týsdagur 9. juli 2002síða 8
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 128 - 9. juli 2002
15
Toftamenn syrgdu
fyri at koma í góða
støðu, áðrenn teir
mistu ein mann, og so
gekk orkan undan
ímóti oddaliðnum,
sum leingi hevði ilt
við at finna hugflogið
HB–B68
Jóannes Hansen
Um teir á Toftum í summ-
arsteðginum iðra seg um, at
teir ikki eru oddalið í bestu
deildini, so er tað væl skilj-
andi. B68 hevði sunnudag-
in møguleika til sum fyrsta
liðið á árinum at fáa, so
plaga danir at taka til,
skovlin undir HB í Gunda-
dali. B68 megnaði at skelka
HB, men so spiltu tofta-
menn seg burtur. Teir vórðu
undirmannaðir, og orkan,
sum orsaka av nógvu dyst-
unum seinastu tíðina, ikki
var so stór, gekk undan. Tað
hevði við sær, at sera væl
skipaða verjuspælið, sum
B68 megnaði fyrra um-
farið, ikki hekk so væl
saman.
Eftiransingarnar
vóru ikki tær, sum tær
høvdu verið, og so dusaðu
HB menninir, sum vóru
tolnir, sær og skoraðu trý
mál.
HB hevði annars havt
merkiliga torført við at
spæla seg til upplagdar
málmøguleikar í 1. hálv-
leiki. Í fyrsta álopinum
vóru teir ágangandi, men so
var leingi lítil broddur í.
B68 kom á odda í 14.
minutti. Horna úr høgru og
innlegg frá Arnoldi Joensen
endaði við, at dómarin helt
Hans á Lag hava rent
Anders Nygaard um koll,
og Øssur Hansen smekkaði
úr ellivu metrum og upp í
nettakið.
So vóru fyritreytirnar hjá
B68 framúr, og toftamenn
dugdu væl. Teir tóktust
einki hava ímóti, at HB
hevði bóltin mesta partin av
tíðini.
Heimamenninir
megnaðu ikki at bróta
ígjøgnum í borðunum, og
Andrew av Fløtum og Jón
Rói Jacobsen fingu ikki
fløtu stikkbóltarnar, sum
plaga at hava vandamiklar
støður við sær. Í staðin varð
talan um lítla ferð og
bóltflytingar aftur og fram á
miðvøllinum.
Hetta hóvaði B68 væl.
Frammi á vøllinum høvdu
teir Øssur Hansen og
Anders Nygaard, sum hvør
í sínum lagi megnaðu at
leggja trýst á HB verjuna,
tá bólturin kom fram á
vøllin, og spurningurin er,
hvussu dysturin hevði tikið
seg upp, um Øssur Hansen
eftir 20 minuttir hevði havt
hepnið við sær. Eftir langt
útspark frá væl spælandi
B68 málverjanum kloddaði
HB miðverjan orduliga.
Bólturin endaði hjá púra
blanka Øssuri, sum einar
ellivu metrar úr málinum
og eitt sindur til vinstru
smekkaði til. Bólturin brast
í handara stólpan og kitlaði
hin stólpan, áðrenn hann
fór út til innkast.
2–0 til B68 í Gundadali
hevði kanska havt við sær,
at summarstøðan í 1. deild
hevði verið ein onnur, enn
hon nú er.
Men so var tað, at B68
spilti spælið fyri seg sjálvt.
Í samanbresti millum Fróða
Benjaminsen og Rógva
Jacobsen metti dómarin, at
Fróði skuldi sektast. Tað
vóru toftamenn ikki blíðir
um, og Fríðin Ziskason
leyp framav og tiltuskaði
sær gula kortið. Fríðin
stríddist væl á miðvøllin-
um, men tá spælið hjá
honum er soleiðis, at hann
ofta fær gult kort fyri
takklingar kundi roknast
við, at hann fór at fáa eitt
gult kort afturat, og tað
fekk hann stutt undan
hvíldini, og harvið hevði
B68 givið HB møguleikan
at sleppa upp í part aftur.
