týsdagur 9. juli 2002síða 10
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 128 - 9. juli 2002
19
um útisetarnar Óla Jo-
hannesen, Julian Johnsson,
Súni
Olsen,
Christian
Høgni Jacobsen og Jákup
Mikkelsen, sum vandu við
sínum feløgum, og Øssur
Hansen,
Jens
Kristian
Hansen, Hans Fróða Han-
sen og Allan Mørkøre, sum
høvdu givið avboð av
øðrum orsøkum.
Tá teir, sum vóru við á
Kypros, og teir, sum góvu
avboð til venjingarleguna,
verða taldir uppí, eru
neyvan nógvir aðrir møgu-
leikar at manna landsliðið.
Landsliðsvenjarin hevur í
hvussu so er ikki nú fyri-
treytir at rokna við øðrum
broytingum. Men tað kann
seinni fara at vísa seg, at
tað verður neyðugt at gera
broytingar.
Einvegis ferðsla
Spurningurin er nevniliga,
hvussu tað stendur til hjá
spælarunum,
sum
eru
nevndir omanfyri. Svarið er
ikki einfalt, men tað eru
fleiri lutir, sum kundu
boðað frá, at fyritreytirnar
skjótt ikki verða so góðar,
sum tær hava verið.
Allan Simonsen undir-
strikaði, tá hann var vorðin
venjari, at tað var sera týdn-
ingarmikið fyri menningina
av landsliðnum, at fleiri
spælarar fóru at umboða
útlendsk feløg. Síðsta árið
hevur rákið verið hinvegin.
Óli Johannesen er í TB, og
tað er óvist, um hann fer at
spæla aðra staðni komandi
kappingarárið, sum donsku
feløgini fyrireika seg til í
hesum
døgum.
Julian
Johnsson er komin úr Hull
og til B36, og Súni Olsen er
komin úr Zwolle og til GÍ.
Eingin
ferðsla
hevur
verið úr føroyskum og í
útlendsk feløg.
Óli Johannesen og Julian
Johnsson eiga framvegis at
vera stuðlar á landsliðnum.
Tað kann ikki roknast við,
at fyritreytirnar hjá teimum
fara at verða tær somu, sum
tær hava verið, men altjóða
royndirnar kann eingin taka
frá teimum.
Aldurin
Tá venjarin tosar um broyt-
ingar, so má talan heldur
vera um broytingar sam-
mett við tey liðini, sum
áður
hava
spælt
í
undankappingum, heldur
enn um broytingar sammett
við liðið, sum á Kypros
spældi ímóti Liktinstein.
Tað vil siga, at hjálparvenj-
arin hjá nýggja venjaranum
nýtti venjingarleguna á
Kypros til at gera broyt-
ingarnar.
Um spælararnir hava hug
at spæla, so eigur tað
sjálvandi at verða soleiðis,
at tað verða avrikini á
vøllinum og ikki persóns-
tølini, ið gera av, hvør skal
spæla og hvør ikki skal
spæla.
Veruleikin er, at nógvir
spælarar eru komnir har til,
at tað fer at verða ein
spurningur, um teir yvir-
høvur spæla fótbólt í eitt
ella tvey ár afturat, og um
teir hava tíð og umstøður
annars at spæla á lands-
liðnum.
Jens Martin Knudsen er
35 ára gamal, og Jákup
Mikkelsen verður 32 í
summar. Jens Martin spælir
av lívsins kreftum í NSÍ.
Jákup Mikkelsen, sum í
7–8 ár hevur verið málverji
í
superliguni,
fær
nú
dystarvenjing í triði deild-
ini í Noregi. Tað er ikki
optimalt. Men tað eru ikki
aðrir upplagdir landsliðs-
málverjar, so vit mugu
vóna, at teir báðir verða
tøkir hjá Henrik Larsen.
Hjá málverjum telur ald-
urin ikki á sama hátt, sum
hann
ger
hjá
hinum
spælarunum. Tað eru David
Seaman og Peter Schmei-
chel góð dømi um.
Úti á vøllinum tykjast
fleiri vera við til at rigga av.
31 ára gamli Uni Arge, sum
skoraði
málið
ímóti
Liktinstein í februar, hevur
ikki vant og spælt í nógvar
vikur, og 30 ára gamli Allan
Mørkøre hevur havt ilt við
at koma fyri seg, eftir at
hann leingi var skaddur. Í
løtuni eru teir ikki lands-
liðsaktuellir.
Tað hevur ikki gingið
nakað serligt hjá B36 í ár.
Jens Kristian Hansen og
John Petersen vóru í fjør
millum berandi kreftirnar á
FM liðnum. Teir hava báðir
seinastu sjey árini verið
stuðlar á landsliðnum. Teir
eru farnir um tey tredivu.
