Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-07-09, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. juli 2002síða 7

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 128 • týsdagur • 9. juli 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo Vejle vil ikki geva Christian Høgna Jacobsen loyvi at spæla á ólavsøku, og báðir teir føstu álops- menninir eru leik- bannaðir LEIKBANN Jóannes Hansen Ólavsøkudag skal NSÍ fyri fyrstu ferð nakrantíð vera annar parturin av finaluni um løgmanssteypið. Um veðrið skikkar sær betri, enn tað gjørdi ólavsøkudag í fjør – og hví skal tað ikki tað – so kann roknast við, at fleiri túsund áskoðarar við løgmanni á odda fara at møta upp at síggja HB og NSÍ stríðast um fyrsta at- gongumerkið til europeisk- an fótbólt í 2003. Men NSÍ hevur longu nú fingið ein stóran trupul- leika at dragast við í sam- bandi við finaluna. Trupul- leikin er, at eingin av teim- um trimum, sum higartil í ár hava mannað NSÍ álopið, sleppur upp í part á ólav- søku. Sonni L. Petersen og Óli Hansen eru leikbannað- ir, og Christian Høgni Jacobsen fer at halda ólav- søku í Vejle. – Vit royndu í síðstu viku og aftur mánamorgunin at fáa Vejle at geva Christian Høgna loyvi at spæla final- una við okkum. Tað hava teir sagt nei til. 3. august skulu teir spæla fyrsta landskappingardystin í nýggja kappingarárinum. 30. juli skulu teir spæla síðsta fyrireikingardystin. At teir ikki vilja geva Christian Høgna loyvi at fara til Føroya at spæla bendir á, at teir ætla at brúka hann í Vejle álopi- num. Tað er gott fyri Christian Høgna, men tað hjálpir ikki okkum úr tí knípuni, sum vit nú eru komnir í. Tað er Jógvan Martin Ol- sen, sum vit tosa við. Venj- arin hjá NSÍ harmast sjálv- andi um, at annar av álops- spælarunum hjá honum, Óli Hansen, sunnudagin sá reytt longu í 1. hálvleiki ímóti B36. Reytt kort í landskappingini hevur leik- bann við sær í næsta dysti- num. Tað vil siga, at Óli Hansen verður leikbannað- ur ólavsøkudag, tí tað verð- ur ikki spælt í lands- kappingina fyrrenn eftir ólavsøku. – Tað er óneyðugt hjá mær at siga við Óla, at tað var burtur úr vón og viti at fáa hatta reyða kortið. Hevði tað verið, tí dómarin hevði havt snýtt hann fyri eitt mál ella eitt brotsspark, so hevði tað kanska verið lættari at skilt, at hann var frustreraður, men hetta gekk fyri seg langt úti á vøllinum. Óli var sera upp- settur til dystin, og hann hevur sum allir hinir verið uppsettur til finaluna. Tí iðrar hann seg almikið, men tað hjálpir ikki upp á veruleikan, at føstu álops- menninir hjá okkum ikki vera við, tá vit skulu spæla finaluna. Umframt Christian Høgna Jacobsen og Óla Hansen sipar Jógvan Mart- in Olsen til Sonna L. Peter- sen, sum hevur verið í NSÍ álopinum saman við Óla Hansen í so at siga øllum dystunum higartil. Í seinnu hálvfinaluni ímóti B68, sum varð spæld á grasinum á Svangaskarði, fekk Sonni L. Petersen gult kort. Tað var triðja gula kortið hjá honum í steypa- kappingini. Tí hevur tað leingi verið greitt, at hann fór at verða leikbannaður í finaluni. Kortið var púra óneyðugt. NSÍ var á odda 3–1, og Sonni sá gult fyri at vera orsøk til fríspark langt frammi á B68 helvtini. – Sonni