mikudagur 15. mars 1978síða 5
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 20 — 15. mars 1978
sosialurin
Síða 5
Gerðardómur um Ef
skulan i Runavik
— kommunustýrið sent málið til Voldgiftsnævnet
for bygge- og anlægsvirksomhed
Runavikar kommuna hev-
ur bidid Voldgiftsnævnet
for bygge- og anlægsvirk-
somhed i Keypmanna-
havn um at gera úrskurð i
målinum um nyggja skul-
an i kommununi. Hetta er
gjørt eftir ráðum frá sak-
forara kommununnar fyri
at fáa ein enda á hesum
málinum, sigur býráðsfor-
maðurin í Runavík, Dia P.
Skúlin í Runavík — gerðarrættur skal nú svara teimum nógvu opnu spurningunum
um byggingina
Johannesen. Hann sigur,
at teir hava biðið Vold-
giftsnævnet um at av-
greiða málið sum skjótast
Rørini leka
Tað er danska byggifel-
agið Conta, sum hevur
bygt skúlan í Runavík og
hann varð tikin í brúk fyri
einum góðum ári síðani.
Men beinanvegin vóru
trupulleikar við hitaverki-
num, tí rerini tærdust á
hol. Hetta ferdi m.a. við
sær, at framhaldsdeildin
ikki kundi byrja skúla-
gongdina til ásetta tíð
eftir jól, ti ein umfatandi
umvæling mátti gerast.
Endaligur dómur
Dia P. Johannesen sigur,
at úrskurðurin, sum Gold-
giftsnævnet ger, verður
tann endaliga avgerðin í
málinum. Aðrenn úr-
skurðurin verður gjerdur
skal byggiarbeiðið metast
av fólki frå Voldgiftsnæv-
net
Føroyameistarakappingin
i talvi fyri einstaklingar
verdur um påskirnar
Tilsamans vera 33 luttakarar
Í døgunum frá 17. til 27.
mars verður føroyameist-
arakapping i talvi fyri ein-
staklingar i Klaksvik. Tad
er i år Klaksvikar Talv-
felag, sum skipar fyri
kappingini, og telvað
verður í skúlanum við Os-
ánna.
SE 8
Føroyameistarin í landsliðsbólkinum í fjør, Hanus Joensen, i síðsta umfarinum
Kappast verður í lands-
liðsbólkinum, 1. bólki, 2.
bólki og unglingabolki-
num.
Í landsliðsbólkinum, 1.
bólki, og unglingabólki-
num eru átta luttakarar,
meðan 9 luttakarar eru í 2
bólki.
I landsliðsbólkinum
telva Símun Absalonsen,
Klaksvík, Hans Petersen,
Vestmanna, Bjarki Ziska,
Tórshavn, Sune Ziska,
Tórshavn, Niels Durhuus,
Vestmanna, Luitjen Apol,
Tórshavn og Johan Jac
obsen, Vestmanna
Føroyameistari í lands-
liðsbólkinum í fjør var
Hanus Joensen úr Kolla-
fjarðar = talvfelag men
hann luttekur ikki í kapp
ingini í ár
Alment risabingo
Aftur í ár skipa Ungmannafelagið Skansastova,
Ungmannafelagið Kyndil og Hondbóltsfelagið
Neistin fyri einum stórum almennum Bingo.
Bingoið verður í Ítróttarhellini á Hálsi friggja-
kveldið kl. 20, og opið verður frá kl. 19. Tað verða
nógvir góðir vinningar sum t.d. olja, el-kaffi-
maskina, el-hárturkari, lummaroknari, oyratele-
fon o.a.
I ein hálvan tíma verður steðgur i bingospæli-
num, og tá verður skipað fyri undirhaldi.
Endamálið við tiltakinum er at útvega pengar
til felogini í teirra arbeiði fyri ungdómi og ítróttin
Fyrireikarnir vóna at undirtøkan verður stór —
og Ítróttarhellin er stór, so tað eru veruliga
meguleikar fyri einum risa-bingo
Fimleikalegan 1978
Í døgunum frá 5. til 12. juli í ár verður skipað fyri
eini stórari fimleikalegu í Havn.
Á Fimleikaleguni 1978 verður fimleikaskeið.
felagsíðkanir og framsýningar.
Einir 250 fimleikarar koma at luttaka. og tað
verða 16 kvinnu- og manslið, bæði úr Feroyum og
Danmark. Meðan skeiðið varar, koma luttak-
arnir at búgva á Studentaskúlanum í Hoydelum
Tilsamans verða fýra framsýningar. Tvær í
ítróttahellini á Hálsi, ein í Klaksvík og ein lítil
framsýning í fimleikahellini á Glyvrum, har bert 6
lið koma at luttaka
Frá ÍSF verður sagt, at hevi verður at síggja
nakrar av bestu fimleikarunum í ríkinum
Undir fimleikavikuni verður eisini skipað fyri
útferðum og eðrum tiltøkum, so tað eisini verður
ein góð vika fyri fimleikarnar
Almannaveitingarnar
hækka frá 1. apríl
Fyrsta april hækka almannaveitingarnar
Feroyum. Hetta kemst av, at danska pris-
talið hækkar við 6 stigum, frá 121 til 127, so-
leiðis at tað verða tvær dyrtidarvidbøtur
Eftir 1. apríl eru høvudsalmannaveitingar-
nar hesar um mánaðin:
Fólkapensión til persónar yvir 67 ár
uttan mun til innteku:
Hjún (bæði yvir 67) 2.344
Stek og hjún, har bert annað hevur
rætt til pensión 1.525
Avlamispensión:
Hægsta avlamispensión 3.031
Miðal avlamispensión 2.248
Lægsta avlamispensión 1.144
Fólkapensión til persónar undir 67 ár
Hjún, tá bæði hava rætt til pensión 2.344
Stek og hjún, har bert annað hevur
rætt til pensión 525
Einkjupensión 2.248
Av hesum eru 759 kr. uppiskoytis 'eiting úr
landskassanum, sum fellur burtur. .a einkjan
verður 62 ár
Hesar upphæddir verða latnar í avlamis
pension, fólkapensión (til persónar undir 67
ár) og einkjupensión, um pensionisturin onga
innteku hevur. Um inntekan fer upp um eitt
ávist mark, verður pensiónin lækkað