Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-07-09, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. juli 2002síða 11

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 128 - 9. juli 2002 21 Stórur kappróður hevur verið á Sorø um vikuskiftið, og føroyingar vundu úr hinum luttakarunum KAPPRÓÐUR Í DANMARK Páll Holm Johannesen Nú kappróðrarárið her heima er við at halla, dýkj- ur føroyska kappróðra- fólkið í Danmark á. Tríggj- ar føroyskar kvinnur í høv- uðstaðarumráðnum hava um vikuskiftið roynt seg í stórari kapping á Sorø. Talan er um tær tríggjar, Katrin Olsen, Katrin Rubek Nielsen og Sigrid Svartá , ið allar eru niðri í lestrar- ørindum, og rógva sam- stundis kapp í frítíðini. Umframt tær tríggjar, sum luttóku á Sorø, ger Beinta Hansen eisini nógv við kappróðurin í Danmark. Allar fýra hava róð kapp í fleiri ár her heima, báðar Katrinar og Beinta Hansen hava róð við Jarnbardi úr Havn, meðan Sigrid hevur verið á Hvessingi úr Sunda- lagnum Føroyingarnir tvey fyrsta pláss Kappróðurin í Danmark er heilt annaðleiðis skipaður enn her heima. Í Danmark hevur tú tað, ið kallast single- og double scullarar, sum kann yvirførast til ávikavist eitt- og tvey mannafør. Umframt eitt- og tvey mannaførini, eru fýramannafør,...... Róðursfólkið er eisini býtt upp í vektflokkar, har róðursfólkið verður bólka antin sum lættvektara ella tungvektarar. Fram til kappingina høvdu Katrin Olsen og Katrin Rubek Nielsen vant í einum tvey-mannafari, meðan Sigrid Svartá hevði vant í eitt-mannafari. Kappast varð bæði leygar- dag og sunnudag , og ikki kann sigast annað, enn at føroyingarnir stóðu seg frágera væl. Katrin Olsen og Katrin Rubek Nielsen róðu báðar dagarnar, og vunnu tær sannførandi. Báðar róðrarnar vórðu tað heili sjey sekund niður til næstu luttakarnar. Sigrid róð bara sunnudagin, og henni eydnaðist eisini at vinna sín róður. Sigrid stóð onki aftanfyri hinar føroy- ingarnar, og hon vann eisini sannførandi, har munurin var níggju sekund til næsta bátin. Føroyingarnar vóru sjálvsagt ovurfegnir eftir róðrarnar, og at nógva venjingin hevði borið ávøkstur. Tær siga úr Dan- mark, at tað alla tíðina hevur gingið framá, og tað at vinna kappingina í Sorø, hevur bara givið teimum betri mót uppá at gera enn meir við kappróðurin. Næsta kappingin verður í Keypmannahavn um ólav- søkuleitið, og tá fara føroy- ingarnir eisini at luttaka. Danska landsliðið verður við ta kappingina, og tað hevði verið sera spennandi hjá føroysku róðurskvinn- unum at sloppið at roynt seg ímóti teimum. Vanligt er, at manningin á danska landsliðnum verður skift út av og á, og sjálvar meta før- oyingarnir seg hava góðan møguleika at koma á landsliðið í framtíðini. - Eftir sigrarnar í Sorø, mugu vit vera ímillum tær fyrstu, sum fáa møguleikan at royna okkum á landslið- inum, siga føroyingarnir úr Danmark. Venja nógv Føroysku róðrarkvinnurnar venja einar átta ferðir um vikuna, og nú summarfrítíð er, hevur verið vant 12-14 ferðir. Venjingin fevnir bæði um fysiska og tekn- iska venjing. Serliga verður dentur lagdur á tað tekniska, og her hava føroy- ingar leitað sær hjálp frá Vagn Nielsen, ið er høgt í metum millum róðrarfólki í Danmark. Allar fýra róð- urskvinnurnar hava róð nógv í Føroyum, men í Danmark er talan um heilt annað slag av kappróðri, og tí er nógv av venjingartíðini farið til ta teknisku venjing- ina. Vant verður bæði innan- og uttandura, og vánaliga summarveðrið hevur havt við sær, at før- oyingarnir hava verið noyddir at vant nógv inni í seinastuni. Umframt nógvu venjingina, er neyðugt at eta sunt, og býarlívið síggja føroysku róðurskvinnurnar ikki nógv til. Broyta saman- setingina Eftir kappingina í Sorø fara nakrar broytingar at fara í samansetingini. Katrin Olsen og Sigrid Svartá fara í framtíðini at rógva saman í tveymannaførðum í lætt- vekt, meðan Katrin Rubek Nielsen skal royna seg seg í eitt-mannaførðum í tung- vekt. Umframt hesar broyt- ingarnar, er ætlanin at manna eitt fýra-mannafarð til kappingina í Keyp- mannahavn á ólavsøku, men enn er ikkik greitt, um hetta verður til nakað. Væntast kann, at hetta fýra- mannafarð skal royna seg ímóti danska landsliðinum, og tí hevði tað verið spenn- andi, um hetta gjørdist veruleikið. -Ætla