veit eins væl og Óli, at kortið, sum hann fekk, var púra óneyðugt, og at leikbannini hava sett okkum í eina torføra støðu, sigur Jógvan Martin Olsen. Hvussu ætlar tú at loysa trupulleikan, sum hetta má metast at vera hjá tykkum? – Tað er í hvussu so er púra greitt, at vit fara ikki til Havnar at grava okkum niður á Tórsvølli. Vit fara at spæla okkara møguleika, og tað vil siga, at vit fara at spæla í hvussu so er við tveimum álopsspælarum. Mest upplagt er tað, at vit flyta Helga L. Petersen av miðvøllinum og fram í álopið. Ken Nónklett er í hópinum sum álopsspælari. Hann hevur verið skaddur, men nú er hann komin fyri seg aftur. Í løtuni dugi eg ikki at síggja annað, enn at hann er besta boðið upp á álopssessin við síðuna av Helga L. Petersen, sigur Jógvan Martin Olsen. Gert Langgaard plagar viðhvørt at vera í álopi- num? – Hann hevur ikki verið í álopinum hjá NSÍ í ár. Hann hevur verið miðvall- ari, og tað hevur riggað væl. Vit hava arbeitt við at skipa liðið, og tað ber ikki til bara at flyta fleiri spæl- arar úr leiklutunum, sum teir eru vandir at vera í. Tað ber nýggjar og stórar trupulleikar við sær. Nervar fyrireikingarnar Mikudagin í komandi viku fer NSÍ til Akureyrar, har teir í eina viku skulu fyri- reika seg til steypafinaluna og seinna partin av lands- kappingini. Tað er upplagt, at Óli Hansen og Sonni L. Peter- sen framvegis fara at manna álopið hjá NSÍ, tá tað aftur verður farið undir landskappingina. Tað vil siga, at í fyrireikingunum til landskappingina skulu teir vera við, men tá NSÍ fer at fyrireika seg til steypa- finaluna, verður ikki pláss fyri Sonna og Óla: – Hetta er ein keðilig støða at vera í. Í tí stóra og heila má roknast við, at fyrireikingarnar til finaluna og landskappingina undir vanligum umstøðum ikki skuldu havt verið so ólíkar, men nú verður munur á, og tað fer at órógva, heldur NSÍ venjarin. Jógvan Martin Olsen var ikki illa nøgdur við spælið hjá NSÍ ímóti B36. – Hóast vit spældu við tíggju monnum í meiri enn helmingin av tíðini, so áttu vit at havt vunnið øll trý stigini. Vit høvdu yvirvág í spæli, og vit høvdu størri møguleikar, enn B36 hevði, heldur NSÍ venjarin. Í hesi vikuni hava NSÍ spælararnir summarfrí. Í komandi viku fara teir und- ir fyrireikingarnar til steypafinaluna, og tá skulu teir spæla við nýggjum álopi, meðan Óli Hansen og Sonni L. Petersen fara at hyggja at, og meðan Christ- ian Høgni Jacobsen fer at stríðast fyri at vinna sær fast pláss á 1. deildarlið- num hjá Vejle. Óli Hansen er leikbannaður í steypafinaluni Jógvan Martin Olsen skal finna fram til nýtt NSÍ álop í steypafinaluni NSÍ einki álop í finaluni 13 12 Nr. 128 - 9. juli 2002 Ymsar ábendingar eru um, at lundin er seinni á veg í ár, enn hann okkurt annað ár hevur verið. Fugla- menn siga tó frá ymiskum døgum, men láta tó at, at fitt av sildbera er at síggja FLEYGATÍÐ Edvard Joensen Støðan hjá lundanum er kanska ikki heilt so vána- lig, sum látið hevur verið at ymsastaðni fyrr í ár. Lom- vigin hevur tað, sum hann hevur havt tað undanfarin ár. Tað er einki at tosa um soleiðis í mun til, tá væl hevur staðið til. Og rituni láta teir illa at í ár. Grundin til, at lítið av lunda hevur verið at sæð í