl. Hóast David var komin higar til lands dagin fyri vitjanina á Toftum, var hann ikki í iva um, hvat skoðsmál, hann vildi geva Føroyum og føroyingum. - I love Faroe Island and the people, segði hann uttan at himprast. Hermannasonur vitjaði aftur á slóðina hjá faðirinum David McDine saman við eftirkomarum hjá Magnusi og Onnu Elisabeth Mikkelsen á Toftum. Mynd: Vilmund Jacobsen Upprunin til, at ferðin til Føroya kom í lag í summar, var vinmaðurin, Roger. - Eg og kona mín, Sue, fara onkuntíð út at eta saman við Roger og konu hansara. Tað var við ein slíkan døgurða fyri seks vikum síðan, at Roger, sum dámar væl at ferðast í ymisk lond, segði, at hann ætlaði sær upp til Føroyar í summar. Kona mín spurdi, hví eg ikki fór við, og tað var skjótt, at alt var leyst og liðugt við hesi ferðini. Tað var so sjálvsagt, at eg fór upp til Føroyar við vin- manninum, tí eg hevði hoyrt so nógv gott frá pápa mínum og sæð so nógvar myndir úr Føroyum. Og tað var eftir hesa avgerð, at David setti seg í samband við Sosialin og sendi blaðnum myndir av familjuni, Mikkelsen á Toftum. Kendi seg aftur David sigur, at tá ið hann kom í Vágarnar og var á veg í bili til Havnar, kendi hann seg aftur fleiri staðni út frá myndunum, sum pápin hevði tikið í Føroy- um. Her kunnu vit leggja aftrat, at myndasavnið hjá Josefi er rættiliga fitt, og myndir eru tiknar nógva- staðni í Føroyum. Nógv er broytt, men landslagið er hitt sama, og í summum førum hevur Josef av- myndað bygningar, eitt nú kirkjur, sum enn í dag síggja nøkulunda út, sum tær sóu út fyri seksti árum síðan. Við at hyggja leyst- liga niður í myndamapp- una, sóu vit mynd av kirkj- uni á Norðskála. Tí mæltu vit Davidi til at hyggja norðureftir, tá ið tey á veg suðuraftur nærkaðust brúnni um Streymin. Ein áhugaverd mynd var eisini av Nes kirkju, og undir hesi myndini hevði Josef skrivað árstalið 1943. Hetta er eitt serligt ár í hesum sambandi, tí núver- andi kirkjan á Nesi er nevniliga bygd í 1843. So, hesa myndina hevur pápi David tikið júst 100 ár eftir, at kirkjan er bygd! Á tí eini myndini, sum er prentað saman við hesi greinini, stendur David við myndamappuni framm- anfyri Nes kirkju og hyggur at myndini, sum pápin tók 100 ár eftir, at kirkjan varð bygd. Aftur til Føroya Spurdur, um hann kundi hugsað sær at komið aftur til Føroya, sigur David, at tað kemur hann avgjørt. - Eg vænti, eg komi til Føroya aftur komandi summar, og tá kemur konan við. David, ið hevur arbeitt sum journalistur í mong ár og Sue, eiga tvey børn; Amandu, sum er 31 ár og starvast sum journalistur á einum lokalum blaði og Neil, sum er 28 ára gamal. Hann er við eini ferju, sum siglir millum Suðurongland og Frakland - og hann er tríggjar ferðir um dagin í Fraklandi! sigur David. Maðurin hjá Amandu er eisini journalistur, og hann starvast hjá eini lokalari sjónvarpsstøð. - Sonur mín er ógiftur, og eg kundi væl hugsað mær, at hann kom við mær og konuni til Føroya. Tað hevði dámt mær væl, um hann fann sær eina før- oyska konu í Føroyum, sigur David McDine og smílist. Tá ið vitjanin í Toftatúni var liðug, fór fylgið út í gamla prestagarðin á Nesi, sum fornminnisfelagið og bygdasavnið hava um hendi. Hetta var ein áhugaverd vitjan, og nógv fólk nýttu høvi at hitta David í prestagarðinum, har Jógvan I. Olsen hevði eina gjølliga frágreiðing frá krígstíðini - og hvat hetta tíðarskeiðið hevði at siga fyri fólkið í Nes kommunu. Men áðrenn vitjanina í prestagarðinum, varð farið á grøvina hjá Magnusi og Onnu Elisabeth. Ferðin hjá Davidi McDine í Nes kommunu endaði við kanónina, sum stendur niðri í bønum í Nes bygd. Sosialurin fer at venda aftur til vitjanina hjá bret- anum í vikuni; tá fara vit eisini at prenta fleiri mynd- ir, sum ikki er pláss fyri hesaferð. David McDine og Sue búgva í býnum, Kent, í Suðuronglandi. David við myndamappuni hjá pápanum frammanfyri Nes kirkju. Í mappuni er mynd, sum pápin, Josef, tók í 1943 - júst 100 ár eftir, at kirkjan varð bygd í 1843. Mynd: Vilmund Jacobsen Her í túninum stóð pápi David, Josef, fyri seksti árum síðan saman við døtrunum hjá Magnusi og Onnu Elisabeth. Tá var David ein smádrongur; í dag er hann 64 og Hertha, Simona og Poulina eru vorðnar seksti ár eldri. Mynd: Vilmund Jacobsen C M Y K 9 8 v/ Oyggjarvegin • Postsmoga 3171 110 Tórshavn • Tel. 31 61 61 Sosialurin Nissan Almera 2,0 Diesel GX reyður, 4 hurðar, árg. 1998, 119.000 km. 110.000 Nissan Almera 2,0 Diesel GX grønur, 5 hurðar, árg. 1997, 110.000 km. 110.000 Nissan Almera 1,6 gráur, 4 hurðar, árg. 1996, 66.000 km. 75.000 Nissan Micra 1,0 grønur, 3 hurðar, árg. 2000, 27.000 km. 88.000 Nissan Micra 1,0 GX gráur, 5 hurðar, árg. 1999, 27.000 km. 85.000 Peugeot 306 DT 1,9 bláur, 4 hurðar, árg. 1997, 150.000 km. 90.000 Peugeot 605 SRDT 2,1 Aut. bláur, 4 hurðar, árg. 1994, 230.000 km. 120.000 Opel Corsa 1,2 grønur, 3 hurðar, árg. 1996, 40.000 km. 65.000 Nissan Sunny 1,6 LX bláur, 4 hurðar, árg. 1987. 15.000 Nissan Primera 2,0 SLX hvítur, 4 hurðar, árg. 1997, 45.000 km. 105.000 Nissan Primera 1,6 Player reyður, 4 hurðar, árg. 1995, 110.000 km. 65.000 Opel Astra 1,6 bláur, 5 hurðar, árg. 1995, 109.000 km. 67.000 Subaru 1600 hvítur, 4 hurðar, árg. 1989, 140.000 km. 10.000 Opel Vectra 1,4 hvítur, 4 hurðar, árg. 1990, 255.000 km. 26.000 Opel Vectra 2,0 Di bláur, 4 hurðar, árg. 1998, 96.000 km. 130.000 Saab 900 2,0i bláur, 5 hurðar, árg. 1996, 129.000 km. 110.000 Fiat Tipo grønur, 5 hurðar, árg. 1990, 196.000 km. 10.000 Honda Civic 1,4is grønur, 3 hurðar, árg. 1998, 101.000 km. 99.000 Subaru Legacy 1,8 GL beige, 4 hurðar, árg. 1991, 120.000 km. 30.000 Volvo S40 1,8 reyður, 4 hurðar, árg. 2002, 12.000 km. 250.000