týsdagur 9. juli 2002síða 6
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 128 - 9. juli 2002
Nr. 128 - 9. juli 2002
11
Tórbjørn Jacobsen
Sivar í Kunoy, sáli, var eldri
maður tá ið hann flutti til
Havnar at búgva. Fleiri av
børnunum búðu har, so
hetta var lagað manni. Ein
dagin møtti hann einum
øðrum norðoyingi á Vagl-
inum. Spurdur hvussu hann
treivst í Havn svaraði Sivar,
at tað var ikki verri enn ilt,
men hann skilti bara ikki
hvussu fólkið í býnum fekk
tað at standa upp og niður, -
fíggjarliga.
Sum
hann
segði: "Her eru 25 fiski-
menn og 300 hornblásarar."
Allir høvuðsstaðir og
administratiónbýir hava sítt
egna lív, sum kann vera
trupult at skilja hjá einum
bygdamanni, sum veit, at í
minsta lagi ein handalig
inntøka skal til, fyri at
halda svongdini frá durð-
unum.
Nú fari eg fyrst av øllum
at umbera, at feriuidyllurin
hjá Djurholm og hansara
hornblásarum var órógv-
aður. Helt ikki, at stungið
varð so djúpt, at øll grindin
kom upp í einum og legði
beinini. Men blóðið í
sævarmálanum er øgiligt á
at líta. Krampadrátturin
mikil. Og tær flestu skáps-
hurðarnar standa nú víð-
opnar. Tað sæst inn á bein.
Mørkini kámaði. Eingin
veit nú hvør er lands-
stýrismaður, spinndoktari,
nevndarformaður o.s.fr.
Fólkaflokkurin
hevur
ikki sett ein barnaskúla-
lærara út í Vinnumálaráðið
fyri at stjórna nøkrum sum
helst. Tað munna tey flestu
hugsa. Hann er settur har
fyri at tæna ávísum áhuga-
málum. Og annars bara at
makka rætt, tá ið tær gráu
eminansurnar krevja tað.
Fyri at stabilisera mannin í
sessinum, velur man so
nakrar apparatjik´arar at
halda
galliónsfigurinum
føstum í stevninum.
Ætlar tú at rota eitt sam-
felag upp, so skal tú brúka
hendan leistin. Tá ið nevnd-
ir og stjórasessir verða
settir, er fakligur førleiki og
vanligt skil óviðkomandi.
Kanska ein skaði fyri duldu
áhugamálini. Partíkortið og
gamlar innanhýsistænastur
eru innfallsvinkulin. Gerast
eftirhondini reglan. Soleið-
is var tað í Føroyum og so-
leiðis var tað í kommun-
istalondunum eystanfyri.
Eingin varnaðist nakað
fyrrenn múrarnir rapaðu og
tjøldini skræðnaðu.
Nýggja stýrisskipanar-
lógin og ráðini hjá Nor-
mann skuldu fáa alt aftur á
beint. Tað gekst so toluliga
at byrja við, men nú er rot
komið í aftur. Eftir øllum at
døma vera uttanveltaðu til-
ráðingarnar frá embætis-
verkinum
ikki
fylgdar.
Partísoldatarnir verða tiknir
framum. Av góðum grund-
um. Kanska átti fólkið at
fingið at vita frá vinnu-
málaráðharranum hvussu
nevndartilráðingin frá em-
bætisverkinum var tá ið
nýggja nevndin í Fram-
taksgrunninum skuldi velj-
ast. Var m.a. nakar av ver-
andi limum beinleiðis frá-
mæltur? Hvussu við nýggja
ferðaráðnum? Føroya Tele?
Atlantsflog?
Í Tjóðveldisflokkinum
vóru vit greiðir yvir hvør
ætlanin
var. Vitstu
at
kjarnudepilin í samgongu-
samráðingunum
gjørdist
yvirskipaði vinnupolitikk-
urin, og hvussu almennu
ognirnar skuldu handlast.
Sjálvandi fingu vit rætt.
Endamálið hjá Fólkaflokk-
inum við einum sjálv-
stýrislandsstýri er hvørki
sjálvstýri, yvirtøkur, sjálv-
bjargni ella nakað annað
sum kjálkar upp ímóti
hesum. Endamálið er altíð
at opna húsarhaldskassan
hjá skattaborgarunum, so-
leiðis at ósjónliga elitan í
flokkinum kann súgva til
sín sum frægast. Eftir eina
rokmikla nátt vóru teir
steðgaðir. Og skuldi nakar
ivast, so er tað orðingin hjá
Tjóðveldisflokkinum sum
nú stendur í samgongu-
skjalinum, og hana halda
vit rimmarfast um, soleingi
vit eru ein partur av hesi
avtalu.
