týsdagur 9. juli 2002síða 9
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 128 - 9. juli 2002
17
NSÍ og B36 stríddu
seg fram til eitt stig í
part, í einum dysti
har tvey mál og eitt
reytt kort vóru hend-
ingaríkastu løturnar.
1.DEILD
Páll Holm Johannesen
Tað var lagt upp til ein
spennandi dyst, tá NSÍ og
B36 møttust í Runavík
sunnudagin. Bæði liðini
høvdu tapt síðsta viku-
skifti, so vónirnar um ein
dyst har í menn stríddist
fyri sakini, vóru avgjørt til
staðar. Og hetta bleiv eisini
í vissan mun uppfylt. Tað
vóru løtur við ágrýtnum
spæli frá báðum liðum, og
haraftrat bleiv spenningurin
varðveittur mest sum allan
dystin.
Reint fótbóltsliga bleiv tó
ongantíð talan um nakað
stórt upplivilsi. Bæåi liðini
spældu nógv við longum
bóltum, fram til áleyparar-
nar og fremstu miðvalla-
leikararnar, sum royndu at
renna seg í tómu holini.
NSÍ legði betri fyri. Teir
fyrstu tíggju minuttirnir
fingu teir spælt seg fram til
eini 2-3 hornaspørk, og tað
einu ferðina kundi tað verið
vandamikið, tá Ian Høj-
gaard fekk skot á, men ein
B36 verjuleikari kom ímill-
um.
Julian við aftur
So hvørt sum fyrri hálv-
leikur leið javnaði spælið
seg, og B36 kom nógv
meira við. Julian Johnsson,
sum varð klárur til dystin,
fekk ein góðan møguleika,
tá hann og John Petersen
við góðum samanspælið,
komu gjøgnum verjuna hjá
NSÍ. Møguleikin bleiv tó til
onki, tí bólturin var spældur
ov langt frá Julian.
Hetta var ein lovandi
byrjan til dystin, men tí-
verri dovnaði spælið so við
og við, og bert hendinga
ferðir fingu liðini spælt seg
fram til nakað sum líktist
málmøguleikum.
NSÍ burdi havt lagt seg á
odda um miðjan fyrra hálv-
leik, tá Óli Hansen við ein-
ari
frálíkari
avlevering
spældi Ian Højgaard leys-
an, men einsamallur við
málmanninum, skjeyt hann
bóltin beint við síðuna av
málinum.
Reytt kort
Hendingaríkasta løtan í
fyrra hálvleiki, varð tá fáir
minuttir vóru eftir. Arn-
bjørn Danielsen hjá B36 og
Óli Hansen hjá NSÍ vóru í
hornatøkum, og bólturin
fór út til innkast. So koyrdi
Óli Arnbjørn um koll, og
dómarin ivaðist ikki og gav
Óla tað reyða kortið.
Nú sá onki út hjá NSÍ, tí
teir nú allan annan hálvleik
skuldu klára seg við einum
manni færri.
Men hetta sást ikki í
byrjanini av seinna hálv-
leiki, tí tað vóru runavík-
ingar sum vóru meiri ágrýt-
nir. Tað gingu bert 2 min-
uttir, so fingu teir ein fínan
møguleika, tá fríspark kom
væl innfyri. Bólturin fer í
fyrstu syftu afturum allar
leikarar, men har var Sonni
L. Petersen, og legði flatt
innfyri, men ongin maður
var til at seta fótin á.
Bert fáar minuttir seinni,
hevði B36 fríspark í høgru
síðu. Bólturin kom væl inn-
fyri, og har fekk John Pet-
ersen sett høvdið á, men
Jens Martin bjargaði roynd-
ini.
NSÍ kom á odda
Tá 10 minuttir vóru farnir
av seinna hálvleiki, kom
fyrsta málið í dystinum.
Sjurður Jacobsen sendi eitt
fríspark innfyri úr vinstru
síðu, og har var Helgi L.
Petersen hægstur og skall-
aði bóltin í mál. Sjálvt um
Tróndur Vatnhamar hevði
hondina á bóltinum, megn-
aði hann ikki at halda hon-
um úti.
Nú trekti NSÍ seg aftur á
vøllin, og sjálvt um meira
enn hálvur tími var eftir,
kundi ein ikki siga teir ring-
ar fyri hetta. Teir høvdu
fingið leiðslumálið, og
vóru komnir nærmari teim-
um trimum stigunum, sum í
hálvleikinum tóktist lítið
sannlík. Og við bert 10
monnum, var ongin grund
at liggja langt frammi á
vøllinum.
Men hóast runavíkingar
lógu tætt í verju og á miðj-
uni, fekk B36 spælt seg
ígjøgnum fáar minuttir eftir
leiðslumálið.
Klæmint
Matras vann ein bólt á
miðjuni, trekti framvið ein-
um NSÍ-leikara, og spældi
so John Petersen frían við
einari frálíkari avlevering.