Jens Kristian hevur fleiri
menn í arbeiði. Spurning-
urin er, hvussu drúgvur
hann fer at verða á lands-
liðnum. Aðrir landsliðs-
spælarar, sum eru farnir um
tey tredivu, eru Øssur Han-
sen og Jóhannis Joensen.
Serliga Øssur hevur verið
sannførandi í higartil í ár,
og aftur sunnudagin var
hann millum teir mest eyð-
sýndu í Gundadali.
Bulurin
Út frá omanfyri standandi
er skjótt at koma til, at
bulurin á liðnum hjá Henrik
Larsen verða teir, sum í
februar vunnu á Liktin-
stein. Tað vil siga, at tað er
eingin orsøk at gera stórar
broytingar. Óli Johannesen
og Julian Johnsson eru
upplagdir stuðlar, og Súni
Olsen, Christian Høgni
Jacobsen og Jákup Mikk-
elsen eiga at vera sjálv-
sagdir í hópinum.
Allan Simonsen fekk
mangt høggið fyri, at hann
ikki var oftari at síggja í
Føroyum, enn hann var. Tey
høggini fóru á skeivt stað, tí
Allan Simonsen helt seg til
treytirnar, sum hann var
settur eftir. Men Allan
Simonsen hevði ein eyð-
mjúkan hugburð, tá hann
var settur í venjarastarvið,
og hann fór gjølla um. Á
vári í 1994 stóð hann í
vetrarkuldanum og fylgdi
við í Klaksvíks kappingini,
og hann savnaði einar
tredivu spælarar eitt bítandi
kalt várkvøld í Gøtu,
áðrenn hann gjørdi av,
hvørjir skuldu við á venj-
ingarlegu í Eysturríki. So
fór hann at úttala seg um,
hvørjar
spælarar
hann
ætlaði at brúka og hvussu.
Fyri pressuna er tað alle
tiders, at landsliðið hevur
fingið ein venjara, sum
einki tykist hava ímóti at
tosa við stórum bókstavum.
Men fyri føroyskan fótbólt
eigur tað at kennast órógv-
andi, at maðurin við høv-
uðsábyrgdini fyri liðnum,
sum skal spæla m. a. ímóti
Týskalandi, er opinskár-
aður um viðurskifti, sum
hann yvirhøvur ongar fyri-
treytir hevur at hava innlit í.
Fyri føroyskan fótbólt er at
vóna, at hann nú fer at gera
lektiur. Higartil hevur alt
hingið í leysum lofti hjá
honum.
19
18
Nr. 128 - 9. juli 2002
Knappar tveir mán-
aðir undan fyrsta
undankappingardysti
num hevur venjarin
boðað frá – uttan at
hava hugt eftir nøkr-
um dysti – at broyt-
ingar skulu gerast, og
fyri landsliðið er tað
óheppið, at gongdin
nú støðugt er, at spæl-
arar flyta úr útlendsk-
um og aftur í føroysk
feløg
LANDSLIÐIÐ
Jóannes Hansen
21. august skulu Føroyar
spæla vinardyst á heimav-
ølli ímóti Liktinstein, og 7.
september verður tað heilt
álvarsamt, tí tá skulu Før-
oyar spæla EM undan-
kappingardyst á heimavølli
ímóti Skotlandi.
Fríggjadagin varð í viku-
skiftissendingini hjá út-
varpinum ein roynd gjørd
at skatta dýpið hjá venj-
aranum, hvussu tað stendur
til. Satt at siga hevur tað
ikki kenst serliga sann-
førandi, síðani Henrik Lar-
sen mánadagin 13. apríl
varð settur sum landsliðs-
venjari, og útsøgnirnar hjá
honum fríggjadagin vóru
ikki við til at broyta kensl-
urnar av støðuni – heldur
var tað tvørtur ímóti.
Tá venjarin hevði fyrsta
tíðindafundin, legði hann
sjálvkravdur tríggjar byrðar
á seg sjálvan. Ein var, at nú
skuldi hann læra føroyingar
at spæla fótbólt. Ein onnur
var, at føroyska liðið skuldi
í hvussu so er fáa eins nógv
stig, sum tað fekk í síðstu
HM undankappingini, og
triðja byrðan var, at nú
skuldi hann syrgja fyri, at
Todi Jónsson kom aftur á
landsliðið.
Tað vóru tungar byrðar
hjá einum 36 ára gomlum
dana, sum yvirhøvur einki
kendi til føroyskan fótbólt,
at leggja á seg sjálvan.
Fyrsta útsøgnina kann hann
sum landsliðsvenjari einki
gera við. Hon er tvætl.