At heimaliðið ikki var
púra eiðasørt gav Rúni
Nolsøe ábending um í 25.
minutti, tá hann úr seytjan
metrum sendi flatt eitt
sindur úr høgru og í hand-
ara stólpan.
Marginalirnir
Tá liðini komu aftur á vøll-
in, bendi B68 umskipingin
á, at tað ráddi um at verja
leiðsluna. Jan Petersen var
eyka miðverji, Bogi Peter-
sen vongverji og Øssur
Hansen var miðvallari.
HB royndi at leggja trýst
á, og tað tóktist vera ein
spurningur um tíð, áðrenn
tað skuldi eydnast teimum
at fáa møguleikan at javna.
Men bæði tá tað eydnaðist
teimum at javna, og tá teir
komu framum 2–1, høvdu
teir dómaratekki. Í fyrra
førinum hildu toftamenn
seg eiga innkast í vinstru,
eftir at John Heri Dam varð
steðgaður í roynd at fara
framvið Hans á Lag. Alt
B68 liðið var á veg fram, tá
linjudómarin segði, at HB
átti innkastið. Tór–Ingar
Akselsen, sum í 2. hálvleiki
var meiri eyðsýndur, streyk
til baklinjuna, og altíð
vandamikli Jón Rói Jacob-
sen kom framum miðverj-
una og stýrdi flata innlegg-
inum í málið.
Jón Rói var eisini meist-
ari fyri leiðslumálinum.
Hans á Lag sendi langt
fram eftir miðásinum, HB
unglingaspælarin og B68
málverjin brustu saman,
dómarin bríkslaði, og so
rullaði bólturin síðstu átta
metrarnar
og
inn
um
strikuna. Kropsburðurin og
peikingin hjá dómaranum
tóktust siga, at hann hevði
bríkslað fyri frísparki til
B68 ella kanska brots-
sparki, men tá HB spælar-
arnir eina løtu høvdu fegn-
ast um leiðslumálið framm-
an fyri sínum áskoðarum
og hjálpardómaranum, fór
dómarin í lumman og skrá-
setti 2–1 til HB. Í hesum
førinum var torført at fylgja
handfaringini hjá dómaran-
um av ásetingunum.
Troyttu
toftamenninir
góvu skarvin yvir, HB
hevði nógv pláss og dusaði
sær, og 3–1 málið var
nátúrlig fylgja av gongdini.
Aftur hesa ferð kom inn-
leggið úr høgru, og undir
málinum stóðu tveir ella
tríggir stríputir spælarar í
bíðirøð. Hans á Lag stútaði,
og harvið var tað rudduliga
staðfest, at HB er oddalið.
Toftamenn høvdu sína
vitjunartíð.
Teir
vóru
óhepnir, tá Øssur Hansen
hevði møguleikan at økja
til 2–0, og teir spiltu seg
burtur, tá teir mistu ein
mann. HB tók av, tá teir
fingu møguleikan. Teir
vunnu aftur í Gundadali, og
nú verður eyka hugaligt hjá
teimum at fyrireika seg til
ólavsøkuna.
HB: Bárður Johannesen –
Hans á Lag, Jóhannis Joen-
sen, Jan C. Dam, Janus M.
Joensen – Tór-Ingar Aksel-
sen, Rúni Nolsøe, Rógvi
Jacobsen, Nicu Dogaru –
Jón Rói Jacobsen, Andrew
av Fløtum
B68: Michael Kokoszanek
– Jan Petersen, Hans Fróði
Hansen, Messias Perreira,
John Heri Dam – Bogi
Petersen, Fróði Benjamin-
sen, Fríðin Ziskason –
Arnold Joensen, Anders
Nygaard, Øssur Hansen
B68 hjálpti HB at taka alt
Andrew av Fløtum kann nú saman við hinum HB´arunum fara í summarsteðg, við tí sannføring, at havnarliðið er einsamalt oddalið.
