mikudagur 15. mars 1978síða 2
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
telf. 14720 . 11820 . giro 6282725
box 76, 3800 Tórshavn
Utgevari: Foroya Javnaðarflokkur
Blaðstjóri: Vilhelm Johannesen (ábyrgd) telf. 56411
Blaðmenn: Høgni Djurhuus
Jogvan Jespersen
Uppseting: Sosialurin
Prent: Dimmalætting
Tað er ikki loyvt at avfotografera lýsingar, mynd-
ir og annað tilfar úr SOSTALINUM uttan loyvi
frá blaðnum.
Landsfundur
Í DOGUNUM 31. mars, 1. og 2. apríl
heldur Føroya Javnaðarflokkur
landsfund í Fuglafirði.
TÁ FUNDURIN verður, eru bert sjey
mánaðar eftir til regluligt løgtings-
val skal vera. Samstundis er tað
ótraditionella landsstýrið, saman-
sett av Javnaðarflokkinum, Tjóð-
veldisflokkinum og Fólkaflokkinum
komið gjøgnum landsstýrisskeið
sítt.
LÍTA VIT NÚ aftur um bak, so
kunnu vit sláa fast, at hóast nógvar
og stórar trupulleikar, bæði burturi
og heima, so er hetta valskeiðið
hepnast væl. Í hesum teigi er ikki
nóg mikið av plássi, til at vit kunnu
reksa upp allar teir trupulleikar,
sum sitandi landsstýri hevur drigist
við og vunnið á.
VIT KUNNU sláa fast, at ongantíð
áður hevur fiskiskapurin givið so
nógv, sum júst í hesum árum, og tá
vit siga nógv, so hugsa vit bæði um
nøgd og virði. Um somu tíð kunnu
vit sláa fast, at tað ongantíð áður
hevur verið so stórur eftirspurning-
ur eftir arbeiðsmegi kring landið, og
at inntøkurnar hava ongantíð verið
stórri enn júst nú.
LANDSFUNDUR Føroya Javnaðar-
floks skal seta út í kortið fyri tey
komandi fýra árini. Grundleggjandi
sjónarmiðini í politikki floksins eru
og verða tey somu. Men tíðir broyt-
ast. Mál verða loyst, og onnur
stinga seg upp. og krevja eina
loysn, og tí er tað neyðugt, at virkis-
skráin verður endurskoðað í minsta
lagi fjórða hvort ár.
EFTIR AT landsfundurin hevur ver-
ið, fara tit at hoyra, hvørji mál Javn-
aðarflokkurin fer at virka fyri at fáa
loyst tey komandi fýra árini, og
hvussu flokkurin hugsar sær at hesi
mál verða loyst. Vit vóna og vænta,
at landsfundur javnaðarfloksins fær
góða og dygga undirtøku frå javn-
aðarfólki kring landið.
VIT VÓNA og vænta somuleiðis, at
tann virkisskrá, sum flokkurin legg-
ur á komandi landsfundi, eisini fær
góða undirtøku á løgtingsvalinum í
heyst.
Føstu-
gudstænastur
i kvøld kl. 20:
Havnar kirkja: Niels
Pauli Danielsen; Oyndar-
fjørdur: Edmund í Garði;
Glyvrar: Torkil Beder;
Viðareiði: Jákup Magnus-
sen; Vágur: David Johan-
nesen; Sandvík: Elsa
Funding.
Hóskveldið kl. 20:
Nes kirkja: Kjartan
Mørkøre, altargongd;
Tvøroyri: David Johanne-
sen; Hvalba: Martin R.
Jacobsen; Famien: Johan
Weihe.
Missiónshúsið
við Landavegin
Meti hóskveldið kl. 20.
KFUK
Samkoma teirra eldri
verður í dag kl. 16 við
hjúnunum Hgj.
Várgleði hevur fund í
dag kl. 16, ein vitjan.
Gamlir KFUK-skøtar
og leiðarar meta í KFUK
aftaná føstugudstænast-
una í kveld.
