mikudagur 15. mars 1978síða 9
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 20 — 15. mars 1978
lesarabrøv
sosialurin
»Propaganda i skålunum«
I 14. 1. mars i år skrivar
ein, ið nevnir seg O.V.,
grein um »Propaganda i
skúlunum< (Indoktriner-
ing av næmingum).
Í greinini sigur O.V. seg
halda, at tað á HF-skeið-
inum í Suðuroy, verður:
ferd ein kommunistisk
»propaganda« av lærar-
unum vid henda skula.
Sjálvur havi eg gingið
har, og havi ikki følt tað
soleiðis, so hvar ið O.V.
hevur hesi tíðindi frá, er
ilt at vita. Eg giti bara, at
hann er vorðin offur fyri
eini høgra- og afturhalds-
sinnaðari propagandu,
uttan sjálvur at vita av tí.
Sum tjóðveldismaður,
skuldi O.V. kent til, hvat
tað er at verða úthongdur,
uttan at nakað hald er í tí,
ið verður sagt. Tú opnar
næstan ikki eina Dimmu,
uttan at finna lesarabrøv,
ið vilja vera við at tjóð-
veldisflokkurin vil av-
kristna Føroyar. Hetta
veit O.V. er ikki rætt,
men tå id øll våpn å ti pol-
itiska vigvellinum eru
nýtt, og ikki virka, so er
bert at skýra sínar mót-
stødumenn ateistar
(heidningar) ella komm-
unistar, ti hesi våpnini
virka i hvussu so er. Eg
veit væl, at tad innan
tjóðveldisflokkin finnast
persónar, ið ikki trúgva á
Gud, men eg veit eisini, at
slíkir finnast innan allar
flokkar — eisini sam-
bandsflokkin. Ti skuldi
O.V. ikki latið seg dottið í
hesa veitina við bíligari
propagandu, um indoktri-
nering í skúlunum (HF í
Suðuroy).
Í HF í Suðuroy er, ella
var tað í hvussu so er fyri
tveimum árum síðani, tá
ið undirritaði gekk har,
soleiðis at næmingar sam-
an við læraranum avgjør-
du hvat ið lesast skuldi,
og er tað ótrúligt, at hetta
skal vera broytt, tí tað er
jú teir somu lærararnir
har framvegis. Hetta er,
eftir hvat frættist, tvørtur
ímóti ti, ið verður brúkt í
teim kommunistisku lond-
unum, og helst eisini
tverturímóti tí, ið O.V. er
vanur við.
Tað er soleiðis, at tað í
HF ikki eru fastlagdar
reglar fyri, hverjar bekur,
ið skulu nýtast, so um ein
manglar >stoff<, kann ein
gott nýta »Det Bedste«,
um næmingar og lærari
eru samdir um, at hetta er
nýtuligt.
Undirritaði er væl vit-
andi um, at tað, einahelst
í Vági, eru einstakir ung-
dómar, sum hava gingið á
HF her suðuri, ið siga seg
vera kommunistar, men
teir eru so fåir, at teir
kunnu teljast á einari
hond, og hesir vóru
kommunistar áðrenn teir
komu á HF. Tí er tað
skeivt av O.V. at geva HF
skuldina fyri hetta.
Hinvegin veit undirrit-
aði eisini um aðrar næm-
ingar, ið standa uttast til
høgru, so hesir skuldu
verið ein góður mótpol-
ur ímóti teim fyrr nevndu
kommunistum. So er at
spyrja, hver ið kann hava
ávirkað hesar áðurnevndu
ungdómar. Er hetta eisini
nakað, ið er hent, síðan
teir komu á HF? Eg
trúgvi ikki!! Harafturat
kann nevnast, at tað finn-
ast aðrir kommunistar enn
akkurát teir sum ganga
ella hava gingið á HF.