Aðru útsøgnina fær hann
meiri enn ilt við at liva upp
til. Í HM undankappingini
vóru Føroyar í bólki saman
við fimm øðrum tjóðum,
og seks av sjey stigum
vórðu vunnin ímóti Luks-
emborg. Nú eru Føroyar
saman við fýra øðrum
tjóðum, sum allar eru væl
hægri styrkismettar, enn
Føroyar eru tað.
So var tað Todi Jónsson.
Allir føroyingar høvdu
viljað, at Todi var á lands-
liðnum. Og nógvir fata, at
Todi – ikki tí hann er vorðin
so stórur, at hann ikki hirðir
at umboða Føroyar, men av
heilsuávum – við bløðandi
hjarta hevur givið avboð til
landsliðið. Hann hevur alla
tíðina sagt fyribils. Men
einki bendir á, at um-
støðurnar,
sum
høvdu
landsliðsavboðið við sær,
eru broyttar. Í síðstu viku
noyddist Todi at gevast eftir
ein hálvan tíma, tá FCK
spældi
venjingardyst
í
Jyllandi. Lærskaðin, sum
var orsøkin til landsliðs-
avboðið, gjørdi um seg. Tað
fær Henrik Larsen ikki
gjørt nakað við, og hann
hevur ikki tosað við Toda
Jónsson um spurningin.
Nýggju boðini
Henrik Larsen hevur verið í
venjarastarvinum síðani 1.
juli. Tað ljóðaði, at hann so
smátt kundi fara at røkja
uppgávuna, tá Ølstykke
hevði tryggjað sær upp-
flyting úr triðju og upp í
næstbestu donsku deildina.
Tað var greitt mitt í juni,
men venjarin hevur fram-
vegis ikki verið í Føroyum.
Honum hevur staðið í boði
at koma henda vegin og
harvið eitt vikuskifti at
síggja tveir dystir, men
hann hevur ikki tikið av.
Venjarin
hevur
hildið
summarfrí, og leygardagin
var hann saman við vin-
monnunum á landsliðnum,
sum vann EM í 1992. Teir
plaga at spæla ein dyst um
árið, og leygardagin vóru
teir á Nykøbing stadion á
Falster.
Tað er alt í lagi, at lands-
liðsvenjarin – sum øll
onnur – heldur summarfrí
saman við familju og vin-
um.
Men útsøgnirnar, sum
hann ber viðvíkandi lands-
liðnum, kennast ikki sann-
førandi. Fyrst og fremst tí
at hann ongan spælara
hevur sæð og kannað. Tað
fer hann at gera 24. juli, tá
B36 fer at spæla í Europa
Cup og 29. juli, tá HB og
NSÍ fara at spæla finalu.
Men eisini kennist tað, sum
hann sigur, eitt sindur
órógvandi, serliga tá hann
ikki hevur verið í sambandi
við hjálparvenjaran.
Sambært
venjaranum
hevur hann fingið ein
navnalista, og út frá honum
sigur hann seg síggja, at tað
verður neyðugt at gera
broytingar. Broyingar vald-
ast altíð í mun til okkurt
annað. Spurningurin er so,
hvat tað er, sum lands-
liðsvenjarin sammetir við.
Mest upplagda sammet-
ingar grundarlagið eigur at
vera síðsti landsdysturin.
Hann var á Kypros ímóti
Liktinstein 13. februar. Tá
sá liðið hjá Jógvani Martin
Olsen soleiðis út: Jens
Martin Knudsen – Jóhannis
Joensen, Bartal Eliasen,
Jón Rói Jacobsen, Arnbjørn
Danielsen – Jákup á Borg,
John
Petersen,
Rógvi
Jacobsen, Heðin á Lakjuni
– Uni Arge, Andrew av
Fløtum. Innnskiftir vórðu
Klæmint Matras, Hjalgrím
Elttør, Palli Augustinussen
og Sámal Joensen. Pól
Thorsteinsson varð so illa
skaddur í dystinum ímóti
Póllandi, at hann var ikki
førur fyri at spæla.
Fleiri av føstu monnun-
um vóru ikki við. Talan var
Landslið í leysum lofti
C
M
Y
K
18
STÁSILIGA,
KLASSISKA OG
GÓÐSKUKENDA
KLÆDNAMERKI
TIL MÓTATILVITAÐU
KVINNUNA
· VEITSLUKJÓLAR
· BLAZER
· BUKSIR
· TOPPAR
· SKJÚRTIR
· CARDIGAN SETT
· SKINNJAKKAR
Sosialurin - 311820
Klæðir frá
Vælkomin inn á gólvið og síggj úrval okkara