Kanska
hevur
hesin
politiski vinningur tjóð-
veldisfloksins longu havt
tað við sær, at Djurholm
meiri
ella
minni
er
desavoueraður, nú tá ið
hann ikki kom á tað málið,
sum
elitan
kravdi
av
honum, - afturfyri sessin.
Formaðurin í Framtaks-
grunninum úttalar seg nú,
sum um tað er hann, ið er
landsstýrismaður.
Verjir
røttu
áhugamálini
hjá
Fólkaflokkinum.
Verjir
Djurholm móti "ófólka-
ligum" álopum. Undarlig
kensla, at ein advokatskriv-
stova, sum sat á ákæru-
beinkinum ein stóran part
av nítiárunum, nú skal sita
og forvalta og handla land-
sins stóru ognir.
Men Niels skal vita, at
lívið hjá landsstýrismann-
inum liggur í hansara hond-
um. Hann er valdur "polit-
iskt" í framtaksnevndina
fyri at fremja eitt mál, sum
harða kjarnan í Fólka-
flokkinum hevur sett út í
kortið. Men hetta er ikki
politikkur landsstýrisins.
Og
verður
hesin
ikki
fylgdur, fær tað avleiðingar
fyri mannin í Nesinum. Tað
skal tú ikki ivast eina løtu í.
Ringt er at liva við einum
løgmanni og einum fiski-
málaráðharra, sum, orsaka
av eini gloymdari fortíð,
har, ið ilt var at skyna á
mørkunum, ímillum eins
egna og annara, ikki kundu
sitið í stjórn í nøkrum
øðrum landi í heiminum,
men at hava ein vinnu-
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo
Tíðindaleiðari:
Jústinus Eidesgaard justinus@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Anja Weihe anja@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo
Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1
700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Um ein kvettir í seinasta Dagblaðið, so líkjast teir sær
sjálvum. Oddagreinin líkist mest teimum, man plagdi
at síggja, tá blaðstjórin var í vælmaktini fyri 15 – 20
árum síðani. Hesuferð er tað serliga Tjóðveldið og
Torbjørn Jacobsen, ið fáa toyggið.
Vit hava sagt tað fyrr og siga tað enn einaferð. Torbjørn
Jacobsen fær neyvan nakra premiu fyri síni diplo-
matisku evni, men Dagblaðið stendur einki aftanfyri í
so máta. Tað er eingin loyna, at Fólkaflokkurin hevur
ein rættiliga alternativan máta at tulka fría initiativið
uppá. Teir tykjast eisini hava eitt nokkso avslappað
forhold til landskassans ognir. Torbjørn Jacobsen fór
kanska ikki heilt skeivur tá hann karakteriseraði
sjálvan Fólkaflokkin og teirra vinnupolitikk ella
mangul uppá sama, men hann átti at lært at vandað sær
eitt sindur um orðini.
Tað er tíbetur at undirmeta fólk, tá øll skulu skerast um
sama kamb sum leiðslan í Fólkaflokkinum. Trupul-
leikin hjá Torbjørn Jacobsen er, at hann mangan skjýtur
við ov spreiddum høglum og tí rakar stórt sæð øll, sum
stinga nøsina fram. Tá hann skýrir alt á økinum hjá
Djurholm politiskar setanir, so ger hann seg sekan í tí,
hann ákærir Fólkaflokkin fyri, nevniliga at blanda
politikk upp í alt.
Tað kann ikki koma óvart á Tjóðveldisflokkin, at
Fólkaflokkurin fellur aftur á gomlu slóðina. Hann er nú
einaferð tann sami flokkur, hann altíð hevur verið. Tá
nú friður er á ríkisrættaliga økinum, so gerast
undarligu dispositiónirnar hjá Fólkaflokkinum meira
sjónligar, enn tá rumbul er á ríkisrættar-liga økinum.
Tó eigur man at hava somikið av áliti á fólk flest, at tær
ætlanir, ið kreativi parturin av Fólkaflokkinum leggur,
ikki gerast veruleiki. Torbjørn Jacobsen má ansa eftir
ikki at politisera alt og øll, tí kanska er hann í so
dapurskygdur viðvíkjandi støðuni við tí, sum hann
nevnir “hornblásarnir hjá Djurholm”. Tjóðveldis-
flokkurin átti kanska at rannsakað seg sjálvan og
hugsað um, hví man yvirhøvur situr í samgongu við
Fólkaflokkinum, tá hann nú eftir øllum at døma er so
ringur at fáast við. Skrivingin hjá Tórbjørn Jacobsen
hevur í hvussu er víst okkum, at hetta verður neyvan
tann einglasamgonga, sum eitt nú formaðurin í
Tjóðveldisflokkinum ynskti eftir valið.