Hver man hava ávirkað
hesar? Tað er kanska
imperiið, ið ætlar at rána
Konfirmatións-
klæðir
Buksur, leðurjakkar, skjúrtur, sloyfur, umframt nógv sløg
av dreingja- og harraklæðum.
DRESSMAN
til 47900, Glyvrar
(oman fyri kirkjuna)
alla bygdina frá tykkum?
Eg spyrji bara!
>Forrestin< kann nevn-
ast, at hesir kommunist-
ar, so vítt undirritaði veit,
eisini eru loysingarmenn,
og er hetta uttan iva ein
uggi fyri O.V., sjálvt um
hetta man vera »sum
steinur oman á byrðu< hjá
sambandsforeldrunum, ið
O.V. tosar um.
Nei, O.V., eg ivist ikki
i, at bædi tygum og eg,
kunnu vera vissir i, at so
leingi hasar lærarakreft-
irnar eru her suduri, so
leingi fer eingin »propa-
ganda« fram. Tad er bert
spell, at slikt møsn skal
verða lopid ut í orð, av
fólki, ið ikki veit nakað
sum helst um hetta, og ið
kanska heldur ikki veit,
hvat HF er fyri nakað.
Heldur skuldi tygum
roynt at hjálpt lærarunum
við at hildið hetta skeið
gangandi, so tygum
kunnu hava tygara abba-
born heima sum longst.
Tað hoyrist, at tað eru
vissar kreftir, ið vilja hava
HF her suðuri niðurlagt
aftur, og í staðin føra ung-
dóm okkara norður um
fjørå, og um suðringar
sjálvir fara at arbeiða
ímóti hesum megnar til-
taki, orsakað av miðvísari
politiskari propagandu frá
ymsum afturhaldskreft-
um, hvat skal ein so
vænta frá hinum. Nei
O.V. „betur er bøtandi
hond enn spillandi
tunga.«
Fyrrv. HF-ari
úr Suðuroy
a. Við bygdaskipað skúlaverk:
Eiðis kommuna:
Haldórsvíkar kommuna:
Hests kommuna:
Húsa kommuna:
Hvalvíkar kommuna:
Kollafjarðar kommuna:
Kunoyar kommuna:
Kvívíkar kommuna:
Leirvikar kommuna:
Mikladals kommuna:
Mykines kommuna:
Sands kommuna:
Svínoyar kommuna:
Viðareiðis kommuna:
Tórshavnar uttanbíggjar
kommuna:
b. Við keypstaðaskipað skúlaverk við skúlagongd út um
7. skúlaár:
Fuglafjarðar kommuna:
Klaksvíkar kommuna:
Miðvágs-Sandavágs
kommunur:
Nes kommuna:
Stýrið fyri Felags-
skúlan á Oyrarbakka:
Runavíkar kommuna:
Stýrið fyri Sandoyar
Meginskúla:
Sjóvar kommuna:
Servágs kommuna:
Tveroyrar kommuna:
Vágs kommuna:
Vestmanna kommuna:
Stervini verða lent í 13/21/23 lenarrammu sambært avtalu 18. september 1973
millum Feroya Landsstýri og Feroya Lærarafelag. Varaskúlastervini verða
sbr. avtalu 9. desember 1977 millum Feroya Landsstýri og Feroya Lærarafelag
lent í 26. lønarrammu.
Tað skylduga undirvísingartímatalið er fest sambært rundskriv frá skúla-
stjórnini dagfest 25. mai
skúlans.
Teir lærarar, ið settir verða, hava skyldu til annaðhvert heilt ella lutvís at
virka við teir skúlar, har børn frå avvarðandi kommunu /kommunum sambært
galdandi skúlaætlan ganga í skúla.
Umsóknir til tey leysu stervini verða at senda til Feroya Skúlastjórn skjót-
ast til ber, og soleiðis at tær eru skúlastjórnini í hendi í seinasta lagi 30. mars
1978. Læraraskulanæmingar, ið hava vónir um at standa lærarapróvteku í
summar, kunnu sekja stervini. Við umsóknini eigur at verða legd frásegn frá
leiðara læraraskúlans um higartil fingin úrslit og um næmingsins dugnaskap og
fori annars, meðan próvtekuprógvið verður sent skúlastjórnini beinanvegin,
próvtekan er liðug.