sær á danska landsliðið Kappróðrarfólkið í Danmark dýkjur á, og nú er ætlanin at vinna sær sess á danska landsliðnum. Innsett: Katrin Rubek Nielsen t.v. og Katrin Olsen t.h. vunnu um vikuskiftið kapping í Sorø. 21 20 Nr. 128 - 9. juli 2002 Gøtumenn kunnu nú við góðari samvitsku fara í summarfríð, teir hava nevnliga vunnið tríggjar teir seinastu dystirnar 1.DEILD Páll Holm Johannesen Við sigrinum á VB sunnu- dagin, hava gøtumenn nú vunnið seg fram á eitt annað pláss í bestu før- oysku deildini. Dysturin endaði við 2-1 til GÍ, eftir hálvleikstøðuna 1-1. Tað hevði gingið væl hjá báðum liðum í undanfarnum dyst- um, og tað sást eisini aftur á spælinum sunnudagin. Leikferðin var høg, og bæði liðini sýndu gott spæl. Javnur fyrri hálvleikur Í fyrra hálvleiki leikaði javnt á, og við møguleikum á bæði mál. Longu í fyrsta minutti hevði Mortan úr Hørg ein risa møguleika. Eftir eina sending frá mið- vøllinum, gert Mortan leysur við málverjanm, men ístaðin fyri at leggja bóltin uppá tvørs til ein betri staddan vágbing, royndi Mortan sjálvur, og skotið fór framvið málin- um. Fyrstu løtuna í fyrra hálvleiki, hevði VB leikliga yvirvág, men spældi seg ikki fram til stórvegis mál- møguleikar. Sum hálvleik- urin gekk, fingu gøtumenn meira og meira spæl og dysturin gjørdist javnari. Eftir hálvur tímið var farin av fyrra hálvleiki, eyðnaðist tað gøtumonnum at skjóta fyrsta málið í dystinum. Eftir GÍ-horna- spark, verður bólturin send- ur út úr aftur VB-brots- teiginum, og har er Suni Olsen vælstaddur, og kundi einum hørðum skotum leggja GÍ á odda 1-0. Fimm minuttir seinni hevði Suni Olsen gyltan møguleika økja um GÍ-leiðsluna. Dómarin, Petur Skarðenni, metti, at VB-leikari hevði havt hond á bóltinum, og peikaði tí brotssparks- plettin. Suni Olsen varð settur at skjóta, men Bjarni Johansen í VB-málini bjargaði veika skotinum frá Suna. Stutt fyri hálvleik, svar- aði VB aftur. GÍ-leikari heldur í troyggjuni hjá Palla Augustinussen, og dómarin var eirindaleysur, og dømdi brotsspark til VB. Palli Augustinussen varð sjálvur settur at skjóta, og hann sveik ikki álitið. Hálv- leiksstøðan var eisini 1-1, og eftir býtið av spælinum, var hetta á góðari leið. Gøtumenn vanda- miklari Seinni hálvleikur var leikliga lakari enn fyrri. Vágbingar høvdu bóltin nógv, men stóru málmøgu- leikarnir trutu. Haraftur ímóti var GÍ nakað vandamiklari, tá teir lopu á. Gøtumenn spældi seg fram til til nakrar møguleikar í seinna hálvleiki, men Bjarni Johansen í VB- málinum tók tað mesta. Einu ferðina var inn- skifti, Birgir Jørgensen, rættiliga nær við at leggja VB á odda, tá hann, eftir innlegg, setti høvdið á, men Hallur Hansen í GÍ-mál- inum bjargaði meistaraliga. Tað kom tó eitt mál í seinna hálvleiki, og tað fall gøtumonnum í lut. Seinna málið kom eisini eftir eitt hornaspark. Bólturin verður sparkaður væl innfyri, og eftir trunkaspæl, fær Suni Fríði Johannesen prika bóltin í netið. Hetta mundi kennast eitt sindur snópisligt hjá heimaliðnim, ið helst hevði uppiborið betri lagnu. Ein javnleikur hevði helst verið tað rættvísari úrslitið, men gøtumenn vóru glaðir við, og kunnu nú síggja fram til eina spennandi seinnu hálvu. Nú kappingin er hálvrunnin eru gøtumenn fýra stig aftanfyri oddaliðið HB, og skulu teir fanga oddaliðið, er neyðugt støð- uðari úrslitum í seinnu hálvu. Gøtumenn eru rætti- liga bjartskygdir undan seinnu hálvu, ti teir vísa á, at teir hava spælt flestu torføru útidystirnar, og skulu teir møta HB, B68, NSÍ og B36 í Sarpigeri, og har plagar at liggja ræðið fyri hjá gøtumonnum. VB-GÍ 1-2 (1-1) 0-1 Suni Olsen 1-1 Palli Augustinussen (br) 1-2 Suni Fríði Johannesen VB-GÍ 1-2 (1-1) GÍ á øðrum plássi Málið hjá Palli Augustinussen var ikki nóg mikið til at basa gøtumonnum á Eiðinum C M Y K 20 SMYRIL LINE Tel 34 59 00 team85 e-mail: booking@smyril-line.fo www.smyril-line.fo Bussferðir Íroknað prísin er: Ferðin fram og aftur við Norrönu í 4-koyggjukamari við handvaski, 7 nætur á hotellum í dupultkamari v. WC/bað, íroknað ½ vistarhald. Hartil føroyskur bussur og ferðaleiðari. til Noregs 12.08. - 21.08. Vitjað verður m.a. í Gudvangen, Lærdal, Lillehammer, í Gudbrandsdalinum, í Lom, Geirenger, við Sognefjørðin, Balestrand og Bergen úr 5.795,-