John trekti inn í brotsteigin,
og plaseraði bóltin framvið
Jens Martin Knudsen í
málinum, og so varð 1-1.
Hetta málið kom rætti-
liga illa við hjá NSÍ, og
samstundis var tað ein
orkuinnspræning fyri B36,
sum nú trúði uppá øll 3
stigini.
Næstu løtuna fingu teir
veruliga víst, at teir vóru
ein maður fleiri. Teir fingu
nógv pláss at spæla á, og
menn fluttu seg betri fyri
hvør øðrum.
Løtu seinni fekk B36 ein
góðan møguleika at leggja
seg á odda, tá Magni á
Lakjuni akkurát fekk lyft
bóltin yvir málið, eftir at
hann varð spældur fríur.
Dovnaði aftur
Men eins og NSÍ ikki
megnaði at halda trýstinum
uppi í fyrra hálvleiki, so var
eisini við B36 í seinna.
Spælið dovnaði aftur , og
virkaði tað sum um, at lið-
ini royndu at binda um heil-
an fingur og verja tað tey
høvdu.
Síðstu løtuna av dysti-
num lívnaði eitt sindur aft-
ur, og John Petersen royndi
seg við einum skoti á kanti-
num av brotsteiginum, men
bólturin fór beint við síð-
una av.
Eisini NSÍ royndi seg, og
5 minutttir fyri leiklok
fingu teir tann nokk størsta
møguleikan av øllum, tá
Gert Langgaard kom at
standa leysur á 5-metri-
num, men Tróndur Vatn-
hamar bjargaði frálíkt.
Og í yvirtíðini royndi
Sjúrður Jacobsen seg við
einum beinleiðis frísparki,
sum fór beint við síðuna av.
Liðini kunnu kanska ikki
brúka eitt stig til so øgiliga
nógv, tá nú HB vann. Men
úrslitið má sigast at vera
rættvíst. NSÍ hevði nokk
vóna at fáa øll stigini á
heimavølli, men tá nú allur
seinni hálvleikur varð
spældur við 10 monnum, er
kanska ikki so galið við
einum stigi.
B36 hevur kanska eisini
nakað at gleðast yvir. Part-
víst varð talan um fram-
gongd leikliga, í mun til
dystin í Vági í síðstu viku.
Haraftrat sær tað út til, at
teir verða væl betri fyri,
hvat manning viðvíkur til
seinnu helvt.
Julian
Johnsson
var
kanska ikki so sjónligur í
fyrra hálvleiki, tá runavík-
ingar ansaðu væl eftir
honum, men tá meiri pláss
varð at spæla á í seinna
hálvleiki, gjørdi hann nógv
meira um seg. Ongin ivi er
í, at fongur verður í honum.
Dysturin í tølum:
NSÍ-B36 1-1(0-0)
1-0: Helgi L. Petersen
1-1: John Petersen
Javnleikur í jøvnum dysti
Jens Martin Knudsen og liðfelagirnir úr NSÍ fara í summarsteðg á einum triðja plássi
Mynd: Johnard Hammer
B36 spældi allan seinna
hálvleik við ellivu monnum
ímóti tíggju, men hóast
hetta, fingu teir ikki meir
enn tað eina stigið við sær.
Mynd: Johnard Hammer
17
16
Nr. 128 - 9. juli 2002
Happadráttar-
seðlarnir kosta:
1/1 seðil......
1/2 seðil......
1/4 seðil......
200,-
100,-
50,-
Sølan til seinna hálvár 2002 er byrjað.
70% av søluvirðinum fer til vinningar. Ongastaðni í ríkinum
verður latið so nógv útaftur í vinningum.
Fyrsti dráttur verður 02. september, annar dráttur 14. oktober
og triðji dráttur verður 02. desember 2002.
Keypir tú seðilin áðrenn 22. august 2002, er seðilin við í øllum
dráttunum.
Av ágóðanum fer 1/3 til ÍSF, og 2/3 verða settir í grunn ætlaður
brekaðum.
Hin føroyski
HAPPADRÁTTURIN
So nógvir eru
vinningarnir:
1 x 250.000,- kr.
1 x 75.000,- kr.
2 x 60.000,- kr.
3 x 30.000,- kr.
4 x 25.000,- kr.
5 x 15.000,- kr.
17 x 10.000,- kr.
32 x 5.000,- kr.
47 x 3.000,- kr.
117 x 2.000,- kr.
288 x 1.000,- kr.
484 x 500,- kr.
Eykav. 15.000,- kr.
1002 vinningar =
1.960.000 kr.