Filadelfia
Systurmissiónin í kveld
kl. 20.
Frelsunarherurin,
Tórshavn
Heimaforbundið í kveld
kl. 20 og sangvenjing
friggjakveldið kl. 20.30.
Evangeliuhúsið,
Trondargøtu
Evangeliskir fundir í
kveld og hóskveldið kl. 20
v/ Enok Carlsson og Her-
bert Larsson.
Sion, Vági
Evangeliskur
kveld kl. 20.
fundur í
ENDURSKIN
livstrygging
fyri gangandi
Í — AI) FYRI
TT dødede
tr
Haldórsvík
Heidningamissiónsfundur
verður í kveld kl. 20 (inn-
savning til Sudanmissión-
ina).
Sumba
Johan Weihe talar í missi-
ónshúsinum í kveld kl. 20
og Torkil Strom hóskveld-
ið kl. 20.
KFUM, Tórshavn
Ungmannadeildin hevur
fund friggjakveldið kl. 20,
framhaldssøgan, spurn-
ingar úr bíbliuni, finala í
bobbkappingini og and-
akt.
Uppistova
Ungmannadeildin (14 ár
og eldri) hevur aðalfund í
kveld kl. 21.
Val av nýggjari nevnd.
Føroyskt-
bretskt felag
Ársaðalfundurin verður i
Gamla klubba friggja-
kveldið kl. 20.
Discoteque Club
Aðalfundur verður í kveld
kl. 19.30 í Dansihell
Havnar Klubba.
Barnabókasavnið
Í dag kl. 16 vitjar Jórunn
Simonsen tey 5—10 ára
gomlu.
£/ KJARTAN NG
/ DALSGAARD
MOYDALSVEGUR á
SN TLF 15222
Er nakað á våsi,
sum tú vilt hava
i blødini, so ring —
vit eru til reiðar.
Telefonir okkara eru
14720 og 11820.
Nr. 20 — 15. mars 1978
Suðurstreymoyar
javnaðarfelag
Aðalfundurin, ið lýstur var at verða
týsdagin 14. mars, verður ístaðin
hóskveldið 16. mars kl. 19.30 á Hotel
Føroyum.
Aftaná verður kjak: Var núverandi
samgonga okkara politikki at gagni.
Við á fundinum verða tingmenn,
landsstýrismaður og løgmaður.
NEVNDIN
Færøernes
Realkreditinstitut
Tær av notarius publicus sambært viðtekum
stovnsins drignu obligatiónir til eitt virði uppá
kr. 5.526.000,00
verða við hesum sagdar upp til gjaldingar tann 1.
juni 1978.
Dráttarlisti við numrum á teim drignu obliga-
tiónunum fæst útflýggjaður ella sendur protofrítt
við at venda sær til skrivstovu stovnsins.
Tórshavn, tann 14. mars 1978
STJÓRNIN
Handverkslærlingar
Minnist til at Feroya Handverkslærlinga-
felag hevur skrivstovutid hvert týskveld frå
kl. 19 til 21 í húsum Havnar Handverkarafel-
ags í Tróndargetu 16 og í hølum Klaksvíkar
Handverkarafelags í Foroya Banka.
NEVNDIN
Lýsing
Sagt verður frá, at tá páskirnar í ár
eru so tíðliga, í mars mánaða, og
prístalsjavnan skal fara fram frá 1.
apríl, verða sosialu veitingarnar fyri
apríl mánaða fyrst útgoldnar aftaná
28. mars.
Almannastovan
Tórshavn hin 1. mars 1978
Venjingartíðir
hjá HB
Mánadag kl. 18.30 dreingir í Ítróttar-
høllini. KI. 19 vaksnir og unglingar í
Gundadali.
Mikudag kl. 18 dreingir í Gunda-
dali. Kl. 20 vaksnir og unglingar í
Gundadali.
Hósdag ki. 18 dreingir í Gunda-
dali. Kl. 19 vaksnir og unglingar í
Gundadali.
Nýggir limir verða teknaðir.
H.B.