Umsóknin verður skrivað á útfyllingarblað, ið fæst frá skúlaleiðaranum ella
frá skúlastjórnini. Møguligir umsekjarar uttan fyri Feroyar kunnu brúka út-
fyllingarblað fyri danska fólkaskúlan.
Um einki annað er tilskilað, verður ein umsókn til eina kommunu roknað sum
galdandi fyri eitthvert av
sekja fleiri av teimum leysu storvunum, mugu senda serstaka umsókn til hverja
einstaka kommunu.
Niðanfyri nevndu størv við fólkaskúlan í Føroyum verða
hervið lýst leys at seta frá 1. august 1978.
Føroya Skúlastjórn, Torshavn, tann 9. mars 1978
Síða 9
Eitt starv sum lærari.
Eitt starv sum lærari við tænastustað í Haldórsvíkar
skúla.
Eitt starv sum einalærari
Eitt starv sum einalærari
Eitt starv sum lærari
Eitt starv sum lærari
Eitt starv sum einalærari við tænastustað í Kunoyar
skúla.
Eitt starv sum lærari við tænastustað í Kvívíkar
skúla.
Eitt starv sum lærari
Eitt starv sum einalærari
Eitt starv sum einalærari
Eitt starv sum fyrstilærari
Eitt starv sum einalærari.
Eitt starv sum lærari.
Eitt starv sum fyrstilærari í Hoyvikar— Hvítanes
skúla. Trý sterv sum lærari, meguliga eisini eitt
starv sum tímalærari við tænastustað í Argja, Hoy-
víkar- Hvítanes og Norðradals skúlum.
Tvey sterv sum lærari og tvey sterv sum tímalærari.
Sjey sterv sum lærari, meguliga eisini upp til fýra
størv sum timalærari. Tað verður løgd skylda við ein-
um ella fleiri av hesum stervum at undirvísa í Árna-
fjarðar skúla. Umsøkjarar, ið eru førir fyri at undir-
vísa í rokning, matematikk, enskum, tyskum, donsk-
um og lívfreði, hava fyrimun.
Eitt starv sum lærari, meguliga eisini eitt starv sum
timalærari. Umsøkjari, ið er ferur fyri at undirvisa
í evning, hevur fyrimun.
Eitt starv sum varaskúlastjóri.
Eitt starv sum lærari og eitt starv sum tímalærari
Eitt starv sum varaskúlastjóri.
Tvey sterv sum lærari, meguliga eisini tvey sterv
sum timalærari. Umsøkjari, ið er førur fyri at undir-
vísa í gentufimleiki og hondarbeiði. hevur fyrimun
til eitt av storvunum.
Eitt starv sum varaskúlastjóri.
Tvey sterv sum lærari og eitt starv sum tímalærari.
Eitt starv sum varaskúlastjóri.
Tvey størv sum lærari og eitt starv sum timalærari.
Eitt starv sum varaskúlastjóri.
Eitt starv sum lærari, meguliga eisini eitt starv sum
tímalærari. Umsekjri, ið er ferur fyri at undirvísa í
evning, hondarbeiði, smið og fimleiki, hevur fyrimun.
Eitt starv sum lærari, meguliga eisini eitt starv sum
timalærari. Umsekjari, ið er førur fyri at undirvisa
i tónleiki, hevur fyrimun.
Eitt starv sum lærari og eitt-tvey størv sum timalær-
ari. Umsøkjari, id er førur fyri at undirvisa i sangi,
hevur fyrimun til eitt av størvunum.
1972 um tænastutiðina hjá tænastumonnum fólka-
teim leysu størvunum i kommununi. Umsøkjarar, ið