Mynd Álvur Samuelsen
Øssur Hansen skeyt sítt sjeynda mál í ár í Gundadali, og
hevur aftur í ár verið ein av týdningamiklastu monnunum á
toftaliðnum.
Mynd: Álvur Haraldsen
15
14
Nr. 128 - 9. juli 2002
Gøtumenn, sum eru
komnir burtur úr
ongum, eru nú
fremsta hóttanin
ímóti oddaliðnum
SAMANUM 10.
UMFAR
Jóannes Hansen
Sjøtul varð sunnudagin
settur á seinna partin av
landskappingini. Í botn-
inum varð ikki nógv av-
klárað. Syndarliga ferðslu-
vanlukkan
í
Klaksvík
fríggjakvøldið bar við sær,
at dysturin, sum skuldi
spælast á Eiði millum EB/
Streym og TB var útsettur.
Skála tiltuskaði sær eitt stig
á heimavølli ímóti KÍ. Tað
kemur sjálvandi væl við hjá
skálamonnum, men tað
fæst ikki at vita, hvussu
stór nyttan í javnleikinum
verður, fyrrenn EB/Streym-
ur og TB hava spælt. Skála-
menn vóna sjálvandi, at
EB/Streymur vinnur øll
stigini. Málið, sum Skála
man hava, er at sleppa av
aftasta plássinum og harvið
undan beinleiðis niðurflyt-
ing og upp á níggjunda
plássið, sum ber kvalifika-
tiónsdystir við sær. Í teim-
um stóðu skálamenn seg
væl í fjør.
HB var allan fyrra partin
av kappingini oddalið, og
HB er oddalið, nú lands-
kappingin er farin í fýra
vikur langa summarfrítíð. Í
stigum er leiðslan uppaftur
meiri sannførandi, enn hon
var undan vikuskiftinum.
Tá vóru tvey stig niður til
B68. Nú eru fýra stig niður
til GÍ.
Serliga í Gundadali hevur
tað roynst væl hjá HB, men
sunnudagin var leikliga
avrikið einki at reypa av so
leingi, sum tað vóru ellivu
á hvørjum liðnum. B68
dummaði seg og misti ein
mann. HB tók av og vann.
At dumma seg er ein partur
av spælinum, og tað er
eisini ein partur av spælin-
um at taka av, tá mót-
støðuliðið hevur dummað
seg.
Umframt ein B68 spæl-
ara, so leyp eisini ein NSÍ
spælari framav í Runavík.
Harvið misti NSÍ møgu-
leikan at vinna seg uppaftur
á næstfremsta plássið. Ikki
minst á einum liði, sum vil
og ætlar sær at vera millum
tey fremstu, er tað alt
avgerandi, at hugburðurin
er rættur, og at spælararnir
ikki leypa fram av. Um teir
gera tað, so er møguleiki
fyri, at tað kann kosta gull.
Tað kunnu teir í B68 og
NSÍ skriva undir uppá. Á
vøllinum duga HB spælar-
arnir nógv av tí – fyri ikki
at siga alt – sum hinir duga.
Tað sást eisini sunnudagin.
Men HB spælararnir tykj-
ast vita betri enn hinir, hvar
dómaramarkið er, og tað
hevur sera stóran týdning.
Tætta stríðið
GÍ hevur ikki verið sann-
førandi higartil. Men nú eru
teir næstfremst, og tískil
skal ansast eftir gøtumonn-
um. Sum vit nevndu fyri
einari viku síðani, so
megnaði GÍ fleiri ferðir í
níti árunum eftir summar-
steðgin at vinna FM, eftir at
tað nógvu tey fyrstu um-
førini hevði verið so sum
so.
