Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-03-15, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. mars 1978síða 7

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 20 — 15. mars 1978 A. sosialurin Síða 7 Try feløg vunnu hvor sítt meistaraheiti leygardagin TBF vann liðkappingina, Árni Dahl (NFL) vann singlekappingina og Vilmund Jacobsen og Øssur Winthereig (FS) vunnu doublekappingina Leygardagin skipaði Fram fyri føroyameistara- kapping í meðaldeildini í borðtennis. Kappingin fór fram í fimleikahallum Kommunuskúlans. Kappingin gekk sera væl, hon byrjaði umleið Frá finaludystinum millum Árna og Egga Hvar var hondbólts- deildin? Seinastu dystirnir í hondbóltskappingini skuldu vera spældir seinasta vikuskiftið, men eingin av teimum varð spældur. Sagt varð, at allir dystirnir í kvinnuung- lingadeildini vóru av- lýstir og um so er, eru VÍF meistarar. 1. deildardysturin millum Kyndil og KÍF var eisini av ongum, her mettu tó helvtin av KÍF upp og nærum all- ir Kyndlaleikararnir, men sagt varð, at hesin dystur eisini var av- lýstur, tó vistu leikar- nir onki um hetta. Til finaluna í 2. deild menn vóru bæði liðini mett, men her mettu eingir dómarar. Hvat var hetta, hvar var hondbóltsdeildin, á- byrgdarmaðurin = var sjúkur, men hvar vóru hinir. Vónandi endurtekur hetta seg ikki, hetta er jú ein háðan móti bæði leikarum og áskoðar- um. Liðkappingin Feløgini, ið luttóku vóru hesi: Fram 1 og 2, FS 1 og 2, NFL 1 og 2, TBF 1 og 2. Í semifinaluni mettust TBF 1 og FS 1 og Fram 1 — TBF 2. Bæði liðini úr TBF vunnu sínar dystir, Vilmund og Øssur, vunnu doublekappingina og hittust tey bæði í final- uni. Her vann TBF 1 7—2. Á vinnandi liðnum vóru Ronnie Midjord, Jens Paula Nolsee og Jack Pet- ersen og manningin á TBF 2 var: Bjarni Thomsen, kl. 9 um morgunin, og kl. 7.30 vóru meistararnir í liðkappingini, single og double funnir. Páll Mortensen og Rudolf Niclasen. Singlekappingin Í singlekappingini vóru 20 luttakarar. Fleiri luttak- arar góvu avboð vegna sjúku. TBF 1, ið vann liðkappingina. Frá vinstru: Jack Petersen. Jens Pauli Ronnie Midjord Her hendi tað, at for- oyameistararnir frá 1963 Árni Dahl og frá 1965 Jógvan Jensen (Egga) mettust í finaluni, ið Árni vann 3—1. Í semifinaluni vann Arni á Christian Poulsen og Egga á Ron- nie. Doublekappingin NFL var um at fáa annað meistaraheitið, tá Árni og Egga eftir at hava vunnið á Páll Mortensen og Jack í semifinaluni mettu Øssur Winthereig og Vilmund Jacobsen úr FS í finaluni, men hetta eydnaðist ikki, Øssur og Vilmund vunnu. Árni Dahl vann singlekappingina í ár ÚTBJÓÐING Vegna Leirvíkar kommunu verða jerð- og uttandura kloakkarbeiðið í sambandi við víðkan av skúlanum hervið boðin út alment. Arbeiðið umfatar u.l. 4960 m* av tilfari at spreingja og grava; legging av u.l. 190 m kloakk og 100 m vatnleiðing. Útbjóðingartilfarið fæst til láns á skrivstovu okkara frá hósdegnum 16. mars 1978 móti kr. 400,— í veðhaldi. Skrivlig boð í afturlatnum brævbjálva, merktur: >LEIRVÍKAR KOMMUNA. VÍÐKAN AV SKULANUM,« verða at senda til skrivstovu Landsbyggifelagsins. Boð skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 4. apríl 1978, kl 14.00. Tey verða tå latin upp, og kunnu teir, ið boðið hava. vera hjástaddir LANDSBYGGIFELAGIÐ P /f Grenlandsvegi 5 — Tlf. 14744 3800 Tórshavn