Jógvan Nybo
750 Viðareiði
Tel 45 10 93
Jonna Johannessen
740 Hvannasund
Tel 45 20 13
Arne Samuelsen
Heygavegur 11
700 Klaksvík
Tel 45 57 75
Anna J. Ellingsgaard
470 Eiði
Tel 42 31 02
Jana K. Mikkelsen
513 Syðrugøta
Tel 44 10 13
Marius Skaale
Mýravegur
620 Runavík
Tel 44 73 29
Jóhanna Heinesen
480 Skála
Tel 44 10 51
Miriann Dam
Lygnnes
410 Kollafjørður
Tel 42 10 61
Rasmus N. Hansen
520 Leirvík
Tel 44 30 01
Gunn Joensen
350 Vestmanna
Tel 42 44 60
Hjørleiv Poulsen
280 Hestur
Tel 32 80 39
Ása Petersen
360 Sandavágur
Tel 33 24 54
Marianna Ellefsen
370 Miðvágur
Tel 33 31 64
Hansa A. Hansen
440 Haldórsvík
Tel 42 33 79
Helga Lauritsen
388 Mykines
Tel 33 29 31
Bjarni Dalsgaard
220 Skálavík
Tel 36 12 41
Ása Niclasen
800 Tvøroyri
Tel 37 19 26
Magna Kjærbæk
900 Vágur
Tel 37 34 02
Arngerð Davidsen
380 Sørvágur
Tel 33 31 61
Ebba Thomsen
850 Hvalba
Tel 37 51 41
Óluva D. Persson
Áargeil 21
100 Tórshavn
Tel 31 47 91
Amanda Jacobesen
N. Finsensgøta 35
100 Tórshavn
Tel 31 19 84 & 31 25 37
Her fært tú happadráttarseðlarnar:
team 85 • 358000
.
.
.
t
e
y
v
u
n
n
u
í
.
.
.
t
e
y
v
u
n
n
u
í
H
A
P
P
A
D
R
ÁT
TIN
U
M
H
A
P
P
A
D
R
ÁT
TIN
U
M
C
M
Y
K
16
Tvey gull- og tíggju
bronsuheiðursmerkir
vunnu føroysku
svimjarnir í kapping-
ini um íslendska
meistaraheitið
SVIMJING
Páll Holm Johannesen
Føroyska svimjilandsliðið
var um vikuskiftið í Ís-
landi, og kappaðist um Ís-
lendska
meistaraheitið.
Føroyska landsliðið endaði
á einum samlaðum fjórða
plássi av ellivu luttakandi
feløgunum, og hetta má
sigast at vera á einari góð-
ari leið.
Tvey gull
heiðursmerkir
Bestu føroysku avrikini í
Íslandi, stóðu Jóannes á
Fløtti og Andrass Thomsen
fyri. Í 200 metrum rygg
vann Jóannes á Fløtti við
tíðini 2.24.90, meðan And-
rass Thomsen vann sann-
førandi 1500 Frí við tíðini
18.27.58. Úr Íslandi verður
sagt, at Andrass mundi vera
einar 25 metrar framman-
fyri nummar tvey. Umframt
tey tvey gullheiðurmerkini,
vann føroyska landsliðið
eisini 10 bronsuheiðurs-
merkir.
Tveir svimjarir
heiðraðir
Siður er á føroyska lands-
liðnum, at svimjarar á bæði
manns- og kvinnusíðuni
verða heiðraðir eftir lokna
kapping. Metingarstøðið
verður gjørt eftir arbeiðs-
avriki, morali og svimjitíð-
um, og eftir Islendska
meistaraheitið var avgjørt
at henda heiður høvdu Aks-
al Holm Norðfoss og
Benthe Sikivat Andersen
uppiborið.
Landsliðsvenjarin
rímuliga væl nøgdur
Landsliðsvenjarin, Petur
Heðin á Fløtti, var rímuliga
væl nøgdur við avrikini hjá
svimjarinum í Íslandi. -
Tær persónligu tíðirnar
vóru verri enn tá FM var,
og tað var eitt sindur
óheppi, segði Petur Heðin
eftir
kappingina.
Petur
Heðin á Fløtti vísti eisini á,
at støðið í kappingini ikki
var so høgt sum undanfarin
ár, og høvdu føroyingarnir
havt sterkastu manning, so
høvdu vit avgjørt havt
møguleika at vunnið kapp-
ingina. Eisini greiddi Petur
Heðin frá, at tað at svimj-
arnir svomu í uttandura
hyljum, allahelst var ein av
orsøkunum, at svimjarnir
ikki stóðu seg enn betri.
Fara undir fyrireik-
ingarnar til
oyggjaleikirnar
Nú fáa svimjarnir frí í
nakrar vikur, og so verður
herjað á aftur í august.
Stórar avbjóðingar standa
fyri framman, har málið er,
at svimjarnir vera so væl
fyri sum yvirhøvur møgu-
ligt
til
oyggjaleikirnar
komandi summar. Um-
framt oyggjaleikirnar skulu
svimjarnir
kappast
um
NJM í desember og møgu-
liga í mars mánaði kom-
andi ár, fara føroyingar at
kappast
um
stutthylja-
meistaraheitið í Íslandi.
Svimjilandsliðið
verið í Íslandi