Tað skal sigast, at eitt slíkt álop, sum Torbjørn
Jacobsen fekk í seinasta Dagblaðnum bendir á, at hann
ikki er á heilt skeivari kós. At fáa eitt álop í
Dagblaðnum er oftani eitt tekin um, at man er á rættari
leið, og eigur Torbjørn at halda fram við tí, tó uttan at
skjóta eftir øllum,sum rørir seg.Tað skal undir øllum
umstøðum verða eini vælmeint ráð til Torbjørn
Jacobsen at gevast við at undirmeta fólk, ið standa
uttan fyri politisku skipanina, við at politisera alt og
øll. Harafturat eigur hann í allari almindeligheit at
minnast til, at tað ger einki, um man hugsar seg um
tvær ferðir, áðrenn man sigur nakað, tí at “det tænkte
ord kan altid siges, det sagde ord kan aldrig ties”.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Teir líkjast sær sjálvum
VIÐMERKINGAR
Fiskimenn & hornblásarar!
Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at kæra mamma,
omma og langomma okkara
Lena Nielsen
fødd Nicolaisen,Tórshavn
andaðist leygardagin 6. juli 86 ára gomul.
Jarðarferðin verður úr Kirkjugarðskapellinum
týsdagin kl. 13.00.
Fyri tey avvarðandi
Johan, Annie og Eydna
Framhald á síðu 11
málaráðharra
sitandi,
sum gongur diamentralt
ímóti samfelagsins og
politisku áhugamálunum
hjá
størsta
flokki
í
samgonguni, tað verður
ikki tolt.
Ein av uppgávunum hjá
einum tingmanni er at
hava eyguni við byrjandi
roti í landsins stýri. Tað
sum er sagt og skrivað
hevur bara til endamáls,
at lúka ókrútið burtur,
áðrenn tað breiðir seg í
allari
veltuni. Verður
hendan
partípolitiska
nepotisman
vard
og
harvið legitimerað, hvat
verður so tað næsta?
Kanska at Bill Justinus-
sen skiftir ein part av
nevndini
í
Húsaláns-
grunninum út, og setir,
bara fyri at taka eitt dømi,
Heina Lútzen og Tord
Niclasen
í
nevndina
ístaðin. Sjálvt um teir
ivaleyst eru skikkaðir, so
mundu tey flestu helst
hildið, at kriteriiini meira
vóru partapolitisk og
religiøs, heldur enn tað
sum ein objektiv tilráðing
frá embætisverki hansara
var komin fram til. Skuldi
Tjóðveldisflokkurin havt
trupulleikar av hesum
sama slagi, skal eisini
hann taka betri partar fyri
seg, hiðani og frameftir.
Ansast má eftir at horn-
blásararnir ikki gerast ov
fjølmentir. Trupult at
stjórna einum stórum or-
kestri. Skjótt kann dishar-
moniiur koma í. Og
hvørjir eru hesir gævu
vinnumenn, ið seminar-
isturin tosar um, og sum
onkur
hevur
nevnd-
arplaserað íkring Vinnu-
málaráðið. Ikki teir sum
fjølga um inntøkur land-
sins. Tað einasta teir
kenna til vinnu, er tá ið
prosent-satsurin
skal
ásetast í handli og vandli.
Lortur hevur ongantíð
verið
undir
neglini.
Kanska eru teir eisini
loðnir í lógvunum. Eitt
slag av politiskt "yvir-
kvalifiseraðum" stakitt-
pissarum. Tá ið einki
politiskt evangeliið er
innanborðað, fær tað ikki
verið øðrvísi, sum gamli
deknurin á Nesi so vísi-
liga tók til á sinni.
∆
Framhald av síðu 10
Fríggjadagin stóð
Glóðin klár á sølu-
búðum kring landið.
Hetta er blað, sum
Útoyggjafelagið
hevur givið út við tí
endamálið at skapa
meir kunning um lív
og umstøður á
útoyggjunum kring
Føroyar
ÚTOYGGJAR
Ragnhild Ellingsgaard
- Navnið Glóðin kemst av,
at ein glóð líkasum er
ímyndin uppá lív. Um
glóðin slóknar, so doyr hon
og gerst køld. Men við at
arbeiða uppá glóðina fært
tú so við og við skapt ein
størri loga, sigur Olga
Biskopstø, nevndarlimur í
Útoyggjafelagnum
um
orsøkina til heitið, sum
nýggja blaðið hevur fingið.
Blaðið Glóðin kom fyri
fyrstu ferð út fríggjadagin,
og er endamálið fyrst og
fremst at lýsa lívið og um-
støðurnar á útoyggjunum
kring allar Føroyar.
- Endamálið er eisini at
marknaðarføra útoyggj-ar-
nar og gera tær meiri sjón-
ligar, eisini fyri fólki á
meginøkinum, sigur Olga.
