mikudagur 15. mars 1978síða 3
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 20 — 15. mars 1978
sosialurin
Roknskaparmálið hjá Tórshavnar Býráð:
Síða 3
Gomlu býráðssamtyktirnar fella
burtur — roknskapurin góðkendur
Ingi Mohr skal vísa á konkretar grundgevingar fyri skuldsetingunum, sigur Býráðið
Á eykabýráðsfundi mána-
kveldið góðtók Tórshavn-
ar Býráð tann revideraða
roknskapin hjá Tórshavn-
ar kommunu fyri figgjar-
árið 1976/77. Samstundis
avgjerdi býráðið, at gom-
lu býráðssamtyktirnar frá
23. februar skulu fella
burtur.
Býráðið avgjørdi eisini,
at grannskoðarin hjá
kommununi, Pauli Ellef-
sen, saman við tveimum
figgjarnevndarlimum,
einum fyri meirilutan og
einum fyri minnilutan
skulu krevja av Inga
Mohr, at hann visir á kon-
kretar grundgevingar
undir skuldsetingum sín-
um, sum benda á, at ó-
reiðuligar útgjaldingar
ella falsan administrativt
eru farnar fram.
Meirilutin i býráðnum
valdi Ebbe Mortensen til
hetta arbeiði, meðan min-
nilutin valdi Inga Mohr.
Hesir báðir skulu saman
við Paula Ellefsen sum
skjótast gera eina frá-
greiðing til figgjarnevnd-
ina og kommunala eftirlit-
ið.
Steðan í roknskapar-
málinum í letuni er sostatt
tann, at roknskapurin er
góðkendur, og at Pauli
Ellefsen, Ebbe Mortensen
og Ingi Mohr skulu krevja
av uppskotsstillaranum til
fyrru samtyktirnar frá 23.
februar, sum eisini er Ingi
Mohr, at hann vísir á kon-
kretar grundgevingar
undir skuldsetingum sín-
um, sum benda á, et 6-
reiðuligar útgjaldingar
ella falsan administrativt
eru farnar fram.
Samtyktur
við fyrivarni
Á fundinum 23. februar
samtykti býráðið r:'<n-
skapin hjá komm: ni
fyri 1976/77 við fyriv. ai,
um óreiðiligar útgjalding-
ar ella falsan admini: ira-
tivt eru farnar from.
Hetta varð samtykt við
fýra atkveðun fyri og
trimum ímóti
Eisini samtykti b: ð-
ið, at ein kanning sk di
gerast av vidv skiftu: a.
Hetta varð + mtykt :n-
mælt, við 11 atkveðum.
Bæði uppskotini vórðu
sett fram av Inga Mohr.
Fútin helt onga
grund ver :
til kannir. ar
Byrådsskriva n, Kistan
Kristiansen, og roknskap-
arleiðarin Liggjas Joen-
sen, mettu samtyktina
sum eina beinleiðis skuld-
seting móti teimum, og
bóðu teir fútan um at gera
kanningar í málinum,
samstundis sum teir sýttu
fyri at halda fram í sterv-
um teirra, til hesar kann-
ingar vóru gjerdar.
Men fútin helt onga
grund vera til at gera
kanningar í málinum. By-
ráðið samtykti eisini, at
býráðssamtyktirnar skul-
du ikki skiljast sum ein
skuldseting móti teimum
báðum, og at tað var ong-
in grund hjá teimum at
fara úr stervum teirra,
meðan kanningarnar
verða gjerdar.
Teir fingu eisini boð frá
býráðsformanninum um
at koma til arbeiðis mána-
morgunin 27. februar,
men teir sýttu.
Tríggjar tilráðingar
Nýggja samtyktin, sum
býráðið gjørdi mána-
kveldið, var ein tilráðing
frá einum meiriluta í figgj-
arnevndini, sum varð
samtykt við 9 atkveðum
fyri og 4 ímóti.
Ein tilráðing frá Petur
F. Christiansen, um at
býráðssamtyktirnar frá
23. februar skuldu avtak-
ast og at roknskapurin í-
staðin skuldi góðkennast,
samstundis sum tað verð-
ur átalað, at figgjarætl-
anin ikki verður fylgd,
fekk tvær atkveður.
Ein triðja tilráðing var
frá Inga Mohr.
Hann helt fast við bý-
.ráðssamtyktirnar frá 23.
februar, og mælti eisini
býráðnum til at samtykk-
ja, at Kjartan Kristiansen
og Liggjas Joensen eru
leysir úr tænastu hjá
kommununi, tí teir ikki
mettu til arbeiðis mána-
dagin 27. januar.
Onki orðaskifti
Onki orðaskifti var um
málið. Bert Ingi Mohr
hevði orðið.
Hann segði m.a. at
hann dugdi ikki at síggja,
hví hann skuldi koma
fram við nøkrum, tå 11
atkvødur å byrådsfundi-
num 23. februar vóru fyri,
at kanningar skuldu ger-
ast í málinum.
Hetta metti hann sum
eina provokatión móti
honum sum býráðslimi.
Býráðshúsini i Tórshavn. Roknskapurin hjá kommununi fyri figgjarárið 76/77 góð-
tikin, men málið er ikki liðugt viðgjert enn
Milwood .
20.000 kr.“
í bót
Meskarnar í posanum
vóru bert 125 millimetrar
Mánadagin varð skiparin
á Aberdeen-trolaranum
Milwood í Feroya rætti
dømdur at gjalda 20.000
krónur í bót fyri at hava
roynt undir Feroyum við
ov smáum meskum.
Um 1-tidina månanått-
ina kom Tjaldrið á Havn-
ina við Milwood. Menn av
Tjaldrinum hevdu verið
umborð á trolaranum,
meðan hann royndi um 17
fjórðingar norður úr Myl-
ingi. Tað vist' seg at
meskarnar i posanum
vóru 125 millimetrar.
Minsta loyvda meskavidd
undir Føroyum er 135 mil-
limetrar, og trolarin fekk
ti bod um at fylgja vid til
Havnar.
Skiparin ásannaði í
rættinum, at meskarnar í
posanum, teir royndu við,
vóru ov smáar.
Dómarin spurdi skipar-
an, um hann vildi taka við
eini bót uppá 20.000 kr.
men tað vildi hann ikki,
og so varð hann dømdur
at gjalda 20.000 krónur í
bót umframt sakarmáls-
kostnaðin.
Skiparin segði í rætti-
num, at hann vil umhug-
sa, um hann fer at skjóta
málið inn fyri landsrættin.
Dómurin ber í sær, at
trolarin missur loyvi til at
veiða undir Feroyum.
Fleiri trolarar
hjá sama reiðarí
mist veiðurættin
Tað er reiðariið lan Wood
Tað ólógliga trolið á dekkinum
Group í Aberdeen, sum
eigur Milwood. Framman-
undan hava fleiri trolarar
hjá hesum reiðarinum
mist rættin til at veiða
undir Feroyum, tí teir
annaðhvert hava nýtt ó-
lógligan reiðskap ella hava
fiskað ólógliga.
Skiparin á Japoniku
varð demdur fyri at hava
trolað ólógliga. meðan
skiparnir á Clarkwood,
Burwood og Aberdeen
Venturer í fjer vórðu
demdir fyri at hava nýtt
ólógligan reiðskap undir
Feroyum, ella fyri at hava
havt ólógligan reiðskap
umborð.