summar, kann vera, at hann hevur verið seinni á veg í ár enn undanfarin ár, heldur Jens Kjeld Jensen í Nólsoy. Hann sigur, at tað er í so tíðliga at siga nakað um enn, hvussu árið fer at roynast til lunda. Tí enn eru pisurnar so smáar, at tær eru lættar at føða, og nógvur sildberi sæst. Men um einar tíggju til fúrtan dagar ella so, man fara at vísa seg, um lundin klárar at føða pisurnar, og tá kann fáast ein ábending um, hvussu veruliga støðan er. Jens Kjeld Jensen vísir á onnur ár, sum sýna, hvusus ójavnt tað kann vera. Eitt nú vóru pisurnar í fjør longu flygdar fyrst í august, meðan tær í 1997 fóru einar tvær vikur seinni. Tá fór tann fyrsta, hann fylgdi við, ikki úr holuni fyrr enn tann 14. august, vísir hann á. Hann sigur, at árið í ár líkist nógv 1997 higartil. Fuglurin kom seint, men árið gjørdist kortini eitt gott miðalár, tá avtornaði. Hann metir ikki, at nakað hóttafall er at síggja, hóast lundin er seinur á veg. Hinvegin ásannar hann, at tað, at lítið er at síggja av sild, longri vestur vit koma, líkist mynstrinum, sum var undan teimum ringu árun- um umleið 1990. Men framvegis er eingin grund til at mála hin grábeinta á veggin, sum onkur longu hevur gjørt, staðfestir Jens Kjeld Jensen í Nólsoy. Ferðast langt Herfyri frættist frá fólki á fuglaplássum, at tey høvdu ringar vónir til lundan í ár. Lítið var at síggja, varð sagt, og onkur teori var, at lundin var rýmdur av egg- inum. Menn, sum Sosialurin tosaði við í gjár, láta heldur betri at nú. Tó siga teir onkunstaðni, at ymiskir dagar eru. Onkran dag er væl av lunda í bakkanum, meðan tað aðrar dagar er meira oyði. Men allir siga, at tað er væl av sildbera at at síggja, og tað gevur teimum betri vónir, enn teir høvdu fyrr í summar. Tó er ikki tað stóra fleygað enn, frættist. Lítið er liðið av tíð, men onkur hevur verið við stongini, og eingin letur at roki soleiðis. Esbern í Eyðansstovu í Mykinesi sigur, at leygar- dagin í seinastu viku var væl av lunda á landi. Sjálv- ur fekk hann gott hundrað tann dagin. Men í gjár var eingin fuglur at síggja, segði hann. Um grundina til, at dag- arnir eru so ójavnir, visti hann ikki nakað nágreini- ligt at halda seg til, men metti kortini, at tað kann vera tí, at fuglurin hevur langan veg at fara eftir føði og tí er burtur í fleiri dagar. Hetta er fyrr sæð hjá lund- anum. Hann sigur frá útróð- rarmonnum vestanfyri, at teir láta illa at sild í fisk- inum í summar. Nebbasild síggja teir bara onkra hendinga, verður sagt. Og tá lundin veiðir nebbasild, kann tað vera ein orsøk til, at hann ferðast víða. Esbern í Eyðansstovu sigur seg hava tosað við menn eystanfyri, sum hin- vegin láta væl at sild. Jens Kjeld Jensen í Nóls- oy hevur fylgt væl við fugl- inum í nógv ár. Hann sigur seg hava lagt merki til, at tá fleygafugl- urin er feitur, vísir tað seg at gerast ringt á. Ta teoriina grundar hann á, a fuglurin hevur langan veg at veiða, og etur tí nógv, meðan hann er á fiskileið. Hann er tí væl fyri, teir dagarnar, hann er á landi. Tá hann hinvegin skal stuttan veg, verður ferðingi nógv meira, og hann er ikki so feitur. Í ár veit Jens Kjeld at siga frá monnum, sum hava drigið lunda, at teir fingu fáar lundar, men