Skapa samanhald
Hon heldur, at útoyggjarnar
ofta tykast sera fjarskotnar
fyri fólki, sum liva inni á
meginøkinum.
Við
blaðnum vóna tey at fáa
fólk at hugsa um og skilja
umstøðurnar hjá øllum
teimum, sum av eini ella
aðrari orsøk ikki búleikast á
meginøkinum.
Harafturat ynskja tey
eisini við blaðnum at skapa
samanhald og samansjóða
útoyggjaíbúgvarnar, tí tey
eru øll í somu støðu og
dragast við somu trupul-
leikar.
- Við at kunna meir um
viðurskiftini vænta vit, at
felagið eisini kann viðvirka
til at betra um umtalaðu
viðurskifti. Hetta er jú
eisini sjálvt endamálið við
at hava eitt slíkt felag,
greiðir Olga Biskopstø frá.
Blaðið skal eftir ætlan
koma út fýra ferðir um árið,
og verður tað fíggjað við
stuðli frá fyritøkum, sum
lýsa í blaðnum.
Fimm høvuðsevni
Útoyggjafelagið byrjaði ar-
beiðið við blaðnum fyrst í
vár, og nú hava tey so funn-
ið leistin og hava skipað
innihaldið.
Ætlanin er at hava fimm
høvuðsevni í hvørjum blað-
ið, harav kunning og tíðindi
oyggjana millum er eitt av
evnunum.
Harafturat kemur kunn-
ing til meginøkið, um hvat
hendir á útoyggjunum, um-
framt at nevndin eisini
ynskir at taka ymisk mál
upp, sum hava bæði sam-
felagsligan og politiskan
týdning.
Men pláss verður eisini
fyri tilfari av tí meiri undir-
haldandi slagnum. Í hvørj-
um blaði verður ein høv-
uðssøga, umframt at børn-
ini og tey ungu eisini fáa
eitt sindur av plássi.
Umboðsráð valt
Í februar og mars mánaða
var nevndin í Útoyggja-
felagnum á eini ferð kring
oyggjarnar, har tey kunn-
aðu um felagið og teknaðu
limir.
Á hesum fundum komu
eisini fleiri uppskot fram,
um hvat kann verða gjørt
fyri at betra um umstøð-
urnar á oyggjunum, um-
framt at bygdafeløg vóru
sett á stovn, og síðan var
eitt bygdaumboð úr hvørj-
ari bygd valt.
Hesi bygdauumboð sita
nú saman í einum umboðs-
ráðið, og fer umboðsráðið í
næstum undir at velja eina
starvsnevnd.
Síðan er ætlanin, at
umboðsráðið skal seta í
kortið, hvørjum felagið
skal arbeiða við, og hesum
skal starvsnevndin síðani
arbeiða víðari við.
- Høvuðsmálini verða
óivað samferðsla og vinna
úti á oyggjunum, men har
eru fleiri onnur mál, ið
eisini kunnu takast upp,
sigur Olga.
Stevna í Skúvoy
Tann 13. juli skipar felagið
fyri einum ársaðalfundi,
sum verður hildin í Skúvoy,
og samstundis verður eisini
skipað fyri einum Út-
oyggjastevnudagi.
- Dagurin byrjar við árs-
aðalfundinum, og síðan
verður skipað fyri undir-
haldi av ymsum slag gjøg-
num allan dagin. Um
kvøldið verður so dansur,
har bæði harmonikan og
eitt orkestur fara at seta sítt
dám á, greiðir Olga frá.
Sjálv stevnan byrjar tó
kvøldið fyri, tá "Filmurin
um raning" verður vístur.
Hetta er ein filmur, sum
fyri nøkrum árum síðani
var tikin upp í Skúvoy, og
snýr hann seg um raning av
fuglaeggum.
Millum
tiltøkini
á
stevnudegnum verður eisini
ein útferð við ferðaleiðara,
ein frásøgn um Skúvoy,
umframt at ætlanin er at fáa
Eyðun Eltør, oljumálaráð-
harran, sum júst hevur
fingið málsøkið um útjað-
arapolitikk at umsita, á
vitjan.
Peningurin, sum kemur
inn hendan dagin, fer allur
óskerdur til byggingina av
einum
bygdarhúsið
í
Skúvoy.
- Vónandi koma fleiri
fólk at vitja á fundinum og
stevnuni, bæði frá útoyggj-
unum og eisini meginøkin-
um, sigur Olga at enda í
stuttu viðtaluni.
Útoyggjafelagið gevur blað út
og skipar fyri stevnudegi
Olga Biskopstø, nevndarlimur í Útoyggjafelagnum, vónar at
síggja nógv fólk til stevnudagin í Skúvoy
Útoyggjarnar í Føroyum hava nú fingið sítt egna blað
C
M
Y
K
11
10