At GÍ vann í Vági var
óført avrik. Fyri viku síðani
høvdu vit á orði, at tað
styrkti nógv um GÍ liðið, at
fleiri av gomlu stuðuls-
spælarnum nú eru aftur í
Gøtu. Sunnudagin vann GÍ
í Vági uttan fleiri av
kreftunum, sum hava verið
roknaðar millum tær ber-
andi. Her verður hugsað
um Bartal Eliasen, sum
gongur á høkjum, Henning
Jarnskor, sum er farin til
skips, og Sámal Joensen,
sum er burturstaddur, og
sum sigst vera plágaður av
ryggskaða.
Umframt um B68, so
lupu gøtumenn m. a. bukk
um NSÍ. Tá ið tað verður
havt í huga, at teir meiri
enn helmingin av tíðini
spældu við tíggju monnum,
kann tað ikki sigast annað,
enn at NSÍ stóð seg væl
ímóti B36. Tá hugsað
verður um longsulin hjá
NSÍ eftir at vinna FM og
løgmanssteyp og eftir at
vinna sær rættin at spæla í
Europa
Cup,
so
hava
avrikini ikki verið nóg góð
seinastu ferðirnar.
Fyri tveimum vikum síð-
ani vóru HB og NSÍ jøvn í
stigum. Síðani tá hevur HB
vunnið á Skála og á B68. Í
tennis plaga teir at tosa um,
at spælarin, sum bara restar
fáar bóltar í at vinna eina
stóra finalu, fær gummi-
arm. Tað kundi verið líkt
til, at NSÍ, eftir at hava
vunnið seg fram í oddin í
landskappingini,
hevur
fingið gummibein. Í trim-
um teimum seinastu um-
førunum hava teir bara
fingið tvey stig (javnleik á
Svangaskarði í framskund-
aða dystinum, tap ímóti KÍ
og javnleik ímóti B36).
Við sigri á Skála kundi
KÍ havt vunnið seg upp á
næstfremsta plássið og
harvið lagt upp til stríð um
oddaplássið, tá HB 4.
august skal til Klaksvíkar.
Men klaksvíkingar vístu, at
tað ber sera illa til at rokna
teir út, og at teir harvið ikki
kunnu metast at vera upp-
lagdur avbjóðari hjá HB.
Undan heimadystinum
ímóti HB er støðan hjá KÍ,
sum hon var, tá teir fóru til
Runavíkar.
Tí
verður
spennandi at síggja, hvussu
tað fer at spæla av, tá øll í
føroyska fótbóltsheimin-
um, sum ikki eru svorðin
HB viðhaldsfólk, fara at
taka á við KÍ, sum sunnu-
dagin 4. august fer at stríð-
ast fyri at varðveita spenn-
ingin í landskappingini.
B36 skal í næsta umfar-
inum eftir summarsteðgin
spæla ímóti HB. Tað er
altíð opið, tá talan er um
grannauppgerð í Gunda-
dali. Men B36 tykist ikki
vera girað til at stríðast um
FM. Spurningurin er held-
ur, um talan fer at verða um
broytingar í summarfrí-
tíðini. Tá tað við ellivu
monnum í meiri enn ein
hálvleik ikki eydnast at
vinna á tíggju NSÍ monn-
um, ber tað boð um, at ikki
alt er, sum tað skal vera.
Tað kunnu teir ikki vera
nøgdir við í felagnum, sum
vann FM og steypakapping
í fjør, og sum so sera fegið
vil verða roknað ímillum
tey bestu.
HB fekk meiri enn fult
Ongi hagtøl við
í blaðnum í dag
Vegna serliga orsøk, hava vit tíverri
ongin hagtøl úr 1.deild í fótbólti við í
blaðnum í dag
Eftir at hava ligið heilt
frammi í oddinum, hevur
NSÍ slaka nakað seinastu
vikurnar, og eru nú fimm
stig aftanfyri oddaliðið HB
C
M
Y
K
14