at fuglurin aftur fyri var sera feitur. Lítil roynd Tað er enn so stutt liðið av fleygatíðini, at royndin hevur ikki verið tann stóra. Heldur ikki hevur verið nøkur ætt soleiðis á teimum plássum, vit hava havt samband við. Jákup Mikal Samson á Viðareiði segði við Sosialin í gjár, at teir vóru farnir í Seyðtorvu sunnukvøldið og byrjaðu at fleyga mána- morgunin. Tá teir komu upp sunnu- kvøldið var lítið av fugli at síggja. Men mánamorgunin var aftur í móti nógvur lundi. Teir fingu 50 lundar beinanveg, teir byrjaðu. Men so doyði lotið burtur, og ættin skifti, so har kom ikki stórvegis burturúr, høvdu teir sagt honum, tá hann hevði samband við teir mánamorgunin. Hann segði annars frá, at veðurmenninir boðaðu frá høgætt, so teir ætlaðu sær niður aftur og til hús, áðrenn ókyrt gjørdist. So hesum túrinum væntaðu teir ikki tað stóra burturúr. Óla Jákup úr Dímun, bóndi í Stóru Dímun, sigur, at har sær væl betri út nú, enn tað gjørdi fyrr í summ- ar. Nú tykist nakað av lunda at vera, sigur hann. Ættin hevur ikki verið góð, men leygardagin høvdu tey verið og fleygað, og høvdu fingið góðar hundrað á stongina. – Tað er einki rok soleið- is, men tað, tað er, tekur hann til. Eisini hann letur at, at nakað væl av sildbera er at síggja. Hinvegin hevur ikki nógv roynd verið í Nólsoy, sigur Jens Kjeld Jensen í Nólsoy. Men hann sigur frá fólki, sum hevur verið í bakkan- um, at nógvur lundi er at síggja. Í Skúvoy hava teir ikki látið væl at í summar, og heldur ikki har hevur verið nøkur roynd enn. Onkur hevði tó verið við stong um vikuskiftið og fingið eitt sindur. Heldur frægari, enn teir væntaðu, verður tó sagt. Annar fuglur Hjá rituni stendur illa til í ár, siga fuglamenn. Hon tykist nógvastaðni rættiliga í afturgongd, frættist. Í Mykinesi var bara ein lítil partur av rituni, sum yvirhøvur reiðraðist í vár, sigur Esbern í Eyðans- stovu. Og av teimum, sum reiðraðust, heldur hann, at bara eini tíggju prosent vurpu. Sama lagið er aðrastðani, frætta vit. Eitt nú siga viðingar frá, at lítið av ritu var at síggja, nú teir fóru upp í Seyðtorvu, og somu- leiðis er eisini minni sunn- anfyri. Óla Jákup úr Dímun sigur, at tað var lítið lív í rituni í vár, og lítið reiðrað- ist. Heldur ikki er nakað serligt av ritupisu at síggja nú, sigur hann. Bergur Olsen, fuglafrøð- ingur, hevur aftur í ár talt lomviga í Skúvoy. Hann sær sjálvandi eisini annan fugl, og heldur eisini, at tað er tunnligt við ritureiðrum, og fáar pisur tykjast at vera. Um lomvigan, sum hann hevur talt, sigur Bergur Olsen, at tað líkist tí, sum var í fjør. Hann hevur ikki talt saman enn, men metir støðuna at vera stabila. Tað sama veður sagt úr Dímun, meðan viðingarnir hildu, at tað var væl av lomviga at síggja norðan- fyri. Bergur Olsen hevur eisini havt eyguni eftir havhest- inum í Høvdanum. Og hann heldur sær á sama støði sum undanfarin ár. Hinvegin hava tey einki gjørt við at telja lunda nú í eini sjey ár ella so, sigur Bergur Olsen og veit tí einki at siga um lundan. Lundin tykist seinur í ár Tað er ikki tað stóra fleygað higartil í ár. Fuglurin er seinur, halda menn, og lítið er enn liðið av fleygatíðini Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 12